mánadagur 11. apríl 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
10
Apríl 2016
3
Eyðfinn Reyðberg
Fýra milljónir í avlopi áðrenn skatt.
Hetta er tað sum Bilrøkt hevði á
botnlinjuni í 2015. Hetta er sam
stundis so nógv tað besta árið hjá
Bilrøkt nakrantíð.
Talan er um tvey feløg Bilrøkt,
sum er rakstrarfelagið og Bilrøkt
Fastogn, sum eigur føstu ognir felag
sins.
Hesi bæði feløgini høvdu ein
bruttovinning uppá 10,3 milljónir
krónur í 2015. Hetta er ein vøkstur í
bruttovinningi uppá 50 prosent eftir
bert einum ári, tá bruttovinningurin
hjá feløgunum báðum var 6,8
milljónir krónur í 2014.
Fleiri fólk í arbeiði
Í 2014 hevði Bilrøkt 17 fólk í arbeiði
og hóast talið á starvsfólki ikki
verður upplýst í roknskapinum fyri
2015, so er tað í dag komið uppá 20
fólk.
Hetta er munandi framgongd síð
an feðgarnir báðir Jákup og Heini á
Borg byrjaðu virksemi tveireinir fyri
tíggju árum síðani.
Bilrøkt útbetalti tilsamans 5,1
milljónir krónur í lønum í 2015. Hetta
er ein vøkstur uppá 18 prosent í mun
til árið frammanundan.
Stór framgongd
At avlopið áðrenn skatt er tilsamans
fýra milljónir krónur er nógv betri enn
árið frammanundan, tá avlopið var 1,5
milljónir krónur.
Hetta sæst eisini aftur í egin
ognini, sum nú samanlagt fyri bæði
feløgini kemur uppá 6,7 milljónir
krónur.
Feløgini bæði hava við árslok
2015 eina samlaða rentuberandi
skuld uppá 8,8 milljónir krónur.
post@sosialurin.fo
SP/F BILRØKT OG SP/F BILRØKT FASTOGN HØVDU EITT KANÓNÚRSLIT Í 2015. BILRØKT HEVUR EFTIR
10 ÁRUM VAKSIÐ SEG ÚR ONGUM TIL MEÐALSTÓRA FØROYSKA TÆNASTUFYRITØKU
Greining
Bilrøkt við kanónúrsliti
Bilrøkt Sp/f
2015
2014
Broyting
Bruttovinningur
8.826
5.478
61%
Starvsfólkakostnaður
5.131
4.336
18%
EBITDA
3.695
1.142
224%
Avskrivingar
494
306
61%
Fíggjarpostar netto
-205
-124
65%
Úrslit áðrenn skatt
2.996
712
321%
Skattur
542
128
323%
Ársúrslit
2.454
584
320%
Støðisogn
2.770
1.323
109%
Ogn í umferð
7.195
3.447
109%
Ogn tilsamans
9.965
4.770
109%
Eginpeningur
3.682
1.727
113%
Skuld
6.283
3.043
106%
Skyldur tilsamans
9.965
4.770
109%
Rentuberandi skuld
3.261
1.365
139%
Tøkur peningur
617
774
-20%
Starvsfólk
-
17
-
Eyðfinn Reyðberg
Seinastu fýra árini hevur Sp/f Alpha
Travel havt eitt samlað avlop uppá
8,4 milljónir krónur áðrenn skatt.
Avlopið er alt farið til at gjalda
skuld hjá felagnum, sum kom illa
fyri í samband við íløgu og keyp av
ferðaskrivstovuni Fonn Flog.
Fonn Flog kostaði
Alpha Travel keypti Fonn Flog í
2008, men keypið gjørdist ein marra
fyri felagið, og valdi at selja Fonn
Flog aftur tvey ár seinni.
Hesi bæði árini 2009 og 2010
kostaðu Alpha Travel nógvan pen
ing. Hall var bæði í 2008, 2009 og
2009 og samlaða hallið hesi trý árini
var heilar 8,8 milljónir krónur.
Eginognin, sum frammanundan
keypinum var ein milljón krónur,
gjørdist negativ við næstan átta
milljónum krónum.
Aftur á slóðina
Síðani hevur Alpha Travel aftur mið
savnað seg um sítt kjarnuvirksemi,
søla og planlegging av ferður til
vinnulívið.
At hetta hevur eydnast er sjón fyri
søgn. Felagið hevur havt stór avlop
seinastu fýra árini, og eginognin er
nú aftur positiv.
Um árið í ár gerst eins gott sum
undanfarna ár, so kann felagið verða
ligugt við at gjalda alla bankaskuld
í 2016. Við árslok 2010 var banka
skuldin 13,6 milljónir krónur, so sig
ast má at talan um eina veruliga
vend í støðuni hjá Alpha Travel.
Tað er Tommy Næs Djurhuus,
sum er stjóri og eigari av Sp/f Alpha
Travel. Tað hevur hann verið øll árini
síðani felagið var stovnað í novemb
er 2004.
post@sosialurin.fo
Fonnflog kostaði Alpha Travel nógv
SP/F ALPHA TRAVEL HEVUR SEINASTU FÝRA ÁRINI HAVT
SERA GÓÐ ÚRSLIT, MEN ENN ER IKKI LIÐUGT AT GJALDA
FYRI ÍLØGUNA Í FONN FLOG, SUM MISEYDNAÐIST
Jákup á Borg setti egna fyritøku
á stovn í 2005 saman við faðir
sínum Heina á Borg. Nú 10 ár
seinni hevur hann 20 fólk í starvi,
og kann fegnast um stórt avlop
av rakstrinum í 2015
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Alpha Travel Sp/f
2015
2014
Broyting
Bruttovinningur
6.504
6.027
8%
Starvsfólkakostnaður
3.850
3.899
-1%
EBITDA
2.654
2.128
25%
Avskrivingar
128
141
-9%
Fíggjarpostar netto
-334
-412
-19%
Úrslit áðrenn skatt
2.192
1.575
39%
Skattur
395
300
32%
Ársúrslit
1.797
1.275
41%
Støðisogn
233
226
3%
Ogn í umferð
4.051
3.639
11%
Ogn tilsamans
4.284
3.865
11%
Eginpeningur
589
-1.709
-134%
Skuld
3.695
5.574
-34%
Skyldur tilsamans
4.284
3.865
11%
Rentuberandi skuld
1.813
3.556
-49%
Tøkur peningur
306
568
-46%
Starvsfólk
-
-
-
Fýra milljónir í avlopi
í 2015 er nógv besta ár
nakrantíð hjá Bilrøkt