Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Pápi varð føddur í Leirvík, sonur Elspu (Lamba-Elspu) og Tummas (Garða-Tummas). Hann var elstur av 10 systkjum, og livdi hann alt sítt langa lív úti á Áargarði í Leirvík. Hann bygdi okkara heim úti á Egg. Eg vildi skriva so nógv um pápa og hansara langa lív. Tað hevði verið tilfar til eina stóra bók. Havi valt at stytta tað til eina fitta grein! Hetta hevur fallið mær tungt at festa á blað, tí sorgin hevur fylt so nógv og kemur at fylgja mær alt tað, eg havi eftir av hesum foldar­ lívi. Pápi! og eg vóru alt lívið sera nær knýtt, ja líka til hansara sein­ asta andadrátt. »Pápi var mín klettur, mitt trygga skjól«. Mangan fortaldi hann mær, hvussu glaður hann var, tá hann kom heim av skipi og hevði fingið eina lítla dóttir. Tey bond, sum tá vórðu knýtt, hildu líka til deyðan. Eg havi verið eydnusom at eiga eini góð foreldur, nú eg sjálv eru komin væl til árs. Tess longri man livir saman, svár­ari er at missa. Pápi! hevði nógvar dygdir. Var skipari og førdi mangan bátin, t.d. Jóhonnu, Atlantsfarið, Eystnes og Klakk, og átti hann eisini tveir bátar sjálvur. Útegg og Høvnina, eisini maskinbátin, Báruna. Eitt av mínum allar fyrstu barna­minnum var við sluppini Jó­ honnu á útferð. Vit sigldu fram­við Kunoyarnakki. Hetta var fyrstu ferð, eg sá gjøgnum ein kik­ara, stór- ar myndir í mínum barna­eyg-um. Ja, tað vóru tíðir, øll høvdu tíð at liva. Seinni, tá eg sum stór smágenta fekk loyvi at fara til Grimsby við Klakki at selja fisk saman við pápa, var hetta fyrstu ferð, at eg var uttan fyri landoddarnar. »Á, sum verðin tyktist spenn­ andi”. Pápi! var eisini av raskastu telv­ arum. Var til mangt eitt talvið, her á landi og í útlondum. Og ikki at gloyma hansara tón- leikagávur. Spældi á ymisk ljóðføri, men mandolinin var hansara eitt og alt. Hann hevði eisini mandolinina við sær á eldrasambýlið Giljagarð. »Nú er hon tagnað, plektarin settur undir strong, og mandolinin er hongd upp á vegg í okkara heimi úti á Egg«. Pápi! var ein væl lisin maður, var sera hollur í ráðum, bæði andaliga og tímiliga. Hann var okkara »leksi­ kon«. Ringdi eg til hansara um eitt hvørt, hevði hann altíð eitt svar, og segði hann mangan: »Skamma teg, hatta mátti tú vitað...« Pápi! dugdi illa at eldast. Hann vildi luttaka í ymiskum viður­skift- um, men aldurin og heilsan vildu tað so, at tað var ikki møguligt, »tí mót aldrinum er eingin forðan...« Pápi! ringdi til okkum nærm­ astu hvønn einasta dag. Tele­fon­in var hansara einasti sam­skiftis- møguleiki. Svaraðu vit ikki, so var hann bangin um okkum, og tað hendi seg mangan, at hann ringdi á mitt arbeiðspláss. So, tey kend eisini hansara rødd: »Er dóttir mín til arbeiðis o.s.v...« Seinasta samskifti eg hevði við pápa, var seint mánakvøld. »Hví ringir tú so seint...« spurdi eg. Nei, hann vildi bert siga mær, at »hann var líka góður við meg enn...« Hann vildi bara siga orsaka, at hann hevði verið eitt sindur tungur og grenjutur til tíðir. Tað var tí, at hann var so troyttur. Hetta var seinasta samtala okk­ ara millum. Týsmorgun fekk pápi hóttafall og kundi ikki føra eina ordiliga samtalu meira. »Mangan, nú tá telefonin ringir, vildi eg ynskt, at tað var tú, pápi!« Pápi! Nú er fjørðurin rógvin, nú bróta eingir brotasjógvar meira... havaldan hevur lagt seg. Men, and- øvsíðan brýtur enn í Kals­oyar­firði. Hvørt kalvamið, hvør gýtingar- stovnur fær nú frið. Pápi, eg drípi høvur í tøkk fyri tíð, sum farin er og ongantíð kemur aftur. Nú eg siti og festi á blað, renna tár. »Tí, sorg er endaleysur kær­ leiki...« Takk fyri lívið saman við tykk­ um, mamma og babba! ... Babba, tú setti varðar her á fold, nú hvílir tú undir døkku mold. Eg ynski tær ein søtan frið, nú tú aftur hvílir við mammusa lið. Tit fylgdust trúføst saman í gleði og sorg. Alt hetta hevur nú fingið sín enda. Nú er friður... eingin sorg... bert gleði í himnaborg. Dóttir tín Esther Minningarorð um pápa mín Eirik Justinussen f. 29.12.1923 d. 23.10.2015 »Nú veturin hevur slept síni køldu hond. Várið so spakuliga nørist og vermir Føroya landsstrond. Vóru tær ikki untir dagar fleir. Nú hvílir tú undir mold og leir. Vildi ynskt, at tú altíð vart her, so er ikki í hesi verð« Saklig og skilagóð tíðindafólk í KVF Heðin Mortensen borgarstjóri og løgtingslimur Tíðindaleiðarin í KVF, Liljan Weihe, skuldsetir meg í lesarabrævi fríggjadagin at vera bøðil og at karak­termyrða øll starvsfólk í KVF í sambandi við eina viðmerking hjá mær fríggjdagin til eittinnslag í Degi & Viku. Hetta er langt frá veruleikanum. Beint tvørturímóti meti eg KVF at hava nógv saklig og skilagóð tíð­ indafólk, men eg meti ikki í hesum ítøkiliga førinum, at tað er sakligt at framleiða liðug innsløg og so krevja "offrið" at standa skúlarætt og avnokta eina "søgu", sum stórt sæð er heilaspuni. Tað var hetta, eg vildi gera vart við við mínari viðmerking fríggjadagin. Veruleikin var, at eg varð biðin um at gera bandaða viðmerking til eitt innslag, sum var framleitt frammanundan, og tað vildi eg ikki við so stuttum skotbrái, sum talan var um. Tann rættin haldi eg meg hava. Eg havi í lesarabrævinum fríggja­ dagin lýst smálutirnar í hesum málinum, og ætli mær út yvir hetta ikki inn ein endaleysan orða­ drátt við tíðindaleiðaran í Kring­ varpinum. KJAK