Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 164 - 31. august 2004 Nr. 164 - 31. august 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Fleiri hundraðtúsund fólk gingu mótmælis- gongu í New York sunnudagin. Tey mót- mæltu Irak-krígnum og kravdu Bush, for- seta frá. MÓTMÆLI Árni Joensen: fartekst@mail.dk Nógvir fyrrverandi her- menn vóru í mótmælis- gonguni, sum fór fram við Madison Square Garden. Á odda gingu filmsmaðurin Michael Moore, borg- ararættindastríðsmaðurin Jesse Jackson og Leslie Cagan, sum er samskipari hjá friðarfelagsskapinum United for Peace and Justice. Tað var ikki av tilvild, at mótmælisgongan fór fram við Madison Square Garden, tí har heldur republikanski flokkurin hjá George W. Bush, forseta landsfund í hesum døgum. Kravið hjá mótmælis- fólkunum var, at USA skal taka sínar hermenn úr Irak alt fyri eitt. -Vit umboða meirilutan av amerikanska fólkinum, og vit eru ímóti krígnum í Irak. Við eiga at biðja irakska fólkið um eina umbering fyri, at vit hava oyðilagt land teirra, segði Michael Moore. Fyrireikararnir høvdu roknað við, at eini 250.000 amerikanarar fóru at taka lut í mótmælistiltakinum, men ein talsmaður hjá løg- regluni í New York sigur við Reuters, at talið mundi toga upp ímóti teimum 500.000. Nógv fólk bóru skelti við ymiskum teksti. Ein spurdi, hví Bush ikki sendi sínar egnu døtur til Irak, og gamlir Vietnam-hermenn í koyristóli høvdu eitt skelti, har teir spurdu, hvussu Bush ætlar sær at siga einum ungum hermanni, at hann verður tann seinasti, sum fer at doyggja í einum órættvísum kríggi. Burtur við Bush Hildið verður, at umleið ein hálv millión fólk vóru í mótmælisgonguni í New York. Nógv bóru skelti, sum funnust at forsetanum og krígnum í Irak. Amerikanarin Leroy Franklin, sum er lagdur undir at hava njósnast fyri Ísrael, visti neyvan nakað, sum ísraelska stjórn- in ikki visti framman- undan. NJÓSNING Árni Joensen: fartekst@mail.dk Leroy Franklin, sum nú fjalir seg, skal sambært samveldisløgregluni FBI hava latið jødiska felags- skapinum AIPAC loyniligar upplýsingar, sum hann hevði fingið úr verjumála- ráðnum Pentagon, har hann arbeiddi. Felagsskapurin skal so hava latið ísraelsku fregnartænastuni upplýs- ingarnar. Sjálvur hevur Leroy Franklin ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tíðindini, men bæði ísraelska stjórnin og ísraelska fregnartæn- astan hava avsannað tey. Fólk, sum hava arbeitt sam- an við Franklin, hava eisini sagt, at tey halda tað vera heilt óhugsandi, at hann skal hava verið ísraelskur njósnari. Ísraelsmenn vilja vera við, at tíðindini hava bara til endamáls at skaða virksemið hjá tí jødiska felagsskapinum. Fleiri amerikanskir ser- frøðingar vísa á, at tað er ikki neyðugt hjá Ísrael at njósnast í USA. Vil ísra- elska stjórnin hava nakað at vita, kann forsætisráðharrin bara taka telefonina og ringja til Hvítu Húsini, siga teir. FBI sigur, at tey hava kannað virksemið hjá Leroy Franklin í fleiri mán- aðir, og at samveldisløg- reglan hevur prógv fyri, at hann hevur verið njósnari. Er tað rætt, kann málið fáa sera álvarssamar avleið- ingar, tí tað er greitt, at í starvi sínum hevði Leroy Franklin ávirkan á, hvønn politikk USA skuldi reka ímóti eitt nú Iran, og hann hevur tí havt atgongd til upplýsingar, sum ísraelska stjórnin fegin vildi hava fatur á, skrivar tíðinda- stovan AP. Men ísraelska stjórnin sigur, at landið hevur ikki havt nakran njósnara í USA síðani 1985, tá amerikanski fregnartænastumaðurin Jonathan Pollard bleiv tikin og dømdur lívlanga fongs- ulsrevsing fyri at hava verið ísraelskur njósnari. Ísrael nýtist ikki at njósnast í USA Mærsk stórt avlop Tað gongur sera væl hjá risastóru donsku fyritøkuni A.P. Møller Mærsk, sum fyrra hálvár hevði sítt besta úrslit nakrantíð. Í gjár almannakunngjørdi fyritøkan rakstrarúrslitið fyri seks teir fyrstu mánaðarnar í ár, og úrslitið var tað besta nakrantíð, 14,2 milliardir krónur fyri skatt. Um- setningurin hjá fyritøkuni í fyrra hálvári var næstan 80 milliardir krónur, og tað er góðar tríggjar milliardir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Leiðslan í A.P. Møller Mærsk sigur, at tað eru fleiri orsøkir til tað góða úrslitið í fyrra hálvári. Í fyrsta lagi er eftirspurningurin á tangaskipamarknaðinum veks- andi, tað sama er galdandi fyri bingjuflutningin, og harafturat kemur tann góði oljuprísurin fyritøkuni væl við. Á børsinum í Keypmannahavn høvdu eygleiðarar væntað eitt gott úrslit, og tí hækkaðu partabrøvini í fyritøkuni 2,4 prosent í virði, áðrenn roknskapurin bleiv kunngjørdur. A.P. Møller Mærsk er virkið um allan heim og hevur umleið 60.000 fólk í arbeiði. Hann vil ikki samráðast Nývaldi forsetin í Kekenia, Alu Alkhanov, hevur longu gjørt greitt, at hann ætlar sær ikki at samráðast við teir kekensku uppreistrarmenninar. Hann hevur sostatt valt at halda somu kós sum russiski forsetin, Vladimir Putin. - Uppreistrarmenninir kunnu drepa so mong, sum teimum lystir, og teir kunnu skipa fyri so mongum yvirgangsatsóknum, sum teir hava hug til. Men valið hevur víst, at fólkið vil ikki góðtaka teir og framferð teirra, segði talsmaðurin hjá nývalda forsetanum, beint eftir at valnevndin hevði boðað frá, at Alu Alkhanov hevði fingið meiri enn helmingin av atkvøðunum, og at hann sostatt hevði vunnið valið. Vesturlendskir eygleiðarar, sum fylgdu við valinum í Kekenia, ivast í, hvussu rættvíst alt var. Eygleiðarin hjá Evroparáðnum, Andreas Gross, segði í gjár, at valið var á ongan hátt demokratiskt, tí fleiri grundleggjandi regl- ur fyri einum demokratiskum vali blivu ikki hildnar, segði hann. Meiri vindorku Áhugin fyri at útbyggja vindorkuna í Noregi er veks- andi, og nú eru tey stóru feløgini eisini farin at vísa áhuga fyri vindinum. Fleiri fyritøkur hava fingið loyvi til at fara undir vindorkuverkætlanir, og aðrar hava søkt myndugleik- arnar um loyvi. Verða allar ætlaninar fullførdar, fer norska orkuframleiðslan at veksa trý prosent, og tað er nóg mikið til at útvega helinginum av Oslo ta neyðugu elorkuna, skrivar Dagsavisen. Higartil eru tað yvirhøvur smáar fyritøkur, sum hava víst vindorkuni áhuga, men nú eru eisini stórar fyri- tøkur sum eitt nú Norsk Hydro farnar at hugsa um vindin sum orkukeldu. Felagið hevur júst gjørt sáttmála við eitt orkufelag í Trøndelag, har ætlanin er at útvega 150.000 húsarhaldum elmegi frá vindorku. Herfyri kom eisini fram, at Norsk Hydro er uppi í vindorku- ætlanum í Bretlandi. Gjalda heldur meiri skatt Tá tann borgarliga stjórnin í Danmark kom til valdið, skipaði hon so fyri, at skatturin skuldi ikki hækka hetta valskeiðið, men at hann heldur skuldi lækka. Hetta lyftið hevur stjórnin hildið. Men nú vísir tað seg, at flestu danir vilja heldur gjalda meiri skatt, um teir kunnu fáa betri almennar tænastur afturfyri. Tað siga í hvussu er tveir triðingar av teimum, sum stovnurin AIM hevur spurt. Bara ein triðingur heldur, at skatturin er í lagi nú, og at hann eigur ikki at hækka. Valgranskarin Jørgen Goul Andersen, sum er professari á lærda háskúlanum í Aalborg, sigur við Ugebrevet Mandag Morgen, at úrslitið vísir, at fólk hava einki ímóti, at skatturin hækkar eitt vet, um t. d. kommunan hevur brúk fyri fleiri pengum fyri at fáa javnvág í raksturin. – Vit plaga at taka royndir at fiski, sum veiddur er á Føroya- banka, men eg havi ikki hoyrt okkara fólk tosað um, at toskurin á bankanum er skræddur í munn- klovanum, sigur Hjalti í Jákupsstovu FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri høvdu vit samrøðu við Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, sum hevur útróðrarbát og hevur verið nakrar túrar á Føroyabanka við snellu, bæði í summar og í fjør summar. Mortan visti at siga, at meira enn helmingurin av toskinum á Føroyabanka er skræddur av húki í munn- klovanum – øðrumegin og stundum báðumegin. Hann helt, at orsøkin til hetta er, at fiskurin verður so nógv royndur við húki, serliga línuhúki. – Línubátarnir draga skjótt, og teir draga næstan í øllum veðri. Tann stóri toskurin er tungur, og tá ið nógv stendur á, slitnar húk- urin úr honum, segði Mor- tan Johannesen. Einki hoyrt Hjalti í Jákupsstovu sigur, at hann hevur lisið samrøð- una við Mortan, men dugir ikki at siga, hvussu vorðið er við hesum. – Vit plaga at taka roynd- ir av fiski, sum veiddur er á Føroyabanka, men eg havi ikki hoyrt okkara fólk tosað um hetta fyribrigdi við tosk-inum, sigur hann. Hjalti afturvísir tó ikki tí, sum Mortan sigur, men hel- dur, at hann kanska hevur tikið ov rívan til. – Tó man vera nakað um tað, tí annars hevði Mortan ikki sagt soleiðis. Hjalti heldur, at er stórur partur av toskinum á Føroyabanka skræddur, verður fiskurin drigin ov harðliga upp ígjøgnum sjógvin. Eingin meining – Tað kann væl ikki vera nøkur meining í at seta línu ella royna við snellu og draga fiskarnar, sum eru á, so harðliga, at tað skrædnar úr teimum. Tað gevur ikki nógv á dekkið, um so er, sigur hann. Hann heldur, at tað mátti verið betur at fingið tann fiskin til høldar, sum er á húkinum heldur enn at hála húkin úr honum, meðan hann enn er uttanborðs. – Men eg veit einki hetta, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum leggur aftrat, at Fiski- rannsóknarstovan hevur ikki kannað hesi viður- skifti. – Vit hava frætt úr Íslandi, at nótaskip, sum royna við troli eftir svartkjafti, hava verið noydd at skift leiðir, tí so nógvur toskur hevur verið í hjáveiðini. Í føroysk- um sjógvi hava vit skilt, at uppíblanding hevur verið av upsa og partvís toski, sigur Hjalti í Jákupsstovu FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Íslendsk fiskivinnubløð hava skrivað um, at væl av toski og upsa hevur verið uppi í veiðini hjá nótabát- unum, sum royna eftir svartkjafti í íslendskum sjógvi. Somuleiðis er frætt um, at upsi og partvís tosk- ur hava verið uppi í veiðini hjá nótabátum, sum royna í føroyskum sjógvi. Fiskiveiðieftirlitið hevur kannað veiðina hjá før- oysku nótaskipunum, men tíverri fingu vit ikki fatur á Elmari Højgaard, áðrenn blaðið fór til prentingar. Stór maskinorka Hjalti í Jákupsstovu sigur, at vanliga hevur svart- kjaftaveiðan verið rættiliga »rein« undir Føroyum, men nú er líkt til, at nakað av upsa og toski er uppi í veiðini hjá svartkjaftaskip- unum sum royna við troli. – Hetta er ivaleyst eitt lutfalsliga nýtt fyribrigdi, tí Fiskiveiðieftirlitið hevur gjøgnum árini kannað veið- ina hjá eitt nú russisku svartkjaftaskipunum, sum hava roynt undir Føroyum. Vit hava skilt, at veiðan hjá teimum hevur verið uttan uppíblanding av toski og upsa av týdningi. Hjalti heldur, at ein or- søkin til uppíblandingina, sum eftir øllum at døma er við at gerast ein trupulleiki, er, at skipini eru stór og hava nógv størri tóvmegi í dag enn áður. Toskurin rýmur Sosialurin hevur tosað við tveir reiðarar, sum hava nevnt møguleikan, at tann stóri fiskurin, sum hevur havt minni at etið undir Føroyum seinastu árini, í størri mun er farin at ganga uppi í svartkjaftinum. – Tað liggur til náttúruna hjá tí smáa fiskinum at halda seg nærri landi og á grynnri vatni. Kanska hev- ur tann stóri fiskurin skjót- ari við at ferðast og flyta seg, har føðin er, halda reiðararnir. Men hesum ivast Hjalti í Jákupsstovu í. – Vit hava onga teori sum sigur, at hetta er so, sigur hann. Fiskirannsóknarstovan heldur, at orsøkin til tann nógva smáa fiskin og ser- liga til tann nógva smáa upsan, er, at fiskurin slepp- ur ikki at veksa seg stóran, áðrenn hann verður tikin. Royndin er ov stór, bæði eftir upsa og toski. Hjalti Jákupsstovu sigur, at Fiskirannsóknarstovan hevur ikki ráð at hava eyg- leiðarar umborð á nótaskip- unum, sum annars kundi verið ein møguleiki, nú tað frættist, at munandi uppí- blanding er av toski og upsa í íslendskum sjógvi og partvís eisini í føroyskum sjógvi. Toskur í hjáveiðini hjá nótabátunum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eiði: Allan august mán- aða hava tey arbeitt upsa á Norðís Seafood á Eiði. Virkið plagar annars at fáast mest við hýsu, men soleiðis hevur ikki verið seinastu tíðina. Petur Mohr sigur, at nógv línuskip hava ligið nú uppundir endan av fiskiárinum, og tí hevur heldur ikki so nógv hýsa verið á marknaðinum. Tá ið vit frættu av Eiði mánadagin, var turt gólv á virkinum, men roynt varð at fáa fatur á fiski. Norðís Seafood keypir meginpartin av rávøruni um uppboðssøluna. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Toftir: Mánadagin land- aði P/F Snodd á Toftum fimm skip og bátar. Línubáturin, Eystur- oyingur, hevði umleið 42.000 pund av hýsu og toski og Thor, sum royn- ir við gørnum, hevði út við 20.000 pund av svartkalva umframt nak- að av toski. Vesturleitið og Ingi- bjørg, sum eisini royna við línu, høvdu umleið 20.000-25.000 pund hvør. Slagið hjá teimum var eisini hýsa og nakað av toski. Jóhannes Olsen vænt- ar, at onkur landing verður aftrat hesa vik- una. Hann sigur, at nú gongd byrjar at koma á aftur hjá línubátunum, væntar hann, at uppaftur fleiri landingar verða í tíðini, sum kemur. Hjalti veit einki um skræddan tosk Fiskirannsóknarstovan hevur ikki kannað eftir, um toskur av Føroyabanka er skræddur í munnklovanum Mynd: Vilmund Jacobsen Fýra bátar landaðu hjá Snodd Arbeiða upsa á Eiði – Vit hava onga teori sum sigur, at tann stóri upsin og toskurin nú ganga uppí svartkjaftinum, tí minni hevur verið av føði undir Føroyum, sigur Hjalti í Jákupsstovu Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 3 2