Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 6 Apríl 2016 3 Eirikur Lindenskov Fram til 2011 var Havsbrún í Fuglafirði størsti eigari í Bakkafrosti. Teirra ognar­partur komst eisini fyri ein stóran part av samanleggingunum, sum nevndar eru í fyrru greinini. Havs­brún seldi at kalla alt fóðurið til Bakka­frost. Sum størsti eigari og størsti veitari kundi tað havt endað við, at tað var Havsrbún sum keypti Bakkafrost, tí so hevði fórður­fram­ leiðarin í Fuglafirði tryggjað sær tann stóra keyparan. Men tað hendi ikki. Fyri Bakkafrost var tað ein fantastisk case, um felagið hevði kundi fáa Havsbrún við ali­fóðrinum og øllum ali­ brúk­unum, teir høvdu, eitt nú í Kaldbak, Funningsfirði og aðra­staðni. Og tað endaði við, at tað Bakkafrost sum fekk vertikala integratión við at keypa Havs­ brún og soleiðis tryggjað sær alla virðis­ketuna: Fóður, smolt og allan vegin upp. Tað ljóðaði fyri heilt vist, at stóra norska alifelagið, Marine Harvest, var áhugað í at keypa Havsbrún. Men Bakkafrost keypti beint fyri nøsini hjá teimum. Ov skjót at selja Í keypstilgongdini, tá Bakkafrost keyp­ir Havsbrún, bjóðaði Bakkafrost øllum eigararunum í Havsbrún, at tey kundu veksla søluprísin til partabrøv í P/F Bakkafrost. Nakrir eigarar tóku av – og parta­ brøv teirra vórðu handlað við parta­ brøv­um í Bakkafrost í staðin fyri í reið­um peningi. Aðrir vildu ikki, men vildu hava alt í pengum. Ein teirra var Poul Hansen í Havn, sum varðaði av partabrøvum í Havs­ brún, sum sigst vórðu seld fyri nærri 150.000 milliónir krónur. Kursurin á partabrøvunum í Bakka­frost var tá 50 krónur. 19 krón­ ur meira, enn tá felagið fór á Børsin í 2010. Í skrivandi stund er kursurin á parta­brævinum í Bakkafrost 318 krónur. Í síðstu viku var hann oman fyri 330. Tað merkir, at um t. d. Poul Hansen seldi síni partabrøv í síðstu viku, so hevði hann ikki fingið slakar 150 milliónir krónur, men væl yvir 900 milliónir krónur. – ella nærri 800 milliónir krónur meira, enn hann fekk við at selja partabrøvini í Havns­ brún í reiðum peningi – og so hevði Poul Hansen verið á leið líka stórur parta­eigari í P/F Bakkafrost, sum Regin og Oddvør Jacobsen eru. Føroyingar selt til útlendingar Tað stutta av tí langa í søguni um Bakkafrost er, at føroyingar hava átt alt felagið alt sum tað er – 100 pro­sent av partabrøvunum. So hvørt sum úrlsitini eru vorðin betri, og kurs­ urin á felagnum er hækkaður, so hava føroyingar selt. Og tað tað eru ikki føroyingar, sum keypa partabrøvini, sum føroyingar selja. Tað gera útlendingar. Og hóast kursurin er 10 faldaður – ella kanska júst tí at kursurin er 10 faldaður – so er stórur áhugi millum útlendingar at keypa partabrøv í P/F Bakkafrost. So kunnu føroyingar iðra seg um, at útlendingar fara við øllum. Hend­ an søgan vísir, at føroyingar tora ikki ella duga ikki at eiga parta­brøv – ella hava brent seg við óhepn­um íløgum í hinum trimum før­oysku parta­feløgunum, sum fóru á virðis­ bræva­marknaðin, Atlantic Airways, Eik Banki og BankNordik. Eik Banki fór á húsagang, og allir partaeigararnir mistu allar pengarnar. Atlantic Airways fór av virðis­ bræva­marknaðin og at kalla tvangs­ keypti privatu partaeigararnar út fyri undirkurs. BankNordik partabrævið hev­ur minni enn helvtarvirði av tí, sum tað hevði, tá bankin fór á virðis­bræva­ markn­aðin fyri skjótt 10 árum síðani. Bakkafrost er sólskinssøgan Av teimum fýra børsskrásettu føroysku virkjunum hevur tað higartil bara eydnast hjá Bakka­frost. Tað kann sjálv­ andi ganga báðar vegir við parta­brøvum. Hjá Eik Banka og Atlantic Petroleum gekk tað fyrst væl. Men trøini vuksu ikki í himmalin, og kurs­ ir­nir, sum vóru á veg til himmals full brátt. Eik Banki fór á heysin, og Atlantic Petroleum stríðist fyri lív­ inum. Partabrævið hjá BankNordik hev­ ur ongantíð vaksið seg so stórt, sum hjá hinum feløgunum. Eftir at bankin fór á virðisbrævamarknaðin varð parta­brævið selt fyri kurs 250. Í skrivandi stund er kursurin á BankNordik partabrævinum 116. eirikur@sosialurin.fo HØVDU FØROYSKU PENINGARSTOVNARIR OG TF HOLDING IKKI VERIÐ SO BRÁ AT SELT PARTABRØV Í P/F BAKKAFROST, HØVDU TEY FORTJENT FLEIRI MILLIARDIR KRÓNUR Bakkafrost Kundu vunnið fleiri milliardir So hvørt sum úrslitini eru vorðin betri, og kursurin á felagnum er hækkaður, so hava føroyingar selt Bakkafrost