Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 164 - 31. august 2004 Nr. 164 - 31. august 2004 11 Í vikuni, sum fór, var ráðstevna um luttøku kvinnanna í politikki. Ráðstevnan var íkomin eftir avgerð hjá Útnorðursráðnum. Ein megin- spurningurin á ráðstevnuni var, hví ikki fleiri kvinnur eru uppi í politikki. Ljós varð varpað á føroysku politisku skipanina, har tað sum kunn- ugt er smátt við javnstøðu. Hví verða so fáa kvinnur upptillaðar, og hví verða so fáa valdar? Vit kenna enn ikki sjálvar niðurstøðurnar frá ráðstevnuni, so vit fáa ikki ítøkiliga gjørt viðmerkingar til úrslitið av ráðstevnuni. Tað tykist tó greitt, at ein valskipan við einum val- dømi tykist geva kvinnunum størri møguleikar at gerast tingfólk. Hetta er áhugavert og er enn ein góð grund til at fara burtur frá tí avoldaðu skipanini við sjey valdømum í hesum lítla landi. Tað er lítil ivi um, at ein broytt skipan við einum valdømi og hóskandi tali av eykalimum, hevði givið eitt nógv virkisførari løgting. Men her eru ivaleyst aðrar orsøkir til, at so fáar kvinnur sita á tingi. Leitast má eftir hesum or- søkum á fleiri støðum og fyrst og fremst hjá pol- itisku flokkunum. Her er tørvur á sjálvsrannsak- an. Tað er eygsæð frá einum demokratiskum sjónarmiði, at fleiri kvinnur eiga at vera í politikki og tá fyrst og fremst í løgtingi. Men tørvur er eisini á fleiri kvinnum í bý- og bygda- ráðum. Kvinnur eru sum kunnugt helvtin av mannaættini, og tí er tað í sjálvum sær óheppið og ódemokratiskt, at kynsbýtið er so skeivt, sum tað er í dag. Hvussu loysa vit so henda trupulleika? Tað hevur verið borið upp á mál at áseta eina ávísa kyns- kvotering í vallógina. Vallógin skal skipast so, at uttan mun til valúrslitið skulu eini 40-50% av tinglimunum vera kvinnur. Hetta er óvanligt, men ikki heilt ókent. Hetta er avgjørt ein gongd leið, men hon hevur tann vansa, at kvinnur tá verða valdar, tí tær eru kvinnur og ikki tí at tær umboða eina politiska hugsjón. Er hetta ynski- ligt? Ein minni ógvuslig kvotering kundi verið, at tað í vallógina varð ásett, at á hvørjum vallista skulu í minsta lagi 40-50% av valevnunum vera kvinnur. Hetta hevði verið ein skilagóð millum- loysn. Tað besta fyri allar partar hevði tó verið, at politisku flokkarnir viðurkendu sína ábyrgd mótvegis javnstøðuhugsjónini og alt fyri eitt fóru undir eitt seriøst og miðvíst virksemi til tess at rekruttera kvinnur til tað politiska arbeiðið. Hetta vildi verið tann mest demokratiska loysnin og ivaleyst tann loyst, sum í longdini vildi verið tann haldbesta loysnin. DAGSINS MEINING Sosialurin Kvinnur í politikki VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Einligar mammur móti sjey landsstýrismonnum Annita á Fríðriksmørk framsøgukvinna Tjóðveldisfloksins í javnstøðumálum Landsstýrismaðurin í al- manna og heilsumálum Hans Pauli Strøm hevur fleiri ferðir í farnu viku sagt, at ráð eru ikki til at geva einligum mammum ein lætta, nú landskassans inntøkur síggja út til at minka. Tær kunnu bíðja til ráðini verða betur, og tá kunnu tær vænta sær eina íbúðartrygging og ein barnakekk, sigur altso landsstýrismaðurin. Nøkulunda somu lagnu fekk barsilsskipanin í vár frá sitandi samgongu. Tá pengar vantaðu í, var bars- ilsskipanin tað fyrsta sam- gongumenn fóru eftir. Men tá ið landsstýrið ikki sær seg ført fyri at geva ein- ligum mammum eina hjálpandi hond, og tá ið barsilsskipanin má spara, kundi verið áhugavert at hugt at, hvat landsstýrið so heldur seg hava ráð til: • Almennan stuðul til rækjuvinnuna. Tað teir rópa fyri skattaafturbering • Økja um almennu fyri- sitingina við m.ø. einum kunningarráðgeva, sum skal greiða fólki frá, hvat landsstýrið meinar við. • Eina ómotiveraða av- tøku av punktgjøldum á hvítvørum, -ein príslækk- ing, sum eftir stutta tíð hev- ur etið seg uppaftur til ta upphædd, sum brúkarin er sinnaður at rinda. Tvs til somu upphædd, sum í dag! • 240 mió kr í skattalætta, sum verður deilt soleiðis millum lønmóttakararnar, at jú meira tú forvinnur, jú meira fært tú í lætta. Og tá skattalættin hjá sam- gonguni verður nevndur sum dømi, er vert at bíta merki í, at einligar mamm- ur sjáldan liggja í hægra endanum millum lønmót- takarar. Ítøkiliga semjan um skattalættan hjá sam- gonguni vil geva eini ein- ligari mammu, sum til dømis • forvinnur 180.000 kr árliga (t.v.s. 15 túsund krónir mánaðarliga) ein lætta, sum kemur at liggja um knappar 4.000 kr árliga. • Forvinnur hon 240.000 krónir árliga (t.v.s 20 túsund um mánaðin) fær hon ein lætta á 12.000 kr. árliga. • Til samanberingar fara øll løgtingsfólk at fáa ein lætta á 25.000 krónir árliga • Meðan allir landstýris- menninir hvør í sínum lagi fara at fáa 35.000 krónir árliga í skattalætta Hesi tøl tala fyri seg sjálvi, og geva eina týðilga ábend- ing um, hvussu sitandi samgongumenn raðfesta, nú teir siga seg ikki hava ráð til at hjálpa einligum mammum. Eisini er vert at leggja sær í geyma, at skattalættin, sum einligar mammur fáa ikki kann leggjast afturat lættanum, sum makin fær. Tað kann skattalættin hjá landsstýrismonnunum hin- vegin - og okkum ørum, sum hava ein maka. Hóast hetta rindar tann einliga mamman líka nógv sum hjún ella pør tilsamans rinda fyri sjónvarpsgjald, útvarpsgjald, trygging og aðrar fastar útreiðslur, sum húskið hevur. Tað, sum sermerkir hesi øki, sum samgongan rað- festir so niðarlaga,- einligar mammur og barsilsskipan- in, - er, at hesi øki, sum verða niðurprioriterað, eru í høvuðsheitum mannað við kvinnuligum lønmót- takarum. Hetta er tí eitt dømi um, hvussu umráðandi tað er, at bæði kynini eru umboðaði har politiskar avgerðir verða tiknar. Hugsið tykk- um um t.d. umleið helvtin av samgonguni og helvtin av landsstýrinum vóru kvinnur og hin helvtin menn. Halda tit so, at verandi raðfesting av lands- ins ognin hevði gliðið so lætt niðurum hjá politiska meirilutanum. Neyvan! Harvið er ikki sagt, at allir menn raðfesta sum sitandi samgongumenn, og at allar kvinnur eru ímóti,- raðfestingin er hinvegin týpisk fyri fólkafloksteori og javnaðarpraksis. Men við samstarvi millum bæði kynini hevði viðgerðin ver- ið heilt øðrvísi. Hesi hava jú hvør sína bakgrund, og harvið hvør sín vinkul og sjónarmið til tey ymisku viðurskiftini í samfelagnum. Soleiðis høvdu sjónar- miðini hjá einum nógv breiðari skara av fólki fingið innivist í politisku viðgerðini og avgerðini. Tað hevði tænt fólkaræð- inum! Ódugnaligur fakfelagsleiðari ella villleidd tíðindafólk Kim Hansen Keypmannahavn Flestu búskaparfrøðingar er samdir um at fiskimanna- skattaavslátturin er skaði- ligur fyri føroyska búskap- in og harvið okkara væl- ferð. Ein av teimum segði í summar, at hesin avsláttur gagnar ódugnaligum fak- felagsleiðarum. Eitt dømi er formaðurin í Fiski- mannafelagnum, ið sleppur undan at stríðast við rætta mótpartin. Hyggur ein at sáttmálan- um hjá fiskimonnunum, so er hettar ein sáttmáli, ið hoyrir slupptíðini til. Vána- liga pensjón, sammett við aðrar arbeiðsbólkar. Løntir við býtisprosenti, ið best gagnar reiðarunum. Kunnu verða kravdir at verða burt- ur í 4 mánaðir ella longur, alt eftir hvat reiðarin finnur fyri gott. Eiga tímaløn fyri ymiskt arbeiði tá teir eru burtur, men seinast eg visti, fingu fleiri teirra ikki hesa løn, við vælsignilsi frá Fiskimannafelagsformann- inum. Fleiri onnur dømir eru helst eisini, og verður sam- mett við grannalond okk- ara, so er ongin ivi um at Fiskimannafelagsformaður in hevur sovið í fleiri ár. Reiðarar hava lætt spæl, og fiskimaðurin verður snýtt- ur. Hettar letur seg gera, tí politikkarin velur at geva skattalætta til fiskimannin. Ein kann síðan spyrja seg sjálvan, um hesin formaður hevur uppiborið slíkt rós, hann fær í oddagreinini hjá Sosialinum 26. aug. 2004, fyri at stríðast ímóti skeiv- um mótparti. Nógv bleiv fyrr í ár sagt um fiskimannaskattaav- slátturin, m.a. var sagt, at hann ávirkaði vøksturin á lønarlagnum. Hettar bleiv afturvíst av Fiskimannafel- agsformanninum. Hann slapp við at siga, at býtis- prosentið var voksið síðan skattaavslátturin kom. Ikki eitt tíðindafólk fór út og kannaði, um hesin vøkstur var stórur ella lítil. Kann nevna at býtisprosentið fyri rækjubátarnar var 28% fyri 12 árum síðani, tá eg var við rækjubáti, og í dag er tað 27%. Er tað tí rækju- flotin er í kreppu í dag? Høvdu tíðindafólk verið líka røsk til at eftirkanna pástandir hjá Fiskimanna- felagsformanninum, sum at róst honum, so var kjakið um skattaavslátturin helst komið longur enn um øv- und inná fiskimannin. Ístaðin fyri at brúka for- nemmasta pláss í Sosialin- um til at rósa Fiskimanna- felagsformanninum, fyri at berjast ímóti TV2, um ósannindir um fiskimanna- skattaavslátturin, skuldi Sosialurin heldur valt at lýst málið, og tað sum hev- ur veruliga týdning: Hvørjum gagnar skattaav- slátturin til fiskimenn? Gagnar hann vinnuni, okk- ara búskapi, okkara væl- ferð? Og eru nøkur skaðilig árin? Hans Birgir Hansen Eg havi nátt fleiri av mín- um endamálum, at gerast meira fríur, frælsur, við rættindum og privatlívsfriði og kunna skipað meg sjálvstøðugan og sjálvstøð- ugt vinnurekandi í Havnini. Eg havi goldið nógv fyri at náa hesum endamálum og havi dagliga ligið undir nógvum fyribrigdum og trúartrýsti, undir skiftandi viðurskiftum og umstøðum og misti fleiri forrætnings- avtalur, viðskiftafólk við atliti samskifti og samstarv ídag! Eg havi dagliga møtt nógvum forðingum, krepp- um, trupulleikum á vegn- um, tað almenna, privata, land, kommuna, ríkið og almenningurin, skaptu mær, í Tórshavn/Suður- streymoy! Eg havi síðani aftaná eina røð av almennum avdúk- ingum, uppliva dagliga ign- oreran og at persónsterror og telefonchikanu, er stagnera í løtuni og eg havi ikki fingið stevnt øllum! Eg havi nógv jørn í eldin- um og gekk undan í ung- dóms- og frítíðarlóggávu, & fur, í sjeytiárunum og átt- atiárunum, almennar, priv- atar, skráir og skráseting- areftirlitið og Tey Grønu! Eg havi í nýtiárunum skapt fríari rúsdrekkasølu og altjóða arbeiðsskapandi verkætlan og fólkaheilsan, ið hevur verið umrøtt í føroysku dagbløðunum og eri eg stak væl nøgdur! Eg havi altíð liva og virka eitt strævið, tungt og ómenniskjansligt lív og havi nátt góðum úrslitum, við hjálp av kosttilskoti og náttúruheilivági, tá ein fær ymiskar kurir í dag! Eg havi nógv viðhalds- fólk, ið stuðla mær mor- alskt og eg havi í gjøgnum árini, skapt eitt sínamillum sjálvsálit og hvørs við- haldsfólk kenna meg pe- sónliga og eg kenni tey í dag. Eg havi ikki havt lætt við at vera føroyingur; tá ið ein einsamallur bleiv settur upp ímóti teimum ráðandi kreftunum og myndugleik- ar og valdir, ið hava skipað fyri áðurnevnda! Eg havi við teimum tús- undstals lesarabrøvum, í bløðunum fingið gjørt heildarmyndina og heild- arstøðuna greiðar so blað- lesarar kunnu síggja sam- anhangandi lívsviður- skiftini! Eg havi fingið givið øll- um innliti, forstáilsi, tilvit- an, til tann dulda heimin, og hvussu alt verður skip- að, aftan fyri ryggin á ar- beiðandi fólki, tikin av ræði í egnum lívsviðurskifti! Eg havi sæð hvørja ávirk- an ið lesarabrøv hava tá míni sjónarmið vera tikin alment og politiskt og fak- liga upp til viðgerðar, ið skapar nógv kjak úti ímill- um manna kring alt landið! Eg havi eisini víst á, hvussu samfelagið, fjøldin av einstøkum, eiga at skipa seg og síni egnu lívsviður- skifti og áhugamál, privat- lív, uttan óviðkomandi upp- íleggjanir uttanífrá. Eg havi nógv at fylgja upp í øllum tí ein hevur viðgjørt í teimum túsund- tals lesarabrøvum, kjak- evnir, viðurskiftir ið hevur mín samfelags áhuga og fremja hjálp til sjálvhjálp! Eg havi lívsins harða skúla og tess lívsavbjóðing- ar at byggja lívserfaringar/- royndir á, og eg nýti bert bløðini at skapa alment inn- lit, forstáilsi, tilvitan, til tað ein viðgerð. Eg havi fyrireika meg til framhaldandi at stríðast við almenningar, arvafíggind- ar, avbygdar-, býar-, havn- arfólk, útlendingar, ið fremja eina røð av lógar og rættarbrotum v.m. VIÐMERKINGAR Almenningurin Arvafíggindar í Føroyum? C M Y K 11 10