Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 164 - 31. august 2004 Nr. 164 - 31. august 2004 5 So stutt kann før- oyska konsertin Atlantic Music Event í Vega leygarkvøldið lýsast. Føroyskir tónleikarar komu til Keypmannahavnar og smæddust ikki burt- ur. Ein góð konsert við Gestum, Makrel og Eivør og Bill. Og við fullsettum sali. At danskir miðlar áðr- enn konsertina skriv- aðu rósandi um Eivør vakti bert størri áhuga fyri konsertini TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Atlantic Music Event er samstarv millum Vega í Keypmannahavn og Norð- urlandahúsið í Føroyum. Aðrir stuðlar eru eisini, t.d. Atlantic Airways, sum til- takið hevur navn eftir. Leygarkvøldið var fyrsta tiltakið av hesum slag og Eivør Pálsdóttir og Bill Bourne fóru á pall og somuleiðis Makrel og Gestir. Nakað av umtalu og lýs- ing hevði verið undan kon- sertini, men ikki var hon stórt uppsligin í Keyp- mannahavn. Meira vanligt lýsingarátak við plakatum og líknandi. Eitt av donsku bløðunum hálovaði tó Eivør í umtalu í døgunum undan konsertini. Har var.ma. sagt, at hon hevur dygdir at gerast eitt heimsnavn. Hetta hevur óivað økt um áhugan fyri konsertini leygar- kvøldið. Flott Í lítla salinum í Vega – sum tó helst tekur eini 500 – 600 fólk – savnaðust fólk og har var fullsett. Stórur partur av teimum samankomnu vóru føroyingar, men ikki øll. Danir taldust eisini í fjøld- ini. Makrel løgdu fyri og teirra rockur fylti salin. Teir komu væl frá síni fram- førslu. Teir spældu so sum vit kenna teir og so spældu teir fleiri løg av nýggju fløguni Wonderland. Bólk- urin er fløgutøkur og slíkur lýsingarmøguleiki, sum at spæla í Keypmannahavn, eigur ikki at gera sølutølini verri. Ein bólkur, sum við góðum tónleikarum og við originaliteti í sangi og nógvum effektum í guitar- ljóðinum, skapar flottan tónleik. Gestir komu eisini væl frá framførsluni. Ein kann eisini her siga, at teir spældu sum vit kenna teir. Góður tónleikur við einum seinum pulsi. At teir av og á styrktust við góðum ásláttri gjørdi bert tónleikin betri. Eftir ein steðg komu so Eivør og Bill á pall. Og tað stóð beinanvegin greitt, at fjøldin hevði bíðað og at fjøldin bleiv bergtikin. Fleiri stóðu púra burtur og lurtaðu eftir teimum báðum og teirra tónleiki, sum er eitt bland. ið kann lýsast sum countrykendur vísu- tónleikur. Tá lagið „Mær leingist”at enda kom – eisini við ensk- um teksti – fekk fagnaðurin ongan enda. Eivør og Bill høvdu brotið allar møgu- ligar forðingar og kanska eisini bygt brýr. Ein dansk- ur miðlamaður, ið ikki kendi nakað serligt til Eivør frammanundan, segði eftir konsertina, at hann var heilt hugtikin og bilsin, tí her vóru veruliga gávur. Kvøldið í Vega kundi bara skapa vónir eftir meira og tað gjørdi tað eisini, tí í Keypmannahavn søgdu fyrireikararnir seg fegnar taka ímóti líknandi tiltaki einaferð enn. Talan var um eitt kvøld, sum var mega í Vega! Vit hava størri frásøgn frá kvøldinum í blaðnum í morgin. TÍÐINDASKRIV „Mellem middelalder og modernitet. Omkring William Heinesens prosa” eitur nýggj bók eftir Jógvan Isaksen. Sagt verður frá tí høpi William Heinesen vaks upp í og hvørja ávirkan tað fekk á skaldskapin hjá honum og metingin av honum millum fólk í Føroyum. Bókin fer síð- ani í tíðarrøð ígjøgnum allan tann óbundna skaldskapin hjá høvund- inum og ger harumframt greiði fyri, hvat verður brúkt av teori og tekur at enda samanum alla viðgerðina. Umframt permuna, sum William Heinesen hevur klipt, so er bókin eisini mynd- prýdd við fitt av vig- nettum eftir sama lista- mann. Forlagið Amaldus er sett á stovn at geva út føroyskar bøkur á donskum. Orsøkin er, at tað gongur ógvuliga striltið at fáa forløg í Danmark at geva ikki bara føroyskar bøkur, men eisini norður- lendskar bøkur út. „Mellem middelalder og modernitet” er skriv- að eftir áheitan frá donskum forlagi, men av tí at forleggjarin knappliga doyði í vár, varð gjørt av at leggja fyri við hesi bók á Amaldus. Komandi fer forlagið at geva aðrar føroyskar bøkur út í danskari týðing, t.d. eftir Oddvør Johansen. „Mellem middelalder og modernitet. Omkring William Heinesens prosa” eftir Jógvan Isaksen er 269 síður og kostar kr. 260. Nýggj bók um William Mega í Vega Eftir oljustevnuna í Stavanguri eru útlit- ini hjá føroyingum at fáa arbeiði í oljuvinn- uni betri enn tey hava verið OLJUSTEVNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað liggur betri fyri nú hjá føroyskum fyritøkum at sleppa upp í oljuvinnuna, enn tað hevur gjørt leingi. Tað heldur John Eli Olsen á Skála, nú hann er afturkomin av stórari olju- stevnu í norska býnum Stavanguri. Stjórin á El- Service heldur, at á stevnuni vóru tey ymsu oljufólkini vóru blíðari og meiri fyrikom- andi mótvegis føroyskum fyritøkum enn tey plaga at vera. Hann heldur, at ein orsøk kann vera, at El- Service at er á stevnu hvørja ferð, so teir síggja, at tað býr álvari aftanfyri. Men ein onnur ørsøk kann avgjørt vera, at hesu- ferð hevði fyritøkan sligið seg saman við trimum øðr- um fyritøkum í Eysturoy um eina felags umboðan á stevnuni í norska olju- høvuðsstaðnum. Umframt El-Service vóru Sandblásing, K.J Hydraulik og Normek felags um ein bás á olju- stevnuni. –Sostatt fóru vit á stevnu sum ein maður við umleið 100 starvsfólkum í rygg- inum tilsamans. Og tað vísti set, at oljufólkini hava nógv betri hugat tosa við tey størru samtøkini enn tey hava at tosa við allar tær smáu fyritøkurnar, tá ið tær koma ein og ein og bjóða seg fram. Spurningurin er so um oljustevnan fer at kasta nakað av sær? Tað heldur John Eli Olsen er ógvuliga trupult at siga. Men hann hevur góðar vónir um tað. – Vit høvdu eisini fingið samband ílag við ymsar partar í oljuvinnuni áðrenn vit fóru á messu og útlit eru fyri, at okkurt fer at spyrjast burturúr tí. So samanum- tikið eru vánirnar fyri at sleppa upp í oljuvinnuna betri nú enn tær hava verið, sigur stjórin á El-Service. Hann sigur, at higartil hevur EL service verið undirveitari til oljuvinnuna, men tað gevur ikki so drúgvar sáttmálar, sjálvdan meiri enn nakrar mánaðir ísenn. Tí leggja deir stóran dent á at brynja virkið til at verða høvuðsveitari. – Men setir serlig krøv til virkið. Eitt týðandi krav er, at vit hava ein orðaðan heilsu, umhvørvis- og trygdarpolitikk. – Tað arbeiða vit vit og tað verða vit lidnir við í november. John Eli Olsen sigur, at sum høvuðsveitari eru sátt- málarnir nógv betri, tí tá ganga sáttmálarnir vanliga yvir fleiri ár ísenn – Tað er heilt avgjørt tann vegin, vit eiga at fara, sigur stjórin á El-Service Kostnaðarstøðið niður Men so leggur hann afturat, at kostnaðarstøðið í Før- oyum er avgjørt ein stórur trupulleiki í royndunum hjá føroyskum fyritøkum at bjóða seg fram í oljuvinn- uni. Tó er tað ein heiltstórur fyrimunur, at Atlantsflog er farin at flúgva beinleiðis til Noregs, tí tað sparir teim- um rættiliga fitt í ferða- útreiðslum. – Skulu vit tosa um kapp- ingarførið hjá føroyskum fyritøkum, hava vit góðar møguleikar í Noregi. Í donsku oljuvinnuni knípur knípur tað av álvara.Ein orsøk til tað er, at ferðaút- reiðslurnar eru so stórar. Og í ensku oljuvinnuni hava føroyskar fyritøkur als ongan møguleika, tí har eru lønirnar so nógv lægri enn í Føroyum. Tí tekur John Eli Olsen fult undir við royndunum hjá fakfeløgum og arbeiðs- gevarum at fáa kostnaðar- støðið at minka við eini avtalu um lønarsteðg aftur- fyri at skattir og avgjøld lækka. – Hevði tað borið til at fingið eina slíka avtala ílag, hevði føroyska samfelagið vunnið tað fleiri ferðir inn- aftur upp á stutta tíð, sigur John Eli Olsen. – Men tað tykist sum um at ov nógv hava gloymt, at skulu vit yvirliva, mugu vit hava útflutning. Og skulu vit hava útflutning, mugu vit vera kappingarfør, legg- ur hann afturat. Hesuferð vóru tey blíðari at tosa við Tað er lættari at tosa við oljuvinnuna nú, enn tað hevur verið, sigur stjórin á El-Service á Skála,John Eli Olsen Tað er neyðygt at allir partar eru sinnaðir at ganga nýggjar leiðir TRÝPARTA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í dag verður aftur fundur ímillum Arbeiðsgevarafel- agið og arbeiðarafeløgini um trýpartasamráðingar við landsstýrið um kostn- aðarstøðið í Føroyum. Tað skrivar vinnuhúsið á heimasíðu síni. Har boðar Føroya Ar- beiðsgevarafelag frá, at tað er áhugað í trýpartasamráð- ingum. Einfundur var ímillum Arbeiðsgevararnar og ar- beiðarafeløgini í juni. Á fundinum varð avtalað, at arbeiðarafeløgini skuldu senda arbeiðsgevarafelag- num uppskot um, hvat kundi gerast við støðuna. Og nú verður so fundur aftur í dag um støðuna og har fara feløgini at tosa um, hvat kann gerast. Á heimasíðuni hjá vinnu- húsinum sigur formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum, Jóhan Páll Joensen, at trí- partasamráðingar eiga at vera millum arbeiðsgevara- feløg, løntakarafeløg og tað almenna. – Endamálið má vera at fáa eina avtalu, sum gevur serliga láginntøkum ein skattalætta afturímóti løn- arafturhaldi. – Partar av arbeiðs- marknaðinum hava eisini ásannað, at skalt tú hava, eitt nú, fiskaframleiðslu í Føroyum, kunnu tær lønar- hækkingar, sum verið hava seinastu árini, ikki halda áfram, sigur Johan Páll Joensen. Almennu feløgini mugu vera við Annars er formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum samdur við Bárði Nielsen, sum í Sosialinum í farnu viku segði, at tað er neyð- ugt, at tey almennu fak- feløgini mugu verða við í einari slíkari avtalu, skal hon hava nakran ávirkan. Hann sigur, at serliga út- flutningsvinnan hevur tørv á, at lønargongd seinastu árini ikki heldur fram. – Tey almennu fakfeløg- ini hava ikki sáttmála fyri arbeiðið í útflutningsvinn- uni. Tað almenna kann fara til borgaran eftir peng- unum, meðan útflutnings- vinnan missir kappingar- førið mótvegis útheim- inum. Johan Páll Joensen sigur, at hækkar lønarlagið hjátí almenna fer tað at hækka um kostnaðarstøðið í Før- oyum, og harvið óbeinleið- is minka um tøka peningin hjá arbeiðarum. – Tað nytt- ar heldur ikki, at tey privatu fakfeløgini vísa afturhald, meðan tey almennu fak- feløgini fáa framhaldandi lønarhækking. Hann leggur afturat, at tey alment løntu hava frammanundan væl betri sømdir í sáttmálum enn starvsfólk á tí privata ar- beiðsmarknaðinum. – Tí er neyðugt at allir partar á arbeiðsmarknað- inum eru við til at ganga nýggjar leiðir, sigur Johan Páll Joensen. Skulu tosa saman aftur í dag – Tað almenna kann altíð fara í lumman hjá borgar- unum eftir pengunum, men tað kann útflutningsvinnan ikki, sigur Johan Páll Joensen C M Y K 5 4