Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2004 21 B36-Skála 2-0 (1-0) Royndirnar á muni Talan var ikki um nakran framúr góðan fótbóltsdyst, men tvær perlur frá B36 avgjørdu uppgerðina FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Silvurdystur var á skránni í Gundadali sunnudagin, tá Skála var á vitjan hjá B36. Talan var um liðini, sum sambært stigatalvuni vóru næst og triðbesta liðið í landinum, men fyri tað nógva var hetta tó trupult at síggja á vøllinum. Skála mátti til dystir vera tríggjar av vanliga føstu leikaurnum fyriuttan, og tað er einki dulsmál, at ser- liga var ein dyggur smeitur, at Pauli G. Hansen ikki var tøkur. Uttan hansara evni sum avgjørdi skiparin á liðnum í bæði fram- og aft- ureftir rættaða spælinum, og ikki minst leið vanliga press-spælið hjá Skála undir hesum. B36 hevði til dystin um- skipað liðið nakað. Partvíst var hetta tvungið, nú Niels Joensen er farin av landin- um, men í hansara stað sýndi Klæmint Matras, at hann framvegis hevur evn- ini sum ein tann besti bólt- vinnarin í føroysku kapp- ingini. Í álopinum var ungi Bergur Midjord hesaferð makkarin hjá John Peter- sen, og ungi leikarin sýndi enn einaferð, at hann av- gjørt er ein leikari, sum roknast skal við. Ikki minst er tað ein fragd at síggja, hvussu gott pláss hann ferð eftir ferð skapar sær við fyrstu røringini, umframt at hann eisini hevur ferðina, sum ger, at hann fær nyttu burtur úr hesum. Tvær perlur avgjørdu Serliga fyrstu løtuna var tað tó Skála, sum hevði trýstið í dystinum. B36 tóktist hava stóra virðing fyri mótstøðuni, og heldur enn at trýsta, tóktust teir leggja doyðin á kontra-spælið, tó at hetta ikki gav teir heilt stóru møguleikarnar. Yvir høvur var talan um rættiliga fáar slíkar, men ta einu ferðina mátti Magnus Poulsen í B36-málinum tói toyggja seg í fullari longd, tá skot varð latið av niður móti nærmasta stólpa. B36 hevði eisini hótt nakað, og eitt nú hevði John Petersen stóran møgu- leika, tá hann varð leiktur nærum leysur, men tað skuldi ein perla av teimum sjáldsomu til, áðrenn hol kom á. Báður Mortansson, sum ofta hevur byrjað á beinkin- um seinastu dystirnar, var hesaferð millum teir fyrstu ellivu, og yvir høvur við góðum úrsliti. Hesaferð fekk hann bóltin úti í høgru, og eftir at hava bandað seg inn móti miðjuni, høgdi hann til við vinstra, og bólturin smoygdi sær inn um stólpan, og so var B36 á odda. Málið gav árstalsfelagn- um meira frið á spælið, og stutt inn í seinna hálvleik tóku teir enn eitt fet móti stigunum. Eftir innkast í vinstru smey Alex dos Santos sær inn millum tveir verjuleikarar, og við annars kalda høgra beininum bankaði hann til móti mál- inum. Kanska var skotið á leið beint á málverjan, men sveiggið í bóltinum mundi ivaleyst ørkymla Igor, og so stóð 2-0. Dupult reytt Og stóð nú illa til hjá Skála, so skuldi støðan gerast munandi verri. Bara tíggju minuttir eftir steðgin mistu teir kanska týdningarmesta leikaran á liðnum, tá Nenad Stankovic fekk reytt kort. Ivaleyst var hann frustrer- aður av mótgongdini á mál- talvuni og hørðu viðferðini, sum hann fleiri ferðir var offur fyri sjálvur, og í øllum førum fór Ronnie Samuel- sen brádliga umkoll, tá teir báðir runnu lið um lið, eftir at bólturin var farin víðari. Dómarin stóð beint hjá, og hann ivaðist í øllum før- um ikki, og so mátti Skála spæla víðari við tíggju monnum. Hetta merkti sjálvsagt, at Skála mest sum ongan møguleika hevði at vinna seg aftur í dystin, og B36 hevði nú heldur ikki teir stóru trupulleikarnar. Betri gjørdist tað heldur ikki av, at Dusan Jaic tíggju minutt- ir fyri leiklok bjargaði sín- um seinna gula korti við eini ógvusligari eftirtackl- ing á miðjum vølli. Hetta gav B36 pláss at spæla, men sum tað so ofta er sæð fyrr, so dalaði kon- sentratiónin hjá yvirmann- að liðnum, soleiðis at teir ikki fingu gjørt sær dælt av yvirtalinum. Sostatt var tað Skála, sum var næst við at skora, tá Bogi Gregersen av brotsteigarmarkinum høgdi á tvørtræið, men sum í und- anfarnu 85 minuttunum, so var hetta ikki dagurin hjá Skála, sum altso mátti mál- og stigaleyst av vøllinum. Tærr UEFA-stríð Úrslitið leiddi Skála niður á triðja plássið á stigatalvuni, men tað í sjálvum sær er kanska ikki nøkur kata- strofa. Verri tykist tað vera, at liðið til komandi dystin má vera teir báðar leik- bannaðu útlendingarnar fyri uttan. Tað fer í øllum førum at gera tað enn meira alneygt, at Pauli G. Hansen verður tøkur aftur, tá KÍ kemur á vitjan. Tá skal B36 spæla móti HB í einum dysti, sum næstan kann tryggja grann- unum matematiska vissu fyri gullinum. Tað er í øllum førum nakað, sum teir í B36 vilja leggja nógv fyri í royndun- um at forða, men um tað skal eydnast teimum, er so ein heilt annar spurningur. Í øllum førum er tað hjá báðum pørtum umráðandi, at stig fáast úr hesum dyst- unum. Tað er bert eitt stig á muni, og tað er bert annar parturin, sum kann fáa pláss í UEFA-Cup kapping- ini. B36-Skála 2-0 (1-0) B36: Magnus E. Poulsen – Allan Mørkøre, Jóhannis Joensen, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen – Bárður Mortansson, Klæmint Matras, Ronnie Samuelsen, Alex dos Santos – Bergur Midjord (Kenneth Jacobsen, 68.), John Petersen GK: Jóhannis Joensen, 65. Skála: Igor B. Kostic – Hanus Thorleifsson, Rúni Rasmussen, Dusan Jaic, Iulian Florescu – Eugen Stancio, Nenad Stankovic, Bárður Danielsen, Alexandur Johansen – Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg GK: Dusan Jaic, 53., Iulian Florescu 53. RK: Nenad Stankovic, 55., Dusan Jaic, 81. (tvey gul kort) Dómari: Odmar Andreasen. Hevði fyri tað mesta tamarhald á støðuni, tó at hann neyvan gjørdist populerur millum Skála-fólk, tá hann í einum høggi gav gult til Nenad og Iulian fyri at brúka seg. Er eisini ein av teimum fáu dómarunum, sum ehevur hjálparar, ið duga rangstøðureglurnar, so eisini tann parturin var í lagi. FAKTA UM DYSTIN Trýstið var stórt Jóannes Jakobsen var ein fegin maður, tá tað varð staðfest, at B36 aftur hevði kropið sær upp á annað plássið á stigatalvuni. Seinastu løtuna tóktist hann annars ikki vera so nøgdur, tá menn hansara helst hildu, at sigurin var heima, men hóast hetta, so tóktist venjarin kortini fegin eftir dystin. – Vit hava eina løtu móti endanum, har leikararnir hava lyndi at gera tey einføldu tingini trupul, men tað kann so ikki skugga yvir restina av dystinum, helt venjarin. – Tað vóru fyrst og fremst stigini, sum taldu í dag. Trýstið á leikarnum hevur verið stórt seinastu tíðina, og tí eri eg fegin um tann viljan, sum var á liðnum í dag. Fyri tað allar mesta hildu vit okk- um savnaðar um uppgáv- una, og so kunnu tíggju minni góðir minuttir móti endanum ikki oyðileggja gleðina um sigurin, helt altso Jóannes Jakobsen at enda. -jm Nakað smalir Jónhard Frederiksberg iðraði seg sjávlandi um, at tað ikki eydnaðist teim- um at fáa stig úr dystinum móti B36, og hann ásann- aði eisini, at tað kanska vóru royndirnar, sum vóru á muni. – Teir hava kanska leik- ararnar, sum eru meira vanir við slíkar dystir. Hjá okkum riggaði spælið ikki, soleiðis sum tað plagar, og serliga høvdu vit ilt við at fáa bóltarnar inn um verj- una hjá teimum. – Tað telir so heldur ikki rætta vegin, tá vit missa týðandi leikarar til dystin. Har er hópurin nakað smalur, og tað merktist væl í dag. Og tit fingu so eisini tvey leikbann í dag. Tað ger ikki støðuna betri? – Avgjørt ikki. Sjálvur eri eg helst heldur ikki tøkur til næsta dyst, tí eg skal í praktikk umborð á Brimli, so vit fara aftur at mangla leikarar til tann dystin. Vil tað so eisini siga, at tit nú siga tykkum vera nøgdar við, at talan verð- ur um Toto-Cup næsta ár og ikki UEFA-Cup. – Avgjørt ikki. Vit ætla okkum í øllum førum at royna til tað seinasta. Tað er bara eitt stig upp til silvurið, og næstu ferð hevur B36 dyst móti HB, so vit halda okkum av- gjørt hava møguleikan, segði kviki framherjin, sum nú eisini er landslis- leikari, at enda. -jm Tveir av ungu leikarunum á vøllinum. Bergur Midjord hjá B36 og Hanus Thorleifsson hjá Skála í nærdysti Mynd: Jens Kr. Vang 21 20 Nr. 164 - 31. august 2004 Eysturoyggin eigur bæði tey aftastu pláss- ini, og nú skal vilja meiri enn væl til hjá B68, um teir eftir 24 ár í bestu deildini skulu sleppa undan beinleiðis niðurflyt- ingini 14. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Í teoriini ber tað framvegis til, at HB skal missa meist- araskapin, og í teoriini er tað eisini møguleiki fyri, at B68 skal vinna sær rætt at halda fram í bestu deildini og harvið uppliva 25. árið á rað í 1. deild. Men tað skal vilja ófatuliga illa við hjá HB, um teir skulu missa FM heitið, og tað skal vita meiri enn væl til hjá B68, um teir skulu sleppa undan niðurflytingini. HB er átta stig framman- fyri grannarnar í B36, sum við 2-0 sigri á heimavølli ímóti Skála settu seg í næst- fremsta plássið. Næsta vikuskifti er frívikuskifti frá landskappingini. Landsliðið skal leygardagin spæla í Sveis. Annan sunnudag eigur HB í fimtanda og fjórði síðsta umfarinum heimadyst ímóti B36. Um oddaliðið fer at megna at gera av við grannarnar, so verður munurin frá HB og aftur til næsta liðið í hvussu so er níggju stig undan trimum teimum síðstu umførunum. Og munurin kann verða uppaftur størri, um HB vinnur á B36, og um KÍ samstundis megnar at fáa í hvussu so er eitt stig á Skála. Við gongdini seinastu vikuskiftini í huga ber tað væl til at ímynda sær, at HB eftir fimtanda umfarið skal hava tryggjað sær meistara- heitið triðju ferð á rað. Tað ber næstan ikki til at ímynda sær eina betri gongd fyri HB. Og um tað kiksar ímóti B36, so verður næsti møguleikin hjá HB at tryggja sær meistaraskapin í 16. umfarinum, tá ið teir skulu spæla í Klaksvík. Hóast teir skuldu tapt bæði ímóti B36 og KÍ, so er sannlíkið stórt fyri, at HB teoretiskt fer at tryggja sær FM heitið í Klaksvík. Treytirnar hjá B36 og Skála eru, at hesi liðini skulu fáa fult hvørja ferð. Sannlíkið fyri hesum er minni, enn tað er fyri, at HB ikki skal fáa nakað burturúr. ÍF fekk fult á heimavølli ímóti VB. Fuglfirðingar eru nú átta stig frammanfyri B68. Toftamenn hava ong- an dystin vunnið, og hóast teir kanska fáa møguleikan, tá ið ÍF í triði síðsta umfar- inum fer at spæla á Toftum, so verður munurin frá B68 og upp til ÍF framvegis fimm stig. B68 skal altso fáa fult í trimum av teimum fýra uppgávunum, sum teir eiga á, og samstundis skal ÍF einki stig fáa. Tað ljóðar heilt ómøguligt. Skráin hjá B68 í fýra teimum síðstu umførunum er henda: VB (ú), ÍF (h), EB/Streymur (h) og B36 (ú). Hjá ÍF sær skráin soleiðis út: EB/- Streymur (h), B68 (ú), B36 (h) og KÍ (ú). Tá ið ÍF í 1999 spældi í átjanda og síðsta umfarin- um í Klaksvík, taptu teir og fluttu niður í 2. deild. Uttan mun til hvussu úrslitið hesa ferð fer at verða hjá ÍF í Klaksvík, so fara teir ikki at flyta beinleiðis niður. Men fuglfirðingar mugu spíla seg út, tí teir skulu spæla endaumfar um rættin at halda fram í bestu deildini. KÍ sigrarnir ímóti GÍ og NSÍ bera við sær, at tað frá ÍF á níggjunda plássinum og upp til NSÍ og EB/- Streym, sum nú eru á sjeynda og áttanda plássin- um, eru átta stig. Tað vil siga sama stigatal, sum tað er frá HB og niður til B36, og sum tað eru frá B68 og upp til ÍF. Sannlíkið fyri at ÍF skal røkka áttanda pláss- inum er eins lítið, sum tað er, at B68 skal røkka níggj- unda plássinum, og at B36 skal fáa HB aftur í stríðnum um FM. At høvuðsstaðurin stend- ur sterkur í fótbólts Føroya kortinum í løtuni verður staðfest av, at HB og B36 eru fremst í bestu deildini, og at AB nú er oddalið í næstbestu deildini. Alt bendir á, at AB og TB skulu stríðast um beinleiðis upp- flyting og sessin, sum gev- ur rættin at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Munirnir Sunnudagin spældi topplið- ið og komandi meistarin á útivølli ímóti botnliðnum og komandi niðurflytaran- um. Úrslitið boðar frá, at tað er stórur munur á topp- inum og botninum. Sunnu- dagin bar væl til á Svanga- skarði at sammeta botnliðið og oddaliðið og harvið at gera onkrar staðfestingar. B68 liðið var eyðkent at, at tað á liðnum vóru tríggir útlendingar, og at tað mill- um teir trettan, sum vóru á vøllinum, vóru seks, sum hava fingið sína fótbólts- uppaling á Svangaskarði. Ein B68 spælari, sum er uppvaksin á Toftum, var leikbannaður. Burtursæð frá leikandi venjaranum, Heine Fernan- dez, so vóru allir spælarar- nir á HB liðnum føroyingar. Men hóast HB altíð hevur átt flestu meistararnar í yngru deildunum, so vóru bara tríggir millum teir ellivu, sum vóru á HB liðn- um, sum eru uppvaksnir í HB. Ein HB spælari, sum er uppvaksin í HB og sum annars er fastur á liðnum, var leikbannaður, og ein HB spælari, sum er fastur maður á liðnum og sum er uppvaksin í HB, var skadd- ur. Tríggir ungir spælarar, sum eru uppvaksnir í HB, sótu á beinkinum. Undrun- arvert var tað, at eingin teirra slapp upp í part, sjálvt um støðan eftir 50 minuttir var 5-0. Og tá er tað líka mikið, um 3. deild- arliðið skuldi spæla aftaná. Tað er ikki alt, sum glitr- ar, sum er gull, plagar at verða tikið til. Tá ið føroysk feløg keypa útlendskar spælarar verður altíð latið væl at. Umboðsmenninir siga, at spælararnir eru góðir, og viðhvørt eru teir tað. Sunnudagin vórðu tveir av nýggju útlending- unum hjá B68 skiftir út í hálvleikinum. Tað boðaði frá, at teir ikki høvdu staðið seg nakað serligt. Innpakn- ingurin hevur kanska verið flottari enn innihaldið. Eingin í HB hevur ivast í, at teir spælararnir, sum av ymsum orsøkum eru komn- ir aðra staðni frá í Føroyum og í høvuðsstaðarfelagið, hava verið so mikið góðir, at teir hava verið førir fyri at lyfta HB liðið uppaftur longri fram og upp. Tað er ógvuliga stórur munur á tí, sum eitt nú Rógvi Jacob- sen, Heðin á Lakjuni og Kári Nielsen hava givið HB, og tí, sum brasiliu- menninir hava givið B68. Stóri bólkurin Gøtumenn siga seg spæla fyri aftur at sleppa upp í part í Europa. Tá ið GÍ í níti árunum var upp á tað besta, stóðu teir seg altíð betri eftir summarsteðgin, enn teir gjørdu undan summar- frítíðini. Soleiðis hevur tað ikki verið seinastu árini, og úrtøkan tykist heldur ikki at skula gerast nakað serlig hesa ferð. Næstsíðsta sunnudag tapti GÍ á heima- vølli, og hesa ferð fingu teir bara eitt stig á Mølini. Tað verður av teimum flestu mett sum góð úrtøka, men eitt sindur soltna úrtøkan hjá GÍ hesa ferð bar við sær, at teir eru eitt sindur verri fyri í europeiska stríðnum. Næstu ferð skal GÍ spæla í Runavík. NSÍ hevur ikki staðið seg væl síðani summarsteðgin, men støð- an er ikki verri enn so, at NSÍ við sigri á GÍ fer at lyfta seg upp undir liðina á gøtumonnum. VB taptií Fuglafirði og fór heldur ongan veg. Klaksvíkingar vunnu fyri fyrstu ferð í ár tveir dystir á rað. Og nú er møguleiki fyri, at hundrað ára føðingardagsárið ikki verður heilt so vánaligt, sum tað leingi hevur sæð út til at skula gerast. Í fimtanda umfarinum sær skráin soleiðis út: VB- B68, Skála-KÍ, NSÍ-GÍ, ÍF- EB/Streymur og HB-B36.0 Høvuðsstaðurin vinnur gull og er á silvurkós Tveir garvaðir menn í føroyskum fótbólti, Øssur Hansen og Rúni Nolsøe, ið báðir eru liðformenn hjá sínum liðum. Øssur og B68 mugu allarhelst venja seg við tankan um at skula spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár, meðan Rúni og HB stevna ímóti meistaraheitinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20