mikudagur 18. mai 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Jóannes Hansen
Kanska eru tey fleiri, sum nú eru uppi á
døgum, ið spyrja, hvør Jens Guttesen er og
var. Einki undarligt er í tí. Í august vera tað
tjúgu ár síðani, at hann áttati ára gamal og
lívsfúsur og frískur brádliga segði foldar
lívinum farvæl.
Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá, og tað
mesta av einum ættarliði er farið um sýnina.
Jens var tónleikaskald. Hann komponeraði
framúr vøkur songløg, sum framvegis ofta
eru at hoyra, hann komponeraði og setti út
fyri hornorkestur og eisini fyri strúkarar og til
meiri fjøltáttað klassiskt samanspæl. Tólv ár
eftir, at hann hevði biðið skrivstovustarvinum
í Shell farvæl, gav hann í 1988 út Ljómur og
lag, ið fevnir um flestu løgini og útsetingarnar,
sum Jens hevur gjørt og sett út.
Fjølskyldan er stór, og tey nógvu hava
sína gongd í Ebenezer. Har verður tað sunnu
kvøldið klokkan 18 skipað fyri fagnaðarløtu í
sambandi við, at tað mánadagin 23. mai eru
hundrað ár síðani, at Jens Guttesen var borin
í heim.
Teir, sum skipa fyri og leggja til rættis, eru
sonurin, Jens Christian Guttesen, versonurin
Petur Simonsen, og Øssur Berghamar og
Alexander Samuelsen.
– Tað er ein avbjóðing. Ikki at finna tilfar,
sum er hóskiligt eina løtu sum hesa, men
heldur at raðfesta, hvat skal við, og hvat skal
liggja eftir. Tað er so ógvuliga nógv, ið er
okkum kært, og sum tað er upplagt at taka
fram, men vit mugu eisini hugsa um tíðar-
karmin. Fyri tað mesta verður tað sangur og
musikkur, og so verður hetta knýtt saman
við onkrum viðmerkingunum og onkrari
samrøðu, sigur Petur Simonsen.
Fagnaðarløtan verður klokkan 18. Á
skránni er felagssangur, kórsangur, sersang
ir, barnasangir og tónleikainnsløg. Aftan á
verða øll bjóðað til ein nátturðabita í Ebe
nezer.
Upprunin
Jens var havnarmaður og eyðkend býar
mynd, tá ið hann skundisliga var til gongu í
býnum og á landsvegunum – onkra ferðina
heilt norður til Eiðis at vitja dóttrina og
hennara.
Á veg úr Torfinsgøtu, har hugnaliga heim
ið var, og heim í býin, sást hann. Alt hansara
lív og hansara máti at vera upp á lýstu av
musikaliteti, og hetta setti dám á alla staðni,
har hann var. Vit minnast hann lættan upp á
sporið, bríkslandi ella syngjandi, vit minnast
hann spæla og syngja heima við hús, og har
hann vitjaði, og ikki minst minnast vit hann
á møtum og í øðrum samkomum, tá hann
sang av hjarta og ofta leiddi felagssang.
Tað kom meiri enn einaferð fyri, at sang
lærarar bóðu næmingarnar eygleiða Jens
Guttesen fyri at síggja og fata, hvussu týdn
ingarmikið tað er fyri sangin, at bæði sál
og likam verða løgd í, tá ið sangurin verður
framborin!
Hornið átti stórt pláss
Tað var í lítlu húsunum við Tinghúsvegin –
dygst omanfyri Bøkjarabrekku - at Jens vaks
upp. Musikkurin í barnaheiminum var góður
íblástur til alt tað, sum hann seinni greiddi
úr hondum. Pápin, Jens Christian Guttesen,
var tónleikari. Hann stjórnaði bæði Havnar
Hornorkestri og GHM, og í lítlu stovuni
undirvísti hann, meðan konan og tey ellivu
børnini eisini vóru undir lonini.
Í
Ebenezer
fer
hornorkestrið
hjá
Frelsunarherinum sunnukvøldið at spæla.
Saman við fleiri av brøðrum sínum spældi
Jens horn. Trompetina var hann serliga
góður við. Hann komponeraði og setti út til
hornorkestur, og hann var altíð hugtikin í
Minnast hundrað ára
Fagnaðarløta verður í Ebenezer sunnukvøldið í sambandi við, at hundrað ár
eru liðin, síðani Jens Guttesen, tónleikaskald og kórleiðari, var borin í heim