Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Hósdagir 19. mai 2016 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KÆRUSTOVNURIN Árni Gregersen Tað ber til, um ein verð­ur inn­lagdur á psyki­atr­isku deild, at kæra til psyki- atrisku kæru­nevndina, um ein verður útsettur fyri tvingsli. 15 fólk kærdu fyri slíka viðgerð í 2015. Hetta er meira enn dupult so nógv, sum árið frammaundan og munandi meira enn í 2013, tá bert tríggj­ar kærur komu inn. Ein kæra kann fevna um fleiri tvingsilsinntriv og í fjør var talan um 20 inntriv. Fýra kærur komu um tving­silsinnleggingar og 10 kærur komu um, at sjúk­lingar hava verið aftur­hild-nir við tvingsli. Tað er tó vert at leggja til merkis, at ongin kæra er komin um, at sjúklingar hava verið fastspentir. Bæði í 2014 og 2013 komu kærur um júst hetta, men altso ikki í 2015. Kærunevndin vísir á, at fleiri av kærunum í ár vóru avvístar. Grundgevingin fyri tær flestu burtur­vís­ingarnar vóru, at kærurnar vóru uttan fyri heimildina hjá nevndini at viðgera. Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum hevur upplýst fyri nevndini, at í 2015 vóru 55 tvingsilsinntriv. Hetta er minni enn í 2014, tá ið talan var um 67 inntriv, meðan inntrivini í 2013 vóru 54. Í kærunevndini sita Nella Festirstein, løgfrøð­ ingur og for­kvinna í nevnd­ini, Elsu­beth M. Fossadal, lækni og Sám­al Lindenskov, sálar­sjúkra­ røktari. Kærurnar vaksa til psykiatrisku kærunevndina Talið av kærum er munandi vaksið í fjør í mun til árini frammanundan Árni Gregersen Talan er um almenna skuld, sum kann umskipast og ger­ ast lættari at gjalda. Ein nevnd er, sum tekur sær av hesum spurningum og í 2015 viðgjørdi hon 28 mál. Av teimum 28 málunum vóru níggju eftirgivin, trý fingu gjaldsskáa og í einum føri var rentutilskrivingin steðgað. Tilsamans vóru á leið 10 milljónir eftirgivnar. Størsti parturin var MVG-skuld, sum tilsamans í 2015 var slak­ar seks milljónir krónur, rentu­skuld var slakar fýra milljónir krónur og slakar 800.000 krónur vóru í lands­ skatti. Nevndin sigur, at tá ið talið fyri MVG er so stórt, sum er eftirgivið, so hong­ ur hetta saman við, at tal­an í flestu førum er um rentu­ tilskrivingar í sam­bandi við MVG-skuldina. Rentutilskrivingin kann vera sera ógvuslig. Í einum máli í fjør, var gamla MVG- skuldin 247.000 krónur, men tilskrivaða rentan var 3,2 milljónir krónur. Skuldarumskipanar­ nevnd­in heldur, at við­gerð­ ar­tíðin fyri mál av hesum slag, nú er hóskandi – góðar fimm mánaðir. Áður hevur viðgerðartíðin verið einar tríggjar mánaðir longri. Í ávísum førum er tað soleiðis, at tá ið mál skulu viðgerast, so skulu tey eis­ ini við­gerast í komm­un­um. Nevndin er nøgd við, at við­ gerðar­tíðin hjá komm-un­ un­um eisini er vorðin styttri enn hon var. Jógvan Páll Lassen, lóg­ar­ kønur, er formaður í nevnd­ ini, Jógvan Emil Nielsen, roknskaparkønur og Nella Festirstein, fyrisitingarkøn, sita eisini í nevndini. Jógvan Páll Lassen Skuld kann leggjast um og gerast lættari at gjalda Men skal tað henda, so skal tað fyri skuldarumskipanarnevndina Árni Gregersen Føroyaa Kærustovnur held­ ur til Undir Hornabakka í Havn. Stovnurin er umsit­ing­ in hjá átta kæru­stovn­um um­framt hjá høvuðs­barna­ verndini. Í Føroyum er tað soleiðs, eins og í grannalondunum, at tað á fleiri økjum ber til at kæra, heldur ein sum borgari at ein ikki hevur fingið eina rættvísa viðferð frá almennu myndugleikunum. Hetta er gjørt, so tað ikki í hvørjum einstøkum føri er neyðugt at fara gjøgnum rættarskipanina, men at ein heldur kann royna avgerðir, sum eru tiknar, hjá einari kæru­nevnd. Føroya Kærustovnur tek­ ur sær av umsitingini hjá átta kærunevndum. Tal­an er um kæurnevndina í al­ manna- og heilsu­mál­um, skatta- og av­gjalds­kæru­ nevnd­ina, kærunevndina hjá Studna, kærunevndina í lendismálum, vinnu­kæru­ nevndina, psykiatrisku sjúk­ linga­kæru­nevndina, skuld­ ar­umskipanar­nevndina og fjøl­miðlanevndina. Harumframt er stovnurin eisini umsiting fyri høvuðs­ barnaverndina. Stytt avgerðartíð Stjórin á Føroya Kærustovni, Anja Hovgaard, sigur, at tað er krevjandi at vísa atlit til rættartrygd og samstudis tryggja at avgerðartíðin ikki gerst ov long, tá ið samstudis verður hugt at hvussu nógv mál fara gjøgnum um­sit­ingi­ na. Í 2015 komu 470 nýggj mál inn til stovnin. Árið framm­ an­undan – 2014 – var talið á nýggjum málum 217. Arbeiðsbyrðan øktist, tá ið stovnurin eisini fekk álagt at vera umsiting fyri høv­uðs­ barna­verndar­nevndina. Átta fulltiðarstørv eru á stovninum, sum hevur eina fíggjarætlan uppá 6,8 mil­ jónir krónur. Talan er um nýggju nevnd­ir, sum eisini skulu hava samsýningar, og tann pen­ingurin er eisini írokn- að­ur ífíggjarætlanina. Fýra-fimm løgfrøðingar arbeiða fyri Føroya Kæru­ stovn og hini eru skriv­stovu­ fólk. Tað er eitt sindur ym­iskt, hvørjar uppgávurin stovn­ urin hevur í mun til einstøku nevndirnar, men fyri fleiri av nevndunum skal stovnurin taka ímóti og fyrireika mál­ ini til nevndarviðgerðina. Í øðrum førum gera nevnd­irnar tað sjálvar og tá virk­ar Kærustovnurin meira sum skrivstova fyri nevnd­ ina. Kærustovnurin er mentur – og avgreiðslutíðin stytt Føroya Kærustovnur tekur sær av skrivstovuhaldinum hjá átta kærunevndum og hjá høvuðsbarnaverndini