mikudagur 18. mai 2016síða 47
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
15
Hava ein kjans móti øllum
Føroyar eru í bólki við Kýpros, Írlandi
og Liktenstein. Føroyar hava fyrr
spælt móti bæði Liktenstein og
Kýpros.
– Eg haldi vit hava ein møguleika
at vinnan okkara dystir. Vit hava
fyrr vunnið á Liktenstein og tapt
tepurt móti Kýpros 3-2, greiðir Sofía
Purkhús frá.
Ókendi faktorurin í undankapp
ingarbólkinum er Írland.
– Vit kenna ikki Írlandi, men tað
vit hava fingið at vita er, at tær
ikki eru eins sterkar sum Kýpros, ið
verður mett sum sterkasta liðið í
bólkinum, sigur Sofía Púrkhús.
Hóast hon bara er 23 ára gomul,
so er Sofía Purkhús millum roynd
astu spælararnar á føroyska lands
liðnum. Tí veit hon eisini, at einki
verður vunnið uttan at føroyska liðið
spælir væl.
– Men alt hetta krevur, at vit eru
góðar og spæla væl, sigur Sofía
Purkhús
Álopið skal smasja
Føroyar víðari
Styrkin á føroyska liðnum liggur
helst í álopsspælinum, har Føroyar
hava fleiri spælarar, ið hava verið
millum tær bestu álopsspælararnir
í donskum flogbólti. Umframt Sofíu
Purkhús, so hava millum annað
Birgit Guttesen og Anja Sonnadóttir
Danielsen verið við í toppflogbólti í
Danmark.
– Vit hava eitt »power« álop,
har vit eru sterkar á øllum plássum.
Allar sláa hart og væl. Eisini hava
vit sterkan blokk, men best av øllum
er at vit aldrin geva upp. Tað er
føroyskir spælarar kendir fyri, sigur
Sofía Purkhús, sum vísir á týdningin
av at fiska bóltar upp, ið mótstøðu
liðið heldur seg hava vunnið.
– Vit klára at samla bóltar upp,
sum vit ikki eiga at klára. Tað kann
blívur munurin í longdini, sigur Sofía
Purkhús.
Avbjóðingin hjá liðnum liggur
í at samantvinna spælistílin hjá
spælarum, sum spæla í Føroyum og
í Danmark.
– Tað er munur á spælistílinum, tí
í Danmark er meiri ferð á spælinum.
Eisini verða nøkur ting gjørd øðrvísi,
men vit hava tosað um tað og funnið
ein máta, sum vit gera tingini upp
á á landsliðnum, sigur fyrrverandi
Mjølnir spælarin.
Hon leggur afturat, at tað verður
týdningarmikið hjá liðnum at fáa
móttøkurnar upp á pláss og tosa væl
saman.
Bachelor uppgávu
og flogbólt í senn
Felags fyri fleiri av spælarunum
á føroyska landsliðnum er, at tær
umframt at fyrireika seg til EM/
HM undankappingina, eisini ganga
til royndir og hava aðrar uppgávur í
samband við lestur og útbúgving.
– Eg skal millum annað sjálv lata
bachelor-uppgávu inn sama dagin,
ið kappingin byrjar. Tað havi eg vitað
leingi, so eg havi fyrireikað meg til
tað, sigur Sofía Purkhús.
Í løtuni eru allir spælararnir heima
í Føroyum uttan Birgit Guttesen og
Urd Tormóðsdóttir Traðará, sum eru í
Danmark orsaka av lestri.
– Tað hevur ligið væl fyri, at
fáa samlað allar spælararnir til
venjingarlegur og dystir. Vit hava
vitað skránna í longri tíð, so allar
hava fyrireikað seg, sigur Sofía
Purkhús.
Ynskja fulla høll
Dreymurin hjá føroysku spælarunum
er, at høllin á Hálsi verður fullsett
til dystirnar, ið verða mána, týs og
mikudagin í komandi viku.
– Tað verður spennandi og stutt
ligt endiliga at sleppa at spæla í
Føroyum. Tað er ongin orsøk at halda
seg aftur, tí tað kostar tað sama at
koma til ein dyst sum allar tríggjar.
So vónandi verður høllin full til allar
dystirnar, sigur Sofía Purkhús.
Hóast tað hvílur nógv á smasjuni
hjá ársins spælara í donskum flog
bólti, so ræðist hon ikki uppgávuna,
men gleðir seg at spæla frammanfyri
føroyskum áskoðarunum.
– Tað sær út til, at allir dystirnir
kunnu blíva javnir og spennandi,
leggur Sofía Purkhús afturat.
trondur@sosialurin.fo
Sjálv hevur Sofía Purkhús stórt
krúllut hár. Tað kann verða ein
avbjóðing sum ítróttarfólk,
men tað hevur eisini sínar
fyrimunir.
– Onkuntið kann tað vera
ringt, at halda tí fast í einum
toppi ella flættu, men fyri tað
mesta stendur alt beint upp
eftir. Tað er faktiskt tað mest
praktiska, tí so kemur tað ikki
í eygað ella órógvar, greiðir
Sofía Purkhús skemtandi frá.
Fleiri fyrimyndir
Sofía Purkhús hevur fleiri
fyrimyndir í flogbólti, ið hava
eggjað hanan at spæla.
– Systkini hjá mær,
Elisabeth og Rasmus, havi
eg altíð sæð nógv upp til og
kappast við. Tey byrjaðu at
venja flogbólt áðrenn eg. Eisini
royndu spælararnir hjá Mjølni
hava verið tolnar og lagt mær
lag á, tá eg var yngri, sigur
Sofía Purkhús.
Krúllurnar
ikki í vegin