Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 14 Apríl 2016 3 Eyðfinn Reyðberg Miðskeiðis í mars mánað bórust tíð­ indi á íslendska keypsskálanum um íslendska nótafyritøkan Hampiðjan hevði keypt føroysku fyri­tøkuna Vónin í Fuglafirði. Einki var upplýst um keypsprís, men hetta kemur at framganga av næsta roknskapi hjá Hampiðjan, sum latin verður íslendska børsinum, har felagið er skrásett. Í føroysku høpi er talan um ein stóran virkishandil, har altjóða før­ oyska fyritøkan P/f Vónin á fyrsta sinni kemur á útlendskar hendur. Tjaldur selur Tað er føroyska íløgufelagið P/f Tjaldur, sum hevur selt øll síni parta­ brøv í P/f Vónin til íslendska kapp­ ingar­neytan Hampiðjan. Talan er um ein ognarlut uppá 73,381 prosent, sum nú hava skift hendur. Sambært íslendska felagnum Hampiðjan, so er talan um eina góða og væl rikna fyritøku, sum teir hava keypt. Upplýst verður at felagið hevði metúrslit í fjør, har samlaði um­setn­ing­urin kom uppá heilar 442 milljónir krónur, og har úrslitið áðr­enn avskrivingar og rentur, ella EBITDA sum tað vanliga verður kallað, gjørdist tað besta hjá P/f Vónin nakrantíð 51,5 milljónir krónur. Altjóða fyritøka Talan er um eina altjóða fyritøku sum nú er seld útlendingum. Vónin byrjaði virksemi sítt í Fugla­ firði fyri knappliga fimmti árum síðani í 1969. Síðan tá hevur Vónin støðugt bygt upp og ment sítt virksemi. Hetta sæst aftur í dag, har P/f Vónin hevur umboðan og egin feløg runt alt Atlantshavið. Talan er um søludeildir í átta fel­ øg­um, har Føroyar liggur í mið­depl­ inum. P/f Vónin telist í dag millum fremstu altjóða veitarar av útgerð til fiskivinnu. FØROYSKA ÍLØGUFELAGIÐ P/F TJALDUR HEVUR SELT ØLL SÍNI PARTABRØV Í ALTJÓÐA FØROYSKU FYRITØKUNI P/F VÓNIN Í FUGLAFIRÐI TIL ÚTLENDSKAN KAPPINGARNEYTA P/f Tjaldur Vónin seld til kappingar­ neyta Jón Sigurdsson Altjóða føroyska fyri­tøkan P/f Vónin kemur á fyrsta sinni á útlendskar hendur Vónin við heimstaði í Fulgla­firði var fremsta altjóða tænastu­fyritøka hjá føroyingum við deildum kring alt Atlants­havið, í Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Kanada, Danmark, Noregi, Russlandi og Litava. Íløgufelagið P/f Tjaldur hevur selt øll síni partabrøv í P/f Vónin til íslendska kappingarneytan Hampiðjan Mynd: hampidjan.is Íslendingar eiga nú 73,381% í Vóninini