hósdagur 12. mai 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016
SOSIALURIN 55
30
TRÓNDUR ARGE
T
að eru bara tvær vikur
millum,
at
Tórður
Thomsen og Teitur M.
Gestsson bilvu pápar á
fyrsta sinni. 2. apríl átti málverjin
hjá B36, Tórður Thomsen og daman
Poula í Fammistovu ein gentu. Bara
tvær vikur seinni átti málverjin hjá
HB, Teitur M. Gestsson og Bára
Hansen ein drong.
Teir eru málverjar hjá ávikavist
B36 og HB, eru liðfelagir á landslið
num og vinmenn uttanfyri vøllin.
Tó vistu teir ikki av hvørjum
øðrum, tá stóru tíðindini skuldu
berast.
»Nei, eg havi nakað
at fortelja tær«
Teir báðir eru á gistingarhúsi og
tað er róligt á kamarinum. Nakað,
sum annars ikki er vanligt, tá
Tórður Thomsen og Teitur M.
Gestsson eru í lag. Eftir at hava
sitið í kamarinum í eina tíð klárar
Tórður Thomsen ikki at halda sær.
Hann hevur fingið strangar ordrar
frá damuni um ikki at siga fyri
nøkrum, at hon er við barn. Hann
er tó so spentur, at hann klárar ikki
at halda sær.
– Eg havi nakað stórt at fortelja
tær, sigur Tórður Thomsen við Teit
M. Gestsson.
Teir eru við landsliðnum, sum
skal spæla í Budapest í Ungarn.
Eftir at hava hugsað seg um í langa
tíð, so er Tórður Thomsen klárur at
fortelja landsliðsliðfelagnum stóru
tíðindini.
– Eg tryggjaði mær upp til fleiri
ferðir, at Teitur skilti, at hann ikki
mátti fortelja tað víðari. Poula
vildi ikki eg skuldi siga tað, men eg
kláraði ikki at halda mær, fortelur
Tórður Thomsen, um løtuna áðr
enn hann skal siga tað.
Hann fekk enntá Teit M. Gets
son at lova, at hann skuldi gjalda
hundrað túsund krónur, um hann
segði tað víðari.
– Í somu løtu eg skal siga tað,
so brestur úr Teiti »Eg skal vera
pápi«. Eg svaraði bara í einum, at
tað skal eg eisini. So fóru vit bara
at hoppa og dansa á kamarinum.
Hinir landsliðsspælararnir komu
inn í kamari fyri at vita hvat var
á vási, men vit kundu ikki fortelja
tað, greiðir Tórður Thomsen bros
andi frá.
Svevur í stovuni
At blíva pápi hevur kollvelt lívið
hjá bæði Teiti M. Gestsson og Tórði
Thomsen. Sum fótbóltsspælarar
hevur hvíld undan dysti stóran
týdning.
– Eg sovi í stovuni áðrenn dyst,
sigur 23 ára gamli Teitur M. Gests
son, sum samstundis ásannar, at
hann bara hevur tapti síðani son
urin kom til verðina.
Fyri Tórð Thomsen er støðan
eitt sindur øðrvísi, tí Poula í
Fammistovu og gentan fara til
Hvannasunds, har Poula er frá, tá
málverjin skal hvíla upp til dyst.
Báðir kenna teir eisini á sær, at
teir eru broyttir, nú barnið kemur
í fremstu røð.
– Tað er lættari at koma heim
aftaná dyst. Eisini eri eg farin at
spyrja inn til børnini hjá øðrum
spælarum og skilji betri eitt nú
Fróða Benjaminsen, sum mangan
er undir brúsuni áðrenn vit koma
inn aftaná dyst, greiðir Teitur M.
Gestsson frá. Fróði Benjaminsen
er aldursforsetin á HB liðnum og
familjumaður.
Fyri 29 ára gamla Tórð Thomsen
er tað pápaleikluturin í hópinum
hjá B36, sum byrjar at traðka til.
– Eg eri byrjaður at geva spæl
arum góð ráð og so víðari, sigur
Tórður Thomsen og flennur.
Báðir eru teir tó á einum máli
um, at tað er bæði stuttligt og gev
andi at verða pápi.
»Mike Tyson«
Ein partur av at blíva foreldur er,
at velja eitt navn til barnið. Tórður
Thomsen og Poula í Fammistovu
eru so gott sum komin á mál við
tí partinum.
– Ja, eg haldi vit hava funnið eitt
navn til gentuna, men eg avdúki
einki her, sigur Tórður Thomsen,
sum hevur røtur úr Sumba.
So langt eru Teitur M. Gestsson
og Bára Hansen ikki komin, men
tey hava fingið eitt gott boð inn.
– Ein helt fyri, at drongurin
skuldi eita Mike. Mike Teitsson.
So um tú sigur tað skjótt, so blívur
tað til Mike Tyson, sigur Teitur M.
Getsson og vísur til kenda og um
strídda boksaran, sum hevði sína
stórheitstíð síðst í 80 unum og
fram til aldarskiftið.
Landsliðspápar
Umframt Tórð Thomsen og Teit M.
Getsson, so eru fleiri av føroysku
landsliðsspælarunum blivnir
pápar farna árið. Í fjør skrivaði
Sosialinum um Klæmint A. Olsen,
Pól Jóhannus Justinussen og
Erling Jacobsen, sum allir blivu
pápar innan stutta tíð. Eisini Sonni
Ragnar Nattestad er blivin pápi
fyri kortum. Spurdir um teir fara at
eggja børnunum at spæla fótbólt
eru teir nakað tvíbýttir.
– Eg veit ikki um diddan skal
spæla fótbólt. Kanska heldur eggja
henni at gera fimleik ella spæla
hondbólt, sigur Tórður Thomsen.
Málverjin hjá HB hevur ikki
gjørt sær so nógvar tankar um
tað. Mamman er kendur hond
bóltsspælari úr Neistanum, men
ÍTRÓTTUR
FÓTBÓLTUR Vinmenninir og mál
verjarnir í Gundadali vistu ikki av
loynidóminum hjá hvørjum øðrum, tá
teir ein dag í Budapest valdu at for
telja hvørjum øðrum stóru tíðindini
Í TRYGGUM