Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingablað frá Miðlahúsinum 14 Tróndur Arge Sofía Purkhús skal í komandi viku saman føroyska flogbólts­lands­lið­ num spæla EM/HM undan­kapping í Føroyum. 23 ára gamli Sofía Purkhús, sum hevur sín flogbólts­ upp­runa í Mjølni í Klaksvík, bleiv fyrr í ár kosin til ársins spælara í donskum flog­bólti. Góðu úrslitini í venjingar­lands­ dyst­unum móti Danmark herfyri hava eisini lagt eitt lítið trýst á føroyska liðið, at klára seg væl í EM/HM undan­kappingini. Tað heldur Sofía Purkhús er ein frálíkur møguleiki, at fáa føroyskar áskoðarar at møta upp í høllini á Hálsi og stuðla føroyska liðnum. Brúka trýstið til sín egna fyrimun Tað kom óvart á Sofíu Purkhús, at hon bleiv vald til ársins spælara í donskum flogbólti. Fyrst bleiv hon vald til ársins kantur, men eftir­fylgj­ andi bleiv hon eisini vald til ársins spælara. – Tá eg skuldi upp til handanina av ársins kanti, skuldi eg verða stand­andi uppi saman við restini av spæl­arunum. Tá tey so søgdu, at eg eis­ini var blivin ársins spælari, tordi eg ikki at trúgva, at eg hevði hoyrt rætt, greiðir Sofía Purkhús frá. Hon hevur síðani fingið nógva um­talu í fjølmiðlunum og millum fólk. Tað hevur merkt Sofíu Purkhús eitt sindur. – Tað hevur verið nógv umtala. Tað eri eg sjálvandi glað fyri, men tað hevur eisini lagt eitt trýst á meg. Ikki bara frá hinum, men eisini frá mær sjálvari. Nú seti eg mær hægri krøv, sigur Sofía Purkhús, sum í løtuni er í Føroyum í samband við fyri­reik­ingarnar til undankappingina, sum verður í høllini á Hálsi 23. til 25. mai. Eisini í Føroyum hevur tað vakt stóran ans, at Sofía Purkhús er kosin til ársins spælara í donskum flog­ bólti. – Eg havi ilt við at trúgva tí til tíðir. Eg havi heldur ikki spælt eins væl, eftir at eg fekk heiðurin sum áðrenn. Haldi eg skal venja meg við tað, men tað er nokk ikki komið av ongum, so okkurt dugi eg. Tað siga hinar eisini við meg, sigur Sofía Purkhús brosandi á málinum. Spældu upp við Danmark Fyri kortum var landsliðið í Danmark á veningarlegu, har tveir landsdystir vóru á skránni móti Danmark. Í báðum førum spældi føroyska lands­liðið heilt upp við Danmark, men tapti tvær ferðir 3-2. Tí verður vænt­að, at føroyska liðið kann vinna seg víðari til EM, og møguliga HM. Tað kanst tykjast sum ein tung byrða at bera, men ársins spælari heldur eisini, at tað er eitt gylt høvi at koma í høllina á Hálsi at stuðla føroyska lið­num. – Tað hevði verið ordiliga stuttligt at sæð ein fulla høll av áskoðarum. Tað hevði heilt víst hjálpt okkum, sigur Sofía Purkhús, ið heldur at dystir­nir móti Danmark hava prógv­ að, at føroyska liðið er væl fyri. – Vit hava vant nógv saman, sjálvt um fleiri búgva í Danmark. Tað hevur bara gjørt, at tá vit hava verið saman, so hava allar lagt alt í venjingina, greiðir føroyski landsliðsspælarin frá. Føroyska landsliðið hevur havt fleiri venjingar, har spælararnir hava veri samlaðir í bæði Danmark og Føroyum. – Vit hava vant hart í tveir mánaðir, meðan vit nú venja meiri tekniskt og taktiskt, sigur Sofía Púrkhús. Hon er ársins flogbóltsspælari í donskum flogbólti, har hon hevur smasjað Amager VK til eitt bronsuheiðursmerki. Nú er málið hjá Sofíu Purkhús og føroysku landsliðsspælarunum, at vinna seg víðari úr EM/HM undankappingini Álopið skal smasja Føroyar víðari