Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey Sofía og til lukku við heitinum sum ársins spælari. Hevur tú hoyrt nógv fyri tað? Ja, næstan alt for nógv. Óansæð hvørjum eg møti, hava tey fingið tað við. Tað er sjalvandi stuttligt, men eg veit ikki ordiliga, hvat eg skal svara til tað og endi bara við at rodna hvørja ferð. Hvussu er at spæla so nógvan flogbólt við stórum krúllutum hári – er tað ikki strævið? Haha, jú onkuntið kann tað vera ringt at halda tí fast í einum toppi ella flættu. Men fyri tað mesta stendur alt beint uppeftir, sum faktiskt er tað mest praktiska, tí so kemur tað ikki í eygað ella nakað. Kundi tú hugsað tær at spælt flogbólt fulla tíð? Eg veit ikki rættiliga. Mær dámar at hava onnur ting at ganga uppí, tí um tað gongur illa við flogbóltinum kann tað ganga væl við onkrum øðrum. Um eg spældi fulla tíð var eg alt ov bundin av gongdini bara i flogboltinum - um tað gevur nakra meining – men tað hevði verið stuttligt at roynt. Fyri uttan teg sjálva, hvør eigur størsta lutin í tínum flogbóltsevnum? Tað má vera systkini hja mær, Elisabeth og Rasmus, sum byrjaðu at venja flogbolt áðrenn eg. Eg sá altíð nógv upp til tey og havi altíð roynt at kappast ímóti teimum í øllum. Hvat er forkláringin aftanfyri hand­ klæðs­myndina, sum liggur á netinum? Hehe, hon er frá tá eg spældi við Frederiksberg og bleiv vald til dagsins leikara aftana ein dyst. Eg gloymdi at ein mynd skuldi takast, og so leyp eg undir brúsu eftir dystin. Tann sum skuldi taka myndini mátti skunda sær og tí avtalaðu vit, at eg bara skuldi stinga høvdið út, so myndin kundi takast. Eg helt faktiskt ikki at man fór at síggja meir enn tað, ups. Vikan ið fór Sofía Purkhús verður vald til ársins spælara í donskum flogbólti. Hon spælir við Amager VK Kaj Leo í Bartalsstovu byrjar inni fyri Dinamo Bukarest í landskappingini. Dinamo vinnur dystin, men Kaj Leo er ikki við seinni í vikuni móti Steaua Bukarest U20 hondbóltslandsliðið er í EM undankapping í Sveis, men tað røkkur akkurát ikki til víðari luttøku. Serliga fáa dómararnir av at vita frá føroysku leguni Marianna Holm Jacobsen úr VÍF má undir skurð, tí bruni í arminum breiður seg skjótt. Hon spælir ikki aftur hetta kappingarárið Helgi Dam Ziska vinnur European Small Nations Individual Chess Championship. Hann vinnur sær rættin at luttaka til World Cup. Í 2018 verður kappingin í Føroyum Bárður Olsen av Argjum vinnur FM i dart. Hann vinnur 7-3 í finlauni móti Remy G. Hansen B36 boðar frá, at Odmar Færø aftur verður partur av hópinum í juni. Miðvejrin, sum bleiv kosin til ársins verjuspælara í fjør, er í løtuni í Skotlandi. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Hetta er aftur ein av doku­ mentarunum í dokumentarrøðini hjá ESPN 30 for 30. Marion Jones var heimsinsbesti kvinni­ligi rennari, umframt at hon eisini royndi seg sum kurva­bólts­ spælara og við øðrum ítróttar­ greinum innan frælsan ítrótt. Lætta sinnið og stóra smílið var eitt stórt hitt millum áskoðarar, fjølmiðlar og stuðlar. Til OL í 2000, sum var í Syndey sló hon øll met, og vann heili fimm gullheiðursmerki. Fýra í renning og eitt í longdarlopi. Tað ljóðar næstan ov gott til at passa – og so var. Marion Jones var dopað. Dokumentarurin fylgir Marion Jones í tíðini eftir hon kemur út úr geglinum. Vit sleppa ein biltúr við henni og tosa við hana, men einki verður gjørt burturúr hvussu dopingin fór fram, ella hvussu umfatandi tað var. Í so máta er dokumentarurin lítið avdúkandi, men minnir í løtum um eina verju av nú 40 ára gamlu ítróttarstjørnuni, sum roynir at vinna sína ímynd sum fyrimynd aftur. Í besta Hollywood-stíli endar dokumentarurin við, at ein smílandi Marion Jones spælir yrkiskurvabólt. Einki um allar dreymarnar hon knústi á vegnum við at brúka doping. HYGG UM: Tú er Marion Jones fjeppari ella dámdi hann væl, tá hon var á toppinum IKKI HYGGJA UM: Tú ynksir ein kritiskan ella avdúkandi dokumentar um doping og Marion Jones HVUSSU ER AT HYGGJA: Ikki so spennandi, men Marion Jones er fangandi í høvðusleiklutinum HVAT SIGUR TÚ? Sæð í heildini, so er hetta ikki vert at brúka tíð uppá trondur@sosialurin.fo Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ FAKTA Marion Jones er í dag 40 ára gomul, og hevur trý børn. Sat sat í geglinum í eitt hálvt ár fyri at hava logið undir vitnisábyrgd. Frásøgumaðurin á Rás2, Hilmar Jan Hansen, helt lítið um dømingina til U20 kappingina í hondbólti Jógvan Martin Olsen, venjari hjá ÍF, eftir at liðið hevur latið 10 mál inn upp á tveir dystir – Sikken nakrir kraftidiotar, sum hava dømt hendan dystin – Vit duga ikki at verja Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Sofía Purkhús Aldur: 23 Ítróttur: Flogbóltur (Amager VK) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvør hevur heimsmetið í 100m renning hjá monnum? 2 Hvør hevur heimsmetið í 200m renning hjá monnum? 3 Hvør hevur heimsmetið í 400m renning hjá monnum? 4 Hvør hevur heimsmetið í 800m renning hjá monnum? 5 Hvussu eitur rennarin, sum í 1988 ”vann” OL 100m renningina við tíðini 9.79, fyri síðani at verða tikin fyri doping? 6 Hvør hevur heimsmetið í 100m renning hjá kvinnum? 7 Hvør hevur heimsmetið í maraton? 8 Hvør er á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1. Usain Bolt (9.58) 2. Usain Bolt (19.19) 3. Michael Johnson (43.18) 4. David Rudisha (1:40.91) 5. Ben Johnson 6. Florence Griffith (10.49) 7. Dennis Kimetto (2:02:57) 8. Lukasz Cieslewicz Dokumentarurin: Ummælið: Marion Jones: Press Pause ÍTRÓTTAR UMMÆLI