Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016 SOSIALURIN 55 29 Fyri einum ári síðani vitjaði Lukas Graham heima á klettunum, áðrenn stóra gjøgnumbrotið kom. Í ár vitjar Phlake, ið av mongum tónleikaserfrøðingum verða mettir at standa á gáttuni til stóra altjóða gjøgnumbrotið SIGURJÓN EINARSSON P hlake er nýggja skotið á stammuni, tá talan kemur til danska tónleika­pallin. Tón­leika­ser­frøðingar halda, at Phlake eru í somu støðu sum Lukas Graham var í fyri einum ári síðani. Yrkis­leiðin hjá Lukasi Graham, ið vitjaði Summar­festivalin í fjør, hevur veruliga tikið dik á seg, og nú verður mett, at Phlake kann, um eydnan er við teimum, verða næsta stóra danska gjøgnumbrotið á alheims tón­leika­pallum og hittlistum. Teir báðir limirnir, Jonathan Elkær, tónleikaframleiðari, og Mads Bo, forsangari, spældu fyrstu almennu konsertina so seint sum á heysti 2015 á lítlari barr í Keypmannahavn. Hóast tað einans vóru útgivin trý stakløg, var sannur gravgangur eftir at sleppa til hesa konsertina. Síðani bleiv Lítla Vega í Keypmannahavn út­seld tveir ferðir uppá stutta tíð. Eftir hesar konsertirnar, stóð Stóra Vega fyri tørni. Eisini henda kon­sertin bleiv útseld eftir stutta tíð, og tá skal havast í huga, at einans trý stakløg vóru kend millum manna. Talan er tí um ein bólk, ið sanniliga er á veg fram, sum vitjar á G! í summar. Byrjanin Limirnir í bólkinum eru báðir úr Albertslund, har tón­leika­fram­ leiðarin, Jonathan Elkær, fleiri ferðir hevði hoyrt um ein sera dugnaligan sangara, ið hugnaði sær sum sangara í bólki, sum spældi cover­løg til studenta­veitslur. Jonathan var forvitin at vita, hvat hesin sangarin dugdi til, men slepti tankanum aftur, av tí hann helt, at Mads ikki júst líktist einum, ið kundi syngja fyri stórari áskoðara­fjøld. Hann líktist meira einum, sum hevði tað best við at goyma seg eitt sindur. Men ofta skal eitt sindur av til­ vild til, og tað var tað eisini í hesum førinum. Teir báðir hittust til eitt morgun­ball hjá tón­leika­fram­ leiðarin­um, har Mads Bo fekk gittari í hendi seint um morgunin, bert fyri at undirhalda hinum. Morgunballið vaknaði, og vin­konan hjá Jonathan – sum mestsum hevði havt orðið alla­ tíðina – fekk at vita, at nú skuldi hon halda hol. Jonathan var seldur. Hetta mátti hann arbeiða víðari við! Hóast Jonathan bert hevði gjørt hipp hopp tónleik áðrenn, kendi hann á sær, at hann vildi finna útav, hvussu hann kundi finna fram til rætta ljóðið – í nýggja samstarvinum, ið uppstóð mest­sum av tilvild. Samstarvið bleiv til bólkin, Phlake. Stóra gjøgnumbrotið stendur fyri durum Tað er eftirhondini fýra ár síðani, at teir báðir hittust, har lesnaður líka skuldi passast, tá teir ikki hava verið í studio, har teir hava roynt at funnið fram til rætta ljóðið. Hetta tók eitt sindur av tí, men nú halda teir seg hava funnið fram til tað rætta ljóðið, ið er blivin til eina góða blanding millum tón­leika­fram­leiðaran, og hansara kunn­leika til tónleikarútmir, og so evnaríka sangaran. Sjálvir kalla teir teirra egna ljóð fyri »Rhytm&Balls«. Hetta, tí teir blanda tað góða frá R&B við tað harða frá hipphopp. Fyrsta almenna staklagið kallaðist »So Faded« og kom út fyri einum ári síðani. Lagið varð nógv spælt á donsku P3 og øðrum útvarps­støðum, og eisini á Spotify merktist stórur áhugi fyri lagnum, ið eisini er nógv stroymað uttan­ fyri Danmark. Men tá næsta stak­lagið »Pregnant«, ið heiðrar kvinnuni, sum er við barn, varð latið úr hondum tíðliga í fjør heyst, kom verulig dik á hjá teimum báðum. Í samband við, at staklagið »Pregnant« kom út, hevur Mads Bo greitt frá, at sangurin er ein heiður til kvinnur, ið bera barn undir belti. – Ein kvinna, ið er við barn, er nakað av tí vakrasta, lívið kann bjóða einum. Tónleika­tekstir handla ofta um tí ungu og hug­takandi kvinnuna. Og júst tí var tað stuttligt at lýsa tað vakra við einari kvinnu, ið ber barn, og tann broytingin, ið hoyrir við tí, greiðir Mads Bo frá í einum tíðinda­skrivi, tá staklagið kom út. Bleyta røddin hjá Mads Bo, ið sam­stundis hevur kant, og falsleysi tekst­urin í songunum ger, at Phlake hevur eitt heilt serligt ljóð, ið ikki ofta hevur verið at hoyrt á danska tónleikapallinum seinastu árini. Nú byrjar umheimurin eisini so smátt at fáa eyguni upp fyri Phlake, so spurningurin er, um teir báðir dreingirnir úr Albertslund megna at gera ein Lukas Graham. Men mynstrið er tað sama. Áðrenn Lukas Graham fekk stóra gjøgnumbrotið, vitjaði hann, sum kunnugt, eisini Føroyar á leiðini út í stóru verð. PHLAKE ER Á VEG FRAM TÓNLEIKUR MYNDIR: (G! MYND) @ ÓLAVUR FREDERIKSE: (G! MYND) @ ÓLAVUR FREDERIKSE