mánadagur 11. apríl 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. apríl 2016 · Nr. 41
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Vit, sum arbeiða á in.fo, Sosialinum, og á Rás2
kundu fegnast um tilrættaleggingina av 5. um
farinum av effodeildini farna vikuskiftið. Vit
fingu høvið at senda út okkara dugnaliga kamera
mann, Jóhan Thomsen í Klaksvík til tveir dystir í
effodeildini, tí lagt var soleiðis til rættis, at Skála
og HB spældu á Skála leygardagin. Sunnudagin
fingu vit høvið at siga frá tveimum dystum í
effodeildini á Rás2, hóast Hilmar Jan Hansen
var við U20 manslandsliðnum í hondbólti niðri í
Sveis fyri at siga frá teimum trimum EM-undan
kappingardystum, sum føroyska liðið spældi
ímóti Montenegro, Makedonia og Sveis. Rás2
kundi siga frá tveimum dystum í effodeildini við
sama frásøgumanni sunnudagin , tí B36 og TB
spældu á ovara vølli í Gundadali klokkan 15, og
AB og Víkingur spældu klokkan 17.15 úti í Vika á
Argjum. Høvdu allir fimm dystirnir verða leiktir
klokkan 15 sunnudagin, so hevði Jóhan Thomsen
bara kunnað havt frálíkar upptøkur frá einum, og
ikki tveimum dystum í effodeildini. Og Tróndur
Arge hevði bert havt møguleikan at sagt frá
einum dysti í effodeildini, og ikki tveimum, sum
høvið var til ígjár. Tað, at ikki allir dystirnir liggja
sum í teimum sokallaðu »góðu«, gomlu døgunum,
nevnliga sunnudag klokkan 15 gevur effodeildini
væl størri eksponering. Eksponeringsklaverið fer
ikki at spæla so væl sunnudagin 17. apríl. Tá verða
allir dystirnir leiktir sama dag, og somu klokkutíð.
Júst, sum í teimum »góðu«, gomlu døgunum. Nú
fáa vit fimm umfør á rað í effodeildini, har allir
dystirnir verða leiktir sama dag, og eftir tí, sum
skilst nøkulunda somu klokkutíðir. Viðgangast
skal, at hetta skapar eitt ávist spenningstempo, tá
fimm dystir eru í senn, men hvussu góð eru slík,
symetrisk umfør, um effodeildardystirnir skulu
eksponerast, sum myndatema, radiofrásagnir,
kykmyndaupptøkur, »livescore« á in.fo, og
sum greinar? Tey eru ikki góð yvirhøvur. Hesi
symetrisku umførini, har allir fimm dystirnir
verða trunkaðir saman, og spældir í senn gevur
minimala eksponering í teimum ymisku miðl
unum. Seinast fimm eysturoyarlið vóru í bestu
fótbóltsdeildini var við stórari eydnu roynt
at spæla fríggjakvølds- og mánakvøldsdystir
inni í Eysturoynni. Einstakir dystir, sum ikki
skuldu kappast við aðrar effodeildardystir um
eksponering. Dystir við nógvum áskoðarum, og
ofta við góðum spæli og intensiteti. Tá tað var
so væleydnað at hava fríggjakvølds- og mána
kvøldsdystir í effodeildini, tá fimm eysturoyarlið
vóru í effodeildini seinast, hví ikki endurtaka
succés´ina? Annars eitt stórt herðaklapp til U20
manslandsliðið í hondbólti, sum stóð seg væl
stórar partar dystunum ímóti Montenegro og
Makedonia, men samstundis eitt sindur beiskt,
tá ein veit, at við neyvleika kundi talan verið um
fýra stig, og luttøku í einum EM-endaspæli, og
ikki, sum tað bleiv eittans stig, og eitt triðja pláss.
Annars heppin planlegging frá evropeiska hond
bóltssambandinum, sum hevði lagt EM-undan
kappingardystirnar hjá U20 manslandsliðnum í
hondbólti soleiðis, at Hilmar Jan Hansen kundi
siga frá hesum trimum dystum á Rás2 uttan at
krossa dystarfrásagnirnar hjá Tróndi Arge í effo
deildini sunnudagin. Takk fyri EHF!
Nú koma fimm
umfør, sum í »góðu«
gomlu døgunum
KLUMMAN
Heri sigur sína hugsan...
■ Argjamenn stríddust
sum víkingar og víkingarnir
vóru argir
( AB - Víkingur )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
Tróndur Arge
Sofía Purkhús er vald til
ársins
flogbóltsspælara
í
bestu donsku deildini. Før
oyski
landsliðsspælarin,
sum hevur sín uppvøkstur
í Mjølni, spælir í dag við
Amager VK. Í løtuni spæla
tær um triðja plássið í DM.
Sjálv er Sofía Purkhús ovfar
in av, at hon er vald til ársins
spælara.
– Tá eg skuldi upp til
handanina av ársins kanti,
skuldi eg verða standandi
uppi saman við restini av
spælarunum.
Tá
tey
so
søgdu, at eg eisini var blivin
ársins spælari, tordi eg ikki
at trúgva, at eg hevði hoyrt
rætt, greiðir Sofía Purkhús
frá.
Sjálvt um Sofía Purkhús
er tann spælarin, sum hevur
vunnið sínum liði flest stig í
landskappingini, so rodnaði
hon, tá hon skuldi taka móti
heiðrinum.
– Eg stóð bara og bíðaði –
og rodnaði – til hinar byrjaðu
at prika meg og biða meg
fara upp. Eg veit heldur ikki
ordiliga hví, eg fekk heiðurin
fram um so øgiliga nógvar
aðrar góðar spælarar, sigur
Sofía Purkhús.
Skilji tað ikki
Sofía Purkhús skilur ikki, at
hon er vald til ársins spælara.
– Eg havi fingið rættiliga
nógvar hevingar í ár, faktiskt
mest av øllum áleyparum í
landinum, og tí havi eg sjálv
andi eisini havt upplagdan
møguleika at vinna flest
stig. Men eg hevði so slett
ikki væntað, at blíva kosin
til nakað í ár, og so slett ikki
ársins spælara, sigur før
oyski landsliðsspælarin.
– Kanska fólk halda tað
vera stuttligt at síggja eitt
nýtt andlit á ársins liði í
staðin fyri, at tað altíð eru
tey somu sum vinna. Nú eri
eg sjálvandi ordiliga glað
og stolt, men skilji tað ikki
ordiliga. Og eg eri eisini heilt
rørd yvir, hvussu nógv øll í
Føroyum hava gjørt burtur
úr tí, sigur Sofía Purkhús.
Vilja hava bronsu
Sofía Purkhús, sum spælir
við Amager VK, fekk heili
41 prosent av atkvøðunum,
meðan nummar tvey fekk
minni enn helmingin av tí.
Umframt Sofíu Purkhús,
so spælir systir hennara,
Elisabeth
Purkhús,
Eina
Kalsø og Jastrið Jacobsen við
Amager VK.
– Vit høvdu sett okkum
fyri at liggja millum fýra tey
bestu í deildini í ár, og tí mál
inum rukku vit, sjálvt um vit
kanska í veruleikanum hildu
tað vera eitt sindur optimist
iskt. Nú vóna vit sjálvandi
eisini at vinna tann seinna
bronsudystin, so vit liggja
millum trý tey bestu ístaðin,
greiðir Sofía Purkhús frá.
– Vit hava mist nakrar
spælarar gjøgnum árið, men
tað hevur kanska í veruleik
anum bara givið okkum rest
ini betri møguleika at menn
ast og taka størri ábyrgd á
liðnum. Vit hava eisini havt
eitt sera gott samanhald og
hava kempað hart sum eitt
lið hvønn dyst í ár, sigur før
oyski landsliðsspælarin.
Nervar og trýst
Føroyska flogbóltslandsliðið
skal í síðst í maj spæla HM/
EM undankapping fyri smá
tjóðir í Føroyum.
– Næsta stig er nú at
koma heim at spæla við
landsliðnum, og tað gleði eg
meg ordiliga nógv til. Sjálvt
um eg heilt erligt eisini havi
rættiliga nógvar nervar, tá eg
føli, at tað nú liggur eitt trýst
á mær at liva upp til heitið,
sum árins spælari í Danmark,
sigur Sofía Purkhús.
trondur@sosialurin.fo
Sofía Purkhús trúði ikki tí hon hoyrdi, tá hon fekk at
vita, at hon var vald til ársins spælara í Danmark
SOFÍA RODNAÐI
Sofía Purkhús er vald til
ársins spælara í Danmark