týsdagur 31. august 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 31. august 2004
19
FCK vann fyri
fyrstu ferð
Eingin før-
oyskur sigur
Brøndby var fyrsta
felagið, sum megnaði
at fáa fult frá uppflyt-
arunum úr Silkeborg
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Í fjórða umfarinum eydnað-
ist tað FCK at fáa fulla úr-
tøku. FCK heevði vitjan av
AaB. Talan var um rættuliga
spennandi og undirhaldandi
uppgerð. Heimaliðið vann
3-2. Hetta var fyrsta ferðin í
hesum kappingarárinum, at
tað eydnaðist FCK at vinna.
Zuma var fyri fyrstu ferð í
hesum kappingarárinum í
álopinum saman við Santos.
FCK venjarin, Hans Backe,
segði eftir dystin, at Zuma
hevði gjørt ógvuliga stóran
mun.
Álvaro Santos skoraði
fyri fyrstu ferð í ár. Hini
FCK
málini
skoraðu
Magne Hoseth og Jesper
Bech, sum var á miðvøll-
inum.
Brøndby
var
fyrsta
felagið, sum megnaði at
vinna á uppflytarunum úr
Silkeborg.
Dysturin
í
Brøndby endaði 1-0. Es-
bjerg er framvegis væl við.
Á heimavølli vunnu teir
ikki minni enn 7-2 á Her-
følge, sum stríddi seg upp á
2-2, eftir at heimaliðið
hevði verið frammanfyri 2-
0. Men so gekk heilt galið
hjá Herfølge.
Í Viborg vóru teir heilt í
kjallaranum, eftir at teir í
síðstu løtu høvdu tapt 1-0
ímóti FC Nordsjælland.
FCMidtjylland er væl
fyri. Hesa ferð áttu teir
heimavøll ímóti uppflytar-
num úr Randers. FCM
vann 3-1, og serliga var tað
Mohammed Zidan, sum
gjørdi
um
seg.
Hann
skoraði tvey mál, og eingin
ivast í, at hann heilt skjótt
fer at verða seldur til
okkurt
stórt
útlendskt
felag. Randers hevur í fýra
teimum fyrstu royndunum í
bestu deildini einki stig
fingið, og tað verður
roknað við, at teir fara at
verða skjótir niður aftur í
næstbestu deildina.
Í Århus er lagið avbera
gott. Eftir at AGF leingi
hevur verið at finna í tyngra
endanum, hevur tað í
nýggja
kappingarárinum
gingið sum eftir ánni. Hesa
ferð vunnu teir 2-0 í
Odense.
Todi Jónsson var ikki
partur av FCK liðnum hesa
ferð. Sum tað var sagt í
blaðnum leygardagin, so er
Todi skaddur í knænum.
Tað verður roknað við, at
liðbandsskaðin fer at hava
við sær, at hann ikki kann
venja og spæla fótbólt
næstu 4-6 vikurnar.
Amatørlið er á odda,
og verjuspælararnir á
landsliðnum býttu
stigini millum sín
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Vikuskiftið var einki serligt
hjá føroyingunum í næst-
bestu
donsku
deildini.
Einki av teimum trimum
liðunum, sum føroyingar
eru á, fekk fulla úrtøku. Tey
spældu øll javnt.
Jón Rói Jacobsen var í
miðverjuni hjá Frem, og
Johan
Byrial
Hansen
spældi við Horsens, sum
vitjaði í Valby. Jón Rói og
teir mistu ein mann áðrenn
ein hálvur tími var farin.
Kortini megnaðu teir at
leggja seg á odda. Framm-
anundan høvdu teir havt
tvær góðar skotroyndir. Jón
Rói var meistari fyri aðrari.
Tá ið tað restaðu fimm
minuttir, eydnaðist tað Hor-
sens at javna til 1-1.
Gunnar
Nielsen
var
eykamálverji hjá Frem.
Sundby Idrætspark er
framvegis undir umvæling.
Fremad Amager hevði tí
heimavøll í Tårnby ímóti
Nykøbing Falster. Andrew
av Fløtum var annar av
álopsspælarunum
hjá
heimaliðnum, meðan Jann
Ingi Petersen og Hjalgrím
Elttør vóru á beinkinum.
Gestirnir løgdu seg framum
2-0, áðrenn heimaliðið
svaraði aftur. Fremad Am-
ager javnaði til 2-2, og teir
misnýttu eitt brotspark.
Oddalið
í
næstbestu
donsku deildini er HIK.
Hellerup liðið er mannað
við amatørum, og tað er
púra óvæntað, at teir eru
oddalið. Næstovast er Vejle,
sum hevur havt Christian
Høgna Jacobsen á liðnum.
Christian Høgni býr nú í
Runavík og hoyrir ikki til
Vejle longur. Hesa ferð
vann Vejle 2-1 á heimavølli
ímóti Brønshøj.
19
18
Nr. 164 - 31. august 2004
EB/Streymur - GÍ 1-1 (0-1):
Javnleikur í
ódnarveðri
EB/Streymur og GÍ
áttu hvør sín hálvleik
í ódnarveðrinum á
Mølini sunnudagin,
og eitt stig í part var á
góðari leið
1. DEILD
Stefan í Skorini
Tað eru fýra pláss ímillum
EB/Streym og GÍ á stiga-
talvuni, men bert trý stig
skilja liðini. Miðjan í før-
oysku 1. deild er rættiliga
tøtt, og bert ein sigur skal
til fyri at leypa nøkur pláss
uppeftir stigatalvuni.
GÍ hevur havt eina sera
góða byrjan seinnu hálvu
av landskappingini, men í
síðstu viku kom stígur í, tá
gøtumenn taptu fyri KÍ.
EB/Streymur hevur hinveg-
in ligið gott í svinginum
gjøgnum alla kappingina,
tað vil siga, at teir ongantíð
hava verið í niðurflytingar-
vanda, men enn vantar
nakað, áðrenn talan kann
gerast um evropeiskan fót-
bólt hjá EB/Streymi.
Vindurin stýrdi
Tað var at kalla vónleyst at
spæla fótbólt á Mølini
sunnudagin. Vindurin var
nógvur, og regnið oysti
niður. Av tí sama var ong-
antíð nakað serligt fótbólts-
spæl at síggja í dystinum.
Spurningurin var, hvør
dugdi at gera sær dælt av
vindinum á frægasta hátt.
Tað dugdu liðini eins gott,
og tí var eingin vinnari.
GÍ átti fyrra hálvleik, tí at
tá høvdu teir vindin við
sær. Spælið gekk fyri tað
mesta fyri seg á hálvuni hjá
heimaliðnum. Málið hjá GÍ
kom eftir ein góðan hálvan
tíma. Hans Pauli Petersen
royndi seg útifrá við skot,
sum Gunnar á Steig bert
hálvbjargaði. Bólturin datt
útaftur har Krzysztof Pop-
czynski togdi seg eftir
bóltinum, men hann var ov
stuttur. Ístaðin var Hanus
Jacobsen komin við fram úr
verjuni, og hann kundi seta
bóltin í netið til 1-0 til gest-
irnar. Kanska Gunnar má
taka hetta málið á sín
kappa, tí at hann ikki helt
skotinum ella beindi tað
burtur av vandaleið.
GÍ hevði greiða yvirvág,
men tað eydnaðist ikki í
nóg stóran mun at gera sær
dælt av hesi yvirvág. Tað
eina málið vísti seg ikki at
vera nóg mikið.
EB/Streymur tók yvir
Í seinna hálvleiki var tað
hinvegin heimaliðið, ið
hevði fyrimun av vindin-
um, og sum dysturin leið
vaks hann eisini vindin
munandi, so tað gjørdist
torførari at fáa nakað
nevnivert fótbóltsspæl at
koyra.
Longu fimm minuttir inn
í seinna hálvleik fekk
EB/Streymur
útjavnandi
málið. Fróði Clementsen
royndi seg við beinleiðis
frísparki, sum kom í múrin.
Bólturin datt fyri føturnar á
Sorin Anghel, ið úr spískum
antin skeyt uppá mál ella
legði innfyri. Tað eru ymsar
frágreiðingar um tað. Men
bólturin fór um høvdið hjá
Atla Gregersen í netið til
endaliga úrslitið 1-1.
Restin av seinna hálvleiki
gjørdist eitt langt álop á
málið hjá GÍ. Men Hallur
Hansen í málinum og hinir
verjuleikararnir
stóðu
stinnir og lótu ikki EB/-
Streym fáa sigursmálið.
Andrzei Pacek hevði
kanska bestu royndina at
fáa vinnandi málið. Eitt
hornaspark elvdi til trunka-
spæl í brotsteiginum hjá
GÍ, og Pacek fekk fótin á
bóltin, sum tó rakti stong-
ina og fór útaftur í spælið.
Annars
var
dysturin
rættiliga javnur, um vit telja
málmøguleikarnar til liðini
bæði, og tí var tað á góðari
leið, at tey fingu eitt stig
hvør burturúr dystinum.
GÍ
hevur
framvegis
eyguni eftir triðja plássin-
um hjá Skála. Tað eru fimm
stig upp til skálamenn, og
tólv stig eru eftir at spæla
um. GÍ hevur eisini ein
heimadyst ímóti júst Skála í
triðseinasta umfarinum.
EB/Streymur kann kenna
seg trygt undan niðurflyt-
ing, men hinvegin er ov
stórt glopp upp til bronsu-
merkini, og tí kann tað vera
torført at motivera leikarar-
nar til teir seinastu dystir-
nar.
Bárður Olsen og málskjúttin Hanus Jacobsen dystast um bóltin í heldur illfýsna veðrinum á
Mølini sunnudagin. Javnleikur var á góðari leið í einum dysti, har liðini áttu hvør sín hálvleik
EB/Streymur - GÍ 1-1 (0-1)
0-1: Hanus Jacobsen, 34
1-1: Sorin Anghel, 50
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Carl Høgnesen,
Fróði Clementsen, Andrzei Pacek, Gert Hansen -
Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen, Marni
Djurhuus, Hallur Jacobsen (Esmar Eiðisgarð, 69) -
Sorin Anghel, Sonni L. Petersen
GÍ: Hallur Hansen - Hans Pauli Petersen, Kaj
Ennigarð, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen -
Áslakkur Petersen, Símun Louis Jacobsen, Súni
Olsen, Poul Henning Jacobsen - Adam Paluchek,
Krzysztof Popczynszki
FAKTA UM DYSTIN
C
M
Y
K
18