mikudagur 18. mai 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hósdagur 19. mai 2016 · Nr. 56
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
SO KOM CARLOS
Á MÁLTALVUNA
Carlos Quintana Herrero er fyrsti spaniólin, sum hevur skotið mál í føroyskum fótbólti. Tað gjørdi
hann, tá B68 spældi óvæntaðan 2-2 javnleik móti Víkingi. Sjálvt í Spania fylgja tey við í føroyskum
fótbólti sigur Carlos Quintana Herrero, sum ásannar at tað hevur verið trýst á honum at skjóta mál
Tróndur Arge
– Eg eri ótrúliga glaður fyri
at hava skotið mítt fyrsta
mál. Eg lovaði abba mínum
at eg skuldi ogna honum
mítt fyrsta mál í føroyskum
fótbólti til hann, sigur sigur
29 ára gamli Carlos Quintana
Herrero, sum kom til B68 í
vetur.
Hann er saman við 30
ár gamla Pedro Tarancon
Anton fyrtsu spaniólarnir í
føroyskum fótbólti. Higartil
hava teir hava tað torført á
Toftum, har liðið liggur nið
ast í Effo-deildin, men møgu
liga hetta kann verða ein
liður í vendini hjá B68 í 2016.
Trýst á
Carlos Quintana Herrero,
sum er framherji, ásannar
at tað hevur verið nakað av
trýsti á honum, at koma í
gongd við málskjótingini.
– Ja, tað hevur verið
nakað av trýsti á mær, at
skjóta mál. Tað var eisini tí
B68 fekk meg hendan vegin,
og áleyparar verða dømdir
upp á málini teir skjóta, sigur
Carlos Quintana Herrero,
sum bara tosar spanskt.
Spanksi
liðfelagin
Pedro
Tarancon Anton klárar seg á
enskum, men tað hevur ikki
steðga teimum í at arbeiða
hart.
– Eg havi arbeitt hart síð
ani eg kom til B68 og málið
er framvegis at hjálpa felag
num sum best, greiðir Carlos
Quintana Herrero frá.
Undan dystinum móti
Víkingi,
hevði
Carlos
Quintana Herrero spælt átta
dystir í Effo-deildini og ein
í steyakappingini uttan at
skora.
Fylgja við í
heimlandinum
Hóast gongdin hjá bæði
Carlos Quintana Herrero og
B68 hevur í besta føri verið
misjøvn, so er stóru áhugi
fyri teimum báðum spaniól
inum á Toftum í heimland
inum.
– Eftir at vit vóru við í
vældámdu
sjónvarpssend
ingini »El Chiringuito«, so
hava bæði fótbóltsáhugaði
og tíðindafólk sent seg í sam
band við okkum og vilja vita
meir, sigur 29 ára gamli fram
herjin úr Madrid økinum.
– Tey fylgja við í føroysku
kappingini og vilja vita alt
um
felagið,
liðfelagirnir,
Toftir, Føroyar og hvussu
vit liva her. Tað fortelja vit
teimum gjarna, sigur Carlos
Quintana Herrero, sum sjálv
ur er Real Madrid viðhalds
maður í heimlandinum.
Týdningarmikið stig
Carlos Quintana Herrero er
skjótur at leggja dent á, at
hann alt hann ger á vøllinum
er fyri liðið.
– Tað týdningarmesta við
málinum var, at eg hjálpti
B68 at fáa eitt týdningarmik
ið stig, sigur framherjin, sum
javnaði til 1-1 í dystinum.
– Tað kom eitt innlegg úr
høgru, og eg plaseraði bóltin
í somu síðu, sum innleggið
kom frá, so málverjin ikki
rakk eftir bóltinum, greiðir
Carlos Quintana Herrero frá.
– Eg bleiv ótrúliga glaður,
tá bólturin endiliga fór í mál
ið, sigur sigur spaniólin at
enda.
Ikki fyrstu ferð
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
ein spanióli skorar á Svanga
skarið. Í 1996 var spanska
landsliðið í Føroyum og
spældi. Spania vann 6-2,
eftir at Todi Jónsson javnaði
stutt inn í seinna hálvleik.
Uni Arge minkaði um munin
móti endanum av dystinum.
Málin hjá Spania skutu
Pérez Muñoz Alfonso, sum
skoraði hattrik, Luis Enrique,
ið er venjari hjá FC Barce
lona í dag, og táverandi lið
skiparin hjá Real Madrid
Fernando Ruiz Hierro. Sætti
málið var sjálvmál, sum Óli
Johannesen er noteraður
fyri.
Hóast tað eru aðrir spæl
arar, sum hava skorað mál
í føroyskum fótbólti, so er
tað nokk ikki nakað mál á
føroyskari jørð, sum hevur
havt størri tíðindavriðið í
Spania, síðani Todi Jónsson
sendi ein skelk gjøgnum alt
fótbóltsspania við útjavn
andi málinum ein minniligan
septemburdag í 1996.
Mynd: Sigmar Mørkøre
Orsøkin var, at málvejrin
hjá B36, Tórður Thomsen,
skuldi havt hildi bóltinum
uttanfyri, tá hann gyppaði.
Sum
myndin
vísur,
so er tað ilt at síggja, at
Tórður Thomsen heldur
bóltinum uttanfyri brots
teigarmarkið. B68 skorar
upp á eftirfylgjandi frí
sparkið, og tí er Tórður
Thomsen eisini argur um
dømingina.
– Fyrst av øllum, so vil
eg siga at bæði dómarin og
hjálpardómarin í hesum
førinum eru eftir mínum
tykki millum teir bestu í
landinum, men haldi tú
kanst siga við vissu út
frá myndunum, at eg ikki
haldi bóltinum uttanfyri
brotsteigin, sigur Tórður
Thomsen, sum heldur at tað
verður rópt dekan ov nógv
í samband við hendingina.
– Har stendur onkur,
sum rópar hart aftanfyri
linjuverjan og roynir at
ávirka støðuna. Hann er
uppvaksin í B36, men er
í dag knýttur at Effo-lið
num hjá HB. Meiri nýtist
mær ikki at siga, sigur
Tórður Thomsen.
Málverjin hjá B36 undr
ast eisini á, at dømingin
kemur í yvirtíðini í einum
dysti, sum langtsíðani er
avgjørdur.
– Onkuntíð hevur ein
linjuverji sagt, at eg eri á
markinum og skal til at
ansa eftir. Hesa ferð fekk
eg onga ávaring ella nakað,
tá tað brádliga verður
bríkslað, men hinvegin so
eru vit øll menniskjur og
gera feilir, sigur Tórður
Thomsen.
Hann heldur, at tað í
besta føri er mátin hann
gyppar upp á, sum ger
at hjálpardómarin kann
halda, at málverjin heldur
bóltinum uttanfyri brots
steigarmarkið.
B36 vann dystin 3-1.
trondur@sosialurin.fo
Tað vakti ans, tá dómarin í dystinum millum B36
og B68 brádliga bríkslaði fyri frísparki til B68 á
brotssteigarmarkinum stutt fyri dystarenda
TÓRÐUR ARGUR UM DÓMARAAVGERÐ