Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56 HELGI EIDESGAARD TB Ja, dysturin, sum ikki mátti tapast, varð taptur! Kempa gott, men alt ann­ að manglar! Onki skipað spæl, gúpparí og nógvar villur! Tá er ringt at vinna dystir! Byrjar at síggja smákritiskt út! RÓGVI HANSEN B68 Nú eru nokk ikki nógv eftir í trúgva uppá at B68 yvirliva í Effo, men bíða bara. JOHN REID NYBO VÍKINGUR KEEP CALM AND PASS IT TO SØLVI. Tók eina løtu at koma í gong men tá vit so byjađu var ongin ivi, klassamunur, vit helma ikki í aftur fyrrenn FM er komi í hús! WLYV JÓAN PAULI OLSEN SKÁLA Flott liðavrik í dag, og stórt rós til allar leikarnar, tíverri rakk tað ikki til stig í dag. Næstu ferð verður tað. Go Skála FÓTBÓLTUR og sparkaði skeivan veg, og so var liðformaðurin á bóltinum og avgjørdi. Stórur fagnaður og lætti millum heimafólkið, og vónbrot í Skálaleguni. – Ímóti KÍ hóskvøldið gjørdu vit mest sum alt rætt,og tá var um reppið, at tað eydnaðist at vinna. Verju­ kiks í næstsíðsta minutti bar 1-0 KÍ sigur við sær. Nú skor­ aði Klæmint í næstsíðsta min­utti, og í yvirtíðini hevði inn­skifti Arnhold Berg fínan møgu­leika at javna, men Símun Rógvi Hansen stór­ bjarg­aði. – Vit hildu okkum til kon­septið, og spælararnir arbeiddu nógv og skilagott, so vit eru ógvuliga vón­brotn­ ir, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen. NSÍ málverjin, Símun Rógvi Hansen, er fegin: – Teir megnaðu at verja væl í opnum spæli,og tað varð eyka torført, tá ið vit ikki megnaðu at gagnnýta deyð­bólts­støður. Tað kendist frustrer­andi, tá ið teir longu und­an steðginum fóru at geva sær góðar stundir, og tí kend­ ist lættin serliga stórur, tá ið tað eydnaðist at skora. Hug­ burð­urin var alla tíðina góður, og vit arbeiddu nógv og væl, og tað bar úrslit við sær, stað­ festir Símun Rógvi Hansen. Tað lætnaði á Argjum Tvøramenn vóru ógvuliga vón­brotnir, tá ið síðsta bríksl ljóðaði á Argjum. Máltalvan vísti 3-2, og fyrsti AB sigurin í ár ber við sær, at tað nú bara er eitt stig frá AB og fram til TB, og harvið er niðurflyting á dagsskrá á Tvøroyri. Miðvallarin Heini Mikal Mortensen minkaði dygst undan steðginum um munin til 2-1 við finum langskoti, eftir at Dan í Soylu hevði sett hol á, og eftir at Rasmus Dan Sørensen hevði økt til 2-0. Tá var tað fyrrverandi TB spælarin Patrik Johannesen, sum átti uppleggið: – Í steðginum kendu vit okk­um hava møguleika at svara aftur, og í seinna hálv­ leiki var hugburðurin góð­ ur, vit arbeiddu væl, og vit spældu okkum til møgu­leikar. Men, tíverri øktu teir aft­ ur um leiðsluna. Albert Adu mink­aði aftur um mun­in við fínum stútara, men vit fingu einki burturúr, og nú snýr tað seg um at sleppa und­an niðurflyting, stað­festir Heini Mikal Mortensen. Tað var fyrrverandi TB álops­spæl­arin Patrik Johanne­sen, sum skoraði til 3-1, og tað var nóg mikið fyri AB at vinna ársins fyrsta sig­ur, hó­ast TB minkaði um mun­in. AB venjarin hevur aftur og aftur sagt, at tað er ikki panikkur á Argjum, og at tað bara hevur verið spurningur um tíð, áðrenn tað fór at gleppa: – Sigurin hevur alt at sig, og tað kennist á hýrinum millum spælararnar. Í fyrra hálvleiki høvdu vit gott tak á teimum, og tá skoraðu vit tvey mál. Um vit høvdu skorað eitt aftrat, so hevði alt verið avgjørt, men í staðin vóru tað teir, sum skoraðu, og so sást fjáltur á okkara monnum, sum ongantíð komu seg heilt eftir steðgin. Tá var TB grammari, og tá vóru tað fleiri spentar støður á okkara hálvu, men tíbetur riðu vit stormin av. Hetta hev­ur alt at siga, staðfestir ovur­fegni Trygvi Mortensen. Myndir: Álvur Haraldsen