týsdagur 31. august 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 164 - 31. august 2004
Nr. 164 - 31. august 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Nú nýggja skúlaárið byrj-
aði, hevði Súni í Hjøllum,
skúlastjóri í Fuglafjarðar
skúla, sín 25 ára starvsdag.
Súni tók prógv á Føroya
Lærarskúla í 1979 og varð
sama summar settur í starv
sum lærari við skúlan í
Fuglafirði. Skjótt gjørdist
greitt, at við Súna hevði
skúlin fingið ein sera góð-
an lærara, ið fekk góð úrslit
og varð virdur og avhildin
av næmingum og foreldr-
um eins væl og av sínum
starvsfeløgum.
Í skúlanum fekk hann
skjótt fleiri álitisstørv, og
hann sat í lærararáðs-
nevndini í fleiri ár, eisini
sum formaður eitt skifti. Tá
táverandi skúlastjóri, Johan
Ellendersen, fór í farloyvi
skúlaárið 1985/86, varð
Súni settur at røkja hetta
starv. Eisini avloysti hann
táverandi varskúlastjóra,
Òla Jákup Jacobsen, tá ið
hann hevði farloyvi skúla-
árið 1987/88.
Tá ið Johan Ellendersen,
skúlastjóri, legði frá sær í
1989, varð Súni settur sum
skúlastjóri. Við sínum góðu
evnum, hollu vitan og góðu
útbúgving hevur hann røkt
hetta álitisstarv fyrimynd-
arliga við hepnari hond.
Hann hevur eitt sera gott
fyrisitingarligt innlit og
fylgir væl við, hvat rørist á
tí fakliga økinum.Hann er
álitandi og stundisligur í
øllum sínum arbeiði, sátt-
ligur og siðiligur í allari
sínari medferð og er góður
við sínar starvsfelagar eins
og við skúlabørnini. Hetta
verður eisini høgt virðis-
mett av skúlastýrinum
Við sínum drúgvu roynd-
um frá kommunalum ar-
beiði í Nes kommunu hevur
hann lætt við at samstarva
við Fuglafjarðar býráð og
harvið fáa úrslit, ið gagna
skúlanum. Á býráðsumsit-
ingini er hann sera nógv av-
hildin fyri sítt skilagóða
arbeiði, og tað fekk hann
eisini eitt herðaklapp fyri,
tá ið nýggja skúlalonin
varð liðug fyri fáum døgum
síðan.
Sum starvsfelagi fari eg
at takka tær fyri gott sam-
starv og ynkjsa tær hjarta-
liga tillukku við 25 ára
starvsdegnum. Eg ynski
tær blíðan byr í komandi
døgum!
lærari
Kendi rokskiparin Sonny Johannesen, ið annars er skipari á trolaranum Enniberg, avloysti Birgir
Enni á skonnartini Norðlýsinum, ið siglir við ferðafólki, meðan Birgir var kokkur á ONS oljuráð-
stevnuni í Stavanger.
Mynd: Sámal Bláhamar
Rætting
Rætting til minningarorðini um Jóhonnu Frederikka Høgnesen í Sosialinum
leygardagin 28. august 2004.
Av misgáum kom navni Jóhanna, sum hon vanliga bleiv nevnd, at fella burtur. Vit
biðja orsaka mistakið.
Sosialurin
Súni í Hjøllum, skúlastjóri:
25 ára starvsdag
Sonny skipari á Norðlýsinum
PALLBORÐSFUNDUR
tíðindaskriv
Nevndin fyri vælferðar-
granskingarætlanina undir
Norðurlandaráðnum skipar
fyri ráðstevnu í Føroyum
um gransking innan sosial,
heilsu- og arbeiðsmarknað-
arviðurskifti í útnorðri. Í tí
sambandi verður almennur
pallborðsfundur í Klingr-
uni í Norðurlandahúsinum
fríggjadagin 3. september
kl. 13. Við pallborðið verða
norðurlendskir og føroyskir
granskarar, umboð fyri
vælferðargranskingarætlan
ina undir Norðurlandaráðn-
um og føroyskir politikarar.
Ráðstevnan er partur av
einari 5 ára vælferðar-
granskingarætlan,
sum
Norðurlandaráðið setti í
verk í ár 2000.
Á ráðstevnuni, sum er
fyri innboðnum, luttaka
granskarar, sum granska í
sosial-, heilsu- og arbeiðs-
marknaðarviðurskiftum og
onnur við serligum tilknýti
til hetta øki.
Endamálið við ráðstevn-
uni í Føroyum er at eggja til
gransking í sosialum og
heilsuligum viðurskiftum í
útnorði við tí fyri eyga at
skapa vitan um hvussu
samfeløgini eru skipað, at
gera samanberingar møgu-
ligar og harvið skapa eitt
haldgott støði í orðaskift-
inum um vælferðarskipanir
og vælferðarpolitikk.
Pallborðsfundurin
í
Norðurlandahúsinum er al-
mennur. Áhoyrarnir eru
vælkomnir at seta fram
spurningar og at gera við-
merkingar.
Leygardagin varð ein rót
upp á 3,41 kg tikin upp í
Sandavági
Hendan rótin varð tikin
upp í einum garði í Sanda-
vági leygardagin 2004.
Hon vigaði, tá bløðkurnar
vóru skornar av, 2,410
gram ella 2,41 kg. Bløðk-
urnar vigaðu 1,- kg, so
samanlagt vigaði plantan
3,41 kg.
Sjey aðrar røtur vórðu
tiknar upp hendan dagin.
Tann minsta vigaði 400 gr.
og tann størsta av restini
vigaði 1,8 kg. Har vigaðu
bløðkurnar 0,8 kg.
Alt í alt vigaðu hesar átta
røturnar, 8,62 kg óflustar,
men uttan bløðkur. Flustar
vigaðu tær 8,2 kg.
Rótin er avmyndað sam-
an við einum kvinnuhond-
bólti. Dystarbólti hjá 1.
deild.
Stór rót
Pallborð um vælferð
Her er rótin avmyndað saman við einum hondbólti
Mynd: Edvard
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tað eru liðin 90 ár
síðan røðarin, skaldið
og rithøvundurin
Petur W. Háberg varð
føddur. Í sambandi
við dagin verða bøkur
og fløgur givnar út og
sangløta verður í
Ebenezer
Tíðindaskriv
Petur William Háberg varð
føddur í Havn 31. august
1914 og doyði 70 ára gamal
25. oktober 1984. Foreldr-
ini vóru Poli Joensen, skó-
makari, ættaður av Sela-
trað, og Malla Petersen,
ættað úr Geil í Havn.
Sum unglingi tók Petur
ímóti Jesusi Kristi sum per-
sónliga Frelsara sínum, og
tráan hansara stóð til at
vitna, tala, yrkja, týða og
skriva um Harra sín.
Meðan tey ævigu virðini
lógu fremst í lívi hansara,
hevði hann eisini áhuga fyri
máli, mentan og samfelags-
viðurskiftum annars. Hann
hevur lagt úr hondum fitt
av bløðum og bókum. Hann
stóð fyri nýggju útgávuni
av Songbók Guds Fólks í
1976 og var ein av odda-
monnunum fyri útgávuni
av fyrstu føroysku Bíbliuni
í 1949.
Á nýggju fløguni, sum
ber heitið »Kom, sæla
stund« eru 19 sangir, har
Petur hevur yrkt 15 og týtt
4. Tey sum syngja eru: Ebe-
nezerkórið, Dupultkvartett-
in, Tripletrioin, Ingálvur av
Reyni, Sunneva Háberg,
Petur Háberg Jacobsen,
Brita á Váli Smith og Eli
Smith, Ólavur og Jóannes á
Váli, Siloakórið, Finnur
Hansen, Frelsunarherurin í
Havn, Tiðnað, Abbabørn og
Anna D. Háberg. 8 sangir
eru sungnir av nýggjum til
hesa útgávuna sum er skip-
að sum tvífløga, har brot úr
útvarpssending um Ísrael
og 3 talur eru á seinnu
fløguni.
Petur Háberg skrivaði
eisini bøkurnar Søgur um
Sangir 1 og 2, sum komu út
í 1954 og 1979. Í sambandi
við 90-ára dagin gevur
forlagið Leirkerið í Gøtu
hesar bøkurnar út av nýggj-
um, í einari bók.
»Ein sangur kann verða
lýstur á nýggjan hátt og fáa
eitt annað og størri virði
enn frammanundan, tá ið
vit fáa at vita sálarkenslur
hansara, ið skrivað hann
hevur, og umstøður, ið
kunna hava eggjað til, at
sangurin í heila tikið er
vorðin til. Eisini kann vera
forvitnisligt at vita hend-
ingar og tilburðir í sam-
bandi við ein sang, eftir at
hann er komin fram og
gerst lutur í tilveru menn-
iskjans í ymiskum londum
og skiftandi tíðum…« So-
leiðis tekur høvundurin,
Petur W. Háberg, sáli, til í
fororðunum, hann skrivaði
fyri fimmti árum síðani í
bók síni »Søgur um sangir
1«.
Petur var ein hugfang-
andi røðari og bíbliuundir-
vísari og elskaði unga fólk-
ið. Hann hevði stóran alsk
til móðurmálið og vandaði
sær altíð væl um tað, bæði í
skrift og talu.
Zacharias Zachariassen á
forlagnum Leirkerið, sigur
soleiðis í formælinum til
nýggju útgávuna: »Petur
Háberg var okkum, sum
yngri vóru, ein stór fyri-
mynd, og vit minnast hann
við gleði sum hin eldhug-
aða talaran og framúrskar-
andi frásøgumannin í sam-
komum og útvarpi, serstak-
liga tá ið hann greiddi frá
andaligum
vekingum,
hendingum og søgum um
sangir«.
Í sambandi við dagin
verður skipað fyri almenn-
ari kvøldsetu í Ebenezer
týskvøldið 31. august kl.
20.00. Nógvur sangur er á
skránni. Umframt kórið og
onnur úr Ebenezer so verða
eisini kórið í Frelsunar-
herinum og Finnur Hansen
at hoyra.
Nýggja fløgan, sum ber
heitið »Kom, sæla stund«
kemur í fløguhandlarnar
fyrsta dagin og kostar 189
kr. Bókin, »Søgur um
sangir« verður send limun-
um í Bókaringinum hjá
Leirkerinum fyrsta dagin,
og verður eisini at fáa í
bókabúðunum og kostar
250 kr.
Tað er eitt sindur torført at
ímynda sær, at nú er John á
Gørðum, svágur mín, 80 ár.
Hann hevur ongantíð rætti-
liga verið typan uppá ein
gamlan mann, lættur í sinni
og skemtingarsamur sum
hann er.
John er sonur Giddu og
Jens Christian Simonsen,
Jens Christian í Toft. Tey
búsettust á Gørðum. John
varð sum ungur sjómaður
og sigldi m.a. við Atlants-
farinum,
sum
verfaðir
hansara Jógvan hjá Billu
átti saman við Kjølbro.
John var tó ikki leingi
sjómaður. Hann legðist upp
á land, tá hann giftist við
Bodil, dóttir Annu á Nesi
og Jógvan í Beiti í Lorvík.
John fór at koyra bil heldur
enn at baksast á sjónum.
Næstan øll árini síðani
hevur John koyrt bil. Tey
fyrstu mongu árini taxabil
og síðani lastbil. Eitt skifti
arbeiddi hann saman við
beiggjanum Símuni á bil-
verkstaðnum, sum Kjølbro
hevði á Biskupsstøð, og í
nøkur ár var hann eisini á
flakavirkinum á Kósini.
Men John treivst ikki rætti-
liga, hevði hann ikki speed-
ara undir fótinum.
Bodil og John búsettust
eisini á Gørðum. Tey fingu
6 børn:
Jógvan (Egga) er giftur
við Áslu, f. Klein. Tey eiga
børnini Mary, Bjørg og
John.
Kjartan er giftur við
Sonju, f. Høgnesen. Teirra
børn eru Elsa, Bjørn, Bodil
og Erla.
Anna er gift við Kára
Müller. Tey eiga børnini
Heidi, Beintu, Lars, Jonny,
Ann Kari, Mariu og Randi.
Elisabeth er gift við Árna
Jacobsen, og tey eiga Alex,
Jónu og Rana.
Unn er gift við Elfinni
Tróndheim. Teirra børn eru
Lisa, Joan og Bogi.
Bjørn var yngstur av
børnunum hjá Bodil og
John. Hann doyði av sjúku
7 ára gamal.
Bodil og John eiga 16
langommu- og langabba-
børn.
Heimið hjá Bodil og
John hevur altíð staðið opið
fyri øllum, og mong eru
tey, sum hava sitið væl har.
Sjálvur búði eg hjá teimum
í fleiri ár og treivst væl.
Við hesum fáu orðum
ynskja Ása og eg John til-
lukku við 80 ára degnum
30. august.
Finnbogi Ísakson
90 ár síðan Petur Háberg varð føddur
Dagurin
31. august. Berta. Ókend halgikvinna. Summar halgisøgur siga, at talan er um ta
vøkru Bertu, sum umvendi mann sín, kongin Edelbert í Kent í Onglandi.
Týskt navn, ið merkir hin bjarta.
Janus Djurhuus doyði hendan dagin í 1948.
John fyllir áttati
Í sambandi við 90-ára dagin gevur forlagið
Leirkerið í Gøtu út bøkurnar Søgur um Sangir 1
og 2 av nýggjum, í einari bók
Mynd er av Peturi W. Háberg á fløguhúsanum á tvífløguni
»Kom, sæla stund«
C
M
Y
K
13
12