mánadagur 11. apríl 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
7
Apríl 2016
3
Odd Eliasen
góður fyri 56
milliónir krónur
Fjórðingur fram
vegis á føroyskum
hondum
TAÐ LOYSTI SEG
HJÁ ODD ELIASEN,
STJÓRA Í HAVSBRÚN,
AT HANN TRÚÐI UPP
Á BAKKAFROST, TÁ
FELAGIÐ Í 2011 KEYPTI
HAVNSBRÚN
VIT HOYRA SO JAVNAN FÓLK FINNAST AT – EITT NÚ BAKKAFROST,
AT FELAGIÐ HEVUR SELT SO STÓRAN OGNARPART TIL ÚTLENDINGAR
Eins og allir hinir eigararnir, so
bjóðaði Bakkafrost Odd Eliasen
at keypa hansara partabrøv í
Havsbrún við at rinda við parta
brøvum í Bakkafrost.
Og Odd Eliasen tók av.
Hann fekk 170.000 partabrøv í
Bakkafrost. Kursurin á partabræv
inum var tá um 50 krónur. Parta
brøvini, sum hann fekk í Bakka
frost høvdu tá eitt virði upp á
umleið góðar 8 milliónir krónur.
Í dag eru tey verd 56 milliónir
krónur.
Umframt høga virði, sum
partabrøvini hava, so geva tey
eisini gott avkast í vinningsbýti.
Bakkafrost hevur fastan politikk
viðvíkjandi vinningsbýti. Í 2015
var vinningbýtið 8,25 krónur fyri
partabrævið.
Fyri partabrøvini hjá Odd
Eliasen merkir tað, at hann fær
1.402.500 krónur í vinningbýti. Tá
skattur er goldin, so hevur hann
911.625 krónur eftir.
eirikur@sosialurin.fo
Bakkafrost
Eirikur Lindenskov
Tað er ikki heilt rætt, at leggja felagið
undir at selja til útlendingar, tí tað eru
føroyingar, sum hava átt í felagnum,
ið hava selt sín part til útlendingar. Tí
eiga so nógvir útlendingar partabrøv
í Bakkafrost, umleið 74 prosent av
partaeigarunum eru útlendingar.
Bara ein góður fjórðingur er eftir á
føroyskum hondum – har í millum
øll tey 18,6 prosentini, sum feðgarnir
báðir, Hans og Regin Jacobsen upp
runaliga áttu í felagnum.
Eik Banki seldi sín part, tá kursurin
var 43 krónur fyri partabrævið. Hevði
bankin selt í dag, hevði prísurin verið
fleiri hundrað milliónir krónur hægri.
TF Holding hevur eisini selt ein
stóran part av sínum partabrøvum.
Mett verður, at TF Holding og Eik
tilsamans hava átt eini 10 prosent
av partapeninginum, ella á leið
tað sama, sum Regin Jacobsen og
mamma hansara, Oddvør Jacobsen
eiga.
Aðrir stórir partaeigarar hava
verið Norðoyagrunnurin og LÍV, sum
eisini hevur selt av sínum parti.
Eginognin hjá Bakkafrost er í
dag 3 milliardir krónur. Børsvirðið er
nógvar ferðir ferðir hægri, tað er 12
milliardir krónur.
Fyri Bakkafrost merkir tað, at um
felagið skal brúka pengar, eitt nú
til okkurt uppkeyp, so kann felagið
rinda keypið við partabrøvum. Felag
ið kundi til dømis keypt eitt stórt virki
uttanlands og á tann hátt fingið rætt
iliga nógv fyri pengarnar við einum
partabrævaumbýti.
Var Bakkafrost ikki skrásett á
virðisbrævamarknaðinum, so hevði
hetta ikki borið til.
eirikur@sosialurin.fo
Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún