Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD TÍÐINDI TEY BESTU ERU KOSIN Flogbóltsgalla hevur verið um vikuskiftið, har tey bestu í føroyskum flogbólti eru kosin. Helgi Dam Ziska hevur í Luksemburg prógvað seg millum teir bestu í evropa, FM fyri ung í badminton hevur verið á Giljanesi og mangt annað við. Her eru tey stuttsøgdu ítróttartíðindini Pætur Albinus Høllin í Trongisvági var leygar­kvøldið karmur um flog­bólts­galla, har hæddar­ punktið sum vera man var út­nevningin av ársins leikar­ um, venjarum og dómara. Lið­formenn og venjar­ar høvdu atkvøtt, og úrslitið gjørdist hetta: Menn Ársins leikari: Trygvi Hansen, Ternan Ársins hevari: Ólavur Jensen, SÍ Ársins blokkleikari: Suni Juul Petersen, SÍ Ársins álopsleikari: Trygvi Hansen, Ternan Ársins verjuleikari: Jóhan Petur á Stongum, SÍ Ársins stjørnuskot: Johan Arni E. Vang, Fleyr Ársins venjari: Rajko Petrovic Kvinnur Ársins leikari: Anja Danielsen, Fleyr Ársins hevari: Bojana Ivkovic, TB Ársins blokkleikari: Sóleyð Mørch Poulsen, KÍF Ársins álopsleikari: Anja Danielsen, Fleyr Ársins verjuleikari: Femja Mortensen, TB Ársins stjørnuskot: Magnhild Jacobsen, Fleyr Ársins venjari: Jóhan Petur á Stongum, SÍ Ársins dómari: Jan Hentze FÓTBÓLTUR Heini Vatnsdal og Christian Holst vóru báðir við í byrjunar­upp­stillingini hjá Fremad Amager, sum í gjár vann trygt 5-1 á heimavølli ímóti Aarhus Fremad. Fremad Amager er nú á øðrum plássi í upp­flytingar­ bólkinum í triðbestu deildini, trý stig aftanfyri Frem. Trý tey fremstu flyta upp í næstbestu deildina. Viljormur Davidsen gjørdi come­back og fekk 80 minutt­ir á vøllinum, tá ið Vejle í gjár vann 2-1 á útivølli ímóti HB Køge. Við sigri­num lyftir Vejle seg upp á triðja pláss, sum gevur uppflyting. Átta dystir eru tó eftir at spæla, og Silkeborg er einans eitt stig aftanfyri teir úr Vejle. – Tað gekk okey. Tað hava verið tveir drúgvir skaðasteðgir, men tað var deiligt at fáa comeback, go so enntá við einum umráðandi sigri til liðið, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá Vejle. Hann hevur orsakað av mongu skaðunum einans spælt átta dystir hetta kappingarárið. Verri gongur hjá Vend­ syssel FF. Hallur Hans­son og Brandur Hendriks­son byrjaðu báðir á vøllin­um, tá ið liðið tapti 2-1 heima ímóti FC Fredericia. René S. Joensen kom inn og skor­aði. Vendsyssel FF hevur ikki vunnið í átta dystir á rað og er nú fimm stig frá upp­ flytingini – tó hava teir ein dyst tilgóðar. Kaj Leo í Bartalsstovu var ikki við í hópinum, tá ið Dinamo Bukarest í gjár var á vitjan hjá arvafíggindunum úr Steaua Bukarest. Dysturin endaði við 1-1-javnleiki, og tað merkir, at Kaj Leo og teir framvegis eru á triðja plássi í meistarabólkinum. Fimm stig eru upp til Steaua og átta upp til oddaliðið, sum er Astra Giurgiu. Jóan Símun Edmundsson slapp ikki upp í part, tá ið OB um vikuskiftið tapti 1-0 á útivølli ímóti Brøndby. Rasmus Festersen var nú aftur í hópinum, og hann fekk plássið í álopinum. Jóan Símun sat á beinkinum allan dystin. Spenningur er av álvara komin aftur í La Liga, har FC Barcelona tapti annan dystin á rað og einans hevur fingið eitt stig burturúr seinastu trimum dystunum. Hesaferð tapti FC Barcelona 1-0 á útivølli ímóti Real Sociedad. Real Madrid vann 4-0 á heimavølli ímóti Eibar, meðan Atlético Madrid vann 3-1 á útivølli ímóti Espanyol. Tað merkir, at FC Barcelona nú einans er trý stig frammanfyri Atlético Madrid og fýra stig frammanfyri Real Madrid. Tey trý oddaliðini hittast ikki innanhýsis aftur, nú seks dystir eru eftir at spæla. Cristiano Ronaldo setti nýtt met, tá ið hann skoraði til 3-0 ímóti Eibar. Hann er nú einasti leikari, sum hevur megnað at skotið í minsta lagi 30 La Liga-mál upp á eitt kappingarár heili seks ár á rað. Flestu málini skeyt hann í fjør (48). Higartil í ár hevur hann skotið 30. Martin Ødegaard, sum hevur verið í Real Madrid í 16 mánaðir uttan at fáa veruliga gjøgnumbrotið, vekir framvegis áhuga aðrastaðni. Í samrøðu við Sky váttar forsetin í Bayern München, Mathias Sammer, at felagið framvegis heldur eyga við honum. BADMINTON FM fyri ung hevur verið um viku­skiftið. Hjá U9 dreingjum vann Jósef Ólavsson (ÍF) gull, Bogi á Reynatrøð (ÍF) vann silvur, meðan Kristoffur Samuelsen (HBF) og Alexander Ellefsen (HBF) vunnu bronsu. Í U9 gentum vann Ranja Joensen (KBF) gull, (KBF) vann silvur, meðan Julianna í Heiðunum (HBF) og Eyð Lamhauge Debess (HBF) vunnu bronsu. Í U11 dreingjum eydnaðist tað Nóa Eyðsteinsson (MBF) at vinna gull. Jósef Dánialson (MBF) vann silvur, meðan Leivur Joensen (KBF) og Asbjørn Heide Olsen (HBF) vunnu bronsu. U11 gentur: Oddbjørg í Buð Justinussen (KBF) vann gull, Rakul Sørensen (ÍF) silvur, meðan Fríða Magnussen (ÍF) og Miriam Hávarsá (KBF) vunnu bronsu. Hjá U13 dreingjum endaði Hans Eltør (KBF) ovast á sigursskamlinum, tá hann vann á Silas Jacobsen (KBF) í finaluni. Eli Joensen (KBF) og Rani Hofgaard Ákason (VÍF) deildu bronsuna. Adhya Nandy (HBF) vann gull hjá gentum U13. Miriam í Grótinum (HBF) vann silvur, meðan Ingibjørg Múller (KBF) og Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) vunnu bronsu. Í U15 eru fýra dreingir úr ávíkavist HBF og MBF, sum spæla rættiliga javnt og endaðu hesir leikarar eisini í dag í topp 4. Eftir eina spennandi finalu í trimum settum endaði Jónas Djurhuus (HBF) við at strúka avstað við FM gullinum, meðan Ari Nandy (MBF) mátti taka til takkar við silvurinum í ár. Rúni Øster (HBF) og Árant á Mýruni (MBF) deildu bronsuna. Hjá U15 gentum vóru úrslitini hesi: Mona Rasmusdóttir (ÍF) vann gull, Jensa Torolvsdóttir (ÍF) silvur, meðan Lena Maria Joensen (KBF) og Sissal Thomsen (HBF) vunnu bronsu. U17 dreingir: Dann Fróðason (MBF) vann gull, Bárður á Reynatrøð (ÍF) silvur og Petur Absalonsen (KBF) vann bronsu. Jóhanna Osberg Højsted (KBF) fór avstað við FM- gullinum fyri U17 gentir, tá hon vann ein tryggan finalusigur í tveimum settum á Femju Jacobsen (KBF). Anna Absalonsen (KBF) og Julia Carlsson (HBF) deildu bronsuna. DUATHLON Andrass Joensen luttók í gjár í duathlon-kappingini Islev Duathlon, sum var 5km renning, 20km súkking og aftur 5km renning. Andrass gjøgnumførdi teinin upp á 1:21:36, sum rakk til eitt 43. pláss ímillum teir 168 luttakararnar. HONDBÓLTUR Danska manslandsliðið hevur spælt seg til OL í Rio de Janeiro í summar. Atgongurmerkið tryggjaðu teir sær við 26-24-sigri ímóti Bahrain í gjár. Ávegis vann Danmark eisini ímóti Kroatia og spældi javnt ímóti Noreg, sum gjørdist nummar trý í bólkinum og harvið ikki sleppur við til OL. Hini londini, sum hava spælt seg til OL umvegis undankappingina hetta vikuskiftið, eru Tunesia, Pólland, Slovenia, Svøríki og Kroatia. Umframt tey eru eisini Brasil, Frakland, Argentina, Katar, Týskland og Egyptaland við. Tey hava spælt seg víðari umvegis aðrar kappingar, eitt nú EM og HM. SKÍÐ 42 ára gamla skíðlegendan úr Noregi, Ole Einar Bjørndalen, hevur ongar ætlanir um at gevast, og nú ætlar hann sær eisini við til vetrar-OL í Suðurkorea í 2018. – Alt kann henda, men tað er í øllum førum ætlanin, sigur hann við VG. Bjørndalen hevur verið ímillum teir bestu í meira enn 20 ár og hevur eitt nú vunnið 44 HM- heiðursmerkir. SÚKKLING Franski klassikarin, Paris- Roubaix, var á skránni í gjár. Púra óvæntað var tað 37 ára gamli Mathew Hayman frá Orica- GreenEdge, sum fór avstað við sigrinum frammanfyri allar favorittarnar. Sigurin verður mettur at vera millum størstu sensatiónirnar í søguni hjá kappingini, sum á fyrsta sinni varð súkklað í 1896. TALV Helgi Dam Ziska er besti telvari í evropeisku smá­ tjóðunum. Tað hevur hann prógvað við at vinna European Small Nations Individual Chess Champion­ship, sum í ár var í Luksemburg. 12 luttakarar vóru við. Helgi tapti einki talv - vann átta og trý remis. Um tvey ár verður kappingin í Føroyum.