Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2004 15 síni og mynd av handlinum í bløðunum, tá onkur journ- alistur hevur skrivað um tær, uttan at tær vistu av tí. Nakrar størri samrøður við pressuna hava tó eisini verið. – Vit vóru í einum svenskum blað herfyri, sum anbefalaði okkum sum designhandil í Keypmanna- havn. Tey vístu okkum stór- an áhuga, so tað var ógvu- liga stuttligt. Nú eru tað so í øllum førum nakrir svenskarar, sum vita um okkum. Tað var eisini eitt kent keypmannahavnar- blað, sum skrivar um hvat hendir í Keypmannahavn, sum tosaði við okkum. Tey skýrdu okkara handil at vera »mest trendy butik«. So tað er góð, ókeypis reklama, sum nógv fólk síggja, sigur Beinta. – Okkara handil er kanska eisini eitt sindur øðrvísi enn hinir. Til dømis hava vit hvønn mánaða ein gestadesignara, ið leigar seg inn í hølini hjá okkum. Vit hava havt alt frá klædnadesignarum til smúkkudesignarar og málningar hjá ymsum lista- fólki. Tað konseptið er sera væl umtókt, og tað hevur givið góða umtalu í bløðun- um, greiðir Beinta frá. Hon sigur, at kundarnir, sum koma inn í Soul Made eisini fegnast um hugskot- ið, at tær samanflætta yms- ar listagreinir í handlinum. – Í fyrstuni høvdu vit ein langan lista við fólki, sum vildi sleppa inn á verkstað- ið hjá okkum at arbeiða, og tá vóru vit eisini takksamar, at fólk tímdu tað yvirhøvur. Men nú eru vit blivnar kræsnari. Tí tað vísti seg, at fleiri av teimum, sum komu, vóru nýútlærdir sniðgevar, ið ikki høvdu nakra aðra staðni at ar- beiða. Tey vóru ofta óetablerað og vóru ofta ógvuliga ótrygg við tað, tey gjørdu. Tað var jú ikki til stóran íblástur fyri okkum. So nú hugsa vit okkum bet- ur um, tá vit velja fólk, og tað fungerar eisini sera væl nú, sigur Beinta. Kunda úr Japan Á stóru mótamessuni, sum herfyri var í Keypmanna- havn, fingu tær sligið sítt navn eitt sindur fastari innan óstøðuga mótaheim- in. Fyrsti ordrin, ið skal uttanlands, kom nevniliga í hús á messuni. – Vit hava fingið ein rættiliga stóran ordra til summarið næsta ár. Tað eru eini hundrað pløgg bíløgd, og tað má sigast at vera rættiliga nógv, tá talan er um tveir nýbyrjaðar snið- gevar, sum noyðast at gera alt sjálvar. Ordrin er úr Japan, greiðir Beinta Poul- sen frá. Hon sigur, at hóast klæð- ini ikki skulu seljast fyrr enn næsta summar, so skulu tey nýtast til eina sýning av komandi mótan- um í Japan longu í oktober mánaði. – Hetta er okkara fyrsti ordri uttanlands. Vit hava fyrr selt okkurt í Ålborg, men at selja í útlandinum gevur góða reklamu, bæði uttanlands og í Danmark. So hetta er bara gott, sjálvt um tað er ógvuliga strævið, sigur Beinta. Ordrin er á eini 10 ymisk snið, sum so skulu vera í ymsum støddum og litum. Tær báðar í Soul Made, skulu gera alt sjálvar. Beinta sigur, at tað er torført at seta klæðir teirra í samband við nakran ávísan stíl, men hon heldur, at klæðini nokk eru klassisk. Soul Made hevur bert klæðir til konufólk. – Tað er ringt at seta nak- ran aldur á, men kundarnir liggja um 20-30 ára aldur. Okkara klæðir eru kanska meiri til eina ávísa typu, heldur enn til nakran ávísan aldur. Tey eru mótaávirkað, elegant og klassisk uttan at vera óinteressant. Vit leggja dent á, at tey skulu hava ein góðan passform, sigur hon. Tá tær tekna eitt nýtt snið, seyma tær bert eitt eintak í hvørjari stødd. Restin verður seymað eftir bílegging. Spurd, um tað ikki er tor- ført at skula liva av hug- flognum, og at vera bundin av at finna uppá nakað nýtt allatíðina, svarar Beinta eitt rungandi nei. – Eg fái íblástur alla- staðni frá. Úr sjónvarpin- um, á gøtuni, úr bløðum, allastaðni. Tað er faktiskt øvugt, at eg havi so nógv hugskot, at eg ikki klári at seyma tey so hvørt. So eg havi nógv hugskot niður- fyri, sigur hon flennandi. Víðka virksemið Higartil hava tær nærum bara seymað til egnan handil. Onkrar sendingar eru farnar til Ålborg, men nú ætla tær sær at víðka um virksemið. – Eftirsum vit bara eru tvær sum arbeiða, so hava vit allatíðina úr at gera, og tað gongur ikki so skjótt, sjálvt um vit arbeiða alt, sum vit klára, sigur Beinta, og leggur dent á, at tær tí ikki kunnu framleiða meiri klæðir, enn tær gera nú. Men skulu tær víðka virk- semið, so má okkurt broyt- ast. – Nú ætla vit okkum skjótt at at fara runt til ymsar handlar og vísa teim- um okkara merki, og á tann hátt vónandi skaffa okkum fleiri kundar, sigur hon. Men tað fer eisini at merkja, at tær verða noydd- ar at skapa og framleiða meiri og skjótari. Tí kanna tær í løtuni møguleikarar fyri, at framleiða klæðini í Polen. – Tað verður so nógvar ferðir bíligari, um klæðini verða framleidd har, í mun til í Danmark. So verður okkara arbeiði eisini mun- andi lættari, við tað, at vit so bert skulu tekna og seyma eitt eintak av hvørj- um plaggi, sum verður sent til Polen. So verða allar støddirnar seymaðar har, og vit sleppa frá at seyma fleiri eintøk av sama modellið, sigur Beinta. Av tí sama verður meiri tíð til sniðgeving av nýggj- um modellum. Beinta sigur, at prísurin á Soul Made klæðunum ligg- ur ímillum 500-1000 kr fyri plaggið, sum er rættiliga bíligt fyri sniðgevaraklæðir. Jakkar og størri ting, fara tó upp um tær túsund krón- urn-ar. – Men, sigur hon, – tað er sera dýrt at keypa toy. Ser- liga tá tú bert seymar nøkur fá eintøk av sama modellið. Vit vilja eisini hava góðan kvalitet, og tað kostar. Dreymurin hjá Beintu er, at tær fara at megna at fáa so nógvar og sterkar kontaktir, at henni ikki nýt- ist at vera í Danmark, fyri at kunna liva sum sniðgevi. – Dreymurin er avgjørt at hava ein verkstað í Føroy- um, so eg kann arbeiða har í friði og náðum, og bert senda klæðini til kundarnar í útlondunum. Eg vóni, at tað onkuntíð fer at bera til, men tað verður so ikki enn, sigur Beinta, sum í øllum førum hevur fingið eina flúgvandi byrjan sum snið- gevi, við einum stórum ordra til Japan á gáttini. Klæðini hjá Beintu Poulsen og Rikke Møller síggjast á www.123hjemmeside.dk/ soul_made Hetta er nakað av tí, sum japanarar allarhelst fara at ganga í komandi summar Myndir tiknar av heimasíðuni Beinta arbeiðir saman við donsku Rikke Møller, og saman hava tær ein handil, har tær selja egna merkið »Soul Made«. Her sæst Beinta við nøkrum av sínum sniðum Mynd: Sjúrður Skaale 15 14 Nr. 164 - 31. august 2004 27 ára gamla Beinta Poulsen úr Havn, sum seinasta summar varð útlærd sum sniðgevi, hevur síðani hon varð útlærd havt sítt egna sniðgevaramerkið og ein handil á Vester- bro, har hon selur vørur sínar. Á stóru mótamessuni, sum herfyri var í Keyp- mannahavn, fekk Beinta eina rættiliga stóra bílegging úr Japan SNIÐGEVING Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo À stóru mótamessuni, sum herfyri var hildin í Keyp- mannahavn, luttóku hundratals sniðgevar. Kendasta føroyska merkið Guðrun og Guðrun vóru har, men tær vóru ikki eina- umboð fyri Føroyar á mess- uni. 27 ára gamla Beinta Poulsen úr Havn var nevni- liga eisini á messu, har hon umboðaði merkið Soul Made, sum hon sjálv stend- ur aftanfyri, saman við eini danskari gentu, sum hon gekk á sniðgevaraskúla við. Luttøkan á messuni var ikki til fánýtis, tí tær báðar hava nú fingið eina stóra bílegg- ing úr Japan, og tað má sig- ast at vera ógvuliga flott av tveimum nýliga klaktum sniðgevum. Nýútlærd við egnum handli Beinta og Rikke Møller, sum danska gentan eitur, gingu báðar á Columbine- skúlanum, sum er ein privatur sniðgevaraskúli. Tær gjørdust lidnar í senn, og avgjørdu at royna seg á egnum veingjum alt fyri eitt. – Vit hugsaðu sum so, at nú høvdu vit livað sum les- andi í Keypmannahavn í tvey ár, og tí vóru vit vanar við at liva við strammari økonomi. Vit kundu tað sama halda fram við tí, og royna at klára okkum sjálvar í harða mótaheimin- um, greiðir Beinta frá. Hon sigur, at tær sjálv- sagt vóru bjartskygdar, men at tær samstundis vóru realistiskar. Tær vistu, at her ert tú noyddur at vera tolin í byrjanini, tí tað tekur langa tíð at gerast eitt kent navn. Higartil hava tær báðar havt verkstað í einum høli aftanfyri handilin. Og tær gera alt sjálvar, heilt frá at keypa toyið til at seyma knappholini til at selja lidnu vøruna. Tað er sera strævið. – Vit vistu báðar, at hetta er ein beinhørð vinna, og vit hava heldur ikki stórt yvirskot at liva fyri um mánaðin. Men hetta er tað, vit vilja. Eg veit, at eg hevði angrað tað seinni, um eg ikki royndi hetta. Og eg fari eisini at gera alt, fyri at tað skal ganga, sigur Beinta. – Eg gevi ikki upp, fyrr enn eg havi prøvað alt, og tað tá framvegis ikki riggar, staðfestir hon. Hon sigur tó, at hon varð rættiliga yvirraskað av, hvussu gott samanhaldið allíkavæl er ímillum snið- gevararnar í Danmark. – Eg væntaði veruliga at vit fóru at merkja harðar albogar frá hinum sniðgev- unum, men tað er faktiskt tvørturímóti. Vit hjálpast ógvuliga væl at, og eg havi góða kontakt við fleiri av hinum sniðgevunum, sum arbeiða her í náblaðnum. Okkara størstu kappingar- neytar eru Hennes & Maurits og Vero Moda, og vit smáu mugu arbeiða saman, fyri at klára okkum. Saman standa vit sterkari ímóti hesum stóru, bíligu merkjunum, staðfestir Beinta. Soul Made hevur nú yvir- livað fyrsta árið, og umtal- an bara veksur og batnar í hvørjum. Góð skoðsmál í bløðunum Handilin liggur á Vesterbro, á eini gøtu nevnd Øehlen- schlægersgade. Hetta er ein síðugøta, so tað er ikki so, at fólk bara detta inn á gólvið. Beinta sigur, at tær hava úr at gera, hóast tær hava gjørt óalmindiliga lít- ið við at reklamera. Tær hava hóast tað fingið nógva - og góða - umtalu. Vesterbro økið er tiltikið fyri at hava nógvar, smáar handlar, ið selja tað fesk- asta innan móta. Hetta er nevniliga designaraøkið við hópatals handlum, har snið- gevar selja sína vøru. Tann stóri kundaskarin, ið ynskir sær designvøru, gongur tí og leitar eftir handlum sum Soul Made á Vesterbro. Og tað sama gera mótajournal- istarnir, ið skriva um danska trendin. – Her á okkara gøtu og eisini á Istedgade, eru nógvir smáir handlar, sum okkara. Og tað eru faktiskt nógvir danskarar, ið ikki tíma at keypa í Hennes & Maurits. Tey koma her í umráðið at leita eftir snið- gevaravøru. Og mótajourn- alistarnir nýta eisini nógva tíð í økinum, greiðir Beinta frá. Hon sigur, at tær í Soul- made ofta hava verið yvir- raskaðar av at síggja nøvn Føroyskur sniðgevi: Skal lata japanarar í 27 ára gamla Beinta Poulsen, sniðgevi, hevur alla orsøk at smílast í hesum døgum. Hon hevur nevniliga fingið eina stóra bílegging úr Jápan Mynd: Sjúrður Skaale Handilin er væl umtóktur og hevur fingið sera góða umtalu í bløðunum. M..a. er hann skýrdur »mest trendy butik« Mynd: Sjúrður Skaale C M Y K 14