Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Hósdagir 19. mai 2016 · Nr. 56 Sosialurin LÆKNATROT Hallur av Rana Tá Jógvan Dahl Niclassen, depilsleiðari og yvirlækni í radiologi, 1. juni 2016 legg­ur frá sær sum rønt­gen­lækni, verður eingin rønt­genlækni longur á Lands­sjúkra­hús­in­ um. – Teir læknar, sum hava verið, eru falnir fyri aldurs­ markinum. Eg eri tann síðsti, ið eri eftir, sigur Jógvan Dahl Niclasen. Hóast eingin fastur lækni sostatt verður knýttur at deildini, so verður roynt at manna deildina við vikarum, har talan antin er um út­ lend­ingar ella fyrrverandi rønt­genlæknar, ið taka eitt styttri tørn. At tað er trupult at finna læknar, er tó ikki nak­að, ið bara er galdandi fyri røntgendeildina, sigur Jógv­an Dahl Niclasen. – Leiðslan roynir alt tað teir kunnu fyri at fáa vikarar og onnur hendan vegin, men innan fyri sjúkrahúsverkið hevur man leingi tosað um rekruteringstrupulleikar, ikki bara innan røntgen, men fleiri økir, og Læknafelagið rópti eisini varskó síðsta vár. Tað er við at blíva ein akuttur trupulleiki nógvastaðni. Kann ganga trý ár Fráfarandi læknin hevur ikki serliga góðar vónir til, at tað fer at eydnast leiðsluni at finna ein nýggjan lækna í bræði. Tað er nevniliga trot á slík­um læknum í øllum Skandi­navia. – Tað verður eitt tíðar­ skeið, tá eingin er. Tað koma sjálvandi nýggj til, men tað verður væntandi ikki í bræði. Eg vil meta, at tað tekur eini trý ár áðrenn nakað kemur aftur í fast starv, tí hetta er ein long útbúgving, sigur Jógvan Dahl Niclassen og leggur afturat. – Tað eru eingir røntgen­ læknar at fáa. Vit hava havt lýsingar í fleiri ár eftir røntgenlæknum, men tað hevur aldrin verið nakar, ið hevur søkt. Tað er sum heild ein mangul upp á rønt­gen- læknar í øllum Skandinavia. Kann vera longri bíðitíð til ultraljóð Spurdur um hvussu tað fer at ávirka sjúklingarnar, tá eingin fastsettur rønt­gen­ lækni longu verður á deildini, vísir Jógvan Dahl Niclas­sen á, at nógv av arbeið­inum verð­ur longu gjørt uttan­ lands. – Vónandi fara sjúkling­ ar­nir ikki at merkja hetta ov nógv. Ein partur av grein­ ingunum verða gjørdar uttan­lands, meðan tað akutta verður greina her. Ultra- ljóðskanningar verða tó ein serligur trupulleiki, tí har er tað altíð ein røntgenlækni, ið ger arbeiðið. So har kann gott vera ein longri bíðitíð, um tað ikki eydnast at fáa vikarar, sigur skjótt fyrr­ verandi røntgenlæknin. hallur@sosialurin.fo Við at blíva ein akuttur trupulleiki – Tað eru eingir røntgenlæknar at fáa. Vit hava havt lýsingar í fleiri ár eftir røntgenlæknum, men tað hevur aldrin verið nakar, ið hevur søkt. Tað er sum heild ein mangul upp á røntgenlæknar í øllum Skandinavia, sigur Jógvan Dahl Niclassen, fráfarandi røntgenlækni – Vit hava varskógvað um, at tað kann væntast at tað vera longri bíðitíðir, um vit mangla røntgenlæknar onkrar dagar. Men vit ar­ beiða fyri, at tað ikki hendir. Men tað, at vit ikki hava sama starvsfólkahóp sum áðrenn, fer at hava sína ávirkan tann skeiva vegin. Tað sigur Johnny í Grót­ inum, stjóri í Lands­sjúkra­ húsinum, ið sostatt ikki dylur fyri, at manglandi rønt­genlækni kann hava við sær, at bíðilistin til kann­ ingar verður longri enn áður. Stjórin ásannar, at tað hev­ur verið torført at fingið fatur á einum nýggj- um lækna, ið kann taka yvir nú tá Jógvan Dahl Niclas­sen, sum tann síðsti røntgenlæknin, leggur frá sær 1. juni. – Tað hevur verið torført at fáa fatur á fólkum. Men tríggir føroyingar eru undir útbúgving, harav ein skjótt er liðug, og hevur áhugað at venda aftur til Føroyar, men tó ikki enn. Avbjóðingin við bíði­list­ um til røntgenkanningar verð­ur tó ikki einans loyst við at seta fleiri rønt­gen­ læknar. Lands­sjúkra­húsið fer í næstum at lýsa eftir radio­grafum. – Í løtuni eru 11 fulltíðar størv sum radiograf á Lands­sjúkrahúsinum. Í næst­um lýsa vit eftir tveim­um radiografum aft­ rat, soleiðis at vit styrkja starvs­fólkahópin mun­andi. Hetta fer at økja um kann­ ingarkapasitetin, soleiðis at vit betri fáa brúkt góðu kanningartól okkara. Málið er at stytta bíðitíðina til rønt­genkanningar, sigur Johnny í Grótinum. Sjúkrahússtjórin upp­ lýsir eisini, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hev­ur lagt seg miðvíst eftir, at fáa samband í lag við lækna­ lesandi við eini vón um at fáa tey heimaftur til Føroya. – Vit gera eitt miðvíst arbeiði, og hava samband við flestu læknalesandi. Harímillum eru nøk­ur teirra, ið lesa til rønt­gen­lækna. Vit royna eisini at fáa samstarv í lag við donsk sjúkrahús, so at liðugt út­búnir føroyskir læknar kunnu koma í størv hjá teimum, áðrenn tey koma til Føroyar. Tað eru øll tey stóru donsku sjúkrahúsini sinnaði til at hjálpa okkum við. At fáa fleiri læknar til Føroyar er tó ikki einasti mátin, ið kann lætta um arbeiðsbyrðina hjá teimum, ið eru í Føroyum. Fyri tveim­um árum síðani fekk Landssjúkrahúsið eina av­ talu í lag við størstu tele­ medisinsku fyritøkuna í Evropa, har væl útbúnir og royndir røntgenlæknar við danskari læknagóðkenning kanna føroysku rønt­gen­ myndirnar. – Tað samstarvið eru vit væl nøgd við, og er nakað, ið tey flestu sjúkrahúsini í Danmark eisini brúka. Tað er natúrligt, at vit hyggja at tí, og víðka um tað samstarvið, sigur Johnny í Grótinum. hallur@sosialurin.fo Torført at fáa fatur á fólki Stjórin á Landssjúkrahúsinum: Jógvan Dahl Niclassen, fráfarandi røntgenlækni: