Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB Endiliga! Hitaði sum súpan í kuldanum. Fult uppiborin sigur. Nú vita vit hvussu tað er at vinna, so nú klóra vit okkum nakrar sigrar á kontuna. Kisskisskiss. KRISTIAN JOENSEN KÍ Um man skal liggja í toppinum, so eru 3 stig móti nr 5 eitt krav. Heilt fantastiskt KÍ. Nú má Hjalgrím aftur a landsliði skjótt, tað sama við Páll og Bjartalíð. Koyr a KÍ SÆBJØRN LEITI ÍF Javnur dystur, har liðiin skaptu 3 kjansir í part. Teirra fóru í málið, og tveir av okk­ara enda á træverkinum, og so tapir man 3-1. Sunnudagin koyra vit bóltin í málið í staðin! KOYR Á, ÍF! ALLAN ENGHAMAR HB Vit eru í einum ringum stima fyri tíðina, í dag helt tað fram. Vit mugu bara arbeiða harðari og so vóna tað vendist. LISSI MOURITSEN B36 Eg eri rørd til tár ! Heilt fantastiskt felag vit eiga ! Stórt Stórt Stórt !!! Allir sum ein -tit eru fantastiskir ... Nissir ella ikki Nissir ... "Sum onkur tekur til" Vit eru ELLARS BEST !!! JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ Tvær ferðir á yvir­ leggj­aran, eina ferð á stongina. Hatta málið lá í luftini allan dystin. Tíbetur kom tað eisini. Stuttligt at fyri eina­ferðs skyld vera tað liðið, ið skorar beint áðrenn dystarlok! Viktugt! FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Fimm topplið vórðu annan hvítusunnudag til fýra topp­lið. Fyri tveimum vik­ um síðani misti HB pláss­ið í steypakappingini, og við 1-0 tapi í Klaksvík dragn­aðu sigurs­vandu havnar­menn­ inir fimm stig frá tveimum teim­um fremstu. Liðformaðurin og verju­álitið, Jóhan Troest Davidsen, ásannar, at tað í løt­uni gongur ikki soleiðis, sum teir høvdu vónað, men hann heldur ikki, at orsøk er at brúka tjørukustin: – Vit hava nógvar ungar spælarar á liðnum, og ímóti KÍ sást tað aftur í, at vit taptu nærdystirnar og næstu bólt­ar­nar eisini. Í løtum riggaði samanspælið, men vit megnaðu ongantíð at spæla okkum til heilt upplagda mál­møgu­leikan. Páll A. Klettskarð skoraði einsamalla málið í fyrsta minutti eftir steðgin. Semir Hadzibulic vann nærdyst á miðjuni og spældi væl í vinstru til Jóannes Bjartalíð, sum legði framúr neyvt til handara stólpa og so var mál. – Tað kókar her norðuri. Vit kenna øgiligan áhuga mill­um áskoðararnar, og vit fegn­ast um, at tað nú rigg­ar og at vit við hørðum arbeiði rinda teimum aftur fyri stuðulin, staðfestir lið­ for­mað­urin, Jonas Flindt Rasmussen, sum nógvu tær síðstu ferðirnar hevur verið sann­førandi. Fyrstu um­før­ ini skinklaði KÍ verjan øgiligt. Nú er hon sum bergið. Síðani 4-2 tapið ímóti HB í Gunda­ dali hevur KÍ ikki tapt í tíggju dystum. Seks ferðir er einki mál farið ígjøgnum, og í landskappingini eigur eingin so tætta verju sum klaks­víkingar. Dreingirnir renna! Rennið dreingir! Syngja tey í B36, tá ið lagið er gott. Mána­ kvøldið var øll orsøk at fegn­ ast, tá ið B36 við 3-1 heima­sigri á B68 staðfesti odda­sessin. Hóast tað við­hvørt hevur skinklað, og hóast tíggju spælarar við roynd­um eru uttanfyri orsaka av skaðum, so er úr­tøkan eftir ellivu umfør eitt stig størri, enn hon var tað eftir ellivu umfør í fjør. Nýggja stjørnuskotið, Hannes Agnarsson, ið er sum ein hvirluvindur og megnar at hugsa skilagott hóast nógvu ferðina, legði upp, tá ið Jógvan Skeel Nolsøe beinan­vegin setti hol á, og Hannes var ísakaldur, tá ið hann úr vinstru og í handara síðunet økti til 2-0. Hjálparvenjarin, Jákup á Borg fegnast: – Í løtuni eri eg ikki førur fyri at spæla, men eg vóni at sleppa upp í part aftur. B36 hevur ongantíð so seint á ár­inum havt so nógvar heilt nýggjar á liðnum, og vit fegn­ ast um, at teir lyfta upp­gáv­ una, sigur Jákup á Borg, sum um­framt Hannes Agnarsson, ið longu eigur at vera í nánd av teimum fyrstu ellivu, hóast allir eru tøkir, eisini hugs­ar um Pætur Petersen, Bjarna Petersen, Erlend Magnussen, Jóhan Eiler Simonsen, Fróða Rasmussen og Hugin Samuelsen. Róaldur Jakobsen økti til 3-0, áðrenn hann fór av vøllinum. Tórður Thomsen í B36 málinum gav mótstøðu­ lið­num fríspark í síðstu løtu. Hákun Edmundsson setti umvegis manngarðin bóltin í málið. Hetta var fjórða ferðin í ár, at B36 málverjin var óhepp­in, og at kostnðurin var mál til mótstøðuliðið. B68 venjarin var ikki nøgd­ur við fyrstu løtuna, men rósti annars sínum monn­um: – Tað plagdi at vera tað størsta á árinum at fara til Havnar at spæla. Men okkara vardu ikki fyrstu fimm minuttirnar. Tað kostaði tvey mál, og so var brekkan alt ov tung. Nógvu lokalu ungu menn­inir eiga rós uppiborið fyri, at teir vístu fínan hug­ burð. Vit høvdu tveir stórar møgu­leikar at skora stutt undan steðginum, men tað eydnaðist ikki. Jákup á Borg ásannar, at B68 hevði tveir stórar møgu­ leikar: – So eigur at verða lagt aftrat, at vit høvdu møgu­leik­ ar at skora kanska átta mál. Vit eru nøgdir við 3-1 sigurin og yvir, at vit eru topplið, hóast fleiri stuðulsspælarar eru uttanfyri. Onkrir teirra er um at vera tøkir aftur. Tað kemur væl við! Sølvi skrivaði søgu Tað er ongantíð komið fyri áður í Føroyum, og uttan­ lands kemur tað mest sum ikki fyri, at ein og sami spæl­ ari ger sjálvmál og síð­ani skorar harttrikk, so liðið hjá honum vinnur 3-1. So­leiðis var tað hjá Víkinga mið­ vallar­anum Sølva Vatnhamar í Sarpu­gerði ímóti ÍF: – Eg havi ongantíð áður skor­að hattrikk í bestu deild­ini. Tá ið eg nú legði fyri longu í fyrsta minutti við at gera sjálvmál, var tað eyka søtur biti at skora trý mál og har­við at virka við til, at vit vunnu og halda tørn um góðu gongdina, sigur Sølvi Vatn­hamar. 28. mars í í 2005 vakti tað ans, tá ið Jesper Mikkelsen skoraði trý mál fyri FCM og gjørdi eitt sjálvmál. Tað var tó lættari hjá honum enn hjá Sølva Vatnhamar at skora í rætta endanum, tí hann um­ setti tvey brotsspark og eitt frí­spark til mál. Tað hoyrir eisini við til søg­una um Sølva, at hann var ikki sørt skaðaplágaður ann­an hvítusunnudag: – Eg havi havt trupul­leik­ ar í hælsinuni. Tá ið tað er so stutt millum dystirnar, er tað torført at koma seg heilt, men tað er hugaligt at spæla, og eg eri fegin um, at eg spældi ímóti ÍF, og at tað gekk, sum tað gjørdi, sigur Sølvi Vatnhamar. Víkinga liðformaðurin rós­ar Sølva – ikki bara fyri av­rikið ímóti fuglfirðingum ann­an hvítusunnudag: – Sølvi hevur í fleiri ár verið ógvuliga væl upp­ lagd­ur og týdningarmikil fyri okkum, og í ár haldi eg, at hann er besti spælarin í Før­oy­um. Tá ið hann er á vøll­inum, so stýrir hann øll­ um. Tað sóu vit aftur í 3-1 sigr­inum ímóti ÍF, sigur Atli Gregersen. Fuglfirðingar hildu, at talan hevði verið um tamari grannauppgerð, enn tær ofta hava verið: – Vit løgdu væl fyri, men tá ið teir vóru komnir fram­ um, megnaðu vit ikki at svara aftur, staðfesti Dánjal á Lakjuni, sum varð skifur inn í seinna hálvleiki, efrir at hann seinastu ferðirnar hev­ ur sitið skaddur uttanfyri. Tað gekk akkurát hjá NSÍ Við Løkin royndi NSÍ at leggja trýst á ímóti væl skip­aða verjuspælinum hjá Skála. Hóast heimamenninir høvdu bóltin nógv størsta part­in av tíðini, so gekk tað striltið at vinna upplagdar mál­møgu­leikar. Í evstu løtu var tað topp­ skjúttin Klæmint A. Olsen, sum skoraði sigursmálið – tólvta málið í ellivu dystum. Árni Frederiksberg sendi av brotsteigarmarkinum og í stólpan. Skála verjan tøvdi Í B36 fegnast tey um, at úrtøkan higartil í ár er størri, enn hon var somu tíð í fjør, hóast nógvir púra óroyndir hava loyst av, tí skaðalistin er so langur KÍ VERJAN ER NÚ SUM BERGIÐ