Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-08-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2004 23 Men hóast teir í Klaksvík vóru ellivu ímóti tíggju í 70 min- uttir, so megnaðu teir ikki at binda fyri, og vandin lúrdi støðugt, at illa sperda NSÍ skuldi fara avstað við einum stigi KÍ-NSÍ Jóannes Hansen Avrikið livdi ikki heilt upp til tað, sum teir sýndu í Klaksvík næstsíðsta sunnu- dag. Men KÍ fell fulla úr- tøku, og harvið megnaðu teir at seta góða rammu rundanum hundrað ára føð- ingardagin. Trý stig í Gøtu sunnudagin undan føðing- ardegnum, og trý stig á heimavølli sunnudagin eftir føðingardagin og harvið fyri fyrstu ferð í ár tveir sigrar á rað. Harvið lyfti KÍ sær tvey pláss og eitt nú fóru teir framvið NSÍ, sum tað hevur gingið illani hjá síðani summarsteðgin. KÍ hugburðurin var tann sami, sum hann var í Gøtu, og heimaliðið spældi seg til fleiri málmøguleikar. Men tað eydnaðist bara eina ferð at fáa mál. Málið skoraði Jacob Bymar, sum seinastu tíðina rættuliga er komin fyri seg. Eftir langt útspark frá Jákupi Mikkelsen streyk danski álopsspælarin av- stað. Jacob man vera ein tann skjótasti - um ikki tann skjótasti - álopsspælarin í landinum. Hann rann frá NSÍ verjuni, vinkulin gjørd- ist eitt sindur spískur, og so smekkaði Bymar millum nærra stólpan og Jens Mart- in Knudsen, sum noyddist at rokna við møguleikanum fyri innleggi. So var KÍ á odda, og áskoðarahýrurin góður. Fyritreytirnar hjá NSÍ at koma afturíaftur versnaðu nógv, áðrenn fyrra umfarið var hálvrunnið. Vongverjin í høgru, Brynjolvur Niel- sen, fekk tá aðru ferð gult kort. Í fyrra førinum var tað fyri at takla aftanífrá, og í seinna førinum metti dóm- arin, at tað skuldi sektast við gulum, at vongverjin hevði tikið hondina til hjálpar omanfyri høvdið eftir hornasparksstøðu. Útvísingin hevði við sær, at NSÍ noyddist at umskipa. Gert Langgaard, sum í út- gangsstøðuni hesa ferð var í høgra miðvallarborði, varð fluttur aftur á vong- verjaplássið í høgru, og tyngdin í álopspartinum minkaði harvið. KÍ hevði bóltin meiri, enn NSÍ hevði hann, og klaksvíkingar spældu væl ímillum sín. Men teir vóru ikki nóg grammir. Ferðin fór niður, og tað var nógv tvørturum og aftureftir. Harvið fekst ikki tann nyttan burturúr yvirtals- støðuni, sum tað átti at havt verið møguleiki fyri, tá ið mótstøðuliðið hevði mist ein mann. NSÍ hótti Hóast teir vóru aftanfyri við einum máli, og hóast teir vóru tíggju og mót- støðumenninir ellivu, so vístu teir í NSÍ eftir steðgin sera góðan hugburð. Teir vóru ágangandi, og teir stríddust fyri at fáa mál og venda gongdini, og við Iani Højgaard sum stýrimanni vóru teir rættuliga álops- kendir. Í løtum megnaðu teir at leggja trýst á KÍ, sum viðhvørt hevði nóg mikið við at verja. NSÍ hevði møguleikar eftir tvørbóltar, langar sendingar í borðini og ikki minst deyðbóltsstøðum, men teir fingu einki mál. KÍ verjan var undir trýsti, men teir høvdu tamarhald á, og Jákup Mikkelsen vísti, sum hann gjørdi tað í Gøtu, at hann er heilt á toppinum, eftir at hann í tvær vikur var plágaður av vøddaskaða. Besta royndin hjá NSÍ stóðst fram ímóti dystar- enda, eftir at langt innkast varð tveitt í KÍ brotsteigin. Verjan fekk ikki ruddað burtur, innskifti Jónstein Petersen fekk stýrt bóltin- um á tvørtræið, og Jákup Mikkelsen var fyrstur á returbóltinum. Í hinum endanum hevði KÍ fleiri møguleikar í snar- álopum. Men teir dugdu illa at fáa úrtøku burturúr, sjálvt um teir vóru fleiri enn mótstøðumenninir. Størsta møguleikan fekk innskifti Erling Fles. Við handara stólpan gjørdist hann púra leysur eftir inn- legg, men úr stuttari fjar- støðu sendi hann bóltin væl uppum málið. Ein annar av innskiftu klaksvíkingunum, Frank Joensen, fekk bóltin í NSÍ málið, men dómarin koll- dømdi. Hann metti, at Eyðun Klakstein, sum var farin um koll, tá ið hann royndi at fara framvið mót- støðumanni, gav Eyðuni gult kort fyri at filma. Klaksvíkingar vóru ikki samdir. Teir roknaðu við, at tá ið dómarin ikki hevði givið KÍ fyrimun, tá ið Frank Joensen stýrdi bólt- inum í kassan, so var tað tí, at hann hevði bríkslað fyri brotssparki. Bíðaðu í fýra mánaðir Landskappingardysturin ímóti NSÍ var tann sjeyndi á heimavølli hjá KÍ í ár. Hetta var onnur ferðin, at KÍ fekk fulla úrtøku. Fyrra ferðin var flaggdagin, tá ið B68 í fyrsta umfarinum var í Klaksvík, og KÍ vann 1- 0. Tað vil siga, at klaks- víkingar frá fyrsta heimasigrinum bíðaðu í meiri enn fýra mánaðir eftir næsta sigrinum. KÍ hevur bava eina ferð skoraði meiri enn eitt mál á heimavølli í ár. Úrslitið ímóti EB/- Streymi var 2-2. KÍ hev- ur bara tapt eina ferð á heimavølli. Tað var 0-1 ímóti B36. Fýra ferðir hevur KÍ spælt javnt á heimavølli. Umframt ímóti EB/Streymi var 1- 1 á Norðoyastevnu ímóti Skála, 1-1 ímóti GÍ og málleyst ímóti VB. jh NSÍ ofta undir- mann- aðir Tað hevur gingið heilt illa hjá NSÍ hesa sein- astu tíðina. Hesa ferð var fótbóltsspælið rættuliga gott síðsta hálva tíman, hóast teir vóru tíggju ímóti ellivu. Men teir taptu fjórða av fimm landskappingar- dystum síðani summar- steðgin. Einasti NSÍ sig- urin hesu megin summ- arsteðgin er tann á Toftum. Eisini tá ið tað ræður um útvísingar hevur tað hilnast illa hjá NSÍ. Brynjolvur Nielsen varð útvístur longu áðrenn 1. hálvleikur var hálv- runnin. Hetta var triðja ferðin innan lutlfalsliga stutta tíð, at NSÍ misti ein mann í 1. hálvleiki. Tað sama gjørdi seg galdandi í steypafin- aluni á Ólavsøku, tá ið Jens Martin Knudsen longu í 1. hálvleiki sá reytt, og í landskapping- ardystinum í Gundadali ímóti HB 30. juni, tá ið Sjúrður Jacobsen longu í 1. hálvleiki sá reytt. jh KÍ fult kring føðingardagin KÍ-NSÍ 1-0 (1-0) 1-0: Jacob Bymar 9. Dómari: Páll Augustinussen KÍ: Jákup Mikkelsen - Leon Bjartalíð, Niclas Nicla- sen (Frank Joensen, 78.), Jan Andreassen, Harley Bertholdsen (Símun Joensen, 61.) - Arnold Joensen, Jan Joensen, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein - Jacob Bymar (Erling Fles, 67.), Ove Nysted Gult kort: Jan Andreasen, Eyðun Klakstein NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Áki L. Hansen (Sjúrður Jacobsen, 72.) - Gert Langgaard, Alexandar Jovevic (Jónstein Petersen, 66., Ian Højgaard, Andy Olsen - Helgi L. Petersen (Jústinus R. Hansen, 60.), Ike Gult kort: Brynjolvur Nielsen (2) 11., 19., Ian Højgaard, Áki L. Hansen, Sjúrður Jacobsen Reytt kort: Brynjolvur Nielsen 19. FAKTA UM DYSTIN Málskjúttin Jacob Bymar í atsókn ímóti málinum hjá NSÍ, sum mátti spæla sjeyti minuttir við tíggju monnum. KÍ hinvegin kundi fegnast um trý stig í vikuni, tá felagið kundi hátíðarhalda 100-ára dagin Mynd: Símun á Høvdanum 23 22 Nr. 164 - 31. august 2004 Hóast fuglfirðingar ikki vilja hoyra talan um, at teir nú kunnu kenna seg tryggar á níggjunda plássi, halda tey flestu, at ÍF kann fara at fyrireika seg til upp- og niður- flytingardystirnar ímóti næstbesta liðn- um í 2. deild 1. DEILD Stefan í Skorini ÍF hevur nú fingið tíggju stig. B68 hevur framvegis tvey stig. Fýra dystir eru eft- ir at leika. Bert ein sera svartskygdur fuglfirðingur og ein sera bjartskygdur toftamaður kunnu yvirhøvur ímynda sær, at B68 á nakran hátt skalar ÍF í botnstríðn- um, sum er um at vera av. Hesi bæði liðini hava eisini ein innanhýsis dyst á Toft- um, og tá fer avgerðin óivað at fella. Sigurin sunnudagin hevði alstóran týdning fyri ÍF í botninum, men VB skal hinvegin ikki gera sær stórar vónir um at røkka triðja plássinum og evrope- iskum fótbólti komandi kappingarár. Talan var ikki um tann best leikta dystin á árinum, tá ÍF tók ímóti VB. Fyrri hálvleikur var sera vána- ligur, og liðini fingu ongan- tíð spælið á glið. VB hevði hesa løtuna eina lítla yvir- vág í leiki, tó uttan at nakað stórvegis spurdist burturúr. Stríðsviljin sigraði Seinni hálvleikur var hin- vegin meira áhugaverdur fyri áskoðaran. Tá tíggju minuttir vóru farnir, fekk ÍF einasta málið í dystin- um. Áki Petersen, sum var við aftur í byrjunaruppstill- ingini, gjørdi eitt gjøgnum- brot av høgra bakki. Anders Sørensen hjá VB fór skeiv- ur av bóltinum, og hetta gav Áka høvi at leggja innfyri til nærmastu stong til arg- entinaran Gunnar Nielsen, sum hevði reikað inn í brotsteigin úr vinstru síðu. Hann langaði til fyrstu ferð úr eini tólv metra fjarstøðu, og bólturin smeyg sær inn- um við nærmastu stong. Gunnar Nielsen hevur víst seg at vera ein fongur hjá ÍF. Hetta er annar dysturin á rað, at hann er á máltalvuni. ÍF-liðið, sum kom útaftur til annan hálvleik, vísti ein heilt annan hugburð, og stríðsviljin var sera sjónligur teir seinastu fýratifimm minuttirnar. Hetta er óivað tað, sum krevst fyri at skava sær nøkur dýrabar stig á úti- vølli. Stríðsvilji var lykla- orðið hendan dagin, tá fót- bóltsspælið ikki var av tí besta. Venjarin Petur Mohr hevði eisini skift spælskip- an í steðginum. At byrja við spældi ÍF við eini 4-3-2-1 skipan, men hetta vísti seg ikki at rigga, og tí varð spælskipanin broytt til eina vanliga 4-4-2 skipan. Sylla varð settur fram í álopið saman við Magna á Lakj- uni, og Gunnar Nielsen datt aftur á vinstra vong. Mindaugas gjørdi um seg VB mátti svara aftur, og svarið lá í áleyparanum Mindaugas, ið kanska heldur óvæntað sat á bonk- inum hendan dystin. Hann kom inn fyri Dan Djurhuus, tá hálvur tími var eftir, og hann gav fuglfirðingum grá hár á høvdið. Hann skapti nógv órógv í brotsteiginum hjá ÍF við síni styrki í nærdystunum. Hann fekk tó ongantíð nakran veruligan opnan málmøguleika, men hann stríddi seg til fleiri hálvar møguleikar. Tað skuldi tó ikki vera dagurin hjá VB. Hóast vág- bingar løgdu stórt trýst á ÍF-málið seinastu løtuna, so eydnaðist tað ikki at lirka verjuna upp. VB-arar kendu seg snýtt- ar fyri eitt brotsspark í seinna hálvleiki, tá Palli Augustinussen datt fram eftir rommum, í tí hann dróg framvið Rúna Elttør. Dómarin lat tó ikki við seg koma, hóast vágbingar vístu sína ónøgd við vant- andi dómin. Móti endanum av dystin- um royndi ÍF at binda um heilan fingur. Ein av teim- um meira royndu monnun- um, Eyðálvur Petersen, varð settur inn fyri málskjúttan Gunnar Nielsen, og Eyðun Ryggshamar kom inn fyri Muhamed Sylla. Tveir verjukendir arbeiðshestar fyri tveir álopskendar leik- arar, og hetta vísti seg at geva bonus, tí at ÍF helt málið reint fyri fyrstu ferð í landskappingini í ár. Bæði liðini høvdu ein verjuleikara sjúkan til dystin sunnudagin. Hjá VB lá Eyðun Jacobsen sjúkur eftir í Vági, og hjá ÍF var Viggo Johannesen heldur ikki til dystin fús. Hjá VB hevði hetta við sær, at Jákup Olsen varð settur í miðverjuna hjá VB. Eingin tryggleiki Petur Mohr, venjari hjá ÍF, vil ikki hoyra talan um, at fuglfirðingar nú kunnu kenna seg tryggar á níggj- una plássi. – Vit kenna okkum als ikki tryggar enn. Tað eru tólv stig eftir at spæla um, og enn er einki avgjørt. Tað eru fjúrtan dagar til næsta dyst, og vit fara at koyra á leikararnar hesar báðar vikurnar, sigur Petur Mohr. Næsti dystur hjá ÍF verður ímóti EB/Streymi á heimavølli, og møguleikar- nir hjá ÍF at fáa stig í hesum dysti mugu sigast vera góðir. EB/Streymur hevur ikki so nógv at stríðast fyri annað enn æruna, og fugl- firðingar vilja óivað vaska stórtapið á Eiði av sær. VB kann enn røkka triðja plássinum, har Skála í løt- uni situr, men tað krevur ein rættiliga góðan enda- spurt, sum byrjar við B68 á heimavølli um tvær vikur. ÍF - VB 1-0 (0-0): ÍF stríddi seg til sigurin ÍF - VB 1-0 (0-0) 1-0: Gunnar Nielsen ÍF: Karsten Joensen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Rúni Elttør, Fritleif í Lambanum - Hanus Eliasen, Høgni Madsen, Høgni Zachariasen - Muhammed Sylla (Eyðun Ryggshamar), Gunnar Nielsen (Eyð- álvur Petersen) - Magni á Lakjuni (Høgni á Lakjuni) VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Jákup Olsen, Kári í Lágabø - Símun Sam- uelsen, Milan Kulic, Jón Pauli Olsen, Palli August- inussen - Dan Djurhuus (Mindaugas Grikalavicius), Poul N. Poulsen FAKTA UM DYSTIN Palli Augustinussen hjá VB roynir her at fara framvið Høgna Madsen. ÍF tók sunnudagin eitt risastórt fet ímóti framhaldandi luttøku í bestu deildini, tá fuglfirðingar vunnu 1-0 á VB Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22