mánadagur 11. apríl 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
9
Apríl 2016
3
Bakkafrost í árstølum
Pensjónsuppsparing
er uttanlands
Partaeigarar
í P/F Bakkafrost
HER ER EIN SAMANDRÁTTUR AV HØVUÐSTÆTTUM
OG VARÐUM FELAGSINS SÍÐAN STOVNAN
1968:
Brøðurnir
Hans
og
Róland
Jacobsen
stovna
fyritøkuna
Bakkafrost.
Fyrsta
góðskingarvirkið verð
ur bygt sama ár. Triði
bróðirin, Martin Jakob
sen, kemur við í felagið
í 1971.
1972:
Næsta góðskingarvirkið
verður bygt á Glyvrum.
Vinnuhugskotið er at
fiska sild á føroysku
firðunum og at virka og
selja kryddað og mari
nerað sildafløk.
1977:
Farið verður undir at pakka flatfisk
frá øðrum føroyskum virkjum til
bretska marknaðin. Hetta verður
gjørt fyri at tryggja fyritøkuna, tí
sildarveiðan er í minking.
1979:
Bakkafrost fer – sum ein av fyrstu
føroysku fyritøkunum – undir ali
vinnu.
1980-ini:
Farið verður undir at virka fars og
surimi úr svartkjafti í Føroyum. Í
1990-unum minkaði svartkjafta
stovnurin brádliga, og hetta førdi
til, at felagið og restin av vinnuni
fekk fíggjarligar trupulleikar.
1986:
Jón Purkhús og Heini Gregersen
stovna Sp/f Faroe Salmon, ið
seinni verður P/F Bakkafrost
Holding. Teir fara undir at ala laks
og smolt.
1992:
Regin Jacobsen, Hans Jacobsen
og Martin Jakobsen umskipa fel
agið. Fyritøkan setur um hetta
mundið á stovn felagið P/F Ali
støðin á Bakka, sum hevur loyvi at
ala laks á tveimum firðum, ger um
støður til kryvjing og pakking av
laksi á Glyvrum, umframt virkingar
umstøður til pelagiskan fisk og
framleiðslu av styroporeskjum til
fiskaútflutning.
1995:
Virkið á Glyvrum verður umbygt
til góðskingarvirki til laks. Íløgan
er avmarkað, og framleiðsluorkan
lítil. Felagið fær loyvi at ala smolt/
yngul á Glyvrum/á Glyvradali.
1999–2001:
Felagið økir dagligu framleiðslu
orkuna á góðskingarvirkinum til
umleið 22 tons av kruvdum fiski
við tveimum ymiskum íløgum til
tess at fáa í lag størri vøkstur.
2006:
Felagið veksur við samanlegg
ingum og yvirtøkum, og alifram
leiðslan økist við 15.000 tonsum
í kruvdari vekt til eina samlaða
framleiðslu á 18.000 tons í kruvd
ari vekt av laksi. Samtakið fær at
gongd til seks firðir afturat at ala
á, umframt tvær smoltstøðir aftur
at. Samtakið ger stórar íløgur í
góðskingarvirkið á Glyvrum, so tað
er ført fyri at taka ímóti øktu nøgd
ini. Dagliga framleiðslan er nú 55
tons í kruvdari vekt um dagin.
2008:
Partaeigararnir í Bakkafrost og
Vestlax semjast um at leggja
feløgini saman. Samanleggingin
verður sett at verða tann 1. januar
2010. Partaeigararnir hjá P/F
Vestlax Holding fáa umskipað
síni partabrøv til P/F Bakkafrost
partabrøv. Vestlax samtakið hevur
eina framleiðsluorku á 11.000 tons
í kruvdari vekt av laksi og sílum og
eitt kryvjivirki í Kollafirði.
2009:
Hetta árið hevur felagið metstóra
framleiðslu, og nettovinningur og
úrslit eru tey bestu nakrantíð. Av
gerð verður tikin at skráseta felagið
á virðisbrævamarknaðinum í Oslo.
2010:
Bakkafrost og Vestlax leggja
saman. Samanlagda felagið er
størsta alifyritøka í Føroyum við
umleið 55% av allari framleiðsluni
av aldum laksi í Føroyum. Nú
feløgini eru endaliga løgd saman,
spennir virksemið frá smoltfram
leiðslu til aling av fiski og fram
leiðslu av liðugt góðskaðum
vørum. Samtakið tekur 21.626
tons í kruvdari vekt í 2010. Tann
26. mars 2010 verður samtakið
skrásett á virðisbrævamarknað
inum í Oslo og víðkar harvið um
skaran av partaeigarum, so um
framt føroysku íleggjararnar fær
fyritøkan nú íleggjarar úr øllum
Evropa og USA.
2011:
Bakkafrost keypir P/F
Havsbrún, ið er nýmót
ans og altjóða viður
kendur framleiðari av
fiskamjøli, fiskalýsi og
fiskafóðri
við
heim
staðið
í
Føroyum.
Meginparturin av fram
leiðsluni av fiskamjøli
og -lýsi verður nýtt
ur til egna framleiðslu
av fiskafóðri, og restin
verður útflutt. Bakka
frost var størsti kundi
hjá
Havsbrún.
P/F
Havsbrún
átti
78,1%
av alifyritøkunum P/F
Faroe Farming og P/F
Viking Seafood við tilsamans 5
loyvum. Eftir at Bakkafrost hevur
ognað sær Havsbrún, keypir
Bakkafrost eisini minnilutapartar
nar í P/F Viking Seafood og hevur
nú 100% av partabrøvunum.
2012:
Havsbrún
samtakið,
ið
varð
yvirtikið í 2011, verður tillagað
Bakkafrost samtakið, og virkisfyri
munir við samanleggingini verða
staðfestir. Samanleggingin inniber,
at bygnaðurin í samtakinum verð
ur umskipaður, og 51% av alifelag
num Faroe Farming verða seld í
tráð við føroysku alilógina. Felagið
Bakkafrost UK verður keypt í
endanum á 2012 við virknaði frá 1.
januar 2013.
2013:
Bakkafrost fráboðar eina 5 ára
íløguætlan við tí endamáli at
gera virksemið á landi effektivari,
at økja lívfrøðiliga vøksturin og
minka um lívfrøðiliga váðan. Partur
av ætlanini er bygging av nýggjum
brunnbáti – »Hans á Bakka«.
Til tess at minka um lívfrøðiliga
váðan, býtir Bakkafrost økið í Vest
manna um við økið á Gøtuvík, ið
áður er rikið av P/F Luna.
2014:
Bakkafrost samtakið nær besta
fíggjarliga úrslitinum nakrantíð.
Fyrsti partur av íløguætlanini
verður liðugur, nú nýggja kassa
virkið er bygt á Glyvrum og er
farið undir framleiðslu. Ein nýggj
smoltstøð, ið ger, at Bakkafrost
nú er ført fyri at nøkta tørvin á
smolti hjá felagnum, verður bygd á
Norðtoftum og fer undir virksemi.
Farið verður undir at byggja
nýggja kryvji-/góðskingarvirkið á
Glyvrum, og byggingin av nýggja
brunnbátinum í Yalova, Istanbul,
gongur framá. Skipið verður hand
að í juni 2015.
2016:
Úrslitið hjá Bakkafrost fyri 2015 var
810 milliónir krónur eftir skatt. Tað
er enn einaferð metstórt.
Føroyska pensjónsuppsparingin fer
at vaksa, tí løgtingið hevur samtykt,
at øll skulu gjalda í minsta lagi 15% í
pensjón. Hendan lógin er tó broytt,
men við nýggju pensjónsskipan
ini, sum koma skal, man pensjóns
inngjaldið helst fara at liggja á sama
støði.
Hevði ein partur av hesi upp
sparing verið í føroyskum partabrøv
um, so hevði føroyski ognarparturin í
Bakkafrost kanska verið størri.
FØROYSKA PENSJÓNSUPPSPARINGIN ER UPP
Á UMLEIÐ 8 MILLIARDIR KRÓNUR, SUM ØLL ER
PLASERAÐ Í ÚTLENDSKUM PARTABRØVUM
4.300 SKRÁSETTIR PARTAEIGARAR
ÚR 22 YMISKUM LONDUM
Føroyingar eru størsti bólkurin av
partaeigarum í P/F Bakkafrost:
Føroyar: 26%
Bretland: 22%
Noreg: 19%
USA: 13%
Eyðkenni
fyri
partaeigara
í
Bakkafrost er, at talan í størstan mun
er um pensjónsstovnar og grunnar
av ymsum slag. Felagið hevur sum
mál at gjalda 30-50 % í vinningsbýti.
Størsti einstaki móttakarin er, sam
bært Regin Jacobsen, stjóri í Bakka
frost, landskassin, sum fær í miðal
29%. Í miðal 46% av úrslitinum verður
goldið í vinningsbýti.
Regin Jacobsen og pápin, Hans Jacobsen, sáli,
settu nýggjar pengar í Bakkarfrost í 1992.
Tað er hesin ognarpartur, sum nú tilsamans
er verdur góðar 2,2 milliardir krónur