mánadagur 11. apríl 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Neli Heldarskarð
Í fjórða umfari tapti ÍF lemj
andi ósigur áljóðandi 1-6 á
útivølli ímóti NSÍ. Lagt var
upp til, at fuglfirðingarnir
skuldu reisa seg í heima
dystinum ímóti KÍ í gjár,
men ístaðin gekk tað enn
einaferð av skriðuni hjá ÍF.
Hesaferð tapti liðið 4-0, og
til ber at síggja samanhang
í hesum stórtapum hjá fugl
firðingum. Í báðum førum
hevur ÍF verið væl við leik
liga í stórum pørtum av
dystunum, men í seinasta
korterinum eru slúsurnar í
verjupartinum blivnar víð
opnar.
Tilsamans hevur ÍF latið
fimm av teimum 10 mál
unum, sum eru latin inn í
teimum seinastu tveimum
dystunum, innanfyri síðsta
korterið ímóti ávíkavist NSÍ
og KÍ.
At 16 mál eru latin inn
í fyrstu fimm dystunum
merkir eisini, at ÍF hevur
latið meira enn trý mál inn í
miðal fyri hvønn dyst. Í fjør
høvdu fuglfirðingar eisini
trupulleikar í verjupartinum,
har ÍF lat 56 mál inn í teimum
27 landskappingardystunum.
Einastu liðini, sum lótu fleiri
mál inn enn ÍF í 2015 vóru
niðurflytararnir báðir, FC
Suðuroy og EB/Streymur.
Og soleiðis sum ÍF verjur í
løtuni, so er onki, ið talar fyri,
at ÍF fer at lata færri enn 56
mál inn í kappingarárinum
2016.
Verjuspælið er
syndarligt
Jógvan Martin Olsen leggur
eiheldur fingrarnar ímillum,
tá ið hann skal lýsa, hvussu
tað gongur hjá ÍF at verja.
– Verjuparturin er ein
stórur
trupulleiki.
Verju
spælið hjá okkum er syndar
ligt, og hetta er nakað, ið elvir
til mentala stúran fyri bæði
meg sum venjara og sjálvan
hópin. Har er nokk at arbeiða
við í verjupartinum, segði
Jógvan Martin Olsen eftir
dystarlok í gjár.
Tað skal tó nevnast, at
fortreytirnar hjá Jógvani
Martini at smíða eina góða
verju ikki hevur verið av
teimum bestu. Í mun til
defensiva manningarlistan,
sum var á vølli í dystinum
ímóti NSÍ, manglaðu bæði
Jan Ellingsgaard, sum í nógv
ár hevur verið av hollastu
stuðusleikarum hja ÍF, og
danski
málverjin,
Oliver
Korch. Báðir dragast við
skaða í løtuni.
– Vit hava trupulleikar við
at forma eina miðverju, og
hava vit roynt ymsar saman
setingar í fyrstu fimm um
førunum. Undan kappingar
byrjan var ætlanin at brúka
Poul Nolsøe Mikkelsen á
plássinum,
men
higartil
hevur hann verið skaddur
alla
kappingina.
Gunnar
Christiansen mátti niður til
Danmarkar í sjúkraørindum,
og nú er Jan Ellingsgaard so
eisini blivin skaddur. Vit
hava ikki havt hepnið at
finna røttu samansetingina
í verjuni, men tað skal ikki
vera nøkur undanførsla fyri,
at vit lata so nógv mál inn,
greiðir Jógvan Martin víðari
frá.
2
HALLGRÍM G.
HANSEN
Átti sum so ikki nakra skuld í
nøkrum máli, men undir øllum
umstøðum er tað nógv at lata
fýra mál inn.
2
LEIVUR JOENSEN
Hevði onkur góð innlegg
í fyrra hálvleiki, men í seinna
hálvleiki høvdu tvey av málunum
hjá sín uppruna í hansara síðu.
Harafturat burdi hann ikki givið
hornasparkið burtur, ið førdi til
fyrsta málið hjá KÍ.
2
BOGI REINERT
PETERSEN
Saman við øðrum viðleikarum
bleiv hann yvirspældur í
samband við málini 3-0 og 4-0.
Upprunaligur miðvallari, ið helst
spælir í miðverjuni, tí at trot er á
fólki til hetta plássið.
2
JOHN DANIEL
GUÐJÓNSSON
Glottar vóru í avrikinum, men
stóð ikki væl plaseraður í
samband við málið til 2-0 hjá KÍ.
2
ALEX JOSÉ
DOS SANTOS
Var við aftur eftir fráveru í
dystinum frammanundan orsakað
av sjúku. Defensivar trupulleikar
til tíðir, og vit vita, at hann hevur
meira at bjóða upp á frameftir,
enn hann vísti í gjár.
3
KARL LØKIN
Hevði nøkur skot á mál, ið
við eitt sindur av hepni høvdu
kunnað farið inn um málstrikuna.
Ein av teimum betru hjá ÍF.
2
KRISTOFFUR
JACOBSEN
Klaksvíkingurin á ÍF-liðnum datt
ímillum í stríðnum á miðvøllinum.
2
DÁNJAL PAULI
Á LAKJUNI
Stríddist væl, men júst sum hjá
álopssinnaðu viðleikarum sínum
kom ov lítið burturúr á síðsta
triðinginum.
2
ANDY OLSEN
Nær við at skora í fyrra
hálvleiki, men eftir hetta sást
lítið til hann, og varð hann
útskiftur.
2
CLAYTON SOARES
Tað er ongin loyna, at hann
er bestur sum áleypari, men ÍF
spælir bara við einum áleypara,
og tað er Lawal. Fínur í fyrra
hálvleiki, men væl lakari avrik í
seinna hálvleiki.
3
ADESHINA LAWAL
Var størsta hóttanin hjá ÍF í
fyrra hálvleiki, men fánaði í størri
mun burtur í seinna hálvleiki.
ARI ELLINGSGAARD
Ov stutt inni at fáa eina meting.
HANUS ELIASEN
Ov stutt inni at fáa eina meting.
SPÆLARAMETING MÁLINI
FOSSA INN
HJÁ ÍF
Eftir dystin ímóti KÍ í fimta umfari í Effodeildini er ÍF tað liðið,
sum higartil hevur latið flest mál inn av øllum liðum í deildini.
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá ÍF, er sera bersøgin um verjupartin
á liðnum, meðan venjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, sjálvandi
hevur alla orsøk at frøðast eftir stórsigurin á Fløtugerði í gjár
1 til 6
FÓTBÓLTUR
DYSTURIN
HESA VIKUNA
Tvey ár síðani seinast Undan dystinum í gjár hevði KÍ ikki
vunnið á útivølli ímóti ÍF síðani 16. mars 2014, tá ið KÍ
vann 3-1 á Fløtugerði. Síðani hendan dystin hava liðini
spælt tríggjar dystir ímillum sín uttan KÍ sum vinnara,
áðrenn norðoyingarnir smurdu fuglfirðingarnar av í gjár.