mánadagur 11. apríl 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
Apríl 2016
3
húsagang hevur uttan iva havt stóra
ávirkan á viljan hjá føroyingum at
seta pengar í felagið.
– Í Bakkafrost vóru vit sjálvandi
bangin fyri at plága fólk ov nógv, tí
vit vistu, at óttin var stórur, og at fleiri
fólk høvdu mist nógvar pengar, sigur
Rúni M. Hansen, nevndarformaður í
Bakkafrost.
Bakkafrost sendi útbjóðingartil
farið í hvørt hús í landinum, har tað
m. a. stóð, at »stovnsligir og privatir
íleggjarar hava møguleikan at keypa
partabrøv í Bakkafrost og luttaka í
framhaldandi menningini av Bakka
frost«.
Áhugin fyri at seta pengar í
felagið var stórur – hóast hann var
nógv størri hjá útlendingum.
– Tað var fleiri ferðir yvirteknað.
Men allir føroyingar fingu tað, tey
høvdu biðið um. Fleiri norskir íleggaj
arar vildu hava stórar partar, onkur
einstakur vildi enntá keypa øll 44%
sum vóru til sølu tá, sigur Rúni M.
Hansen.
– Men vit vildu fegin, at allir føroy
ingarnir sum ynsktu at keypa, fingu
alt tað teir ynsktu, og harafturat vildu
vit hava ein breiðan eigaraskara.
Tað vóru nógvir føroyingar, sum
keyptu. Men føroyski ognarparturin
er støðugt minkaður. Sum kursurin
hækkaði, passaðu nógv sær løðir at
selja – kanska tá kursurin vaks við
10 prosentum, 20 og 30 og 50 pro
sentum. Tað vísti seg, at føroyingar
seldu, og soleiðis vaks útlendski
eigaraskarin í P/F Bakkafrost. Men
tað í sær sjálvum nýtist ikki at verða
nakað negativt. Kanksa hava fleiri av
teimum, sum seldu, gjørt aðrar íløgur
bæði í Føroyum og aðrastaðni, og
tað má standa einum og hvørjum
frítt, hvussu tey disponera, heldur
nevndarformaðurin í Bakkafrost,
Rúni M. Hansen.
eirikur@sosialurin.fo
Havsbrún týðandi
partur av alingini
í Føroyum
TAÐ SIGUR RÚNI M. HANSEN, NEVNDAR
FORMAÐUR Í BAKKAFROST
Eirikur Lindenskov
Tá Bakkafrost byrjaði í 1968 fing
ust tey mest við uppsjóvarfisk
sum sild og svartkjaft. Teir høvdu
skipini Gullfinn Giljanes og fram
leiddu sild í gløs.
Seinni fóru teir so at ala eisini.
Í 1992 stóð nógv á, og felagið
var um at fara av knóranum, og
tá kemur Regin Jacobsen, sum
er sonur annan av stovnarunum
Hans Jacobsen, upp í felagið sum
eigari. Teir settu nýggjar pengar í
felagið, og soleiðis bleiv Regin
Jacobsen eigari í felagnum. Tað
eru pengar, hann sum blaðungur
hevur sett í felagið – og ikki ein
partur av upprunaliga ognarpart
inum hjá pápanum.
Felagið hevði stórar avbjóð
ingar, marknaðarprísurin fór niður,
og kreppan 10 ár seinni gjørdi, at
ognarluturin hjá teimum fór so
nógv niður, tá felagið varð lagt
saman við øðrum feløgum.
Bakkafrost hevur verið tað
betur fyri enn hini feløgini, at
kreditorarnir hava valt at byggja
virksemiði í samanløgdu feløg
unum kring Bakkafrost, sum
ongantíð fór á húsagang.
Tað hevur verið framleiðslan
av portiónum hjá Bakkafrost,
sum hevur verið fyrimunurin, og
tí vóru onnur alibrúk koyrd inn
undir Bakkafrost.
Teir eigarar, sum áttu tey
feløgini, fingu so part í Bakkafrost.
Eitt teirra var Eystlaks í Klaks
vík, sum Havsbrún átti saman við
Líggjas í Bø. Soleiðis kom Havs
brún at eiga í P/F Bakkafrost.
– Havsbrún hevur verið ein
týðandi partur av alingini í Føroy
um. Tey, sum hava varðað av
felagnum, hava verið dugnalig og
framsíggin, sigur Rúni M. Hansen,
nevndarformaður í Bakkafrost.
Odd Eliasen, sum nú er stjóri
á Havsbrún, og situr í konsern
leiðsluni í Bakkafrost, er ein av
teimum sum hevur arbeitt á
Havsbrún í skjótt 30 ár, og hann
kennir sostatt felagið og alingina
væl.
eirikur@sosialurin.fo
– Havsbrún hevur verið ein týðandi partur av alingini í Føroyum.
Tey, sum hava varðað av felagnum, hava verið dugnalig og fram
síggin, sigur Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Bakkafrost
Allir føroyingar fingu tað, teir
høvdu biðið um. Fleiri norskir
íleggajrar vildu hava stórar partar,
onkur einstakur vildi enntá keypa
øll 44% sum vóru til sølu tá,
sigur Rúni M. Hansen