Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2004 17 Tølini talaðu fyri seg Meðan HB so at siga fekk fulla úrtøku, tá ið teir í fyrra umfar- inum høvdu brúk fyri tí, megnaði heimalið- ið ikki at spæla seg til nakran møguleika B68-HB Jóannes Hansen Tað var botnur ímóti toppi. B68, sum er á veg í 2. deild, hevði vitjan av HB, sum er á veg ímóti meistaraskap- inum. Tað sást væl, hvør var á veg hvønn vegin. Í 1. hálvleiki megnaði B68 ongantíð at hótta HB málið. Bárður Johannesen var púra arbeiðsleysur tey fyrru trý korterini. Eitt korter var farið, áðr- enn HB fekk hol á. Tað var ikki tí, at teir ikki høvdu verið í nánd av B68 málin- um. Fleiri innlegg og horna- spørk vóru komin innfyri úr høgru, og tað var fleiri ferðir nær við og næstan, áðrenn tað eydnaðist. Fyrsta korterið, áðrenn hol var komið á, tóktist tað sum um, at HB, sum annars hevði alt at siga, í verjupart- inum stressaði seg sjálvt í so nógv. Í staðin fyri at spæla úr verjuni og umvegis mið- vøllin og í álopið, varð ofta sparkað langt og høgt. Alt ov ofta tá ið hugsað verður um, at HB miðvøllurin er mannaður við so frægum bóltspælarum sum Rúna Nolsøe, sum Jóhan Petur Poulsen tóktist hava fingið sum uppgávu at renna aft- aná, og Kára Nielsen sentr- alt og Jákupi á Borg og Heð- ini á Lakjuni í borðunum. Men HB hevði størri tyngd og breidd, og tað var bara ein spurningur um, nær hol fór at koma á, og har- næst hvussu stórur sigurin fór at verða. Hallur Daniel- sen og ikki minst vikarurin í vinstra verjuborði, Rasmus Nolsøe, luttóku væl í upp- spælinum, og Jan C. Dam vísti enn eina ferð, at hann er styrkur undir liðini á Sím- uni Eliasen. B68 gjørdi sær ikki lívið lættari. Teir høvdu ilt við at fáa bóltin at ferðast millum sín fleiri ferðir, og serliga útlendsku spælararnir tókt- ust als ikki vera til reiðar til so stóra uppgávu. Oftast snúði tað seg hjá teimum mest um at vita, um nú dómarin fór at geva teimum fríspark. Heðin á Lakjuni hevði nógv pláss at spæla á, og hann var upphavið til fyrsta málið. B68 misti á mið- strikuni og heilt í høgra borði. Heðin streyk avstað, legði innfyri, og bólturin fór út í hinum borðinum. Jákup á Borg legði innfyri, og brádliga stóð Heðin á Lakjuni leysur mitt fyri, tamdi og smekkaði í málið. Tá var eitt korter farið, og tveir minuttir seinni varð 2- 0. Heine Fernandez er snild- ur og royndur revur. Hann fór um koll, dómarin bríksl- aði fyri ryggskumpi, og Rógvi Jacobsen, sum tykist ætla sær at verða topp- skjútti, áðrenn hann fer til Íslands, smekkaði í málið. So gekk tað sum eftir ánni hjá HB, sum støðugt helt til á helvtini hjá heima- liðnum. Jákup á Borg spældi seg sjálvan leysan við hælinum, áðrenn hann smekkaði í stólpan, og Heðin, Heine og Rógvi vóru eisini framvið. Lítlu løtuna undan steðg- inum varð greitt, at talan fór at verða um stórsigur. Fyrst gav B68 miðverjan Jákupi á Borg bóltin, og hann takkaði fyri, og so var Rógvi Jacobsen hægstur og stútaði til 4-0. Eftir steðgin vóru HB menninir ikki so konsentr- eraðir. Skipanin av liðnum fór eitt sindur av lagi. Ov nógvir vóru ov langt frammi, og ov nógvir hugs- aðu ov nógv um at klatra upp eftir skjúttaralistanum. Heðin á Lakjuni fekk einasta málið, tá ið lítil løta var farin. Heðin, Heine, Rógvi og Jákup høvdu møguleikar, men tað komu ikki fleiri mál. Fleiri ferðir vóru HBarnir yvirmannaðir undir B68 málinum, men innleggini hjá Jákupi á Borg vóru ikki so neyv, sum tey plaga at vera. Føroyska loysnin Trygvi Mortensen gjørdi tvær skiftingar í steðginum. Toftamenn komu á vøllin fyri útlendskar spælarar, onkrar rokeringar vórðu framdar í uppstillingini, og tað royndist nógv betur, enn tað hevði gjørt í fyrra umfarinum. Tað kann sjálvandi eisini hava við tað at gera, at HB liðið ikki var so savnað um uppgávuna eftir steðgin, sum teir høvdu verið undan steðginum. Men tað var eingin ivi um, at toftaliðið vísti betri hugburð, enn tað frammanundan hevði gjørt. At halda tørn um henda hug- burðin fer neyvan at bjarga plássinum í bestu deildini, men fyri framtíðina eigur hann at vera týdningarmikil. Veteranarnir Øssur Hansen og Jákup Eli Olsen royndu at skumpa undir, Øssur Jacobsen arbeiddi nógv, og Kristian Anton Andreassen var óførur. Men B68 kundi einki gera við HB. Tølini siga frá, at tað var toppur ímóti botninum. Rúni Nolsøe og Símun Eliasen eygleiða áleyparan Stankhov hjá B68, sum ikki formáddi sær stórvegis ímóti HB, sum stevnir ímóti triðja meistaraheitinum á rað Mynd: Álvur Haraldsen B68 formaðurin heldur onga orsøk vera at rokna við, at felagið fer um koll, hóast besta liðið fer í næstbestu deildina at venda B68 Á BOTNINUM Jóannes Hansen B68 er ikki flutt niður. Men gongdin í seinastu fýra umførunum skal vera heilt øðrvísi, enn hon hev- ur verið, um tað ikki næsta ár skal verða leyg- ardagsfótbóltur á Svanga- skarði. Kravið til B68 er, at teir vinna tríggjar av fýra dystum, og at ein av hesum dystunum er ímóti ÍF, sum heldur ikki skal fáa stig í nøkrum øðrum dysti. B68 hevur ikki vunnið í fjúrtan teimum fyrstu royndunum, og tí er møguleikin hjá B68 meiri enn pappírstunnur. – Vit taka ein dag í senn, og vit fara sjálvandi at stríðast fyri møguleik- anum, sum vit hava. Men eg má viðganga, at tað sær svartari út nú, enn tað gjørdi undan vikuskiftin- um, sigur Niclas David- sen, formaður í Tofta Ítróttarfelag. Tað kemur illa við, um tit flyta niður? – Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan. Enn er tað ikki veruleiki, at B68 skal flyta niður. Men um hetta verður veruleiki, so mugu vit arbeiða út frá tí. B68 hevur verið í bestu deildini í fleiri enn tjúgu ár. Tað er hugaligari at vera við í fremstu røð, og endar tað við, at B68 flyt- ir niður, so fara vit at stríðast fyri at sleppa upp í part aftur, sigur B68 for- maðurin Niclas Davidsen. Taka ein dag í senn Um viðhaldsfólk í tí loynda ætla at skipa fyri meistarafagnaði í Gundadali annan sunnudag, sigur HB formaðurin seg ikki vera harra yvir, men felagið fer ikki at fyrireika veitsluhald HB Á TOPPINUM Jóannes Hansen HB formaðurin var, sum vera man, rættuliga væl nøgdur við tað, sum hann sá hansara lið avrika á Svangaskarði sunnudag- in. Nú fara tit at skipa fyri FM fagnaði, tá ið tit fara at spæla ímóti B36? – Vit eiga dystin, og tað hevði verið hugaligt, um nógv viðhaldsfólk høvdu møtt fyri at stuðla okkum ímóti B36. Men felagið roknar henda dystin sum allar aðrar landskapping- ardystir, og tað veit eg, at spælararnir eisini fara at gera. Vit hava ikki vunnið meistaraskapin, men sjálvandi sær tað rættuliga gott út. Um viðhaldsfólk- ini fara at fyrireika okk- urt, kunnu vit í nevndini sjálvandi ikki siga nakað um. Eg rokni í hvussu so er við, at talan verður um torføra uppgávu, men eg haldi, at avrikini higartil í ár hava víst, at okkum nýtist ikki at vera bangnir fyri nøkrum, heldur Birgir Enghamar. – Eg má siga, at á Svangaskarði hevði eg ilt av B68 og formanninum, Niclasi Davidsen, sum eg havi gott samskifti við. Teir hava verið leingi í bestu deildini, og teir hava verið við til at sett dám á kappingarnar. Tað er ikki meiri enn eitt ár síðani, at vit kappaðust við teir um meistaraskap- in. Men avrikið hesa ferð vísti, hví støðan hjá teim- um er, sum hon er. Tað var bara fyrsta partin av seinna umfarinum, at teir vístu nakað, er meiningin hjá HB formanninum. Leiðslan ætlar einki at gera B68-HB 0-5 (0-4) 0-1: Heðin á Lakjuni 15. 0-2: Rógvi Jacobsen br 18. 0-3: Jákup á Borg 41. 0-4: Rógvi Jacobsen 42. 0-5: Heðin á Lakjuni 56. Dómari: Jens Petur Brattalíð B68: Meinhardt Joensen - Ronni Svalbard, Bogi Petersen, Kári Sigvardsen, Jákup Eli Olsen - Morilo (Øssur Jacobsen, 46.), Jóhan Petur Poulsen, Eyð- stein Skipanes, Øssur Hansen - Stanislaw Stankhov, Anderson (Kristian Anton Andreassen, 46.) Gult kort: Ronni Svalbard, Øssur Hansen HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Rasmus Nolsøe - Jákup á Borg, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, Heðin á Lakjuni - Heine Fernandez, Rógvi Jacobsen Gult kort: eingin FAKTA UM DYSTIN 17 Danin Henrik Gerster skal venja føroyska A- landsliðið í hondbólti fram til smálanda- kappingina í desem- ber 2005. Hann hevur longu boðað frá ein- um ættarliðsskifti á føroyska landsliðnum HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Hondbóltssamband Føroya hevur funnið mannin, ið skal føra landsliðið fram ímóti nýggjum avbjóðing- um. Henrik Gerster, ið hev- ur verið leikandi venjari hjá H71 síðsta árið, skal nú eisini taka sær av landsliðn- um. Hann fer framhaldandi at vera venjari hjá hoyvík- ingum, og starvið sum landsliðsvenjari verður tí ikki fulltíðarstarv. – Henrik Gerster hevur spælt yrkishondbólt í fleiri ár í Danmark og Týsklandi, og hansara drúgvu royndir á hægsta stigi vigaðu ógvu- liga tungt, tá vit valdu at seta Gerster sum venjara, segði Eivind Jacobsen á tíðinda- fundi í ÍSF-húsinum mána- morgunin. Hann legði dent á, at trúvirðið hjá einum so royndum venjara er sera gott, og man kann líta á, at hann veit, hvat hann ger. Gerster hevur tikið allar venjaraútbúgvingar innan hondbólt, og tí heldur Hondbóltssambandið seg hava fingið ein kompetent- an og professionellan venj- ara. – Gerster hevur fleiri altjóða royndir enn nakar føroyingur, og tí meta vit, at hann kann leggja nakað gott í okkara ungu leikarar, legði Eivind Jacobsen dent á. Nýtt ættarlið Henrik Gerster hevur beinanvegin boðað frá, at hann hevur í hyggju at fremja eitt ættarliðsskifti á landsliðnum. Júst hvussu hetta fer at síggjast aftur á landsliðnum er ilt at siga í núverandi støðu, men tað er greitt, at ungir leikarar skulu mennast til at gerast landsliðsspælarar. – Ætlanin er at menna nakrar ungar leikarar yvir eitt longri tíðarskeið, so- leiðis at teir búnast og mennast sum hondbólts- spælarar. Hetta kann t.d. hava við sær, at tað ikki er tann besti leikarin júst í løt- uni, sum verður úttikin, men at tann úttikni leikarin kann mennast til at gerast tann besti leikarin á hesum plássinum yvir eitt tíðar- skeið, greiðir nýggi lands- liðsvenjarin frá. Hann sigur, at hann fer at hava tætt samband við allar hinar venjararnar í før- oysku landskappingini, so at hann alla tíðina hevur ein fingur á pulsinum viðvíkj- andi spælaraevnum. – Eg vil hava leikarar, ið eru tilreiðar at offra tíð og orku uppá landsliðið, og sum vilja liva eitt lív, ið hóskar seg einum landsliðs- leikara, leggur Gerster dent á. Reyður tráður HSF hevur eisini ætlanir um at fáa støðug ungdóms- landslið, sum kunnu vera við til at menna teir heilt ungu leikararnar. Her er eisini ætlanin at Henrik Gerster skal hava ein stóran leiklut. – Málið er at gera hond- bólt til ein heilársítrótt. Vit vilja fáa fatur á leikarum, ið vilja spæla hondbólt alt ár- ið. Vegurin fram er at hava ungdómslandslið, so at vit á tann hátt fáa aktivera teir bestu ungu leikararnar. Tað má vera ein reyður tráður ígjøgnum landsliðsarbeiði hjá HSF, sigur Gerster. Venjarin fer longu fríggjadagin at møtast við teimum føroysku venjarun- um fyri at tosa um støðuna innan hondbóltin, og hvussu landsliðsarbeiði fer at vera komandi árini. Challenge Cup Hondbóltssambandið fer ikki at luttaka í HM og EM- endaspølum framyvir, men ístaðin fer HSF at melda liðið til Challenge Cup, sum kvinnulandsliðið hev- ur sera góðar royndir frá. Hetta er ein kapping, sum er ætlað smátjóðum so sum Malta, Kypros og Føroyum. Tað er frí tilmelding og tí er ikki greitt enn, hvørjum londum Føroyar skulu møta. – Tað gevur onga mein- ing at fara til Rumenia og tapa við átjan málum. Leik- ararnir mennast ikki av slíkum dystum, og tí skulu vit møta mótstøðuliðum, sum spæla á okkara støði, sigur Gerster avgjørdur. Challenge Cup verður í desember í 2005, og tað er fyrst og fremst hendan kappingin, sum arbeitt verður fram ímóti. Men aðrar avbjóðingar standa eisini fyri framman. Grønlendska hondbólts- sambandið hevur 100-ára jubileum í vár, og tá er før- oyska landsliðið bjóðað við í eina kapping, har onnur norðurlendsk lond luttaka. Hetta verður fyrsta stóra avbjóðingin hjá Gerster sum landsliðsvenjara. Sátt- málin millum HSF og Henrik Gerster rennur út 31. desember í 2005, men ætlanin er at leingja sam- starvið eftir hetta. Pengar og ambitiónir Eivind Jacobsen, formaður í HSF, leggur dent á, at tað skal vera samband ímillum ambitiónir og pengar. – Ambitiónir og pengar mugu hanga saman. Tí eru vit glaðir fyri at hava fingið ein venjara, ið kennir til føroysk viðurskiftir og kann leggja eina arbeiðs- ætlan út frá teimum umstøðum, sum vit arbeiða undir, sigur Eivind Jacob- sen. – Vit vilja arbeiða hart og professionelt, hóast vit bert eru amatørar fyri at menna føroyskan hondbólt. Nr. 164 • týsdagur • 31. august 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Gerster nýggjur landsliðsvenjari Henrik Gerster er nýggjur landsliðsvenjari, og hann hevur longu boðað frá einum ættarliðsskifti. Her sæst hann í dysti fyri H71, har hann framvegis verður leikandi venjari Savnsmynd – Var leikandi venjari hjá H71 kappingarárið 1987-88 – Hevur spælt við bæði Hamen og VFL Wupper- tal í týsku bundesliguni – Hevur vunnið fimm meistaraheiti og seks steypakappingar við GOG – Spældi Evropa Cup finalu við GOG ímóti Barcelona og hevur spælt 65 Evropa Cup dystir – Hevur spælt tríggjar A-landsdystir fyri Dan- mark, tann fyrsta í 1994 FAKTA UM GERSTER C M Y K 16