Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNG DETTA NIÐUR ÍMILLUM TÁ IÐ TEY GERAST 18 ÁR KÆRUSTOVNURIN Árni Gregersen Høvuðsbarnaverndar­nevnd­ in hevði úr at gera í 2015. Tilsamans tók nevnd­ in støðu til 198 mál í fjør og tey vóru innan umsorg­an­ar­ yvir­tøku, samveru, familju­ viðgerð og bráð­feingis­av­ gerðir. Høvuðs­barnaverndar- nevnd­in heldur til á Før-oya Kærustovni undir Horna­ bakka í Havn, men hóast hon heldur til har, sam­an við øðrum almenn­um kæru­ nevnd­um, so er høvuðs­ barna­verndin ikki ein kæru- nevnd. Skrivstovan var 1. jan­uar 2015 flutt frá Almenna­verk­ inum til Føroya Kærustovn. Hví hetta hendi er óvist, men í ársfrágreiðingini fyri 2015 verður sagt, at ongi tøl fyri kærur finnast fyri árini 2011-2014, so onki er at sam­ an-­bera við. Í fjør viðgjørdi nevndin 198 mál. Avgerðirnar hjá høv­ uðs­barna­verndar­nevndini byggja á tilmæli frá teimum átta barnaverndum kring land­ið. Nógv av málunum, sum nevndin viðgjørdi, snúðu seg um samveru, men tey eru ofta knýtt at málum um umsorganaryvirtøku. Umsorganaryvirtøka vil siga, at viðurskiftini í einum heimi við børnum er so trup­ ul, at umsorganin fyri børn­ unum ikki er nóg góð. Tað er í slíkum førum, at barnaverndin kemur upp í leikin og flytur børnini, so tey kunnu fáa eina virðiliga um­sorgan. Høvuðsbarnaverndar­ nevnd­in sigur, at áðrenn tað verður farið so langt, so skulu aðrir møguleikar hava ver­ið troyttir. Tað er vanliga soleiðis, at foreldur geva skrivligt samtykki til at børnini verða flutt – ella at børn yvir 15 ár sjálvi geva samtykki, men hendir tað ikki og málið end­ ar í høvuðsbarnaverndar­ nevnd­ini, so hava hesi rætt til ókeypis advokatumboðan á samráðingarfundir í høv­ uðs­barna­verndar­nevndini. Avgerð um umsorganar­ yvirtøku verður grundað á møguligar sálarfrøðiligar og sosialfakligar kanningar, frágreiðingar frá fakfólki og øðrum, sum eru um familj­ una, og umstøðurnar kring barnið annars. Tað stendur eisini í lógini, at slíkar avgerðir javnan skulu endurskoðast og fyrstu ferð, tá ið eitt ár er far­ið. Tað er høvuðsbarna­ vernd­arnevndin, sum skal seta umsorganaryvirtøku úr gildi. Í 2015 gjørdi nevndin tað fýra ferðir. Nevndin avger eisini um børn skulu vera í ávís­ um skipanum ella um tey skulu fara á stovn. Í fjør broytti høvuðsbarna­vernd­ ar­nevndin viðurskiftini hjá trimum børnum, so tey vóru flutt á stovn. Tað er eisini soleiðis, at broytast viðurskiftini hjá for­eldrunum munandi, so kunnu tey krevja, at um­ sorganaryvirtøkan verður end­ur­skoðað. Í slíkum førum er tað eisini høvuðsbarna­vernd­ar­ nevndin, sum tekur avgerð­ ina. Samvera Tá ið støðan er so ring, sum at børn verða tikin frá for­ eldrum, so skal altíð takast støða til samveru. Skulu foreldrini sleppa at vera saman við børnunum og hvussu leingi. Skulu bæði foreldrini sleppa at vitja barnið samstundis ella skulu tey gera tað hvør sær. Føroyska lógin sigur, at eitt barn sum er tikið heim­ an­ífrá hevur rætt til sam­ veru við bæði foreldrini – eisini sjálvt um bert annað foreldri hevur forledrarættin á barninum. Sjalvt um lógin leggur upp til, at føroysk børn skulu kenna sítt upphav, so kunnu umstøðurnar við undantøkum vera so hátt­ aðar, at samvera verður nokt­að foreldrunum. Tað er eisini soleiðis, at jú eldri eitt barn er, størri ávirkan hevur tað á, hvussu samveran skal skipast. 104 ferðir í fjør tók høv­ uðs­barna­verndar­nevnd­ in støðu til samveru hjá 53 børn­um. Detta ímillum Høvuðsbarna­verndarnevnd­ in sigur, at ung, sum eru tikin burtur úr heiminum, ofta hava tørv á stuðli, sjálvt eftir at tey eru fylt 18 ár. Summi eru so illa fyri, at ivasamt er um tey nakrantíð verða før fyri at liva eitt van­ ligt vaksnamannalív. Tað er tó soleiðis, at onki veruligt tilboð er tilhesi ungu, tá ið tey eru fylt 18 ár. Í einstøkum førum er lógin tó tambað eitt sindur, so hesi ungu framhaldandi búgva hjá fosturfamiljum til tey til dømis er lliðug við miðnámsskúlan, men eftir tað eru ongi stuðuls­møgu­ leikar. Nevndin heldur, at hesi ungu hava brúk fyri onkrari fyriskipan, sum kann hjálpa teimum. Í løtuni eru 11 ung yvir 18 ár á stovnum og sjey eru hjá fosturfamiljum. Tvey slík ung eru á stovni í Danmark. Í høvuðsbarna­verndar­ nevnd­ini sita: Birita Lud­ víks­dóttir, løgfrøðingur, for­kvinna, Beinta Dalbø. barna­sak­køn og Suni Poul­ sen, sálar­frøð­ingur. Lógin hjálpir ikki ungum, sum ikki duga at liva eitt vaksamannalív Barnavernd finst at lógini: