Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 15 Apríl 2016 3 120 milljónir í vinningsbýti Átti 22 prosent í Hampiðjan TALAN ER UM MUNADYGGA FØROYSKA FYRITØKU, SUM Á HVØRJUM ÁRI HEVUR GOLDIÐ VINNINGSBÝTI TIL EIGARAR SÍNAR. P/F VÓNIN HEVUR SEINASTU 10 ÁRINI ÚTGOLDIÐ TILSAMANS 120 MILLJÓNIR KRÓNUR Í VINNINGSBÝTI TIL EIGARAR SÍNAR FYRI 10 ÁRUM SÍÐANI VAR STØÐAN TANN ØVUGTA, TÁ VAR TAÐ VÓNIN, SUM ÁTTI Í ÍSLENDSKA KAPPINGINGARNEYTANUM HAMPIÐJAN. Í DAG ER VÓNIN DÓTTIRFELAG HJÁ SAMA FELAG Eyðfinn Reyðberg At talan er um fyritøku við góð­ um rakstri, sæst ofta aftur í hvønn mun fyritøkan er før fyri at út­gjalda vinningsbýti til eigarar sínar. P/f Vónin í Fuglafirði hevur sein­astu 10 árini útgoldið vinnings­býti til eigarar sínar á hvørj­um ári. Í meðal hevur Vónin útgoldið eitt vinningsbýti uppá 12 milljónir krónur um árið. Í 2007 útbetalti P/f Vónin heil­ ar 55 milljónir krónur í vinnings­ býti. Hetta var gjørt beint undan at øll partabrøvini vóru seld til nýtt holdingfelag, sum kom at eiga øll partabrøvini í P/f Vónin. Hetta felag eitur P/f Von, og hevur øll árini síðan átt øll partabrøvini í P/f Vónin. Vónin uppskrivað Í 2006, 2007 og 2008 vóru virð­ ini í P/f Vónin uppkskrivað í rokn­ skap­inum. Bygningar og maskinur vóru uppskrivaðar við 35 milljónum krón­um, og bókað var eitt virði av goodwill uppá 75 milljónir krónur. Til­samans vóru virðini í felagnum upp­skrivað við 110 milljónir krón­ um árini 2006-2008. Hetta gjørdi at virðið á P/f Vónin var mett til 145 milljónir krón­ur tilsamans, tá nýggja fel­ agið P/f Von keypti øll parta­brøv­ ini í Vónini. Læntu 100 milljónir Skuldin í samtakinum P/f Vónin hækkaði við 100 milljónum krón­ ur frá 2006 til 2008. Við árs­lok 2006 var samlaða rentu­ber­andi skuldin hjá felagnum 88 milljónir krónur. Við árslok 2008 var samlaða rentuberandi skuldin komin uppá 187 milljónir krónur. Hesin pen­ ing­ur var í stóran mun nýttur til vinnings­býti til eigarar. Vónin tók 100 milljónir krónur í lánum árini 2006-2008 Vónin hevur útgoldið vinningsbýti á hvørjum ári. Mest í 2007, tá vinningsbýti var 55 milljónir krónur. Í 2014 var útgoldið 14 milljónir krónur í vinningsbýti, og í meðal hevur Vónin útgoldið 12 milljónir krónur í vinningsbýti seinastu 10 árini. Vónin P/f vinningsbýti 2005-2014 tkr. - 10.000 20.000 30.000 40.000 50.000 60.000 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 Savnsmyndir: Álvur Haraldsen Í 2007 og árini undan, átti P/f Vónin 21,85 prosent av íslendska kappingar­neytanum Hampiðjan, men valdi at selja hesi partabrøv í 2007. Hesi partabrøv vóru seld í 2007, og sambært roknskapinum vóru tey 67 milljónir krónur verd tá. Vónin átti hesi partabrøv bert í stutta tíð, tí tey vóru keypt í 2006 og seld aftur árið eftir í 2007. Í dag eigur Hampiðjan stóran meiriluta í P/f Vónin. Ilt er at meta um hvat Hampiðjan hevur keypt hesi partabrøv fyri, men verður mett út frá gongdini hjá Vónini, vøkstur og mettan vøkstur í framtíðini, og har tikið verður støðið í inntjeningini, so liggur virðið um hálva milljard krónur. Metast kann tí at Tjaldur hevur selt síni partabrøv fyri í minsta lagi 250 milljónir krónur og allarhelst meir. eydfinn@sosialurin.fo Tjaldur hevur selt síni parta­brøv fyri í minsta lagi 250 milljónir krónur