Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ja til hjúnarbandið Kjak síða 6 Tí hev­ ur LGBT viðvind Marjus Dam Kjak síða 6 Eg vil halda lógina Um vit siga, at íleggjaraævintýrið í Føroyum byrjaði við fyrsta før­ oyska børsskrásetta parta­fel­ag­ num, Atlantic Petroleum í 2005, so endaði tað fyri mong helst við hús­ a­gang­i­num hjá Eik Banka í 2010. Fyri tey, sum settu pengar í Bakka­frost, tá P/F Bakkafrost í 2010 var noterað á Oslo Børs kunnu vit siga, at trøini framvegis vaksa inn í himm­alin. Tí síðani felagið fór á børs­in, er virðið á partabrævinum meira enn tíggjufaldað. Tann dagin, tá Bakkafrost fór á børs­in, áttu føroyingar 100 prosent av felagnum. Størsti eigari var Bank­Nordik, sum átti 34 prosent. Hesi 34 pro­sent­ini vóru millum tey, sum vórðu sett til sølu beinanvegin. So­leiðis fekk BankNordik um 400 millónir í kassin í staðin fyri parta­ brøvini. Helst hevur bankin verið nakað bráð­ur. Tí hevði hann bíðað – og um hann hevði kunnað bíðað til í dag, so hevði hann fingið góðar 4,2 mill­ i­ard­ir krónur fyri somu partabrøv. TF Holding og Eik Banki áttu eis­ ini nógv partabrøv – so nógv, at tey í dag høvdu havt eitt virði, sum er væl oman fyri milliardina. Men eisini tey hava selt sín ogn­ ar­lut í stóra fíggjarliga risanum í Før­oy­um, sum er 10. størsta virki av sín­um slag í øllum heiminum. Vit taka valla munnin ov fullan um vit siga, at vanligi føroyingurin – sum fór at royna seg sum í­leggj­ ara, varð for­skrekt­ur av Eik Banka húsaganginum – og helst er tað ein orsøk til, at før­oy­ingar ikki eins glað­beint­ir settu pengar í Bakka­ frost. Tá útlendingar nú eigar 74 pro­sent av Bakkafrost, so er tað sjálv­andi tí, at føroyingar hava selt teim­um hesi partabrøv. Og tað hev­ ur ein og hvør rætt til at gera. Hinvegin kann tað tykjast løgið, at før­oysk pensjónstryggignarfeløg ikki plasera sínar pengar í føroysk virki. Sjálvandi eiga tey fyrst og fremst at hugsa um avkast. Men tá vit eiga einar átta milliardir krónur í pen­sjóns­trygg­ing­ar­peng­um, og at so gott sum allir eru plaseraðir utt­ an­lands, so er tað okkurt, sum ikki hong­ur ordiliga saman. Føroyingar hava helst selt sín part í Bakka­frost, tí at partabrævið er vaks­ið so nógv í virði. Og útlendingar hava helst keypt før­oysku partabrøvini av somu orsøk – tí tey eru vaks­in so nógv í virði. Og nú virðið er meira enn tíggju­ f­aldað, so keypa útlendingar fram­ veg­is nógv partabrøv í Bakkafrost. Kanska føroyingar enn hava nak­að at læra, tá tað snýr seg um at gera íløgur í partabrøv. Vit selja til útlendingar – Hvørjar nátt endaðu vit á Red Light District. Eg veit um minst 10, sum keyptu horur. – Í byrj­anini eggjaðu fleiri hvønn annan at keypa sær eina – og bjóðaðu seg fram at gjalda fyri við­kom­andi, ið tók av. Til síðst vildi eing­ in bjóða, tí teir vildu sjálvir keypa. Soleiðis greiðir ein av næm­ing­u­num, sum var við á náms­ferð­ini hjá stu­d­ent­ a­skúl­a­næm­ing­um úr Hoy­ døl­um og Hand­il­s­skúl­a­num, sum her­fyri vóru á námsferð í Amst­er­dam. Vit kundu hugsað okkum at end­ur­givið meira úr grein­ini, men av onkrar or­ søk hvarv greinin av aft­ur heimasíðuni hjá Kring­varp­ i­num, stutt eftir at hon varð løgd út, so tí fáa vit ikki endan við. Næmingar úr Hoydølum keyptu horur í Amsterdam Vit selja, tí virðið veksur Hini keypa, tí virðið veksur Tveir vinmenn í fimm­ti­áru­ num máttu í gjár fáa hjálp frá myndugleikunum, eftir at ein fjallatúrur ikki gekk heilt eftir ætlan. Dagurin byrjaði við, at teir høvdu sett bilin frá sær í Gásadali og høvdu síðani tikið túrin upp um skarðið og oman í Víkar. Túrurin til Víkar gekk væl, men á veg heim­af­t­ ur mistu menninir hvønn annan burtur. Tele­fon­sam­ band­ið er ikki av tí besta á vest­ur­síðuni í Vágum, so tann eini maðurin gekk nið­ an á skarð­ið aftur, har hann bar eyga við hin mannin, ið hevði tik­ið telefonina fram og lýsti við henni. Tá var hann staddur við uttastu toft­ir­nar í Víkum. Hetta var um hálvgum tíggju tíðina í gjár, og tað var vorðin myrkt. Ó­vit­andi hvat støðan hjá vin­mann­ inum ringdi hann tí­skil til løgregluna, ið av­gjørdi at senda boð eftir bjarg­ing­ar­ tyrl­uni. Tyrlan fór av flog­vøll­ i­num klokkan 22.18 við kós móti avtoftaðu bygd­ ini, og longu 26 min­utt­ ir aftaná, var hon aft­ur á flogvøllinum við mann­i­ num. Vinmaðurin, ið ringdi til løg­regluna, mátti tískil sjálv­ur ganga aftur til Gása­ dals, har hann var frammi við bilin um ellivu tíðina. Mistu hvønn annan burtur í fjøllunum Ferðslutrygd: Nevndin afturvald Á aðalfundi hjá Ferðslutrygd fríggja­dagin var nevndin aft­ urvald. Í henni sita: Jákup av Skarði, nevnd­ar­ lim­ur (Føroya Lærarafelag), Vivi­ann Johansen, varalimur (Trygd), Kári Thorsteinsson, nevnd­ar­formaður (løg­reglu­ mað­ur), In­gunn Eiriksdóttir, nevnd­ar­limur (Tórshavnar komm­una), Eiler Fagra­klett, nevndarlimur (Trygg­ing­ar­ felagið Føroyar), Lov­isa Gler­ foss, varalimur (Vága komm­ una), Bryn­hild Høgnadóttir, stjóri í RFF, Armgarð Stein­hólm, nærsformaður (Lands­verk) og Mikkel Heide Frandsen, varalimur (Landsverk).