Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-18, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. mai 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingablað frá Miðlahúsinum 16 Langur vegur til EM og HM Annar av hesum bólkunum hjá kvinn­ unum verður skipaður í Føroyum 23. – 25. mai. Tá koma Kýpros, Liktinstein og Írland at leika ímóti føroyska A-landsliðnum. Sjálvir dystirnir í hesi kappingini eru júst so, sum vit kenna teir úr landskappingini. Trý stig fyri at vinna 3-0 ella 3-1 og 2 stig fyri at vinna 3-2. Taptur dystur 2-3 gevur 1 stig, og taptur dystur 0-3 ella 1-3 gevur einki stig. Leikt verður upp í 25 í 4 teimum fyrstu sett­unum og 5. sett er upp í 15. Tá ið annað liðið kemur upp í 8 og 16 stig í hvørjum at teimum 4 fyrstu settunum er tekniskt time-out. Hesi teknisku time-out eru altíð í altjóða kapping­ um, men vit brúka tey ikki í lands­ kapp­ingini. At spæla seg víðari Tey bæði fremstu liðini í báðum hesum fyrstu bólkunum fyri smá­ tjóðir leika seg víðari til EM-finalur­ nar fyri smátjóðir, sum verða fyri­ skipaðar í næsta ár um hesa tíðina. Tá verður so aftur kapping skipað, og tey 4 liðini, sum eru komin víðari, bresta saman. Um vertstjóðin ikki hevur leikt seg víðari, er hon tó við í kapp­ingini, sum so er fyri 5 lið. Øll leika aftur her ímóti hvør øðrum, og nú eru tað so bestu tvey liðini, ið kunnu fara víðari í kapp­ing­ ini. Tá flyta tey upp í hægra bólkin í Evropa og eru við í bólkaspælinum til sjálvt EM, sum verður fyriskipað annaðhvørt ár. Aftur her verður leikt í bólkum, og trý tey bestu liðini spæla seg víðari og dystast so eftir cup- skipanini til bara eitt lið stendur eftir sum Evropameistari. Hetta hevur við sær, at Føroyar í fyrsta lagi kunnu kalla seg Evropameistara í kappingini í 2019, tí fyrst skulu vit vinna okkum sæti í hægru innleiðandi bólkunum, sum verða fyriskipaðir í 2018. Sama ger seg galdandi fyri HM. Munurin í flogbólti er stórur Flogbóltur er skipaður soleiðis, at tað ber ógvuliga illa til at stýra spæl­inum meira enn eitt vist. Tað ber sjálv­andi til at spæla taktiskt og til dømis spæla verjukent, skjótt, áleyp­ andi og so framvegis. Men trupul­ leikin er bara, at tá ið tú bara hevur loyvi at nerta bóltin tríggjar ferðir og so mást spæla yvirum til mót­støðu­ liðið, tá verður avmarkað, hvussu væl tú yvirhøvur kanst stýra spælinum. Og er mótstøðuliðið tá t.d. Holland ella Russland, sum hava eina miðal­ hædd einar 10-15 cm. hægri enn okkara leikarar umframt at vera framman­fyri í styrki og teknikki, so gerst ikki so nógv. Tað er nærum ómøguligt at vinna á hesum liðunum, og av tí sama verður munurin rættiliga stórur ímillum liðini. Tað er tó ikki so at skilja, at hæddin er tað ein­asta avgerandi, tí tað eru dømi um lið, sum hava havt avmarkaða miðal­ hædd, men tó hava vunnið bæði HM og EM. Tað skerst tó ikki burtur, at hevur tú sum leikari hæddina, styrk­ ina og teknikkin umframt skil fyri spælinum, so ert tú komin langt sum flogbóltsspælari. Og størru londini í Evropa hava eitt ótal av spælarum, sum uppfylla alt hetta, tí flogbóltur er ómetaliga stór ítróttagrein. Á leið 800 milliónir fólk spæla flogbólt hvørja viku í øllum heiminum, so vit í Føroyum eru ómetaliga smá í so máta, men tað heldur okkum tó ikki aftur at vera við og skipa fyri. Og onkustaðni skal byrjast! Tað tekur sína tíð hjá Føroyum at gerast Evropameistari ella Heimsmeistari í flogbólti. Tað kemst av, at smátjóðirnar í Evropa eru skipaðar fyri seg, og hesar tjóðir leika undankappingar í bólkum Nú er ásett hvussu føroyska HM/EM landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal spæla sinar dystir í kappingini, sum verður í Tórshavn 23. - 25. mai í Høllini á Hálsi. Føroyar leikar sín fyrsta dyst ímóti Írlandi kl. 20,00 mánadagin 23. mai, og næsti dystur verður ímóti Liktinsten týsdagin 24. mai eisini kl. 20,00. Mett verður, at hesir báðir fyrstu dystirnir eru teir, sum føroyska liðið skal vinna, um møguleiki skal vera at koma víðari til annað umfar í EM-kappingini, tí tvey tey fremstu liðini í bólkinum vinna sær rættindi til hetta. Um komast skal víðari í HM kapp­ ingini so er eisini neyðugt, at liðið vinnur dystin mikukvøldið 25. mai ímóti Kýpros, tí í HM-kappingini er tað bert vinnandi liðið, sum kemur víðari. Kýpros hevur annars vunnið kappingina fyri smátjóðir tey nógvu seinastu árini. Føroyska kvinnulandsliðið spældi ímóti Kýpros í mai í 2015, og tá gjørdist úrslitið 3-2 til Kýpros. Til ber at ogna sær atgongumerki fyri kr. 150,00, sum er galdandi fyri allar dagarnar, og harumframt verður eisini møguligt at keypa dagatgongumerki fyri kr. 100,00. Hinir dystirnir í kappingini verða: 23. mai kl. 17,00: Liktinstein - Kýpros 24. mai kl. 17,00: Kýpros - Írland 25. mai kl. 16,00: Írland - Liktinstein Dystirnir eru ásettir