Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 ÍTRÓTTUR GÓÐTAKA IKKI SPÝTING Ahmed Mujdragic hevur fingið tveir dystir dystir leikbann fyri at spýta. Vit góðtaka ikki slíkan atburð, men góðataka heldur ikki revsingina, sigur Tummas Lervig, formaður hjá KÍ TRÓNDUR ARGE KÍ miðverjin, Ahmed Mujdragic, hevur fingið tveir dystir leikbann fyri at spýta í dystinum móti B36 í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Hendingin fór fram longu aftaná eitt korter, tá Ahmed Mujdragic og B36 framherjin Jógvan Skeel Nolsøe fóru í hornatøkum. Tað endar við, at Ahmed Mujdragic endar á vøllinum. Tá hann reisist sæst, at hann spýtur. B36 spælarin er skjótur at gera vart við seg og eftirfylgjandi gevur Petur Reinert dómari beinleiðis reytt kort. Tveir dystir leikbann Í leiðbeiningini fyri leikbann stendur, at tað at spýta gevur tveir dystir leikbann. Hesar hevur Ahmed Mujdragic so fingið í hesum førinum. Serbiski mið­verjin hjá KÍ hevur framman­undan leik­ bann til dystin í 10. umfari í Effo- deildini móti Skála, tí hann hevur fingið fýra gul kort. Sostatt skal hann sita uttanfyri tríggjar teir komandi dystirnar hjá KÍ. Ósemja um leikbannið Í KÍ er tey ikki í iva um, at tað er ikki i ordan at spýta eftir einum spælara. Tað hevur leiðslan eisini gjørt greitt. – Vit góðtaka als ikki, at nakar spýtur eftir nøkrum øðrum. Vit hava handfarið málið innan­ hýsis og vóna, at tað ikki hendir aftur, sigur Tummas Lervig, for­ maður í KÍ. Hann er tó ikki samdur í revsingini, sum hann metur er ein dyst ov nógv. – Eg haldi fyrst av øllum, at tað er løgið at tað í úrskurðinum stendur, at Ahmed Mujdragic ikki bleiv ertaður, sum tað verður rópt á dómaramáli, sigur Tummas Lervig og leggur afturat. – Tað er eisini greitt, at dóm­ ar­in ikki sær støðuna sjálvur, men at hann reagerar upp á reaktión­ina hjá Jógvani Skeel Nolsøe. Í Gunda­ dali móti HB síggja øll, at tað er brots­spark, men tá dømur hann einki, tí hann ikki sær tað. Tað hongur ikki saman, sigur Tummas Lervig, sum er argur um revsingina. – Vit hava sent at svar­ skriv til Fótbóltssambandið, sigur Tummas Lervig at enda. Umframt dystin móti Skála, so skal miðverjin sita uttanfyri móti HB og TB, sum eru tveir dystir við drúgvari søgu, ið báðir verða spældir við Djúpumýru. TRONDUR@SOSIALURIN.FO AÐALFUNDUR Regluligi aðalfundurin hjá Judosambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum mikudagin 15. juni 2016, kl. 17.00. Skrá sambært lógini. Eisini er lógarbroyting á skránni. Judosamband Føroya Punkt trý undir veg­ leiðing um leikbann: 3. LEIKBANN 2 DYSTIR Verður vanliga givið fyri eitt sindur grovari brot, sum m.a. – at sparka ella sláa í sam­ bandi við stríð um bóltin – fyri roynd at sparka ella sláa um bólturin ikki er í spæli, ella um spælið fyri­gongur aðrastaðni á vøllinum – Fyri at nýta sera ljótan munn ímóti dómara (ljót orð, ljótan atburð, vísa fingurin o.l.) – fyri at spýta – fyri harðligan atburð mót­ vegis við- ella mót­støðu­ leikara.