Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Demens er ein sjúka, sum broytir tilveruna hjá menn­ iskjum fullkomiliga. Men, tað er ikki bara hin dementi, sum verður ávirkaður av sjúk­uni. Tey avvarðandi vera eisini hart rakt, tá tey upp­liva, at ein av teirra kæru »rýmur« frá teimum. Tí er tað týdn­ ingar­mikið við ráð­gev­ing og stuðli til avvarðandi at megna tær umstøður, sum sjúkan hevur við sær. Rakar tvífalt Avvarðandi at demens­sjúk­ um er ein serliga árend­ur bólk­ur, og danska Alzheimer­ fel­agið plagar at siga, at hesi gerast tvífalt rakt, tá onkur í fam­iljuni verður sjúkur. – Avvarðandi uppliva ofta, at tey skulu »spæla vikar« hjá tí oyðilagda heilanum. Tey royna at seta seg í støð­ una hjá tí dementa og taka sjúkuna á seg fyri at skilja, hvat gongur fyri seg. Men, hetta ger bara støðuna enn truplari, sigur stjórin í danska Alzheimerfelagnum, Nis Peter Nissen. Hann vísir á, at ein slík støða veksur um vandan fyri sálar­ligum fylgisjúkum hjá av­varð­andi sum tunglyndi, ótta og strongd. – Demens smittar ikki, men strongdarávirkanin við at taka sær av tí sjúka, kann ávirka heilan, soleiðis at tú sjálv/-ur kemur í ein størri vanda fyri at menna demens. Tí er tað týdningarmikið við til­boðum sum kunnu hjálpa. Nógvar kanningar vísa, sigur stjórin, at avvarðandi kunnu minka munandi um vandan fyri tunglyndi við ein­ari málrættaðari ráð­gev­ ing, stuðli og vegleiðing. Ymiskir tørvir  Tað er týdningarmikið fyri Alzheimerfelagið at ganga ymisku tørvunum hjá av­ varð­andi á møti. Eitt av mongu tilboð­ unum er bólkasamrøður fyri av­varð­andi. Her eru møgu­ leikar at tosa við onnur, sum hava følt trupulleikarnar av sjúkuni á egnum kroppi. Tú fært ráð, sum gera tað lættari at umgangast spurningar, ið kunnu gera teg strongdan, og tú lærir at fyrihalda teg til truplu støðurnar, ið kunnu stinga seg upp. – Tú fært eina viður­kenn­ ing fyri avbjóðingarnar, tú hevur sum avvarðandi, og bólk­urin gevur tær møgu­ leikar at tosa um mongu frustra­tiónirnar, sum kunnu vera, sigur Nis Peter Nissen. Herfyri skipaði danska Alzheimerfelagið ein bólk av blaðungum avvarðandi til for­eldur við demens, og áður kundu hesi bert fáa hjálp í van­lig­um sorgarbólkum. – Tað eru mammur og pápar, sum ikki vilja kenn­ ast við síni børn, tí sjúkan ger, at tey kenna ikki børn­ini longur. Slíkt kann vera ógvu­ liga skelkandi og trupult fyri tey ungu. Tí er neyðugt við mál­rættaðum stuðli til tey, sigur hann. Persónlig ráðgeving  Danska Alzheimerfelagið hevur eina demenslinju, sum øll, ið hava demens nær at sær, kunnu ringja til. Her sita fak­fólk til reiðar at geva tær best møguligu ráðgeving til allar teir spurningar, tú hev­ur um sjúkuna. – Nógv spyrja eftir einari bók við góðum ráðum um, hvussu tey skulu liva lívið við demens. Trupulleikin er bara, at ein bók næstan ongantíð passar til tann veruleika, sum demenssjúklingar og av­varð­andi uppliva, sigur Nis Peter Nissen. Demens er ein sjúka, sum alla tíðina gongur niður á bakka, men hon gongur ikki niður á bakka á ein einvísan hátt. Tí er tað eisini trupult at gera ein faldara sum sigur, hvat er at gera í teimum ymisku støðunum. – Ofta eru trupulleikarnir ítøkiligir. Tí er tað týdn­ingar­ mið við einari persónligari ráð­gev­ing sum er ítøkilig, sig­ur stjórin í danska Alz­ heimer­felagnum. Umleið 2000 fólk ringja á hvørjum ári til donsku Als­heimer-linjuna. Felagið hev­ur tí fingið sær eina linju aftrat.   Demensvinir Hvørja viku møtir tú einum av umleið 500.000 fólkum, sum á ein ella annan hátt eru partur av demenssjúku. Tal­an er bæði um fólk, sum sjálvi líða av sjúkuni ella av­ varð­andi at einum sjúkum. Danska Alzheimerfelagið er tí í holt við átakið, demens­vinur, og endamálið er, at átakið skal gera Dan­ mark demens-vinarligt, sum tey rópa tað. – Vit, sum ikki hava ella eru avvarðandi at demens, kunnu hjálpa teimum, sum hava sjúkuna tætt at sær. Tað er tí týdningarmikið, at vit finna út av, hvussu vit kunnu hjálpa. Nis Peter Nissen veit um ein mann at siga, sum hevur stjórastarv og konu hansara í fimmti­árunum, sum er dement. – Maðurin skuldi røkja sítt fulltíðarstarv; hann skuldi ansa konuni og syrgja fyri at fáa mat á borðið hvønn dag. Hetta er eitt roknistykkið, sum kann vera truplt at fáa at ganga upp. Tí byrjaðu vinir hans­ara at gera mat til hann og konuna. Hetta var matur til nakrar dagar í senn, sum kundi frystast og tak­ast upp aftur til brúk. So­leiðis fekk mað­urin og stjór­in ger­ andis­dagin betri at hanga saman. Demensvinir hjálpa, har tey kunnu, og hjálpin kann eis­ini vera at spyrja tín starvs­felaga við demens- sjúk­ari mammu, hvussu mamm­an hevur tað. – Bara tað, at tú gevur til kenn­ar, at tú ert har og gjarna vilt lurta, kann skjótt ger­ast munurin á tí góða og minni góða degnum. Tað ræð­ur um at vísa, at tú hevur for­stáilsi fyri truplu støðuni, sigur Nis Peter Nissen. Átakið við demens-vin­um byrjaði í Onglandi, og eftir minni enn tveimum árum vóru fýra miljónir demens­ vinir. Í dag eru umleið 6000 demens­vinir í Danmark, sum fáa ráðgeving frá professio­ nell­um fólkum. Málið hjá døn­um er, at demensvinirnir skulu gerast 100.000 í tali. Kelda: www.helse.dk Avvarðandi ikki gloymast Samband við Alzheimerfelagið Í Føroyum hava vit eisini Alzheimerfelag, sum hevur tlf. 216026 Felagið vegleiðir, stuðlar og upp­lýsir um allar demens­ sjúkur og um viðurskifti, sum fylgja við sjúkuni. Fel­ag­ið hevur ikki fasta skriv­stovu­tíð, men tað ber altíð til at ringja og leggja eini boð, so ringja umboð fyri felagið aftur. Til ber eis­ini at skriva eini boð á alzheimer@alzheimer.fo. Demens­linjan hjá felag­ num er opin týskvøld mill­ um klokkan 18 og 20. vilmmund@sosialurin.fo Tað kann vera krevjandi, tá ein av tínum nærmastu hevur demens. Týdningarmikið er at fáa hjálp og ráðgeving. Men, tað eru ikki øll sum vita, hvør hjálp er at heinta. Tí greiðir stjórin fyri danska Alzheimer­ felagið frá um nøkur av teimum tilboðum, sum eru til avvarðandi at demens-sjúklingum í Danmark – Tað eru mammur og pápar, sum ikki vilja kennast við síni børn, tí sjúkan ger, at tey kenna ikki børnini longur, sigur formaðurin í danska Alzheimerfelagnum