Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Treytaleys grundinntøka Zakarias Wang Nú verður fólka­ at­kvøða í Sveis 5. juni, har velj­ ar­arnir skulu siga ja ella nei til eitt uppskot um treytaleysa grund­inn­tøku ella borgaraløn. Alt bendir á, at uppskotið ikki verður samtykt. Men tilgongdin við hesi fólkaatkvøðu hevur elvt til djúptøkið orðaskifti um, hvat ið ein treytaleys grundinntøka í veruleikanum er, og ymsar mein­ ing­ar eru settar fram um, hvat er gott og hvat er minni gott við upp­ skotinum. Eitt sum er merkisvert fyri okk­ um føroyingar at leggja til merkis í hesum orðaskifti er, at ein partur av hesum uppskoti á fyrsta sinni er sett í verk í Føroyum í 1954! Tað, sum tá fór fram, var at stór­verkfall var í fiskiflotanum. Reið­ararnir søgdu, at inntøkurnar av fiski­veiðuni vóru so smáar, at tað ikki bar til at ganga Fiski­ mannafelagnum á møti í lønar- krøvunum. Hetta endaði við, at løgtingið samtykti at minstalønin skuldi setast til 800 krónur um mánaðin. Um so var, at mann- ingarparturin var lægri, so skuldi landið spjaða til við einum uppí­ skoyti, so inntøkan kom upp á hesa upphædd. Í Sveis er ætlanin, at øll, eisini arbeiðarar, skulu fáa 2500 markar um mánaðin ella 30.000 um árið. Hvør markur er verdur 6,78 krónur, og tey fáa tí 203.400 krónur um árið frá tí almenna. Tey sum arbeiða hjá tí almenna fáa vanliga meir, so tey hava ikki brúk fyri nakrari treytaleysari grundinntøku. Tey, sum arbeiða á vanliga arbeiðs- marknaðinum, fáa sum er einki frá tí almenna, og skulu tí fáa hesa upphædd. Men her er tað at minsta­lønin kemur upp í leikin. Her er ætlanin, at arbeiðsgevararnir, tá teir útgjalda lønina, skulu gjalda tær fyrstu 203.400 inn til tað al- menna, sum síðan endurrindar teimum upphæddina. Hjá teimum, sum hava størri arbeiðsinntøku, hendir eingin broyting. Men er ar­ beiðsinntøkan minni enn treyta­ leysa grundupphæddin, verður mun­urin millum løn og grund­upp­ hædd útgoldin eins og minstaløn verður útgoldin til okkara fiski­ menn. Tey, sum í løtuni fáa pensión og almannaveitingar, sum eru størri enn grundupphæddin, fáa útgoldið tað sama sum tey higartil hava fingið. Men nøkur fáa minni útgoldið í løtuni, og tey mugu so fáa meir. Hetta saman við útgjaldi til tey, sum higartil einki hava fingið, ger at útreiðslur hins almenna vaksa av hesi broyting. Tað sum ger, at uppskotið nú fellur í Sveis, er, at tey, sum gjalda skattirnar, halda at byrðan verður ov tung. Tá vit fingu minstulønina, fór skatturin upp við 3% fyri at fíggja hana, og á løgtingsvalinum um heystið 1954 misti landsstýrið sín meiriluta! Hetta kundi bent á, at um so var at vit høvdu havt fólka­ atkvøðu um minstulønina hevði uppskotið fallið, men tann politiska skipan, vit hava í Føroyum er bygd upp á at kollvelta ta fólkaatkvøðu vit høvdu 14. september 1946. Tær fólkaatkvøður, vit hava havt, eru eins og tann í 1946 kollveltar, so­ leiðis at vit hava fingið tað øvuta av tí, vit hava samtykt á fólka­at­ kvøð­unum. Men uttan mun til hvat ið hendir í Sveis nú er nógv sum bendir á, at uppskotið um treytaleysa grund­ upphædd fer at vinna frama sum frá líður. Orsøkin er gongdin í teldufrøðini. Tað er jú einki dulsmál, at teldur koma at gera nógv arbeiði, sum í dag verður gjørt av handans og andans arbeiðarunum. Gongdin er so skjót, at um nøkur fá ár eru flestu arbeiðspláss horvin. Framleiðslan fer at vera størri, men tá fólk hava mist sítt arbeiði, hava tey ikki ráð til at keypa alt tað, sum framleitt verður. Tí er tað, at búskaparfrøðingar um allan heim eru komnir eftir, at neyðugt verður at útgjalda eina treytaleysa grundupphædd til øll fyri at lofta teimum, sum ikki longur kunnu fáa arbeiðsinntøkur. Tey kunnu tá gera nakað av tí, sum ikki ber til at gera við teldum, og nógv av hesum verður forsømt sum er. Heimurin verður heilt øðrvísi, men tað er ikki vist at hann fer at verða verri fyri tað! Olja ella ikki? Petur Mohr Sum komandi húsaeigari er tað við stórum áhuga at eg havi fylt kjak­inum við­ víkj­andi “grønari orku”, sum verið hevur seinastu tíðina. Eg loyvi mær at koma við nøkrum viðmerkingum ella tonkum eg, sum komandi húsa­ eigari, havi gjørt mær. Oljufýring Kjakið hevur mest snúð seg um, at fólk skulu skifta frá olju til aðrar orkukeldur. Sera lítið hevur verið tosað um, tá nýggj hús skulu byggjast. Stjórin á Magn hevur gjørt seg til talsmann fyri at oljufýringin er eins grøn og aðrar hitaskipanir, av tí at aðrar skipanir flyta oljubrúkið yvir á SEV, sum brennur tungolju. Hesum hevur hann rætt í, men tað er onki sum forðar fyri, at SEV fær krav um at reinsa roykin, soleiðis at roykurin er eins reinur, sum tann, ið kemur frá oljufýringum. Hetta verður kallað Scrubber, og er tað eitt, ið nógv skip eru farin at brúka, nú reglurnar um útlát eru herdar fyri ymisk øki. Hesi skip brenna somu tungolju sum áðrenn, men av tí at roykurin verður vaskaður, so er hann eins reinur, sum frá skip­ um, ið brenna gassolju. Hví onki krav er sett um, at SEV skal reinsa roykin er mær óskiljandi. Hitt er at ein oljufýring tendrar ofta í gjøgnum ein dag. Hvørja ferð tendrað verður, so koma nógvir partiklar í luftina, sum eru sera vandamiklir. Hetta av tí at byrjanin av brenningini ikki er nóg rein og heit. Hetta við partiklum er kent frá diesel bilum. Krav er um at allir nýggir diesel bilar hava eitt partikulfyltur fyri at sleppa undan hesi dálking. Kanska hetta eisini skuldi verði krav til oljufýringar? Eitt sum ikki nógv hevur verið at hoyrt um, men sum eg haldi er umráðandi at hugsa um, er at ein oljufýring brúkar olju. Sjálvandi! Men hvar kemur henda oljan frá? Oljan skal innflytast úr útlandinum og hevur eina neiliga á virkan á handilsjavnan hjá Føroyum. Handilsjavnin er munurin millum, hvussu nógv verður innflutt og útflutt. Tað er umráðandi, at tað verður útflutt fyri meira enn tað verður innflutt. Føroyar eru bund­ nar at einum heimsmarknaði, sum er sera svingandi, og er við til at stuðla øllum oljuframleiðandi lond­ um í heiminum. Hava vit t. d. hug at stuðla Iran og Saudi Arabia? Oljan er sera svingandi í prísi. Hetta er ein ótryggleiki hjá teim­ um, sum hava eina oljufýring. Síðani 2008 er prísurin hjá SEV fyri hvønn kWh hækkaður 38 oyri. Oljuprísurin er í sama tíðarskeiði hækkaður og lækkaður fleiri kr. pr. litur. Hetta ger at útreiðslurnar til upphiting við olju kunnu hækka sjálvt um roynt verður at spara. Júst nú er oljuprísurin sera lágur, men hann kann skjótt hækka aftur. SEV er eisini tengt at olju- prís­inum, men prísurin er ikki nógv hækkaður hjá SEV hóast sera svingandi oljuprísir. SEV ar­ beiðir eisini nógv við at minka um oljunýtsluna og eru komnir um 50% markið fyri orku frá varandi orkukeldum. Prísurin í Føroyum á gassolju til upphiting er sera lágur samanborið við t. d. Danmark, sum okkum dám­ ar so væl at samanbera okkum við. Í Føroyum er avgjaldið á gassolju 80 oyru í Danmark er avgjaldið 320 oyru. Ein munur upp á 2 kr. og 40 oyru. Grundin til hesi avgjøld í Danmark er fyri at fáa fólk at velja aðrar orkukeldur. Í Noreg er avgjaldið 168 oyru í NOK. Hví verða hægri avgjøld ikki eisini innførd í Føroyum. Tað finnast nógvar aðrar orkukeldur enn júst oljufýringin. Eisini kundi avgjaldið verið lagt á nýggjar uppsetingar. Bæði tá nýggj hús vera bygd og tá gamlar oljufýringar skulu skiftast. Hetta vil eisini eggja fólki at fara burtur frá oljufýringum. Í Danmark er longu nú bannað at seta nýggjar oljufýringar upp, um møguleiki er at brúka aðrar orkukeldur. Í Noregi arbeiða tey við sama mál skal vera rokkið í 2020. Eru danskarar og norðmenn teir sum ikki vita, at oljufýringin er tað rætta, ella eru tað vit føroyingar sum mugu skifta hugsunarhátt? Hví skal Noregi sum eitt olju­ framleiðandi land velja at banna oljufýringini? Hví hevur Danmark, sum kall­ar seg eitt “grønt land”, bannað olju­ fýringini? Kanska vit í Føroyum skuldu hugsa um tað sama! Orkuvarðin Tosað hevur eisini verið um orku­ varðan. Men her hevur kjakið mest verið um gomul hús og lítið tosað um nýggj hús. Tá nýggj hús vera bygd, er tað ein sjálvfylgja, at tey eru væl bjálvað. Eisini eru øll nýggj el-tól sera orkusparandi,w og nógv brúka LED ella spariperur. Hetta eru tvey tey fyrstu stigini í orkuvaranum. Tað triðja stigið er at endurvinna hitan. Nógv nýggj hús vera bygd við ventilatiónsskipan, sum endurvinnur hitan. Stig 4 er at kortleggja og finna útav brúkinum av orku. Og tað 5. stigið er at velja eina upphitingarskipan. Sum sagt eru lætt at koma upp til stig 4, tá nýggj hús vera bygd. Tí skal tað eggjast til, at vald verður ein varandi orkukelda til stig 5. Men hetta er líka sum druknað í kjak­ inum, tí so nógv fokus hevur verið á, tá fólk skulu skifta oljufýringina út við okkurt annað. Hví ikki royna at fáa fólk at velja oljufýringina frá byrjan av? Fjarhiti Læs fyri stuttum um, at Fjar­hita­ felagið arbeiðir við at útbyggja, so skipanin røkkur oman til Lands­ sjúkrahúsið. Hetta er ein gongd leið, tí fjarhiti er eisini meira grøn, enn tá fólk hava hvør sína oljufýring. Hetta sjálvt um olja verður brúkt. Fjarhitaskipanin koyrir meira effektivt enn ein oljufýring fyri hvørt hús. Kanska aðrir býir sum t. d. Klaksvík og Runavík/ Saltangará/ Glyvrar kundu gjørt tað sama? Hitapumpur Ein jarðhitaskipan er tann dýrasta skipanin at fáa sær. Henda kostar uml. 150.000,. kr. við holi og øllum. Holið er “ævigt” so kanska rætti prísurin er nærri 75.000,- kr. Ein luft til vatn er bíligari, og ein luft til luft er bíligast. Eini møguleiki fyri at minka um oljunýtsluna er, um ein oljufýring bleiv hjálpt við einari luft til luft hitapumpu. Hetta kundi verði gjørt í nýggjum og gomlum húsum. Hetta hevði verði við til at minka olju­nýtsluna, samstundis sum íløg­ an ikki er so stór? Hvat tað almenna skal gera Her er mítt uppskot til, hvat tað al­ menna skal gera fyri at fáa fólk at flyta seg frá olju til varandi orku­ keldur. 1. Avgjald á nýggjar oljufýringar, bæði til nýggj og gomul hús, so tað betur loysir seg at velja aðrar orkukeldur. 2. Møguliga banna nýggjum oljufýringum um ikki aðrar orkukeldur vera nýttar saman við oljufýringini. 3. Onki MVG og avgjald á skipanir sum nýta varandi orkukeldur. 4. Krav um at nýggj hús vera bjálvað væl og endurnýtslu av hitanum. 5. Avgjald hækkast á olju til upphiting 6. Bíligari el prís til skipanir við varandi orkukeldum. 7. Kanna møguleikan fyri fleiri fjarhitaskipanum. Mítt val Eg havi valt at fáa mær ein jarð­ hitaskipan í míni nýggju hús. Hetta valið er IKKI tí at tað er “grønari” enn oljufýringin. Valið hjá mær snýr seg um at hugsa longur enn 10 ár fram. Øll vita, at oljan ikki varir ævigt. Samstundis eru bara 14 ár til málið hjá SEV um 100% varandi orku. Hví gera eina íløgu í eina oljufýring sum so aftur skal skiftast út seinni. Betur er at gera íløguna beinanvegin í varandi orkukeldur. Prísurin á olju er sera svingandi. Hetta haldi eg eri sera ótrygt sum húsaeigari. SEV hevur víst, at teir klára at halda ein meira javnan prís. Samstundis stuðli eg SEV, so SEV betur fær ráð at gera íløgur í varandi orku, og samstundis hjálpi eg upp á handilsjavnan við ikki at inn­flyta eins nógva olju, tí SEV klár­ ar at nøkta orkutørvin við varandi orku meira enn 50%