Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 164 - 31. august 2004 Nr. 164 - 31. august 2004 9 MARKNAÐARRÁK Framhaldssøgan um oljuna heldur fram. Í seinastu viku skrivaðu vit, at stórt sann- líkindi var fyri, at oljuprís- urin kundi hækkað í 50 dollarar fyri tunnuna. Hetta gjørdist ikki veruleiki á hesum sinni, og oljuprísur- in náddi fyribils hæddini farna fríggjadag á uml. 49 dollarum fyri tunnuna. Síðan er oljan lækkað javnt og samt til 43 dollarar. Hetta svarar til eina lækk- ing á yvir 12%. Í løtuni er lítil møguleiki fyri, at oljan hækkar aftur til 50 dollarar, og júst sann- royndin, at oljan ikki náddi 50, kann føra við sær, at prísurin lækkar meira. Or- søkin er tann, at høgi olju- prísurin ikki er hækkaður orsakað av grundleggjandi áðum, men av spekulatión. Fyribils tykist henda spekulativa bløðran at verða brostin, samstundis sum rættlag tykist at verða komið á irakisku oljuveit- ingarnar aftur, og útlit er fyri einari loysn á Najaf- stríðnum. Vandi er kortini allatíðina fyri, at óvissa um oljuveitingina kann trýsta prísin upp aftur. Hóast lækkaða olju- prísin, hækkaðu renturnar tó ikki nógv. Orsøkin var, at fleiri av búskapartølunum vóru heldur vánalig. Tó var næsta uppgerðin av BTÚ í USA í 2. ársfj. góð. BTÚ vaks 2,8% og ikki sum væntað 2,7%. Samstundis vísti talið eina holla persón- liga nýtslu. Hesi tíðindini fingu lánsbrævarentur og partabrøv at hækka. BTÚ- tølini styrkja trúnna um, at framgongdin í USA er á røttu leið, og at FED hækk- ar renturnar í septembur. A.P. Møller - Mærsk kunngjørdi góðan roknskap fríggjadagin, tá tey kundu vísa á eitt yvirskot á 9,9 milliardir krónur. Sam- stundis hækkaðu tey met- ingina um heilársúrslitið. A.P. Møller hækkaði 2,3% fríggjadagin í 43.700. Eftir at renturnar eru lækkaðar javnt og samt seinastu vikurnar, metur Kaupthing, at útlit nú er fyri, at renturnar fara at hækka nakað aftur. Orsøkin er lækkaði oljuprísurin, og júst hesin fer eisini at føra við sær, at partabrøvini fara at standa seg væl. Størstu ávirkan á gongdina fær tó mánaðarliga arbeiðsmarkn- aðarfrágreiðingin, ið verður kunngjørd fríggjadagin. Verður hendan góð, fáa vit eitt tíðarskeið við hækkandi rentum og partabrøvum. Verður frágreiðingin vána- lig, verður rentuhækkingin útsett hóast hon fer at koma. Oljan lækkað munandi Vika 336, 2004 www.kaupthing.fo Skattalætti til heim- ligar fyritøkur Lisbeth á NATO- fund Fyri at verja fronsk ar- beiðspláss hevur franska stjórnin gjørt av at lova skattalættar til fyritøkur, sum ikki flyta framleiðsl- una til onnur lond, har lønin er lægri. Heimasíðan hjá Busi- ness-Line skrivar, at franska stjórnin vónar, at eitt lyfti um skattalættar upp á 750.000 krónur yvir trý ár fer at fáa fyritøkur- nar at støðast í landinum. Franska stjórnin ætlar eisini at bjóða fyritøkum, sum longu eru farnar av landinum, ein niðurskurð í sosialum gjøldum til tess at fáa tær at tekkjast heimlandinum aftur. Business-Line skrivar, at uppskotið fer at kosta 7,5 milliardir krónur í 2005. KUNNINGARSKRIV Føroyingur umboðaðar Danmark á árliga fundin- um og kunningarferðini fyri parlamentarikarar hjá Norðatlantisku verjusam- gonguni NATO, sum í ár verður í Turkalandi í døg- unum 5. til 11. september. Øll NATO lond luttaka á hesi árligu kunningar- ferð og umboðið fyri danskar parlamanterikar- ar verður Lisbeth L. Pet- ersen, fólkatingslimur. Á fundinum verður møguleiki at hitta fleiri kendar turkiskar politik- arar, m.a. Recep Tayyip Erdogan, forsætisráð- harra, Abdullah Gul, utt- anríkisráðharra, Vecdi Gönul, verjumálaráðharra og Abdulkadir Aksu, inn- anríkisráðharra. Umframt at hoyra um støðuna í Irak, Afghan- istan og Mið Asia verða eisini fyrilestrar um stríð- ið móti yvirgangi, narko og menniskjasmugling. Skipað verður fyri rund- ferðum í Turkalandi, m.a. verður vitjað á verju- akademiinum har politik- arar verða kunnaðir um verjuviðurskifti. Fjarlestur góða undirtøku TÍÐINDASKRIV Føroya Handilsskúla á Kambsdali Góð undirtøka fyri fjar- lestri 40 nýggir fjarlestrar- næmingar byrjaðu leygar- dagin á Handilsskúlanum á Kambsdali. Hetta eru fyrstu ferð at farið verður undir eina føroyska mið- námsútbúgving sum fjar- lestur. Handilsskúlin á Kambsdali tók fyrr í ár stig til at bjóða FHS útbúgving- ina sum fjarlestur. Enda- málið var at røkka teimum málbólkum, sum av ein- hvørjari orsøk ikki dagligt hava møguleika at nema sær ein miðnámsútbúgving ella teir førleikar FHS gev- ur. Hugsað varð m.a. um okkara sjófólk, útjaðaran, fólk við likamligum breki, og fólk, sum av eittnú fíggj- arligum ella sosialum or- søkum ikki hava møguleika at ganga á dagskúlanum. Meting skúlans av tørvin- um má sigast at vera røtt, tí undirtøkan hevur verið nógv betri enn skúlin hevði væntað. Um 40 næmingar hava teknað seg til læru- greinarnar marknaðar- førsla, virkisbúskap, kunn- ingartøkni og enskt, sum blivu bodnar út í ár. Hetta eru næmingar úr øllum landinum og við nógvum ymiskum fortreytum. Leygardagin hittust næm- ingarnir á skúlanum á Kambsdali til ein inn- leiðsludag. Tey fingu eina stutta innleiðslu í forrit o.a., sum verða brúkt til fjarlesturin, umframt at lærararnir stutt greiddu frá einstøku lærugreinunum. – Stórt rok hevur verið síðani Innlendismálaráðið táttaði í treytirnar fyri uppi- halds- og arbeiðsloyvum. Men tjakið hevur bert snúð seg um ítróttarfólk. Málið hevur tó nógv størri dýpd, og neyðugt er, at landstýrið hugsar seg væl um. Hetta skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari, dagfest í gjár. Víst verður á, at danski útlendingapolitikk- urin nú fær avleiðingar fyri føroyingar, og at spurning- urin er, um danski politikk- urin hóskar til føroysk viðurskifti. – Tað er ikki bert í ítrótti, at tað er brúk fyri hægri støði, um vit skulu kappast við umheimin. Um vit fram- haldandi ætla at fáa meir- virðið burtur úr okkara rá- vøru, er neyðugt, at lands- stýrið hugsar seg sera væl um. Vinnuhúsið skrivar, at tað er til ampa fyri føroyingar at samanbera okkum við danir á útlendingaøkinum, tí lond- ini kunnu ikki samanberast. Ístaðin skal leitast til Ís- lands, sum er meir líkt Før- oyum, tá tað kemur til vinnubygnað, skrivar Vinnuhúsið. – Hetta árið er ivaleyst ásannað, at danskur útlend- ingapolitikkur gevur trup- ulleikar hjá okkum. Hetta er ikki ein spurningur um samband ella sjálvstýri, men ein staðfesting av, at okkara veruleiki á hesum øki als ikki líkist tí danska, skrivar Vinnuhúsið. Løgmaður skal svara um serfrøði Jenis av Rana tykist ikki vera nøgdur um, at Vinnu- og Fiskivinnumálaráðið hava nýtt útlendskar serfrøðingar, sum í mongum førum hava havt sera kontroversiell sjónarmið. Serliga verður her sipað til ráðgevingina frá íslendska Jón Kristiansson innan fiskivinnuøkið, og innbjóðingina av Bjørn Lomborg til kjak um orku- og umhvørvis- spurningar. Tingmaður miðfloksins vil tí hava at vita frá løgmanni, hvørt tað er tilvitað, at Føroya Landsstýri velur ivasama serfrøði framum, og hvørt løgmaður kann vátta, at kostnaðurin fyri hesar báðar serfrøðingarnar togaði upp móti teimum 100 tkr. -jm Føroyingar líkjast ikki dønum ROX 2004 konsertin var á Margarin- fabrikkini um viku- skiftið. Fleiri ungir bólkar vóru á palli, og sum heild var talan um góðar framførslur UMMÆLI Karl Anton Klein Margarinfabrikkin hevur seinastu árini verið so at siga einasta alternativið, tá tað snýr seg um hjá ungum rokkbólkum at sleppa á pall at spæla originalan tónleik. Við jøvnum millumbilum síðstu 4-5 árini hevur verið skipa fyri konsertum eina ella tvær ferðir um mánaðin í vetrarhálvuni. Flestu bólkar sum eru nakað ella hava framtíðina fyri sær í Havn í dag hava traðkað sínar barnaskógvar á lítla pallinum í Margarin- fabrikkini. Hóast pallurin er lítil í vavi, hevur hjarta- rúmið verið stórt og tí hev- ur altíð verið pláss fyri teimum, sum bara droymdu um at sleppa á eitt nú ólav- søkukonsertina, at spæla á MF. Eitt gott dømi er ROX 2004 konsertin, har allir bólkarnir hava eitt vist til- knýtið til MF. Nevniliga at teir flestu venja í venjingar- hølum ARTs á loftinum í MF, eitt stað sum í minsta lagið kann kallast ein kraft- depil í Føroyska rokklív- inum. Ein feit konsert Fríggjakvøldið 27 var so aftur latið upp fyri einum vetrarhálvári sum fer at vísa at tónleikurin í Havn livir í besta velgående. Hetta kvøldið var nevn- iliga fyrsta konsertin á pall- inum í MF. Fyrstir á pallin vóru Paradox, sum so at siga eru vaksnir upp á MF. Teir spældu betur enn nakrantíð. Og sjálvt um teir ikki vóru so væl nøgdir við at byrja, so vístu teir, at teir eru í fullari ferð framm millum teir vaksnaru tón- leikarnar, og at teir bestemt ikki smæðast burtur. Teir spældu bæði egin og lænt løg. Stuttligt var at hoyra teir spæla gamla klassikaran hjá Deep Purple, Never Before, uttan at ræðast guitarsolo ella ikki heilt lættar guitarlinjur. Serliga kann nevnast Heini sum eg vil kalla ein Kamikaze-guitarist/sang- ara. Hann er púra óávirk- aður av, um hann skal spæla eina guitarsolo hjá Ozzy ella hjá Ritchie Blackmore. Tað er sera flott, tá hugsað verður um, at hann eini 15 ára gamal. Næsti bólkur á pallinum var LAM. Ein bólkur við eit sindur royndari tónleik- arum, men sum eftir mín- um tykki ikki kom so langt sum Paradox, tí teir bert spældu »coverløg«. Men teir spældu tey tó sera hegnisliga, og sjálv- andi komu teir eisini upp at ringja við hvørt. Men eftir mínum tykki var hetta 80’ara tónleikur sum mær iki dámar so væl. Fyri at siga tað stutt, so er fínt við guitarriffum , men um sálin manglar, so missi eg skjótt følingina. Triði bólkurin á pallin var The story ends. Og tað verður í mínum hugaheimi ofta til The story never ends, tí tú skalt leita longi eftir at finna ein stuttligari bólk enn hendan. Stutt sagt kann sigast, at teir ikki spæla nakað ser- liga væl, hóast teir spæla betur nú enn fyrr. Men teir hava so stuttliga fram- førðslu, at onki eyga er turt. So ger tað einki, at Filip ikki hevur skriva eitt orð til tekstin, sum hann skal syngja. Tað ljóðar sum hann meinar hvørt orð Fjøldin Aftur hetta kvøld hevði ein hampulig, edrú áhoyrara- fjøld funnið sær leiðina oman í MF. Hetta aftur skal skiljast í álvara, tí tað kemur næstan ikki fyri at onkur kemur á konsert á MF við kenning. Tey ungu sum ganga á konsert í MF hava lært at lurta eftir tónleiki, og tey vita, at tá tey koma, er tað fyri at stuðla teirra vinum sum trína á pallin. Og her má sigast at uppbakning- urin er sera góður. Tað er ein fragd at síggja, hvussu góðan stuðul tey ungu sýna hvørjum øðrum. Enn ein feit byrjan Hóast Filip og hansara menn kanska ikki hava størstu tónleikaligu dygdirnar, so skal leitast leingi, fyri at finna ein bólk við stuttligari framførslum Heini er púra óávirkaður av um hann skal spæla eina guitarsolo hjá Ozzy ella hjá Ritchie Blackmore. Sera flott, tá hugsað verður um, at hann eini 15 ára gamal. Langt norðureftir Fylgisveinagrindin hjá náttúrugripasavninum hevur framvegis kós norð- ureftir. Fyrsta samdøgrið varð kósin annars sett í ein landssynning, men síðani hevur tað gingið mest sum beina leið norðureftir. Og sum tað sæst á kortinum, so eru drúgvir teinar, sum verða lagdir afturum hvønn dagin. Enn eru sendararnir eis- ini á øllum sjey hvalunum, sum vórðu merktir, og enn er eingin teirra farin úr bólkinum. Hetta var í øll- um førum støðan, tá vit seinast frættu frá Náttúr- gripasavnum mánamorg- unin. Ætlandi skuldi nýtt kort leggjast á slóðina, www.ngs.fo/sat2004/inde x.htm, seinnapartin mána- dagin. -jm C M Y K 9 8