mikudagur 18. mai 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Hósdagir 19. mai 2016 · Nr. 56
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
a dagin hjá tónaskaldi
NØVN
horntónleiki og áhugaður í hornorkestrum.
Tað sást eitt nú aftur í, at hann á hvørjum
einasta ári á ólavsøku taldist millum áhoyr
arnar, tá ið Havnar Hornorkestur spældi
undir tinghúsinum.
Samstarvið við Petur
Í einari tónleikasending fyri nakað síðani
í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya tók
Eyðun á Lakjuni, tónleikalærari, til, at sam
starvið millum Jens Guttesen og Petur
W. Háberg var tann føroyska útgávan av
tiltikna samstarvinum millum Beatlarnar
Paul McCartney og John Lennon. Tað, hann
sipaði til, var, hvussu nógv fæst burturúr, tá
ið gávurík fólk samstarva og samvinna við
felags máli.
Í fleiri førum eigur Petur orðini og Jens
Guttesen lagið. Viðhvørt vóru tað orðini hjá
Peturi, sum góvu Jens íblástur til lagið, og
aðrar ferðir var tað lagið hjá Jens, sum gav
Peturi íblástur at seta saman í bundnum
máli.
Tveir av klassikarunum hjá teimum báð
um vera at hoyra.
Annar er gleðis og fagnaðarsangurin Harri
herskaranna, sum var yrktur og kompo
neraður, tá ið ein av døtrunum hjá Hjørdis
og Peturi giftist. Sangkórið í Ebenezer hevur
síðani so mangan havt henda sangin frammi,
og soleiðis verður aftur sunnukvøldið.
Hin er sorgar- og vónarsongurin, sum
varð kendur stutt eftir syrgiligu vanlukkuna
í Havsbøll í Svínoy fyrsta desember 1937.
Sorgartilburðurin, tá ið fýra menn fórust,
var stórur skelkur. Ikki minst hevði hetta
stórt árin í Ebenezer, tí tveir av teimum,
sum fórust, vóru á veg út aftur til Svínoyar,
eftir at teir høvdu verið til samfelagsmøtir í
Ebenezer.
Petur Háberg var 23 ára gamal, tá ið hann
yrkti Á tú sorgbundna sál. Jens Guttesen,
sum tá var 21 ára gamal, sá yrkingina í bløð
unum og komponeraði lagið, og síðani hevur
hesin føroyski sangurin verið sungin aftur
og aftur. Sunnukvøldið fara systkini á Váli at
syngja hann. Tey eru abbabørn hjá Jóannesi
á Váli, skipara í Svínoy, sum var ein teirra,
ið sjólátst í syndarligu vanlukkuni, sum var
íblástur til yrkingina hjá Peturi Háberg og
lagið hjá Jens Guttesen.
Yndisligi mai
Hjá teimum, sum kendu Jens Guttesen var
eingin ivi um, at mai mánaði var á hvørjum
ári tindurin. Merkisdagar og serliga føð
ingardagar gekk hann høgt uppí, og hann var
sjálvur føddur 23. mai, og saman við konuni,
Pavlu, fagnaði hann altíð mai mánað sum
nakað serligt fyri tey bæði, tá ið alt er um at
koma í fagrasta blóma, næturnar eru langar
og ljósar, og tað er turt og gott veður.
Skaldið Jens Dam Jacobsen yrkti tríggjar
váryrkingar, sum síðani hava verið fastur
partur av føroyska várinum. Yrkingarnar eru
góðar, og tað var heppið, at tríggir havnar-
menn lótu tær í tónlistaligar búnar, sum hava
verið við til at gera yrkingarnar kendar.
Ein teirra var Knút Háberg, sum setti lag
til Vaknaður vársins sangur, ið nemur okkum
øll, tá ið upptøkan við Ingálvi av Reyni er at
hoyra og hann, sum gjørdi lagið, spælir undir.
Ein onnur er Dýrd á vík og vág, sum
Gunnar Mikkelsen setti lag til. Eisini hesin
sangurin er vorðin fólkaogn, um tað so er
blandað kór ella manskór, ið syngur, ella
hann verður sungin sum felagssangur, eitt
nú á Vaglinum á ólavsøku.
Og so er tað triðja yrkingin hjá Jens Dam
Jacobsen. Hon er Dýrdarríki yndisligi mai.
Jens Guttesen setti yndisligt og kensluborið
lag til hesa yrkingina. Kór hava ofta sungið
henda sangin, eitt nú sangkórið í Ebenezer,
sum aftur sunnukvøldið verður at hoyra við
Dýrdarríki yndisligi mai.
Kórið
Jens Guttesen var við frá tí fyrsta, tá
ið sangkórið í Ebenezer varð stovnað. Í
drúgvt tíðarskeið var hann kórleiðari, og
tað var hugaligt hjá honum, sangarunum
og áhoyrarunum, at tað so ofta kom fyri,
at sangkórið frumframførdi løg, sum kór
leiðarin hevði komponerað og útsett, og sum
síðani hava víst seg at liva víðari.
Nú hevur einkarsonur Jens, Jens Christ
ian Guttesen í meiri enn tredivu ár verið
sangstjóri. Harvið hava feðgarnir báðir havt
ábyrgdina í meiri enn eina hálva øld út í eitt.
Ofta verður tikið til serliga klangin, sum
sangkórið í Ebenezer hevur, og eitt nú í
sambandi við jarðarferðir ber tað ofta til í
Ebenezer eina løtu undan sjálvari jarðar
ferðini at hoyra kórið og leggja til merkis
søguna og mentanina, sum teir báðir feðgar
nir eiga so stóran lut í.
Eitt sindur øðrvísi
Jens Guttesen var sera trúgvur í Ebenezer.
Hann var tann fyrsti í sínari familju, sum
kendi samkomuna at vera sítt andaliga heim,
og hann slóðaði fyri øllum teimum tíggju
systkjunum, sum fylgdu honum eftir.
At Jens tónlistarliga fevndi víðari enn tað,
sum var traditionelt og vanligt í samkomu
høpi tá í tíðini, kundi hava við sær, at ikki øll
skiltu og dugdu at gleðast í tí, sum myndaðist
í honum, og sum hann sá stórt í. Hann læt
seg tó ikki kúga, men grundaði á skriftirnar
og helt seg har síggja, hvønn týdning tær
leggja í sangin og tónleikin, og tað var við tí
ljósinum, sum hann kendi seg hava fingið,
at hann brúkti fjøltáttaðu evnini, sum hann
var sannførdur um, at skaparin hevði givið
honum, og sum hann hevði eina brennandi
tráðan at æra og lyfta hin hægsta upp við.
Hann gjørdi løg til børnini at syngja í
sunnudagsskúla og á legu – ofta við tekstum
hjá Zacharisi Zachariassen – og okkurt av
hesum verður at hoyra sunnukvøldið.
Tá verður eisini Svínoyar marsjurin, sum
Havnar Hornorkestur viðhvørt plagar at
spæla, at hoyra. Hann komponeraði Jens
einaferð hann og aðrir lógu veðurfastir í
Svínoy. Hann var ikki nakar bjargamaður. Tað
verður sagt, at tá ið hann og aðrir einaferð
vóru á Kirkju í møtiørindum, so kendi hann
tað vera so bratt, at honum dámdi best at
vera innandura ella á trappuni! Tá var øðrvísi
á slætta og víða Svínoyareiði, har tað bylgdist
í honum, sum gav svínoyingum, okkum
øllum og framtíðini stutta og beinrakna Svín
oyarmarsjin.