týsdagur 31. august 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 164 - 31. august 2004
Nr. 164 - 31. august 2004
7
Dansk Folkeparti
heldur framvegis fast
um, at danska heild-
arveitingin til Føroya
verður eitt av mál-
unum, sum Dansk
Folkeparti vil umrøða
í samband við fíggjar-
lógarsamráðingarnar
við donsku stjórnina
komandi vikurnar
HEILDARVEITING
SKERJAST
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Hóttanirnar hjá formann-
inum í donsku fíggjar-
nevndini, Kristian Thulesen
Dahl, um skerjingina av
heildarveitingini vóru ikki
bara tóm orð.
Í kjalarvørrinum av kjak-
inum um føroyska fiski-
mannafrádráttin í donsku
fjølmiðlunum í summar
segði Kristian Thulesen
Dahl, ið umboðar Dansk
Folkeparti í Fólkatinginum,
at hann vildi virka fyri, at
danska
heildarveitingin
skuldi verða ein týðandi
partur av fíggjarlógarsam-
ráðingunum við stjórnina í
heyst.
Dansk Folkeparti fer eftir
øllum at døma at gera álv-
ara av hesum ætlaninum.
- Eg ivist stórliga um
danski borgarin vil góð-
taka, at tit fáa eina árliga
heildarveiting úr Danmark,
sum tit ikki hava brúk fyri,
tí tað er jú ein sannroynd, at
stórur partur av heildar-
veitingini verður nýtt til at
fíggja eitt lægri skattatrýst
enn vit hava í Danmark,
sigur 60 ára gamli fólka-
tingslimurin hjá Dansk
Folkeparti, Per Dahlgaard,
ið eisini er limur í fíggjar-
nevndini.
Framsøgumaðurin
hjá
Dansk Folkeparti í fíggjar-
málum er vanliga Kristian
Thulesen Dahl, men hesin
er júst blivin pápi, og verð-
ur burturstaddur komandi
dagarnar. Hin limurin í
fíggjarnevndini hjá Dansk
Folkeparti, Per Dahlgaard,
er tí framsøgumaður hjá
flokkinum komandi dagar-
nar.
- Eg las í bløðunum í
farnu viku, at tit aftur
ótálmað eru farnir undir at
byggja glæsiligar tunlar, og
eg kann tí als ikki útihýsa
møguleikanum fyri, at vit í
samráðingum við stjórnina
fara at umrøða eina møgu-
liga skerjing av heildar-
veitingini,
vísir
Per
Dahlgaard á.
Í farnu viku almanna-
kunngjørdi VK-stjórnin hjá
Anders Fogh Rasmussen
fíggjarlógaruppskotið fyri
2005, og í næstum fer
stjórnin at tingast við hinar
flokkarnar í Fólkatinginum
um uppskotið.
Keypa atkvøður
Spurdur, um Dansk Folke-
parti væntar at fáa polit-
iskan stuðul í Fólkating-
inum fyri eini møguligari
skerjing av heildarveiting-
ini til Føroya, svarar Per
Dahlgaard avgjørdur nei.
- Eg kann hvørki ímynda
mær, at Venstre ella Javn-
aðarflokkurin vilja skerja
heildarveitingina. Stendur
tað til hesar flokkar, verður
heildarveitingin helst økt,
so flokkarnir kunnu vinna
nakrar norðuratlantiskar at-
kvøður til komandi val. Vit
hava jú dømi um, at Nyrup
keypti seg til hvítusunnu-
pakkan á sinni við at lata
føroyingum eina hægri
heildarveiting, sigur Per
Dahlgaard.
Tá tit kortini ikki vænta
at fáa politiskan stuðul fyri
eini skerjing av heildar-
veitingini, eru ætlanirnar
hjá tykkum ikki bert við til
at elva til klandur í viður-
skiftunum millum Føroyar
og Danmark við?
Nei tað vil eg ikki siga.
Eg ivist ikki í føroyingar
eru skilagóðir, og skilja, at
vit kunnu also ikki lata eina
árliga heildarveiting, sum
verður nýtt til eitt lægri
skattatrýst í Føroyum. Vit
mugu jú hava fair play, vísir
Per Dahlgaard á.
Heldur Dansk Folkeparti
at ríkisfelagsskapurin skal
varðveitast?
Dansk
Folkeparti
vil
gjarna varðveita ríkisfel-
agsskapin. Ynskja
før-
oyingar hinvegin at sleppa
úr
ríkisfelagsskapinum,
standa vit teimum ikki í
vegin. Velja tit at fara úr
Ríkisfelagsskapinum,
so
sigur tað seg sjálvt, at tit
mugu klára tykkum uttan
heildarveitingina, sigur Per
Dahlgaard at enda.
Dansk Folkeparti
heldur fast
-Eg las í bløðunum í farnu viku, at tit aftur ótálmað eru farnir undir at byggja glæsiligar tunl-
ar, og eg kann tí als ikki útihýsa møguleikanum fyri, at vit í samráðingum við stjórnina fara at
umrøða eina møguliga skerjing av heildarveitingini, vísir Per Dahlgaard á, fólkatingslimurin
hjá Danske Folkeparti.
Mynd: www. danskfolkeparti.dk
Formaðurin í
Tjóðveldisflokk-
inum og fólka-
tingsmaðurin,
Høgni Hoydal,
tekur ikki ætlanir-
nar hjá Dansk
Folkeparti í álvara.
HEILDARVEITING
SKERJAST
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Populistisk. Pressushow.
Tómt tos. Fjas.
Tað skortar ikki við
nei-ligum orðum, tá
fólkatingslimurin,
Høgni Hoydal verður
spurdur, hvat hann held-
ur um ætlanirnar hjá
Dansk Folkeparti at
skerja heildarvetingina
til Føroya.
- Hatta hava teir sagt
fyrr. Skal heildarveit-
ingin skerjast skal átak-
ið koma úr Føroyum.
Dansk Folkeparti er ein
populistiskur flokkur,
og livir av slíkum út-
søgnum, og eg kann
snøgt sagt ikki taka tað í
álvara, sigur formað-
urin í Tjóðveldisflokk-
inum.
Hann
vísir
á,
at
danska stjórnin og før-
oyska landsstýrið hava
gjørt eina avtalu um, at
blokkurin er fastfrystur
til 2006, og tí ber ikki til
hjá Dansk Folkeparti at
trýsta stjórnina til at
skerja heildarveitingina
í samband við fíggjar-
lógarsamráðingarnar.
Formaður í donsku
fíggjarnevndini
er
fólkatingslimurin
hjá
Dansk
Folkeparti,
Kristian Thulesen Dahl,
og siðvenja er fyri, at
fíggjarnevndin hevur
ein týðandi leiklut í
samband við fíggjar-
lógar
uppskot,
men
Høgni Hoydal ber ong-
an ótta fyri, at Kristian
Thulesen Dahl kann
nýta sína formansess til
at sannføra stjórnina um
at skerja heildarveiting-
ina.
- Nei tað beri eg ong-
an ótta fyri. Ein fólka-
tingsnevnd hevur ikki
heimild til at ógylda
eina avtalu, sum danska
stjórnin og føroyska
landsstýrið hevur gjørt.
Spyrt tú meg, er talan
ikki um annað enn eitt
pressushow frá Dansk
Folkeparti, sigur Høgni
Hoydal.
Tómt
tos
Fólkatingslimurin
hjá Sambands-
flokkinum, Lisbeth
L. Petersen er sann-
førd um, at Dansk
Folkeparti fær ong-
an stuðul í donsku
stjórnini fyri sín-
um ætlaninum at
skerja heildarveit-
ingina. -Hatta má
standa fyri teirra
egnu rokning,
sigur Lisbeth L.
Petersen
HEILDARVEITINGIN
SKERJAST
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
- Hatta fáa teir onga
undirtøku fyri.
Eins og Høgni Hoydal
hevur Lisbeth L. Peter-
sen torført við at taka
ætlanirnar hjá Dansk
Folkeparti í álvara. Hon
er sannførd um, at
Dansk Folkeparti fær
ongan stuðul í donsku
stjórnini um teir ætla at
skerja blokkin.
- Útsøgnin hjá Krist-
ian Thulesen Dahl kom í
meldrinum av ráðstevn-
uni um heildarveiting-
ina, og satt at siga skilti
eg ongantíð hansara út-
søgn. Síðan ráðstevnuna
er nógv nýtt framkomið
um heildarveitingina, og
hugburðurin hjá stjórn-
ini er, at teir ikki ynskja
eina skerjing av heildar-
veitingini. Hatta má tí
standa fyri teirra egnu
rokning, vísir Lisbeth L.
Petersen á.
Hon sigur, at heildar-
veitingin er ein samráð-
ingarspurningur millum
stjórnina og landsstýrið.
Heildarveitingin er fast-
fryst til 2006, og tað
kann Dansk Folkeparti
ikki gera stórvegis við,
sigur fólkatingslimurin.
Fólkatingslimurin hjá
Sambandsflokkinum,
Lisbeth L. Petersen, sigur,
at Dansk Folkeparti fær
ongan stuðul í stjórnini
fyri sínum ætlaninum at
skerja heildarveitingina.
Mynd: Savnsmynd
Fær onga
undirtøku
Gjáargarður skift eigara
Eirik Suni Danielsen
hevur saman við
trimum øðrum pørt-
um keypt gistingar-
húsið Gjáargarður.
Hann sær nógvar
møguleikar við hús-
inum, og verður farið
í gongd við at gera tað
klárt til komandi
summar alt fyri eitt
KEYP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Atlantsflog, Greengate In-
coming og Framtaksgrunn-
urin hava saman við Eirki
Suna Danielsen keypt Gjá-
argarð, sum hevur staðið til
sølu síðani í apríl. Felagið
eitur PF Gjáargarður, og
keypið kom endaliga í lag í
vikuskiftinum.
Tá Eirik Suni sá lýsing-
ina í apríl, byrjaði hann at
spæla sær við tankan um, at
tað kundi verðið spennandi
at rikið gistingarhúsið við
Gjógv.
– Tað koma so ótrúliga
nógv fólk norður til Gjáar,
so hetta eri eg sera spentur
uppá, sigur hann.
Hann viðgongur, at hetta
kann tykjast sum ein løgin
tíð at keypa eitt gistingar-
hús, nú ferðafólkaárstíðin
júst er farin framvið. Men
samstundis er hetta í hans-
ara ferð byrjanin til fyri-
reikingarnar til komandi
summar.
Fleiri møguleikar
Eirik Suni greiðir frá, at
fyri fyrst er ætlanin, at gist-
ingarhúsið skal verða opið
frá 1. juni til 1. september
fyri
ferðafólkum,
sum
ynskja antin at gista á
vallaraheimi, gistingarhúsi
ella á tjaldplássi.
Um heystið og várið sær
hann so fyri sær, at húsið
kann verða leigað út til ym-
isk tiltøk. Alt frá skeiðs-
virksemi til evnisvikur.
– Eisini ber væl til at
leiga húsið til smærri
veitslur, til dømis er tað væl
egnað til eitt brúdleyp, sum
kanska ikki er so stórt,
sigur hann.
Uppi á loftinum er eitt
høli, har umleið 80 fólk fáa
sitið til borðs, og tað heldur
hann, kundi verðið sera
hóskandi til eina minni
veitslu av onkrum slagi.
Matgerð
Á Gjáargarði hava fólk
fingið morgunmat, men
annars hevur tað ikki borið
til at fingið annan mat.
Hetta ætlar Eirik Suni at
broyta. Køkurin í húsinum
verður broyttur til ein
ídnaðarkøk, sum tað verður
kallað. So er ætlanin at
bæði fólk, ið gista og tey, ið
koma til bygdina á vitjan
ein dag, skulu kunna støkka
inn á gólvið í Gjáargarði og
fáa ein góðan bita.
– Vit fara at satsa uppá
eisini at fáa fólk, sum koma
her við bussum, at koma
inn á gólvið til eina máltíð
av onkrum slagi, sigur
Eirik Suni.
Ístandgerð
Ætlanir eru at gera nøkur
kømur í stand. Hetta fyri at
hækka støðið. Kømurni á
fyrstu hædd hava øll wc og
bað, men Eirik Suni vil
hækka støðið nakað meira,
so at eisini fólk, ið vilja
búgva eitt sindur betur,
kunnu fáa eitt tilboð á Gjá-
argarði.
– Vit fara allarfyrst í
gongd við at gera tað í
stand, sum skal gerast. Eitt
nú køkurin, kømurni og
sjálvandi skulu hentleikar-
nir til skeiðsvirksemi eisini
gerast í topp, greiðir Eirik
Suni frá. Og leggur spentur
á málinum afturat, at nú er
bara at bróta upp um armar.
Hann fegnast stórliga um,
at ein ætlan, sum hann hev-
ur arbeitt við síðani í apríl,
nú er vorðin veruleiki.
Eirik Suni fer sjálvur at
reka gistingarhúsið. Íløgan
í alt, tað vil siga við ístand-
gerð og øllum, liggur um
4,3 milliónir krónur.
Gjáargarður verður opin
fyri øllum áhugaðum miku-
dagin frá klokkan 16 til 20.
Vakthavandi á løgreglu-
støðini í Runavík sigur, at
fríggjakvøldið
klokkan
hálvgum átta hendi eitt
nakað undarligt ferðslu-
óhapp. Ein bilur sneiddi av
ímóti Oyndarfirði, og hesin
møtir einum gásaflokki,
sum hann heldur av fyri.
Áðrenn hann veit av kemur
ein lítil reyður bilur við
miklari ferð frá Oyndar-
firði.
– Hann koyrir inn í flokk-
in, og tvær gæs máttu lata
lív. Hann rymir frá staðn-
um, tíverri, sigur vakt-
havandi.
Løgreglan veit enn ikki
at siga, hvør koyrdi tann
lítla reyða bilin, ella hvør
nummarplátan er.
Friðarligt í Havnini
Sagt verður frá einum lut-
víst friðarligum vikuskiftið
í Havnini. Ein fráboðan
varð um harðskap fríggja-
kvøldið, tá tveir mans fóru
til hendurs mitt í býnum.
Leygarmorgunin vórðu
fimm fólk tikin inn fyri at
sova rúsin av sær. Leygar-
kvøldið var friðarligt. Tað
kom tó ein hóttan um sjálv-
morðsroynd
Boðað varð frá grind í
Kvívík sunnudagin, tá onk-
ur helt seg síggja ein
grindaflokk við vágatunn-
ilsmunnan vágoyarmegin.
Men har var bert roykur,
ongin grind, sum tikið varð
til.
Tá stóð betur til í Eystur-
oynni.
Fýra
og
tjúgu
springarar vórðu hildnir til
í Syðrugøtu leygardagin.
Býtt varð í 82 drápspartar.
Gásamordarin
Atlantsflog, Greengate Incoming, Framtaksgrunnurin og Eirik Suni Danielsen hava í felag keypt Gjáargarð
24 springarar
løgdu beinini
í Gøtu
SPRINGARAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin vórðu 24
springarar hildnir til og
dripnir á sandinum í
Syðrugøtu,
sum
er
góðkend hvalvág.
Kristian Martin Joen-
sen, sýslumaður í Eyst-
uroy, sigur, at rakstur og
dráp vórðu skipað í sam-
ráð millum hann og
grindaformannin.
Hann sigur, at spring-
ararnir vórðu funnir á
Gøtuvík klokkan 11.40,
men teir vórðu mistir
burtur aftur. Seinni vórðu
teir funnir aftur innanvert
Gøtunes.
– Drápið byrjaði klokk-
an 13.10 og var liðugt
longu seks minuttir seinni
– ella klokkan 13.16.
Sýslumaðurin sigur, at
hóast springararnir ikki
gjørdu landgongd, gekk
drápið bæði skjótt og væl.
Kristian
Martin
Joensen sigur, at springar-
arnir vórðu býttir í 82
drápspartar.
24 springarar vórðu hildnir til í Syðrugøtu leygardagin
Mynd: Hjørdis Gregersen
C
M
Y
K
7
6
www.sosialurin.fo