hósdagur 12. mai 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. MAI 2016
SOSIALURIN 55
33
Flemming Born
framsýning í Ribarhúsi
Fernisering leygardagin, 14. mai kl 16:00
Frits Johannesen
Flemming er ein sjáldsamur listamaður.
Havi altíð verið hugtikin av hansara tekn
ingum og málningum, grafikki og skapum í
viði og steini. Hann er føddur og uppvaksin
á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Mamman,
Sigrid Anthoniussen, mostir, var ættað úr
Oyndarfirði. Pápin, Knút Born, var ættaður
úr Hanstholm. Sigrid fór niður til Danmark
ar fyri kríggið og hitti Knút í Føroyinga
felagnum. Knút var losur í Keypmannahavn,
og losaði hann mangt eitt føroyskt far út og
inn í Keypmannahavn. Flemming eigur tveir
brøður, Asmund – og Erik Born, sum eru væl
fyri á tí listaliga økinum, tá ið tað kemur til
at siga frá um list.
Tey búðu í Jens Munksgøtu, og var heimið
eitt gott tilhald hjá ætt og vinum og mongum
føroyingi. Sigrid doyði í 2008, og Knút í 2011.
Tey rukku høgan aldur.
Flemming fyrstu ferð í Føroyum
Fyrstu ferð, ið Flemming var í Føroyum, var
1953. Hann er føddur 7. mai 1951. Tá var hann
bert 2 ára gamal. Longu tá sýndi hann síni
skapandi evni við at savna smágrýti saman
og leggja hetta í gongina í Ansastovu og hjá
mostrini, Hannu á Bakkanum, í Fuglafirði.
Enn minnast vit, hvussu lív kom í hesar smáu
steintinnur og durin, tá ið tær nálgaðust
uppat tí, sum var millum stavs og veggjar.
Hetta grýti, sum kom undan hansara smáu
hondum, fekk dur, gátt og gólv at liva á ein
serligan hátt. Ein forsjón hevði lagt seg í
durin, og hevur hon fylgt okkum og honum
líka til dagin í dag. Hetta var ein listalig
opinbering: Eingin er so mettur, at hann/
hon ikki kann eta eitt egg við hvørs mans dyr.
Svá er við listini. Henni er altíð rúm fyri og
fær mangt og mikið at liva í eini dýpd, sum
vit kunnu droyma um dag og dagliga. Ja, ein
durur kann gott verða eitt helli, sum flytur
okkum 30 - 40.000 ár aftir í tíðina, tá ið vit
hugsa um hellimálningarnar í Frankaríki og
Spania.
Síðani henda dag hevur henda installa
tiónin reikað í sinninum og flutt seg bæði hjá
familju og kenningum. Haldi, at Flemming
er millum tey frægu listafólkini í Danmark.
Sigast má, at hann er eitt sindur fjalin og ikki
andbráður og framtúrandi, men vinsælur,
stillur og friðarligur og veit eina rúgvu um
list. Listasøguna dugir hann á klónum.
Kvinna framman fyri
vindeygað, sum minnist..
Ein mynd rennur mær í hugan, sum hann
stillaði út á heysti 1976 á Charlottenborg:
Kvinna framman fyri vindeygað, sum minn
ist.. Vit bæði Alexandra hava málningin á
vegginum, sum vit hava havt stóra gleði
av. Henda inntonkta, gamla kvinnan hevur
nú skjótt livað eitt heilt lív og er vovin í
dustsins ár i spekt og sóma. Hennara tváttur
í málninginum leggur seg yvir vindeygakarm,
vindeyguni og teir smáu gluggarnar á húsa
vegginum næst við. Sprossarnir tala við hana
um farnar dagar og nema við ljóslivandi løtur
og skuggakendar farleiðir, sum farið varð um
við stríð og strevi tíðliga og seint.
Har hon stendur eru karmarnir eins og ein
onnur ramma um hana og urtapottin, ið farin
er at lesa útgangsbønina. Hon heldur um
eitt grønt blað, meðan tvey onnur hava lagt
seg á karmin og bíða eftir at verða borin út.
Hon klárar kanska einki annað enn at henta
okkurt smátt, ið hevur lagt seg t. d. her í ein
vindeygakarm, stól ella borð. At boyggja seg
niður ímóti gólvinum er ein farin tíð. Gluggar
og vindeyga hava síni eygu viðopin, meðan
henda fitta omman blundar. Hon blundar
og minnist farnar dagar, meðan eygnalokini
liggja so javnt og savnt og njóta ta friðsælu
stundini í hesum rúmi.
Tey bjørtu skýggini syngja sítt alfagra
lag um farnar dagar og framtíðar vánir í
fríðum lofti og lata av sær ljós, sum nemur
við ta kenslusomu hondina, sum heldur um
tað grøna blaðið. Ja eingin ivi er um, at hon
nýtur løtuna, men í høvdinum liva farnar
stundir, hendingar, sum vit eisini hóma, har
hon gongur á grønum vølli í lívsins blóma.
Tað er heilin, ið heldur um tað farna, meðan
hondin heldur um tað, sum er nú, men sum
eisini fer at hjána burtur og hvørva.
Alt er ein hvørvissjón, ja, sjálvt lívið er ein
hvørvisjón.
Blågaardsgata
Tað er nógv vatn runnið í á síðani Flemming
málaði henda málning í 1976, og hevur hann
flutt seg á ymsan hátt. Tað hava altíð verið
sælar stundir og hugaligt, tá ið komið var
á gátt hjá Flemmingi, systkinabarninum,
við Blågaardsgøtu í KBH og síggja hansara
verk. Hann nemur aloftast við tað menn
iskjansliga, bæði í mótgongd og viðgongd, í
einum surrealistiskum támi av kenslusomum
skadduvindum, ið leggja seg um skap, lit og
gróðrarmiklar lundir á jarðarinnar hólum
bæði í sál og sinni. Hann er ein meistari at
leita fram úr næstan ongum smá ting, sum
í mannaeygum ongan týdning hava, men
spretta undan hansara penslabørnum og fáa
eitt nýtt lív.
Rákið í hansara seinastu málningum ber
at tí føroysku natúrini og ikki so fáir máln
ingar hava hjallin og sethús við sær við
steinsetingum, rimum og gluggakarmum,
men samtíðis er rokan kring húsini av
tilgjørdum skapum allar vegir og steðir.
Hetta er rættiliga áhugavert, at skapini
nápa hvørt annað, liggja tætt sum børn
í einari song. Tey kupisku skapini í fleiri
øðrum málningum hjá honum eru bæði
litrík, føgur, tosa væl saman og liva sítt sæla
lív eins og í einum musikalskum tvátti av
skaldskapi í sælum tónum. Ja, tað er almikið
at nema við, tá ið flytingar í listini taka dik
á seg og fara út um eingjagarðar, bygdaløg,
hús, vindeygu og enda eins og í einum
tónleikaheimi, har ongi mørk eru. Her er
Flemming ein meistari, tí tú finnur allar
ismur í hansara málningum. Í inntonktum
skapum fær hann tey at liva saman sum
brøður og systrar, men sanniliga eisini
at tey arbeiða hvørt móti øðrum á einum
grundlendi, sum ber brá av einum skalda-
kendum, surrialistiskum fløtti. Hann er
ein meistari, tí dreymar hansara kunnu
tykjast at verða óveruligir, men tá ið hann
er árvakin, tekur Flemming hond um sína
dreymaverð og leggur sítt tilvit oman yvir
hesar hvørvisjónir. Alt hetta kemur at liva í
myndum, sum ein dreymur. Vakurt, inniligt
og ein sonn listalig uppliving.
Endi
Í Oyndarfirði, niðri við Stórá, liggja tveir
steinar, sum Flemming hevur høgt út. Hetta
hevur hann gjørt einaferð í sjeyti árunum.
Hesir steinar vóru farnir í gloymskunnar
hav, men komu ein dag undan kavi aftur,
og hildu fólk, at hesir steinar mundu vera
fra víkingatíðini. Sjónvarpið kom upp í
leikin, men hetta var ein stutt søga, tí sum
Mia mostir segði, at tað var Flemming Born,
systirsonurin, ið hevði tilevnað hetta “grýtið”,
sum er ein dýrdarloka fyri hann, Ansastovu
og allan Oyndarfjørð. Hetta varð gjørt eitt
summarið, hann vitjaði í Oyndarfirði. Ja,
listin og skaldskapurin liva í einari ævigari
tilgongd í einari musiskari ond, millum fólk,
tjóðir og lond.
LIST