Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41 VINNA Lesið meira um Bakkafrost í Vinnuni inni í blaðnum Tveir milliarderar og fleiri millióningar Eirikur Lindenskov Góðu úrslitni hjá Bakka­ frost og góða gongdin á parta­brævamarknaðinum í Oslo fløvar væl á banka­ bókini hjá parta­eigar­un­ um. Størstu partaeigarar í P/F Bakkafrost eru Reg­ in Jacobsen, stjóri, og mamma hansara, Oddvør Ja­cobsen. Tey eiga ávikavist 9,2 og 9,4 prosent av parta­brøv­ unum. Teirra partur er upp­runaligi parturin, sum Regin Jacobsen, og pápi hansara, Hans Jacobsen, sáli, settu í felagið fyrst í nítiárunum, tá felagið varð endurskipað. Síðani er felagið lagt saman við fleiri øðrum alifeløgum í Føroyum, og tað hevur gjørt, at parturin hjá Bakka­frostfamiljuni er minkaður tilsvarandi. Tey hava einki selt burturav sín­u­m partabrøvum. Samlaða virðið á Bakka­frost á Oslo Børs var í morgun 11,9 milliardir danskar krónur. Kursurin í morgun var 308 norskar krónur. Tá felagið fór á partabrævamarknaðin í 2010 var kursurin 31 norsk­ar krónur. Soleiðis er virðið 10 faldað hesi seks árini. Virðið á partinum hjá Oddvør Jacobsen er so­ statt 1,117 milliardir krón­ ur. Parturin hjá Reg­ini Jacobsen er verdur 1,093 milliardir krónur. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, var ein teirra, sum seldi síni partabrøv í Havsbrún til Bakkafrost, tá Bakkafrost keypti Havns­brún í 2011, við at býta um partabrøv. Hann fekk tí umleið 171.000 parta­brøv í Bakkafrost aft­ur fyri partabrøvini í Havs­brún. Virðið á parta­ brøv­un­um hjá Odd Eliasen var í síðstu viku slakar 56 milliónir krónur. Á aðalfundinum hjá Bakka­frost fríggjadagin var gjørt av at útluta 403 milli­ónir krónur í vinn­ ings­býti. Fyri teir tríggjar parta­ eigarar, nevndir eru oman­ fyri, merkir tað, at tey fáa nógvar pengar á bók næstu dagarar: Oddvør Jacobsen fær slakar 38 milliónir krónur – 24,7 milliónir krónur eftir skatt. Regin Jacobsen fær góðar 37 milliónir krónur – 24,5 milliónir krónur eftir skatt. Odd Eliasen fær 1,4 milliónir krónur – 910.000 krónur eftir skatt. Kapitalvinningsskattur skal gjaldast av vinn­ings­býti, hes­in skattur er 35 prosent. Sterka alifelagið Bakkafrost, sum er 10. størsta alifelag í heiminum, hevur gjørt nøkur fólk í Føroyum sera rík TAPTU STRÍÐIÐ MEN HAVA TAÐ VIT SKULU BRÚKA Árni Gregersen – Vit taptu stríðið, men eg havi góða samvitsku, tí vit gjørdu hvat vit kundu. Poul Hansen var ein teirra, sum ikki vildi, at Havs­brún bleiv selt til Bakka­frost fyri nøkrum árum síðani, men tapti stríð­ið. Tá ið stríðið var av, fingu feløgini advokaturin varðaði av og partvís átti slakar 150 milljónir krónur burturúr søluni. Ein annar møguleiki var at fáa partabrøv í Bakka­ frost tá, men hetta valdi adokaturin frá. – Nei, tað irði eg meg als ikki um. Vit hava tað vit skulu brúka, og vit lata peng­arnar arbeiða, sigur Poul Hansen. Hevði hann í staðin fyri valt at lata pengarnar standa í Bakkafrost og fing­ið partabrøv í Bakka­ frost fyri søluna, so hevði hann í dag kunnað selt tey fyri góðar 900 milliónir krón­ur. Í staðin fyri hevur hann latið teir pengar, feløgini fingu tá, arbeitt. Í løtuni ar­beiðir hann hart við at byggja ein víkingagarð omanfyri Kvívík og hann og feløgini eru við í nógvum øðrum vinnuvirksemi. Alivinnan sleppur ov lætt Poul Hansen hevur ferð eftir ferð funnist at, at mun­ur verður gjørdur á ali­vinnuni og fiskivinnuni, tá ið talan er um gjøld til landið. – Fiskivinnan fær álagt stór gjøld, meðani tað vísir seg, at alivinnan sleppur munandi lættari. Eg havi als onki ímóti, at tað gong­ ur væl hjá alivinnuni, og at hon vinnur pening, men mær dámar stak illa, at so stórur munur verður gjørd­ur á alivinnuni og fiski­vinnuni, sigur hann. Hann leggur afturat, at sjálvandi hevur fiskivinnan fyri neyðini at gjalda fyri tilfeingið, sum hon fiskar av, men uttan loyvini til føroysku firðirnar og sund­ ini, so hevði alivinnan ikki verið til. – Alivinnan hevur einkar­rætt til aliøkini og tað skal hon sjálvandi gjalda fyri, eins væl og at fiski­vinnan skal gjalda fyri at brúka okkara livandi til­ feingi í sjónum, sigur Poul Hansen. Feløg, sum Poul Hansen, vinnulívsmaður og advokatur, varðar av fingu slakar 150 milljónir, tá ið Bakkafrost keypti Havsbrún Poul Hansen kundi fingið 750 millónir meira Sterka alifelagið Bakkafrost, sum er 10. størsta alifelag í heiminum, hevur gjørt nøkur fólk í Føroyum sera ríkHevði Poul Hansen tikið av tilboðnum frá Bakkafrost í 2011 – og hevði hann selt partabrøvini í Bakkafrost í dag, so áttu feløgini hjá honum 750 milliónir krónur meira. Partabrøvini, sum vórðu seld fyri 150 milliónir í 2011 - høvdu í dag kunna verið seld fyri 900 milliónir Eirikur Lindenskov Hevði Poul Hansen ikki ver­ ið so bráður, tá feløgini, hann varðar av, seldur síni parta­ brøv í Havsbrún til Bakka­ frost í 2011, so kundi hann tjent 750 milliónir krónur meira. Bakkafrost bjóðaði øllum partaeigarum í P/F Havsbrún at gjalda fyri partabrøvini í Havsbrún við partabrøvum í Bakkafrost. Men hesum tók Poul Hansen ikki av. Í staðin fingu feløgini, sum hann varðar av og eigur í, umleið 150 milliónir krónur frá Bakkafrost. Um hetta mundið var kurs­urin á partabrævinum hjá Bakkafrost um 50 norsk­ ar krónur. Síðani tá er kurs­ urin meira enn seks faldaður. Tað merkir, at um Poul Hansen hevði tikið av parta­ brøvunum í Bakka­frost, og um hann hevði selt tey í síðstu viku, so hevði hann fingið góðar 900 milliónir krónur heldur enn 150 milli­ ónir. Altso meira enn 750 milli­ónir krónur meira. Men Poul Hansen iðrar seg ikki, sigur hann í aðrari grein her á síðuni. Eisini BankNordik kundi tjent fleiri milliardir meira, um bankin ikki var so bráður at selja, tá Bakkafrost fór á virðis­brævamarknaðin í 2010. BankNordik átti 34 pro­ sent av Bakkafrost og var nógv størsti eigarin. Bankin setti øll síni partabrøv til sølu beinanvegin og fekk 400 milliónir krónur fyri parta­ brøvini. Hevði bankin selt í dag, hevði hann fingið oman fyri 4 milliardir krónur fyri parta­brøvini. Eisini Eik Banki og TF Holding vóru stórir parta­ eigarar. Tey hava eisini selt burturav, og somuleiðis kundu havt tjent nakrar hundrað milliónir meira við at bíða. Oddvør Jacobsen Regin Jacobsen Odd Eliasen Poul Hansen