Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 DART DREYMURIN ER FM Í DART Í SJÓNVARPINUM Bárður Olsen er nýggjur FM vinnari í dart, eftir at hann í finaluni knúgvaði arvafíggindanum, Remy G. Hansen. Dreymurin hjá argjamanninum er ein FM finala beinleiðis í sjónvarpinum Tróndur Arge Bárður Olsen vann leygar­ dagin FM finaluna í dart. Ikki óvæntað bleiv tað ein finala millum hann og Remy G. Hansen, sum til samans hava vunnið FM seinastu fimm árini. Teir hava báðir spælt dart í nógv ár, men ítrótt­urin er ikki tað hann eina ferð var. Nú er vónin, at dart aftur verður ein stór ítróttar­grein, umframt at blíva limur í ÍSF. Dreymurin er sjónvarpið Í dag er dart ein altjóða ítrótt­ ar­grein, har teir bestu spæl­ ar­arnir vinna sær nógvar pengar. Tað er serliga takka verið sjónvarpinum, sum er farið at gera nógv burturúr stóru altjóða kappingu- num. Í Føroyum var dart væl fyri í longri tíð, men um aldar­skiftið minkaði áhug­in nógv, og tað hevur ikki eydn­ ast at seta ungar spælarar við. Bárður Olsen byrjaði at spæla sum 13 ára gamal í 1994. – Tá vóru fleiri og betri spælarar. Eg minnist onkra kapping eitt nú á strondum, har tað vóru yvir hundrað spælarar við, fortelur Bárður Olsen. Um aldarskiftið royndi dart eisini at sleppa upp í part í ÍSF. Tað bleiv ikki til nak­að, og við tí kom eitt rák, har dart ikki var fremst í huganum. – Eg droymi um eina FM finalukapping beinleiðis í sjónvarpinum, men beint nú trúgvi eg ikki heilt upp á at tað fer at henda, sigur Bárður Olsen og leggur afturat: – Í dag situr sjálvt mamma og hyggur at altjóða dart í sjón­varpinum, sigur argja­ mað­urin brosandi. Framgongd Bárður Olsen var ein av fleiri spælarum, sum góvust at spæla um aldarskiftið. Tað gingu eini átta ár, til hann aftur fór at spæla. – Tað fór við nógvari tíð og eg misti hugin at spæla, sigur Bárður Olsen, sum byrjaði at spæla dart sum 13 ára gamal. Fyri fimm árum síðani byrjaði hann aftur. Stóru dart kappingarnar í sjón­ varp­inum hevur fingið dart­ spæl­arar úr kjallaranum. – FM í dag er longu væl størri, enn FM fyri fimm árum síðani. Tað er nógv, sum spæla dart, men avbjóð­ ingin er at fáa tey út úr kjall­ ar­anum at spæla, sigur argja­ maðurin, sum sjálvur vann FM tvey tey fyrstu árini, eftir at hann byrjaði aftur. Ein trupulleiki er tó, at tað legst ikki afturat við ungum spælarum. – Eg var millum teir yngstu tá eg gavst, og eg eri fram­vegis millum teir yngstu, síðani eg byrjaði aftur. Tað vísur seg, at tað eru eldri dartspælarar, sum byrja aftur, heldur enn nýgg­ ir spælarar, sum leggj­ast aftur­at, sigur Bárður Olsen. Hann metir tó, at dart í Føroyum hevur eina bjarta fram­tíð. Til komandi ár verð­ur eitt dartsamband fyri alt Føroyar, umframt at ÍSF hevur víst áhuga fyri at innlima dart. Bárður Olsen held­ur eisini, at góðu um­ støð­ur­nar hjá dart­spæl­ar­ unum í dag ger, at fleiri tíma at spæla aftur. Revsaði Remy Í finaluni, sum var í Skopun leygarkvøldið, vann Bárður Olsen 7-3 á Remy G. Hansen. Teir báðir vóru favorittar at vinna FM undan finaluni. Í fjør vann Remy G. Hansen finaluna teirra millum, um­ framt at hann vann tríggj­ar tær seinastu FM kapp­ingar­ nar fram til FM finaluna. – Eg havi ligið nummar eitt í alt ár, men nú hevur Remy G. Hansen vunnið tríggj­ar kappingarnar, eftir at hann kom aftur frá skaða. Tí var týdningarmikið at knúgva honum, og prógva at eg kann reisa meg – serliga eftir finaluna í fjør, sigur Bárður Olsen og minnist aftur á margháttligu FM final­una í fjør. – Í fjør tóku vit í hondina á hvørjum øðrum. Eg helt eg hevði vunnið, men so vísti tað seg, at pílurn ikki stóð í alíkavæl og tapti eftir­ fylgj­andi. Tí er tað ótrúliga deiligt, at eg havi fingið reist meg, greiðir Bárður Olsen frá. – Eg sá, at Remy ikki spældi upp til sítt besta, so tað var upp til mín at revsa hann hvørja ferð, sigur Bárður Olsen. Tað stóð annars nógv á hjá Bárði Olsen í bæði hálv­final­uni og fjórðings­ finlauni. Í hálv­finlauni var hann aftan­fyri 5-2 móti Peturi Thomsen, men vann 6-5. Eis­ini í fjórðingsfinaluni stóð nógv á móti Boga Isaksen. Bárður Olsen vann 5-4 í ein­um dysti, har tann sum kast­aði fyrst einki sett vann. Tað er heldur óvanligt. – Eg má rósa fyri­skip­ar­ unum fyri eitt framúr tiltak. Hølini og umstøðurnar eru framúr í Skopun, og tað er einki at seta fingurin á, sigur Bárður Olsen Í FM kappingini verður eisini spælt um ferðir og pláss til Danish Open og Danish Masters, sum verða í Esbjerg seinni í hesum mán­ að­inum. Gunnbjørn vann á dóttrini Í einmansleiki hjá kvinnum vann 62 ára gamla Gunnbjørg Dam FM. Í finaluni vann hon 4-1 á dóttrini Jóan Edvør Thomasen. Hetta er fyrstu ferð, at Gunnbjørg Dam vinn­ur FM. Hjá kvinnunum er fram­gongd at síggja á lut­tøku­talinum, sum hevur verið støðugt vaksandi sein­ astu árini. trondur@sosialurin.fo FM einmansleikur menn: 1: Bárður Olsen 2: Remy G. Hansen 3: Hans Eivind Olsen 4: Petur Thomsen FM einmansleikur kv.: 1: Gunnbjørg, HDF 2: Joan Edvør, VDF 3: Maibritt Hvíthamar, HDF 4: Joanna Jonhardsdóttir, Team Sandoy Fagst pílar: • Gunnar Mouritsen 14, HDF • Johanna Jonhardsdóttur 26, Team Sandoy Hægst útgang: • Remy G. Hansen 130 • Joan Edvør 113 Bárður Olsen vann leygar­dagin FM finaluna í dart Mynd: Álvur Haraldsen