Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. apríl 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 16 Apríl 2016 3 Eyðfinn Reyðberg Við keypinum av Vónini í Fuglafirði fylgja eisini partabrøv í Trolverkstaðið Bergið í Hvalba, har Vónin eigur 45 pro­sent av partabrøvunum. Trolverkstaðið Bergið hevur seinastu fimm árini havt eitt avlop uppá tilsamans 5,7 milljónir krónur áðr­enn skatt, og 5,2 milljónir krónur eftir skatt. Trolverkstaðið Bergið hevur sostatt havt eitt meðal avlop eftir skatt uppá eina góða milljón krón­ur hesi seinastu fimm árini, harav Vónin í Fuglafirði eigur 45 pro­sent. Keyptu Sílnet Hampiðjan keypti seg saman við Varðanum í Gøtu inn í Sílnet í november 2014. Tá keyptu Hampiðjan og Varðin 45 prosent hvør av partabrøvunum í Sílnet, og fyri­tøkan er síðani flutt til Klaks­vík­ar, har bygningur er keyptur á havna­ lag­num til felagið. Sílnet hevur hesi seinastu fimm árini havt eitt samlað avlop uppá knappar 800.000 krónur áðr­enn skatt. Úrslitið hevur soleiðis verið nakað lakari enn tað hjá Trolverk­ stað­num Bergið í Hvalba. Sílnet útbetalti 2,2 milljónir krónur í lønum í 2014, meðan Trolverkstaðið Bergið útbetalti 1,4 milljón krónur í lønum. Sita nú á øllum Við keypinum av Vónini kann stað­festast, at íslendska fyri­tøkan Hampiðjan nú situr á avgerðar­rætt­ inum á øllum føroyskum trolarbeiði, har felagið hevur 70 prosent ognar­ lut í Vónin, og 45 prosent ognarlut í Silnet og Trolverkstaðið Bergið. post@sosialurin.fo FYRI EINUM ÁRI SÍÐANI ÁTTI HAMPIÐJAN EINKI Í FØROYUM. Í DAG STÝRA TEIR ØLLUM TÍ FØROYSKA MARKNAÐINUM OG HAVA KEYPT AVGERANDI ÁVIRKAN Í ØLLUM TEIMUM TRIMUM FØROYSKU FYRITØKUNUM, IÐ ERU Á TROLMARKNAÐINUM Vónin Íslendingar sita nú á føroyska marknaðinum Eyðfinn Reyðberg Longu í 2002, fekk trolvirkið Vónin tann heiður at gerast ársins føroyska virki, og nýggju ár seinni í 2011, hendi tað, at Vónin enn eina­ ferð vann sama heiður, sum einasta føroyska virki nakran­tíð. Sum grundgeving fyri heiðr­inum í 2011 var sagt, at Vón­in í dag er ein týðandi ak­ tør­ur á marknaðinum fyri trol, nótir og aðra útgerð til fiski- og ali­vinnuna um allan heim. Dómsnevndin leggi serstaka herðslu á altjóða strategiina hjá Vón­ ini, har altjóða útsýnið hjá Vónini var mikið róst. Lær ein mann at fiska og sel honum reiðskap Dómsnevndin legði ikki fingarnar ímill­um tá Vónin fekk heiðurin, og helt at gamla orðatakið um at gev ein­um manni ein fisk, og hann er mettur í ein dag, lær han at fiska, og hann verður mettur fyri lívið, gott kundi um­skrivast til at lær ein mann at fiska, og tú kanst selja honum fiski­reið­skap. Sjálvt gjøgnum kreppuna og ringu árini í 2008 og frameftir eydn­að­ist tað Vónini at tjena pengar og geva avlop, so talan er um fyri­tøku við góðum og støðugum búskapar­ligum úrslitum. Nú altjóða fyritøkan P/f Vónin er seld útlendingum er spurningurin so, um vit eru aftur við byrjanina av hes­um orðataki, sum dómsnevndin nýtti til at kjósa virkið til ársins virki í 2011. post@sosialurin.fo Ársins virki í Føroyum tvinnanda ferðir SUM EINASTA FØROYSKA VIRKI, HEVUR P/F VÓNIN Í FUGLAFIRÐI TVINNANDA FERÐIR VUNNIÐ HEIÐURIN SUM ÁRSINS VIRKI Í FØROYUM. ÁRSINS VIRKI VARÐ KOSIÐ Á FYRSTA SINNI Í 2000 OG HAVA 15 VIRKI VUNNIÐ HENDAN HEIÐUR. Trolverkstaðið Bergið hevur seinastu fimm árini havt eitt avlop uppá tilsamans 5,7 milljónir krónur Mynd: Eileen Sandá Íslendingar sita nú á allari føroyskari neta­vinnu Vónin hevur altjóða útsýni Sjálvt gjøgnum kreppuna og ringu árini í 2008 og frameftir eydnaðist tað Vónini at tjena pengar og geva avlop Savnsmynd: Álvur Haraldsen