mikudagur 18. mai 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56
10
Sosialurin
SÍÐSTI RØNTGEN
LÆKNIN TAKKAR
FYRI SEG
LÆKNATROT
Hallur av Rana
Tað er umleið eitt ár síðan
at føroyska Læknafelagið
rópti varskó um læknatrot
í føroyska heilsuverkinum.
Felagið ávaraði millum ann
að tá um eina gongd, har
tað ikki eydnast at avloysa
teir gomlu læknarnar við
nýggjar læknar, tí játtanin
til økið var ov lág.
– Læknafrøðiligi kunn
leikin og førleikin veksur
skjótt í hesum árum, men
spurningurin er um føroy-
ingar vilja gjalda tað, sum
tað kostar. Lága játtanin til
heilsuverkið í Føroyum, og
minkandi parturin av brutto
tjóðarúrtøkuni, sum hevur
verið brúktur til heilsuverkið,
er ein vandamikil gongd.
Læknafelag Føroya fer tí
at ávara í móti hesi gongd
ini. Læknatrotið í føroyska
heilsuverkinum ger, at før
oyingurin fær minni og
minni ágóða av teimum
frambrotum, sum læknavís
indin ger úti í heimi, skrivaði
felagið tá.
Í samrøðu við Rás2 í au
gust, treiv Pál Weihe, for-
maður í Læknafelagnum,
aftur í somu atfinningar-
– Lata vit bara standa til,
so gongur tað skeiva vegin,
segði Pál Weihe, ið royndi at
minna politisku flokkarnar
á, at heilsuverkinum tørvaði
meira pengar.
Í dag kann Læknafelagið
vísa á, at tað var ikki uttan
orsøk, at felagið rópti varskó.
Einasti røntgenlækni í Før
oyum fer 1. juni frá vegna
aldur, og sostatt hevur Rønt
gendeildin á Landssjúkra
húsinum ongan fastsettan
røntgenlækna á deildini.
Í einum skrivi, ið Miðla
húsið hevur fingið innlit
í, sent til læknar, deildir á
sjúkrahúsunum og onnur í
síðstu viku, verður upplýst,
at eingin fastur røntgen
lækni verður á deildini frá 1.
juni av.
– Frá 1. juni 2016 er eingin
fastur røntgenlækni á Rønt
gendeildini, og hetta kemur
at ávirka arbeiðið á deildini,
ber til at lesa í brævinum,
ið er undirskrivað av Jógv
ani Dahl Niclassen, Leiðandi
yvirlækna, og Ragnu Reinert,
Leiðandi sjúkrarøktar-frøð
ingur.
Í brævinum verður eisini
upplýst, at sjúklingar kunnu
vænta, at bíðitíðir til at
sleppa framat í deildini verða
longri framyvir.
– Svartíðin av kanningum
verður longri enn í dag. Bíði
tíðin til kanningar verður
longri, her er serliga talan um
ultraljóð kanningar. Hendan
broyting fer helst eisini at
hava aðrar avleiðingar við
sær, stendur í brævinum.
hallur@sosialurin.fo
– Svartíðin av kanningum verður longri enn í dag. Bíðitíðin til kanningar verður longri, her er serliga
talan um ultraljóð kanningar. Hendan broyting fer helst eisini at hava aðrar avleiðingar við sær,
stendur at lesa í brævi sent persónum í heilsuverkinum, nú síðsti røntgenlæknin leggur frá sær
– Hetta er ein staðfesting av
tí neyð, ið vit ávaraðu um.
Hetta kann gerast støðan í
fleiri økjum.
Soleiðis ljóðar ávaringin
hjá Pál Weihe, formanni í
Føroyska Læknafelagnum,
nú seinasti røntgenlæknin
leggur frá sær, og røntgen
deildin er uttan ein fastan
lækna.
Í apríl í fjør almanna
kunngjørdi
felagið
eitt
skriv, har tey ávaraði um
keðiligu gongdina í før-
oyska heilsuverkinum, har
tað gjørdist alsamt meira
trupult at fáa nýggjar lækn
ar til Føroyar.
– Tá man skal skaffa
hákvalifiserað starvsfólk, so
er tað ikki nakað, ið verður
gjørt frá einum degi til ann
an. Neyðugt er at hugsa
fleiri ár fram í tíðina, og gera
avtalur við fólk, ið longu eru
undir útbúgvingin, sigur Pál
Weihe, og leggur afturat.
– Okkara vón var, at
politikararnir vístu, at teir
vóru seriøsir, og søgdu
hvussu
nógv
starvsfólk
skulu vera á teimum ym
iskum
deildunum,
hvat
tær skulu røkja og settu so
neyðuga peningin av. So
leiðis hevði Føroyar verið
attraktivt fyri læknalesandi,
tí tey høvdu sæð, at her er
gott at vera og her verður
tað eisini gott í framtíðini.
Kann skrambla saman
Formaðurin í Læknafelag-
num ávarar eisini móti at
taka nýggju læknarnar fyri
givið, og mælir til at skapa
røttu karmarnar, so at Før
oyar verður kappingarført
við onnur lond.
– Tað er lætt, at alt bara
skramblar saman. Tað er
eingin trupulleiki hjá teim
um at fáa eitt starv onkra
aðrastaðni. Vit mugu minn-
ast til, at vit ikki hava krav
upp á nakran í Føroyum.
Tað er teirra hugur og
alskur til starvið her, ið er
avgerandi, men fyri at tey
skulu hava hug at vera her,
so má tað vera liviligt at
arbeiða her, sigur Pál Weihe
at enda.
Alt kann lættliga skrambla saman
Formaðurin í Før. Læknafelagnum: