hósdagur 12. mai 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016
SOSIALURIN 55
24
Matgerð
Til eina ljósareyða prinsessu ella onnur tú vilt gleða
TJÓÐHILD PATURSSON
V
it trýsta varrarnar móti
glasinum, og gjøgnum
rútin geva vit hvørjari
aðrari ein koss. Síðani
geva vit hvørjari aðrari eitt vind
eygaklemm. Við at strúka eina
knýtta hond eftir kjálkanum siga
vit á teknmáli »eg eri góð við teg«.
At enda gevur onnur hinari eitt
ímyndað band, og vit rykkja í tað
– tað merkir »muss muss, hav tað
gott«. Vit halda fast í bandinum.
Bandið skal vera sambandið okk
ara millum gjøgnum restina av
degnum, nú vit fara hvør til sítt.
Eg til arbeiðis og hon í barnagarð.
Fer man at leingjast, ja, so rykkir
man í bandið. Eg og dótturin eru
í barnagarðinum, hon inni og eg
uttanfyri. Gjøgnum stóra rútin
spæla vit okkum ígjøgnum tað,
ið er vorðið okkara morgun-
farvæl-siður. Ímeðan eg gangi
burtur frá vindeyganum sendi
eg henni sleingikossar, og royni
at hoppa høgt upp fyri at fanga
allar teir kossarnar, hon sendir
mær. Alla tíðina halda vit báðar
fast í tí ímyndaða bandinum. Tá
ið eg ikki síggi hana longur bindi
eg mær tað ímyndaða bandið um
fingurin, bara um so var, at eg
eina løtu í øllum kunningarstovu-
rokilsinum skuldi gloymt at hildið
fast. Hvønn morgun hugsi eg um
øll tey bondini, eg havi bundið
føst í fingurin dagarnar fyri, og
um tað rúgvuna av ímyndaðum
bondum, sum nú knýta okkum
saman. Ja, hvønn dag legst afturat.
Ímyndaðu bondini á mínum fingri
eru onkursvegna vorðin ímyndin
av tí bandinum, sum knýtir okkum
tættari hvønn dag.
Eg hevði ímyndað mær, at tað
at fáa eitt barn fór at at vera sum
at fáa eina forleinging av mær
sjálvari, men soleiðis hevur tað
slettis ikki verið. Beint nú er hon
prinsessa. Tað hevur hon verið
leingi. Eg havi ongantíð verið prin
sessa, ongantíð spælt prinsessa –
fyrr enn nú. So nógv nýtt eg læri.
Hon er ikki ein forleinging av mær,
heldur eru vit forleingingar av
hvørjari aðari – umframt so nógv
annað. Fyrr plagdi eg at lumpa
Ýr til at eta grønmeti við at kalla
tað okkurt, sum henni dámdi –
t.d. prinsessupitsa ella leyvuepli.
Nú haldi eg meira at tað er hon
sum lumpar meg til at fáa pasta –
»mamma, kanst tú gera prinsessu-
pasta?«. Hon vinnur, og eg vinni
– hon fær pasta, og eg fái hana at
eta reyðrøtur… HEY! Henni dámar
væl reyðrøtur… Ja, tað er nokk
heldur hon, ið lumpar meg – til
at fáa pasta. Tað er tað, ið eg sigi,
klóka og snilda pettið - líkist als
ikki mammu síni.
PASTA VIÐ
Reyðróta
pesto
Reyðrótapesto kann brúkast
til alt møguligt. Bæði til
tvíflísir, sum dipp ella
afturvið salati, men allar
best haldi eg at hetta er rørt
uppá pasta – tí pastaðið fær
ein so fantastiska vakran lit.
Tað verður fagurt lilla/reytt/
ljósareytt. Ja, tað er trupult
at greiða frá. Heima hjá
okkum plaga vit at kalla tað
prinsessu-pasta.
250 gram av reyðrótum
1 dl av mandlum
1/2-1 dl av olivenolju
1 hvítleyksfet
salt
Baka reyðrøturnar í ovnin
um. Baka á 200 hitastig
í umleið 45 min (størri
reyðrøtur longur og smáar
styttri). Reyðrøturnar skulu
vera heilt bleytar ígjøgnum.
Flys reyðrøturnar. Legg
mandlur og hvítleyksfet í
hvirluna, og mal hetta fínt.
Koyr síðani olju og reyðrøtur
í. Hvirla aftur og smakka til
við salti.
Til prinsessupasta/
Ljósareytt pasta
Kóka spaghetti og rør
pestoið uppí. Servera
møguliga við onkrum
grønum – t.d. eittsindur
av grasleyki – so kemur
ljósareyði liturin enn betur
fram.