Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 Apríl 2016 3 Eirikur Lindenskov Í frágreiðingini á aðalfundinum segði nevndarformaðurin Rúni M. Hansen millum annað: »Flest øll londini, vit føroyingar samanbera okkum við á vinnuliga økinum, hava eitt fjølbroytt vinnulív, bæði tá ið talan er um vinnuslag, stødd á vinnuvirkjum og ognar­skap. Á tveimum av hes­um økjum skilir Bakka­frost seg eitt sind­ur út í Føroy­ um, nevniliga við­víkjandi ognar­skapi og stødd á felagi. Í februar 2010 varð bræv sent út til øll húsarhald, virkir og almennar stovnar í Før­oy­um, har sagt varð, at »Stovnar og privatir íleggjarar hava møgu­leika at keypa parta­brøv í Bakkafrost og luttaka í fram­hald­andi menn­ingini av Bakka­frost«. Her­við bleiv felagið opið fyri al­menn­inginum, har einhvør kundi ger­ast eigari. Í dag eru til­samans yvir 4.300 parta­ eigarar í Bakkafrost úr 22 londum. Størsti parturin av hes­um, nevniliga góð 26%, er úr Før­ oy­um, 22% úr Bretlandi og sløk 19% úr Noregi. Vit kunnu siga, at felagið í dag er stórt í mun til samfelagið, vit virka í. Hetta er ein sera stór ábyrgd hjá okkum, sum varða av felagnum. Hin­vegin er eitt hampuliga stórt og sterkt felag ein fyrimunur í kapp­ing­ ini við útlandið og ein styrki í ar­beið­ inum at virðisøkja laksin í Føroyum og í planleggingi av arbeiðinum yvir­ høvur og málinum um altíð at betra um lívfrøðiligu gongdina. Vit kappast á altjóða marknað­ inum, og vit kunnu gleðast um, at higar­til hava vit staðið okkum væl í kappingini. Tað hevur gjørt, at vit kunnu varðveita nógv arbeiðspláss í landinum í øllum liðum í virðisketuni, har vit millum annað bæði kunnu vísa á tað serstaka føroyska fóðrið á Havsbrún og heilt til liðugvørurnar, ið ikki verða virkaðar í láglønarlondum, men verða virkaðar í Føroyum og enda beinleiðis í kølidiskunum í Evropa og USA. Gongdin í 2015 Í 2015 seldu vit fyri tilsamans 2,9 milliardir krónur. Vit gjørdu íløgur fyri 608 milliónir, harav tvær stórar íløgur vóru í nýggja kryvji- og portiónsvirkið á Glyvrum og í smoltstøðina á Viða­ reiði. Nettoúrslitið var 810 milliónir krónur. Vit vænta, at beinleiðis skatt­urin, felagið kemur at gjalda inn í Lands­kassan í 2016, verður góðar 400 milliónir krónur. Tilsamans 950 starvsfólk vóru á lønarlistanum í desember 2015; full­tíðar­størv fyri árið vóru 725. Vit koma at gjalda 403 milliónir út til parteigararnar í vinningsbýti. Stað­ fest­ast kann, at tey sum hava hildið fast í partabrævinum síðani skrá­set­ ingina og hava latið pen­ingin arbeitt í felagnum, hava við vinningsbýtinum í dag fingið slakar 30 norskar krónur av teimum 31 norsku krónunum, tey keyptu partabrøvini fyri. Ella sagt á annan hátt, tey, sum keyptu parta­ brøv fyri til dømis 10.000 krón­ur, hava fingið áleið 9.500 krón­ur aftur í bein­leiðis vinningsbýti – og so sjálv­ sagt hækkanina í parta­brøv­unum aftur­at hesum. Lívfrøðin Bakkafrost leggur alla orku í at fremja eitt so sunt og lívfrøðiligt vakstrar­umhvørvi sum gjørligt. Vit arbeiða miðvíst fyri at uppfylla hægstu veteri­neru og lívfrøðiligu krøv. Lív­frøðin hevur alstóran týdn­ ing í framleiðsl­uni av alilaksi, og hetta eigur altíð at hava okkara størsta fokus. Tí er tað, at okkara íløguætlanir hava hetta sum fremsta mál, nevn­ iliga at betra um lívfrøðina. Í 5-ára íløgu­ætlanini, vit løgdu fram í 2013, var høvuðs­endamálið at betra um lív­frøðina og gera felagið meira kapp­ingar­ført mótvegis okkara út­ lendsku kappingarneytum. Størstu einstøku íløgurnar í hesi ætlan vóru skipið Hans á Bakka, sum hevur víst seg at verið eitt stórt framstig innan millum annað lúsa­við­ gerð, har vatn verður nýtt til at reinsa laksin; nýggja virkið á Glyvrum, sum økir munandi um tilbúgvingina fyri allar Føroyar, og síðani íløgur í ver­ andi og nýggjar smoltstøðir fyri at fram­leiða stór smolt. Nevndin er nøgd við úrslitið hjá samtakinum í ár og nýtir høvið at takka starvsfólkunum fyri avrikið í 2015.« Ein nýggjur nevndarlimur Á aðalfundinum stóðu nevndar­lim­ ir­nir Johannes Jensen, Virgar Dahl og Tor Magne Lønnum fyri afturvali. Johannes Jensen og Virgar Dahl vóru báðir afturvaldir eftir tilmæli frá valnevndini, og Teitur Samuel­sen varð eftir tilmæli frá valnevndini valdur sum nýggj­ur nevndarlimur fyri Tor Magne Lønnum, ið hevði boð­að frá, at hann tók ikki við aftur­vali. Gunnar í Liða og Rógvi Jacobsen vórðu afturvaldir í val­nevnd­ina hjá felagnum fyri tvey ár, og Leif Eriksrød var ný­valdur fyri eitt ár. Ola Wessel-Aas hevði avgjørt at fara úr valnevndini. Grannskoðari felags­ins P/F Januar, løggilt grann­skoðanar­virki, heldur fram sum grann­skoðari. eirikur@sosialurin.fo BAKKAFROST HEVÐI AÐALFUND Í LØKSHØLL FRÍGGJADAGIN, HAR ÁRSROKNSKAPUR FELAGSINS FYRI 2015 VARÐ GÓÐKENDUR OG NEVNDAR­ VAL VAR Á SKRÁNNI. NÝGGJUR Í NEVNDINI HJÁ BAKKAFROST ER TEITUR SAMUELSEN, SUM HERFYRI FÓR FRÁ SUM FÍGGJARSTJÓRI HJÁ BAKKAFROST, TÁ HANN TÓK VIÐ STARVINUM SUM STJÓRI HJÁ TUNNILSFELAGNUM, SUM SKAL GERA TUNNIL UNDIR TANGAFIRÐI OG SKÁLAFIRÐI Bakkafrost Gjalda 403 milliónir krónur í vinnings­býti Bakkafrost leggur alla orku í at fremja eitt so sunt og lívfrøðiligt vakstrar­umhvørvi sum gjørligt Regin Jacobsen, stjóri