Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 4 KRISTIAN JOENSEN Var tryggur allan dystin á tamb og hevði nakrar fínar bjargingar í fyrra hálvleiki. 3 SØRMUNDUR KALSØ Javnt avrik. Kom nógv framvið, sum tann modernaði bakkurin eigur at gera, men ov ofta, at inn­leggini vóru óneyv.  5 AHMED MUJDRAGIC Spældi sum ein dreymur í mið­verjuni og skoraði harafturat eitt mál. Ein av dagsins bestu leikarum.  4 JONAS FLINDT RASMUSSEN Gjørdi nøkur fríspørk og fekk gult kort, men var stinnur og gjørdi sítt til, at KÍ helt málið reint. 4 ÍSAK SIMONSEN Tryggur í verjustøðu og kom eisini ofta væl framvið. Legði upp til fjórða málið hjá KÍ. 5 SEMIR HADZIBULIC Bert hansara næsti dystur, men var hann knasandi góður á miðvøllinum hjá KÍ, har hann vann eina rúgvu av nærdystum.  5 JÓANNES BJARTALÍÐ Ein leikari, ið er egin og torir at bjóða av. Hevði fót við í málunum hjá KÍ til bæði 3-0 og 4-0. 3 NIELS PAULI DANIELSEN Ikki tann mest eyðsýndi í mun til liðfelagarnar. Var fínt við í spælinum í fyrra hálvleiki, men onki avgerandi kom frá honum.  3 HEÐIN KLAKSTEIN Ikki tann leikarin, ið áskoð­ arin legði mest til merkis, men kviki vongurin legði upp til leiðslu­málið hjá Mujdragic.  4 SÚNI OLSEN Var vælleikandi í fyrra hálv­ leiki, har hann spældi viðleikarar sínar leysar, men í seinna hálv­leiki gjørdist hann meira av­ger­andi, tá ið hann spældi Páll Klettskarð leysan í samband við málið til 2-0. 5 PÁLL KLETTSKARÐ Tók onkrar skeivar avgerðir í fyrra hálvleiki, men áleyparar eru við fyri at skora mál, og tað gjørdi Páll í seinna hálvleiki – tvær ferðir.  3 JÁKUP B. ANDREASEN - 4 HJALGRÍM ELTTØR Átti lut í báðum málunum til 3-0 og 4-0. Ein innskifting, ið hepnaðist sera væl.  ATLI DANIELSEN Ov stutt inni at fáa eina meting. Mikkjal skjótur at fáa armarnar niður Meðan Jógvan Martin Olsen av logiskum orsøkum ikki hevði nógv lovprísandi orð at siga um sítt lið, so var tað ein øðrvísi uppliving at tosa við Mikkjal Thomassen eftir dystar­lok. KÍ-venjarin var sjálv­sagt væl nøgdur við liðs­ ins avriki, men kortini vísti hann á, at tað ber framvegis til at betra um viðurskifti á lið­num hjá KÍ. – Ein fær illa verið annað enn nøgdur, tá ið mann vinn­ ur 4-0, men har er kortini ymiskt, ið vit kunnu betra um. Har eru tíðarskeið í dyst­inum, har spælararnir ikki eru heilt har, sum teir skulu vera, og ikki spæla so frælst, sum teir eiga. Har er enn meira í spælarunum, og eg eri spentur at síggja, hvat vit kunnu betra, segði Mikkjal Thomassen eftir dyst­in í gjár. KÍ hevur tapt tveir av sínum fimm lands­kapp­ ingar­dystum í hesum kapp­ ing­ar­árinum. Í dystinum ímóti HB í Havn, har KÍ tapti 4-2, var yvirritaði alt ann­að enn sannførdur av verju­ spæl­inum hjá KÍ. Men verju­ spæl­ið hjá klaks­víking­unum og teirra útlendingum var á heilt góðari leið í gjár, og var hetta eisini triðu ferð í ár, at mál­verjin hjá KÍ, Kristian Joensen, kundi fara væl nøgdur til hús uttan at hava latið nakað mál inn. – Viðvíkjandi dystinum ímóti HB skal havast í huga, at vit góvu tvey býtt brots­ spørk burtur. Tað var í størri mun í dystinum ímóti NSÍ, at vit ikki vóru har, sum vit eiga at vera. Men sum heild eri eg nøgdur við verju­partin hjá okkum, segði Mikkjal Thomassen um sín verju­ part. Verjan hjá KÍ telur fjøl­ broyttar tjóðskapir. Í mið­ verj­uni eru ávíkavist danski Jonas Flindt Rasmussen og ser­biski Ahmed Mujdragic, sum báðir stóðu sterkir í myndini í gjár. Eisini er ameri­kanski Mayowa Alli í hóp­inum, og kappast hann saman við Ísaki Simonsen um plássið á vinstra bakki. Mayowa Alli var ikki við í hóp­inum í gjár orsakað av skaða.  Síðsti útlendingurin í hóp­ inum er Semir Hadzibulic, ið spældi ein sera sannførandi dyst á miðvøllinum hjá KÍ í gjár. Kundi farið báðar vegir Um sjálvan dystin í gjár er at siga, at í fyrra hálvleiki var tað alt annað enn sannlíkt, at KÍ skuldi enda við at vinna so nógv, sum útiliðið at enda gjørdi. KÍ hevði bólt­in nakað meir í fyrra hálv­leiki, men út­ býtingin av málmøgu­leikum var jøvn. Karl Løkin, Andy Olsen og Clayton Soares høvdu allir kunnað lagt ÍF fram um í fyrra hálvleiki, men fuglfirðingar kendu ikki sína vitjunartíð, og tað varð sektað í hinum endanum.  KÍ hevði eisini sínar góðu møguleikar, har bæði Heðin Klakstein og Páll Klettskarð burdu lagt bláa úti­liðið á odda. Hol kom tó á mál­skjót­ ingina eftir 41 min­uttir, tá ið Ahmed Mujdragic ótarnaður skallaði bóltin í netið eftir hornaspark. ÍF í upploysn Í seinna hálvleiki gjørdi ÍF eina reiðiliga roynd at koma afturíaftur. Til tíðir eydn­aðist tað at kringseta brots­teigin hjá KÍ og senda inn­legg innfyri, men gjøgn­ um­gangandi var, at ÍF kom ongan­tíð fram til tann stóra mál­møguleikan, ið skal geva mál.  Ein slíkan møguleika fekk Páll Klettskarð miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið hann varð spældur leysur ímóti Hallgrími Hansen. Lands­ liðs­framherjin var ósvikaliga tryggur, og so var dysturin so at siga avgjørdur. Tað var eftir hetta, í 81. og 86 minutti, at ÍF veruliga fór í upploysn. Á hesum tíðs­punktum skoraðu Jóannes Bjartalíð og aftur Páll Klettskarð til bæði 3- og 4-0, og harvið gjørdist tað til annað eyðmýkjandi tapið á rað fyri fuglfirðingar, ið at síggja til eru júst líka óstøð­ ugir í avrikum teirra, sum teir vóru í undanfarna kapp­ ingar­ári.  Í komandi umfari skal væl smurda maskinan hjá KÍ taka ímóti B36 í Klaksvík, með­an ÍF hevur truplan úti­ dyst ímóti TB við Stórá á skránni. SPÆLARAMETING Myndir: Álvur Haraldsen 1 til 6 ÍF - KÍ 0-4 (0-1) 0-1: Ahmed Mujdragic 41. 0-2: Páll A. Klettskarð 66. 0-3: Jóannes Bjartalíð 81. 0-4: Páll A. Klettskarð 86. Dómari: Alex Troleis ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen (Hanus Eliasen, 90.), John Daniel Guðjónsson, Alec José dos Santos – Kristoffur Jakobsen, Karl Løkin – Dánjal á Lakjuni, Clayton Soares, Andy Ó. Olsen (Ari Ó. Ellingsgaard, 77.) – Adeshina Lawal Gult kort: eingin Venjari: Jógvan Martin Olsen KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Ísak Simonsen – Semir Hadzibulic, Súni Olsen (Atli Danielsen, 79.), Jóannes Bjartalíð - Niels Pauli Danielsen (Jákup B. Andreasen, 59.), Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein (Hjalgrím Elttør, 67.) Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen Venjari: Mikkjal Thomassen FÓTBÓLTUR KÍ-liðið var ein væl smurd eind, ið stóð væl í verjustøðu og var eirinda­leyst í offensiva partinum. Í gjár líktist KÍ veruliga einum liði, sum kann enda ímillum fýra tey bestu! At ÍF enn einaferð fær ein lúsing er snøgt sagt ov vánaligt. Júst sum ímóti NSÍ fór liðið full­ komiliga í upploysn í seinasta korterinum. Størsta heimatap í næstan fimm ár Tað er als ikki hvønn dag, at ÍF tapir við fýra málum á heimavølli. Seinasta ferðin, har fuglfirðingarnir hava tapt so nógv á egnum grasi, var 17. apríl 2011, tá ið EB/Streymur vann 4-0 á Fløtugerði.