Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Hósdagir 19. mai 2016 · Nr. 56 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snýr grøna kósin seg um valið millum bensin-bil og el-bil? Theresa Jákupsdóttir M.Sc. í umhvørvisvísundi Eitt áhugavert kríggj er brostið á millum olju­veit­ar­ar og veitarar av el-tøkni. Krígg­ið snýr seg um pengar, um mark­naðin fyri húsa­ upp­hit-ing og flutning, nú SEV og sam­gongan hava sett sum mál, at øll el-orka á landi í ár 2030 skal vera grøn. Spurningurin er, hvussu hædd verður tikin fyri um­hvørv­in­ um, nú heimurin er raktur av veð­ urlags­broytingum, og lond skulu tillaga seg stórar broytingar. Ein grøn kós er kærkomin, eing­ in ivi um tað. Tó er avgerandi, hvør tað er, sum setir kósina, og stendur handan politisku leiktjøldini. Um talan er um áhugamál, sum einki hava við umhvørvi og náttúru at gera, so er lætt at vikið verður frá grønu kósini. Veður­lags­poli­tikk­ urin skal byggja á veru­lig atlit til umhvørvið, og lands­stýris­kvinnan í heilsumálum skal ikki fyrigykla føroyingum, at um­hvørv­ið eittans snýr seg um grønan streym. Í lesarabrævi og á Orkustevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum fyrr í vikuni, skírir stjórin á Magn Um­hvørvisstovuna fyri at gera par­ tískar metingar av ávísari tøkni, og kalla hana grøna. Stjórin á Magn hevur rætt í síni framseting um, at el-bilar ikki eru grønari enn ver­andi bilar. Enn er nakað eftir á mál, áðrenn streymframleiðslan í Føroyum kann kallast grøn. Men sjálvt um allir bilar í Føroyum koyrdu við grønari elorku, er stóri innflutningurin av bilum prógv um, at Føroyar hava eina stóra útistandandi CO2 skuld. Tá ið mett verður um dálking frá bilum, er ikki nóg mikið einans at taka støði í brúksskeiðnum. Heldur skal vera hugsað í einum samanhangi, og ein máti at gera hetta uppá, er at hyggja eftir allari lívsringrásini hjá bilinum, umframt øllum kervinum kring bilin, so sum vegagerð og farmaflutningi. Tað snýr seg ikki bert um eitt umskifti frá olju til el. Tað er als ikki nóg mikið. Tí er tað óheppið, um kjakið um veðurlagsbroytingar verður av­ markað til at snúgva seg um, hvat slag av bili fólk skulu brúka. Hetta hevur ongan týdning, tí tað, sum hevur týdning, er, at sam­felagið verð­ur tillagað eftir nógv færri bil­um samlað sæð. Hetta merkir sjálv­sagt broytingar í lívs-hátti, tí í Føroyum er tað vorðið so, at bila­ sølan í fleiri ár á rað hevur sett nýtt met. Hóast nýtslan í okkara parti av heiminum er stór, síggja vit fram­ vegis, at almennir stovnar, so sum Umhvørvisstovan, gera for­sagnir um vøkstur í orkunýtslu. Almennir og kommunalir myndug-leikar præ­dika um vøkstur í brutto­tjóð­ ar­úrtøku, sum um, at hetta var nakað, ið gjørdi lív okkara betri. Men vøkstur er ikki nak­að mát fyri nøkur av teimum týdn­ingar- miklastu av lívsins viðurskiftum, so sum góða heilsu ella lukku. Held­ur enn at stremba eftir stórari orku­ nýtslu, noyðast vit at ásanna, at tað er annað, sum skal fáa hægri raðfesting. Sum samfelag standa Føroyar á einum vegamóti. Grøni andin, sum ger um seg í fólkinum, ber boð um, at jagstranin hjá vesturheiminum eftir vøkstri er komin at enda. Kapp­ingin um Arktis er kanska eitt sein­asta vónleysa sprell frá ein­um farnum dreymi um ræði yvir náttúru­tilfeingi, sum annars er felags ogn. Náttúrutilfeingi er virðismikið. Tí vilja summi hava ræði á hesum tilfeingi. Nú tá ið oljuídnaðurin í umhvørvishøpi er vorðin skálkurin, standa onnur klár at bjóða seg fram. Men um vit einans skifta oljuna út við streym, og als ikki minka um nýtsluna, megna vit ikki at halda røttu kósina. Føroyingar vita, hvat tað merkir at liva av náttúruni og at býta tilfeingið rættvíst, so hjá okkum átti tað ikki at verið torført at skipað okkum við náttúruni í miðdepli. KJAK Cheerleaders ella vánaligir journalistar Eivind Jacobsen Strendur KVF skilst lurta væl eftir R7, um vit brúka vaks­ andi títtleikan av viðmerkingum sum barometur. Lurtaratalið hjá R7 á netinum sigst verða tvífaldað síðan ársbyrjan, so tað er væl skiljandi, at tey í KVF eisini lurta. Eisini sigst R7 servisera 50% av fólkinum fyri 1/50 part av tí aðrir brúka. Einaferð varð sagt, at R7 ger Kringvarpið betri. Men tað er neyvan nóg mikið til at loysa allan trupulleikan. Tí havi eg ómakað mær at skera trupulleikan út í papp og kalla ein spaka fyri ein spaka. Umleið 50% av fólkinum halda, at journalistarnir eru vánaligir ella verri enn tað. Størsti parturin av teimum, sum hava positiva meining um journalistiska partin í KVF eru tey, sum ikki síggja nakað galið í, at KVF journalistar eru cheerleaders hjá sitandi samgongu. Draga vit hesi frá, eru tað ómetaliga fá, sum meta at KVF ger eitt gott journalistist arbeiði. Kanska 10-20% Tað er ein trupulleiki, sum langt síðan átti at verið loystur. Vit hoyra og síggja sjálvandi journalistar, sum samstundis eru tey á niðasta trapputrini á einari langari trappu. Um vit fara uppeftir, so síggja vit leiðslu í KVF, kringvarpsstýri, em­bætis­ fólk í MMR, aðalstjóra, lands­ stýriskvinnu, og tá støðan er so vánalig sum hon er, noyðast vit at umhugsa um løgmaður og kanska eisini løgting og palliba eisini hava eitt trin á hesari sera longu trappu. Ein sending, framleidd av KVF hevur júst verið í DR. Í sendingini var ábyrdin plaserað hjá stjóranum, meðan nevndin, sum er yvir stjór­ anum, spældi rættuliga frí. Út frá hesum logikki hevði svarið upp á trupulleikarnar í KVF verið einfalt. Journalistarnir í KVF eru ódugnaligir og rótin til alt ilt. Men hyggja vit eftir, hvør er stevndur í rættarmálinum, so síggja vit, at Finansiel Stabilitet plaserar ábyrgd ovast á trappuni og ikki niðast. Soleiðis eigur tað at verða. Og soleiðis er tað vanliga. Onkuntíð eru tey, sum áttu at bestemma ókompetent og úrslitið er hareftir. The Buck stops here Landsstýrissessurin í MMR hevur í nógv ár verið ein uriaspostur. Næst­seinasti ministari var ikki afturvaldur. Seinasti brúkti mest krút upp á mál, sum hoyrdu heima í øðrum ministerium, men høvdu týdning í lokaløkinum, har landsstýrismaðurin býr. Tað var kanska orsøkin til, at hann ikki misti enn fleiri atkvøður. Núverandi ministari hevur sitið stutt, men hevur klárað seg mun­andi verri enn næstseinasti ministari. Dugi ikki at síggja, at vit kunnu vænta nakað skilagott frá ministaranum. Men tað er her ábyrgdin skal placerast. Ministarin er ovastur í hesari valdspyramidu. Ministarin hevur ábyrdina, um aðalstjórin ikki ger eitt gott arbeiði. Aðalstjórin arbeiður mest sum brand­majorur ella eldsløkkjari. Tað er eingin orsøk at halda, at hann røkir sína uppgávu til UG. Embætisfólkini undir aðal­stjór­ anum imponera heldur ikki. KVF stýrið er ein katastrofa. Har hoyrist onki. Sjálvt í KVF skilja tey ikki ,hvat stýrið ger. Og orsøkin til atgerðarloysi er ikki manglandi samsýning. Hon er nevniliga skilaleysa høg og minnist meg rætt, ásetur stýrið egna samsýning og, kann onkur roknast at fáa kr 18.000 pr. fund. Leiðslan í KVF situr hendur í favn. Vit hvørki síggja ella hoyra tey gera nakað. Staðfestast má, at antin hevur leiðslan ikki tamarhald á støðuni ella eisini heldur leiðslan at alt er í lagi. Hvat av hesum er verri er líka mikið. Mentanardeildin hevur virðing millum manna. Men tað hevur tíðindadeildin ikki. Og tað kann eingin leiðsla verða nøgd við. Og meðan vit bíða til onkur skilur álvaran, versnar støðan fyri hvønn dag. Tí er neyðugt, at landsstýris­ kvinnan, sum situr á ”ovasta trappu­trini” ger tað, sum er neyð­ ugt. Og t.v.s. at hon skal verða til reiðar at skriva uppsagnarskriv. Hjá tí almenna er lógarbundið at tosa fyrst. Men støðan er so vánalig, at tað er órealistist at halda at fundir røkka málinum. Tað er órealistiskt at halda, at sitandi persónar megna at skapa álit, og tí slepst neyvan undan onkrari uppsøgn. Í tí privata hevði støðan ikki verið komin so langt. Avleiðingin av atgerðarloysi er einføld. Vit kunnu longu nú staðfesta, at støðan stendur við og versnar. Og soleiðis hevur tað verið í áravís. Hvussu kann nakar journalistur við virðing fyri sær sjálvum og sínum arbeiði verða stoltur av hesum? Men hvat skulu teir neyðars journalistar gera? Tað er jú púra legitimt at ákæra journalistar í KVF fyri at verða partískar og annars gera eitt vánaligt arbeiði. Úrslitið er longu nú, at journalistar einans tosa við tey samsintu og royna so at billa hvørjum øðrum inn, at teir gera eitt gott arbeiði, hóast teir dagliga fáa at vita, at nógv halda lítið um teirra avrik. Í gomlum døgum vóru jour­nal­ istar í KVF mettir at verða óførir, og trúvirði segðist verða sera gott. Soleiðis er ikki í dag. Orsøkin er ikki, at journalistarnir í dag duga tilsvarandi verri enn fyrr. Tey sum sita ovast á trappuni røkja ikki sínar skyldur. Tey hyggja at, meðan alt sum fyrr var gott, fer í órøkt. Eingin rættar kós. Skútan fer spakuliga av kós. Fyri hvønn dag fer skútan longur og longur av kós. Journalistarnir síggja sjálvandi ongan mun. Dagliga broytingin er lítil. Vit gera júst sum vit altíð hava gjørt. Fyrst verður lukkað av fyri øllum kritikki. Síðan er álop besta verja. Alt meðan skútan fer enn longur av kós. Avleiðingin av hesum er, at nýggj starvsfólk ikki mennast og blíva betri. Sannlíkt er, at bestu journalistarnir søkja starv í tí privata, og tey sum søkja starv í KVF kunnu væntast at verða úr verra endanum. Avleiðingin av hes­u­m er, at miðal kvaliteturin lækkar. Hetta vildi verið ein nátúrlig og sjálvsøgd avleiðing, sum samstundis legitimerar at palli­ba missur alla virðing fyri jour­ nalistiska partinum av KVF. Til seinast er eingin kvalitetur eftir. Og tá síggja øll tað skilagóða í at avtaka stovnin. Tað eru hvørki journalistar ella tíðindaleiðari, sum hava ábyrdina av hesum. Tey eru eitt produkt av einari skipan, sum tey lítla og onga ávirkan hava á. Einari skipan við óbrúkiligari manning á ovaru trapputrinunum. Í løtuni gjalda journalistar í KVF og KVF sum stovnur ein sera høgan prís fyri at tey, sum sita omanfyri í skipanini misrøkja sína simplu plikt. Og eg vænti ikki, at sitandi ministari, heldur enn báðir undan- farnu, hevur førleikarnar, sum skulu til fyri at loysa trupulleikan. Vit kunnu so spáa um nær dagurin kemur, har øll síggja tað skilagóða í at lukka lortið. Um tú hevur eitt boð upp á nær tað verð­ ur, kanst tú siga ministaranum frá. N.B. Ikki ringja! SMSa