Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 Apríl 2016 3 Eirikur Lindenskov Tá P/F Bakkafrost varð skrásett á norska virðisbrævamarknaðinum í mars­mánaði í 2010 áttu føroyingar allan partapeningin í felagnum. Størsti partaeigari var Føroya Banki (BankNordik), sum átti 34 prosent av fyri­tøkuni. P/F Havsbrún var næst­ størsti eig­ari við 17 prosentum. Teir báðir høvuðsmenninir í Bakkafrost, Regin Jacobsen og pápi hansara, Hans Jacobsen, sáli, áttu tá somu partabrøv, sum í dag – men sum nú eru ávika­vist 9,2 prosent og 9,4 pro­sent av P/F Bakkafrost. Orsøkin til, at parturin hjá gomlu Bakkafrost-eigarunum er so lítil er tann, at Bakkafrost er lagt saman við fleiri øðrum feløgum. Í Norðoyggjum hevði ein stór samanlegging verið av øll­ um alifyritøkunum, sum end­ aðu í sama potti í 2005. Tær vórðu seinni lagdar saman við P/F Bakkafrost. Sama varð við Vestlax og øðrum feløg­unum við. Hjá Bakkafrost var næstan bara navnið eftir – men Bakka­ frost var tann fyritøkan, sum hevði klárað seg frægast, og sum hóðr­aði undan. Bakkafrost-feðgar hava einki selt Orsøkin til at partabrøvini hjá Bakka­ frost-familjuni ikki telja meira enn 18,6 prosent er tí ikki, at tey hava selt burturav, síðani fyritøkan varð skrá­ sett á virðisbrævamarknaðinum. Orsøk­in er, at gamla Bakkafrost var so lítið í vavi í mun til samlaðu mynd­ ina av øllum alifeløgum, sum vórðu løgd saman. Bakkafrost-feðgarnir hava einki selt burtur av sínum partabrøvum. Teirra partur vísir bara, hvussu lítið er eftir av gamla Bakkafrost í stóra, sterka og samanlagda felagnum. Tað hevði gingið upp, og tað hevði gingið niður hjá Bakkafrost. Í 2005 gingu eisini teir á Bakkafrost við hatt­inum í hondini og royndu at fáa ymsar íleggjarar, grunnar og onn­ ur at seta pengar í felagið. Tá Føroya Banki hevði fíggjað fleiri av gomlu alifeløgunum, so end­ aðu nógv teirra sum beinleiðis ogn hjá bankanum, eftir at tey vórðu farin á húsagang. Vestlax var eitt teirra, og tað endaði eisini í samanlagda felag­ num í 2009. Tí kom Føroya Banki at eiga so stóran part av P/F Bakkafrost sum 34 pro­ sent. Føroya Banki seldi alt Tá so Bakkafrost var skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo árið eftir í 2010, gjørdi bankin av at selja síni parta­ brøv beinanvegin. Bankin seldi síni 34 prosent í felagnum fyri góðar 400 milliónir krónur. Tá var kursurin 31 norskar krónur fyri partabrævið. Har­ afturat bjóðaði Bakkafrost út nýggj partabrøv, soleiðis at pen­ingur kom beinleiðis inn í felagið. Seljandi parteigarar vóru í høvuðsheitum Føroya Banki við teimum 34% og aðrir við umleið 10%. Sostatt var um­leið 44% av samlaðu parta­brøv­unum hjá Bakkafrost til sølu, tá felagið fór á keyps­ skálan. Bankin hevði fingið 4 mia kr í dag Hóast bankin ikki trúði upp á Bakka­ frost, so hevði bankin verið væl fyri, um hann hevði bíðað. Í dag eru tey partabrøvini, sum BankNordik seldi, verd yvir 4 milliardir krónur, tí kursurin er meira enn 10 fald­aður, síðani Bakkafrost fór á virðis­bræva­ markn­aðin í Oslo. Eftir øllum at døma vildi bankin sleppa av við partabrøvini alt fyri eitt og setti tí øll partabrøvini til sølu í senn. Kanska bankin ikki vildi brenna seg aftur, sum hann til dømis gjørdi, tá fiskiflotin fór av knóranum í 90'unum. Tá seldi bankin skipini aftur – ofta til somu eigarar – fyri lítið og lætt. Nú vildi bankin eftir øllum at døma hava »upside'in« við og seldi. So frá at vera so nógv tann størsti eigarin við týðandi ávirkan á felagið, átti bankin brádliga einki – men fekk góðar 400 milliónir á bók. Eik-húsagangur ræddi fólk Umframt BankNordik, so átti TF Holding eisini stóran part í Bakka­ frost. TF Holding átti eini 6-7 pro­sent. Eik Banki átti eisini fitt av parta­brøv­ um eftir handilin við Havsbrún, sum saman við partabrøv­unum hjá TF Holding helst var um 10 prosent av felagnum – og sum í dag hevði havt eitt virði upp á góðar 1,2 milliardir krónur. Føroya Banki seldi alt í einum, og tað vóru mest útlendingar, ið keyptu. Tað at Eik Banki júst var farin á BANKNORDIK SELDI ØLL SÍNI PARTABRØV Í BAKKAFROST FYRI 400 MIÓ KR. Í DAG HØVDU TEY FARIÐ FYRI FYRI 4 MIA. KR. TF HOLDING OG EIK HAVA EISINI SELT. VIRÐIÐ HJÁ TEIMUM Í DAG HEVÐI VERIÐ UM 1,2 MIA.KR. AV TÍ AT FØROYINGAR HAVA SELT 3/4 AV PARTABRØVUNUM Í BAKKAFROST TIL ÚTLENDINGAR, ERU TAÐ ÚTLENDINGAR SUM EIGA STØRSTA PARTIN AV FELAGNUM Bakkafrost Tí eiga útlendingar Bakkafrost Vit vóru sjálvandi bangin fyri at plága fólk ov nógv, tí vit vistu, at óttin var stórur, og at fleiri fólk høvdu mist nógvar pengar